Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. august 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 158 - 23. august 2003 Nr. 158 - 23. august 2003 17 KRONIKK eftir Hanus Kamban Fyri skjótt seks árum síðani fór fram ein nýskapan í før- oyskum politikki, kanska tann mest merkisverda, síð- an P.M. Dam og hansara flokkur í árunum 1958-62 framdu eina nútímansgerð av sosiallógunum. Fyri fyrstu ferð í meira enn hálva øld kom loysing- arkortið aftur á borðið. Ein politisk stevna varð borin fram, har ætlanin var eftir fáum árum at fremja føroy- skt fullveldi. Hetta skuldi gerast við »at venda heima- stýrislógini við«, taka ábyrgd av øllum málsøkjum og fyribils delegera út aftur til danska umsiting tey mál, føringar ikki enn vóru mentir at røkja. Tað var tann ungi, gávu- ríki Høgni Hoydal, sum bar fram tann nýggja politikk- in, og gongdin aftaná kom sostatt í stóran mun at verða tengd at hansara per- sóni. Ein avbjóðing Um vit síggja hana sum part av tí søguligu heildar- myndini, átti henda nýskap- an ikki at komið óvæntað. Eftir at múrurin var fallin og Sovjetsamveldið syndr- að – og kanska í grundini longu nøkur ár fyrr – komu tjóðskaparmál aftur á skránna í Europa. Í 1998 vóru longu mong nýggj rík- ir floygd, og summi endur- floygd, eitt nú bæði í Russ- landi og gamla Jugoslavia. Tjóðveldisfloksins nýggja politiska stevna var ein av- bjóðing – fyri føringar, fyri hinar politisku flokkarnar og fyri ta donsku stjórnina. Á sumri 1998 eydnaðist tað, saman við Fólkaflokk- inum og Sjálvstýrisflokk- inum, at skipa eina sam- gongu, sum var – ella sýnt- ist at vera – fús at royna henda nýggja politiska leistin. Stevnan skuldi standa sína roynd í samráðingum – fýra umførum – millum Landsstýrið og ta donsku stjórnina. Í hesum samráð- ingum, sum fóru fram frá mai til oktober 2000, var Landsstýrið við undirlutan. Tá ið avtornaði, noyddust samgonguflokkarnir at sleppa síni ætlan og fara undir aftur at reka sjálvstýrispoli- tikk eftir – at vísa seg – gomlum, siðbundnum leisti. Eitt valaverk Um hesi viðurskiftir hevur danski leikstjórin Ulla Boje Rasmussen gjørt ein doku- mentarfilm, sum seinasta fríggjadag varð frumsýndur í Norðurlandahúsinum. Hendingin var merkis- verd, tí hetta er fyrstu ferð, ein føroysk politisk til- gongd er dokumenterað á filmiskan hátt. Og eins og kanska onkur annar spurdi ein seg sjálvan: Fór hesin filmur at lýsa gongdina og málið í síni breidd og sín- um fjølstreingi, ella fór hann kanska eitt nú at borð- reiða við eini tjóðveldis- mýtologiskari mynd av hendingunum? Spurningur- in var viðkomandi, bæði tá hugsað verður um filmsins heiti, og eitt nú tá hugsað verður um ta almennu og privatu fígging, sum gjørdi filmin møguligan. Lat tað verða sagt straks, at filmurin tykist at vera eitt valaverk, vandaliga kliptur, ikki sørt spennandi, stutt- ligur í støðum. Serstakliga heftir ein seg við tær vøkru myndirnar av landslagi í skiftandi veðri. Áir í anda- risi og mjørkin, sum lættir á fjallarustum, eru ikki bara vøkur, men tykjast at hava ímyndaligan farra. Brot úr útvarpstíðindum ganda fram – sum baktjald fyri hendingum, sum snúgva seg um tjóðarinnar lagnu – okkara bæði strævna og mangan ógvuliga stað- bundna gerandisdag. Ein varnast, at filmurin sum heild – í parti av síni útsøgn – talar heldur lág- mælt. Nevin er ikki á lofti, hvørki á danskari ella før- oyskari síðu. Hesin tamdi ekspressiviteturin gevur film- inum sum heild ikki eina veika, men eina sterka út- søgn. Soleiðis arbeiðir ein dugandi leikstjóri. Eitt fjølstrongt evni Síðani kann vera ómakin vert at hyggja at filmsins virði sum lýsing av eini søguligari og politiskari gongd. Her hevur ein í huga, at vit bæði á frum- sýningini og seinni fáa at vita, at filmurin hevur javn- vág, og at miðað hevur ver- ið ímóti at lýsa evnið á fjøl- broyttan hátt. Her gera mangir spurn- ingar vart við seg. Var Landsstýrisins stevna skila- góð? Hevði Landsstýrið tryggjað sær breiða og dygga undirtøku fyri síni ætlan? Hvørjar grundir búðu undir politikkinum hjá donsku stjórnini? Stóðu føringar øksl móti øksl aftan fyri ta politisku ætlan- ina? Ella búði í teimum onkur ivi, og um so var, hvørjar orsøkir vóru til henda iva? Hin sterki og hin veiki Longu áðrenn filmurin er byrjaður, tykist greitt, at ein slík fleirstrongd mynd ligg- ur uttan fyri hansara kon- sept. Ein ráðgevi frá Dan- ska Filmsstovninum heldur stutta inngangsrøðu og heldur fyri (orðini endur- givin eftir minninum), at »vit danskarar eru, vanliga, í útheiminum teir smáu, men okkum dámar, yvir av t.d. føringum ella grønlend- ingum, at spæla leiklutin sum teir sterku«. Og hetta er í høvuðsheit- um tað, filmurin snýr seg um. Hugagóðir, raskir, ikki sørt skemtingarsamir, men kanska eisini eitt sindur óhjálpnir, politikarar fara úr einum lítlum, veikum landi út í ta stóru verð at vinna sínum fólki frælsi. Men ferð eftir ferð verða teir steðgaðir av einum valdspolitikara, sum bæði er óstortsligur og óliðiligur og samstundis, eitt nú í sín- um kropsmáli, ikki sørt lát- urligur. Tjóðin er fús at styðja sínar røsku tals- menn, væl at merkja um hon fær 15 ára skiftistíð. Tann danski preussarin heldur fast við fýra ára skiftistíð. Tá viknar tjóðin í kongunum, og at enda standa hennara láturverjar við ongum mandati. Filmur um Høgna heldur enn Føroyar Hetta er í stuttum filmsins útsøgn. Hann lýsir ein søguligan og politiskan sorgarleik, har tey góðu og smáu mugu víkja fyri teim- um óndu og sterku. Høvuðsleiklutirnar í hesi gongd hava danski for- sætisráðharrin og Høgni Hoydal, og hesin seinni hevur sjálvsagt tann drúgv- ara og meira hetjukenda leiklutin. Kameraið hvílir á honum við filmsbyrjan og móti filmsenda og annars javnt og samt ígjøgnum all- an filmin, eisini í upptøk- um, har aðrir politikarar hava orðið. Hóast – ella kanska júst tí at – filmurin sum heild er hóvliga ekspressivur, fær Høgni ikki sørt av messias- dámi. Hann er tann djarvi og framskygdi, sum í fyrstu syftu noyðist at víkja. Ein eitt sindur minni týðandi leiklut hevur løgmaður An- finn Kallsberg – sum tann seigi, tolni telvarin, sum – tá hann leggur kongin – ger tað skemtandi, so ein fær dámliga mynd av hesum manni. Ein meira skugga- kendan leiklut hevur t.d. Helena Dam á Neystabø. Á ein hátt er hetta tí meira ein filmur um Høgna Hoydal enn um Føroyar. Óttin fyri nýansuni Vit liva í Føroyum í eini trúartíð. Tankin válar úti á berajóli, hattleysur, kalda- rak og vinarleysur, sum Lear kongur á heiðini. Ný- ansan kemur ikki dagliga undir tonnina, hvørki í mentan ella politikki. Og sæð av eygum, ið síggja fá brigdir, og skoðað av heilum, sum ikki megna at hugsa, tíansheldur eru vanir at problematisera nakað mál, er filmsins út- søgn røtt. Danski forsætis- ráðharrin spældi leiklutin sum tann bonski og sterki, og kveikti soleiðis í mong- um hjarta minni um aðrar smáar, danskar preussarar, ein Stauning, ein Rytter, kanska ein Valkendorf. Høgni Hoydal kveikti og myndaði tann føroyska full- veldispolitikkin. Og tað er tí meira takkað veri heildarkonseptinum – tí selektivu, politiskt ein- táttaðu klippingini, ótt- anum fyri nýansum, tí tørv- andi førleikanum at dýpa teir spurningar, sum leik- aðu á – at filmurin verður til eina lutvís mýtologiska lýsing av eini gongd, sum ivaleyst hevði kravt størri vitan og eitt breiðari leit- andi forvitni, enn hesin leikstjóri hevur. Hesin filmur tykist so- statt sum skaptur til trúgv- andi tjóðveldisfólk, tey – ikki so fáu – óspyrjandi, óhugsandi, nýansusøru. Andstøðan og fólkið Hetta kemur greitt til sjónd- ar, um ein hyggur at, hvus- su aðrir persónar verða lýstir og hugsar um, hvat filmurin ikki viðger. Sum heild melur filmurin – næstan hugtikin – rundan um høvuðsleikaran og tey fólk, sum fjeppast um hann, teirra millum eisini blað- fólk, sum antin eru samd ella ikki tora ella duga at seta órógvandi ella ørkyml- andi spurningar. Sjónarmið hjá andstøð- uni koma í sera lítlan mun til sjóndar, og kutini av eitt nú Jóannesi Eidesgaard og Edmundi Joensen eru so- leiðis vald og klipt, at áskoðarin skal síggja teir og teirra hugsan í meira ella minni kabarettkendum sniði. Tann vanligi føringurin – Palleba – verður somuleiðis karikeraður, sum var hann evni í onkrum speirekandi tátti. At summir føringar, sum av aldadrúgvum roynd- um hava lært at fara fram við hógv, og hava roynt, at hetta sum frá líður gevur úrslit, kundu hava natúrlig- ar, og rationelt undirbygdar, grundir til at ivast, nú Landsstýrið í einum bráð- um kasti vildi fremja Para- dís Nú (ella føra søguna aftur til Ár Null), ger film- urin onga roynd at vísa. Tann danska mótstøðan Av teimum mongu týðandi spurningum, sum leikaðu á hesi árini, og sum hesin filmur ikki ger roynd til at lýsa ella dýpa – fari eg at nevna tveir. Í fyrsta lagi – hví rendi Landsstýrið seg í so harða mótstøðu í Dan- mark? Sum heild vísir film- urin, at tað var tí Nyrup Rasmussen, tann sterki, vildi knúska hin veika. Í hesum sambandi tænir tað leikstjóranum til æru, at hon í einum kuti letur fíggjarmálaráðharran sipa til tann (møguliga) danska óttan fyri ríkisrættarligum fordømi og tann møgu- leika, at Grønland, um før- ingar fingu sín vilja, fór at ganga eftir somu rás sum Føroyar – og hvørva úr tí danska ríkinum. Tann annars fámælti Kar- sten Hansen sigur her tey skilabestu orðini, sum søgd verða í filminum, og vísir tekin til tann førleika til at skilja mótpartsins huga- heim (uttan sjálvsagt at góðtaka hann), sum sam- bært Poe (sí »Tað stolna brævið«), er ein fyritreyt fyri at vera ein dugnaligur uppdagari og – kunnu vit leggja aftrat – samráðingar- maður. Tann telvar best, sum hevur hugflog til at rokna út, hvussu mótpartur- in hugsar, og hvør hansara næsti leikur verður. Tað veika mandatið Í hesum sambandi slepst ikki undan at nema við eitt annað brigdi, sum í film- inum hvarv millum skins og hold. Medvirkandi til Landsstýrisins veiku sam- ráðingarstøðu var, vissu- liga, tann einfaldi veruleiki, at tað hevði eitt veikt man- dat. Landsstýrið setti sær fyri frá byrjan at skipa eina smala samgongu. Eitt nú varð Javnaðar- flokkurin útihýstur, og heldur ikki tá hesin flokkur vísti vilja til eina semju um ein minni víðgongdan, stig- kendan (í einum konsepti: tvíræsaðan t.e. fyri annan partin hóvligan, men fyri hin partin í evstu syftu full- veldiskendan) politikk – sum, um ikki annað prin- sipielt, var víðgongdari enn tann politikkur, sum verður førdur í dag – var Tjóð- veldisflokkurin til at høgga ella stinga í. Sostatt fór Landsstýrið til samráðingar um tað mest týðandi mál í Føroya nýggj- aru søgu – við veikari, kan- ska ongari, veruligari kjøl- festu á løgtingi ella í fólk- inum. Kann tað ikki hugs- ast, at sjálvt ein meira liði- ligur og fólkaræðisliga hugsandi forsætisráðharri enn Nyrup Rasmussen í Vilji í viljaveikum rúmi Hugleiðingar um filmin FØROYAR.DK eftir Ullu Boje Rasmussen og um tað politiska skeið, hann lýsir hesi støðu hevði himprast við at eftirlíka hinum part- inum? Skiftistíðin Heldur ikki har tað snýr seg um skiftistíðina – tað før- oyska ynskið um 15 ár ella meira, tað danska kravið um fýra ár – eru brot ella klipp flættað inn, sum dýpa ella granngreina henda spurning. Hví helt danski forsætisráðharrin so fast um sína hørðu og lítið gávumildu støðu, har kan- ska ein Schlüter undir laga- ligari umstøðum hevði víst liðiligari samráðingarvilja? Aftur renna við okkum í tað veika mandatið og óttan fyri fordømi, sum Karsten Hansen sipaði til. Men um- framt tað, so bygdi tað før- oyska ynskið – um 15 ár ella meira – ivaleyst á ta ís- lendsku analogiina. Mong mundu kanska hava gloymt, at Ísland í 1918 var eitt fá- tækt, sera lítið framkomið land, meðan Føroyar ár 2000 afturímóti vóru eitt ríkt, framkomið land. Onkur minnist kanska, at fólk úr einum stórum sam- felagsbólki – har ikki fá vassaðu í pengum – hesi ár- ini, ella stutt frammanund- an, hóttu við at stinga í sekkin, um tey ikki fingu sera munagóð skattlig fram- íhjárættindir. Íðan, mangt kann sigast um danir, men vánaligir handilsmenn eru teir ikki. Var tað kanska skiljandi, um summir teirra himprað- ust við at gjalda fyri eitt fullveldi, sum føringar sjálv- ir – teir bestu teirra millum – treyðugt vildu rinda fyri? Alternativ hugsan útihýst Samanumtikið vísir hesin filmur, tá nøkur meira javn- vágarkend brot eru undan- tikin, lítlan vilja ella dugna- skap til lýsa hesa politisku og søguligu gongd í sínum fjølbroytni og sínum brigd- um. Myndin er í høvuðs- heitum tann hjá tí meira víðgongda vonginum í tjóðveldisflokkinum. Um- framt at t.d. Eidesgaard og Joensen eru vístir í kámum og keipumyndakendum sniði, er eingin roynd gjørd til at hýsa øðrvísi – kanska at- finningarsomum, kanska bara problematiserandi ella alternativum – sjónarmið- um. Teirra millum, sum førdu fram slík sjónarmið (á prenti, í sjónvarpi ella út- varpi), vóru eitt nú Hans Pauli Strøm, tá virkin polit- ikari, Rolf Guttesen, gransk- ari og Regin Eikholm – um- framt fjøld av øðrum fólk- um, teirra millum eisini rit- høvundar og búskaparfrøð- ingar. Samdur ella ósamdur – hevði tað ikki verið heið- urligast at klipt og valt eftir einum breiðari og meira pluralistiskum leisti? Virðilig lýsing Sum longu nevnt er hesin filmur listarliga eitt vala- verk. Hann er eisini – mentalitetssøguliga – sera áhugaverdur. Av onkrari grund tykist danskarin sum heild at hava ilt við at skilja hetta merkiliga, lítla fólkið, sum búleikar í Norður- atlantshavi. Hansara mynd verður tí ofta annaðhvørt líkasæl ella forhánislig, kanska enntá demoniserandi, ella romant- iserandi. Skrivingin í donskum bløðum, meðan kreppan leikaði á, var eitt dømi um hitt fyrra. Hesin filmur hevur ein farra av tí seinna. Áskoðarin – eisini ein sum undirritaði, ið ann- ars saknar breidd og brigdir – kann ikki annað enn vera takksamur um, at nakrir føroyskir politikarar her verða lýstir á tignarligan hátt. Kúganin sum ikki var til Samstundis fær tann, sum hugsar søguliga, hug at ávara ímóti at geva preuss- araatburðinum hjá Nyrup Rasmussen alment gildi. Tann stóri trupulleikin í nútíðar føroyskum politikki – serliga hjá politikarum sum Erlendi Paturssoni ella Høgna Hoydal – hevur ver- ið og er jú nettup (og hetta er mótsøgnin og søgunnar spei), at danskarar sum hjálandatjóð – søguliga sæð – antin ikki hava dugað at farið harðliga fram, ella ikki hava megnað tað. Føringar vita ti ikki, og hava ongantíð vitað, hvat verulig kúging er, og av tí sama hava teir ongantíð megnað at ment og stælt tann frælsisvilja, hvørs sanna dýnamitt – ein hugs- ar her um Mandela, Arafat ella Michael Collins – verð- ur skapt av veruligari kúg- ing og hevur hana sum fyri- treyt. Ein Rytter í øðrum potensi hevði verið nóg mikið til, at Føroyar í dag vóru frælst fullveldi. Ríkisfelagsskapurin Veruleikin er helst, at full- veldisskútan kollsigldi – ikki so nógv av atburði Ny- rups – men meira kanska av teirri grund, at hon lak, áðr- enn hon varð sjósett. Hon bygdi m.a. á ta hugs- an, at heimastýrislóg og ríkisfelagsskapur vóru ein vanlukka. Men tann søgu- ligi sannleikin er tvørtur- ímóti. Ríkisfelagsskapurin var ikki fullkomin. Men hann er kanska eitt av fáum dømum í heiminum um eina politiska ætlan við tjóðskaparligum innihaldi, ið sum heild eydnaðist. Á hansara støði – og, so fløkt og mótsagnarkend er søgan, lutvís helst í he- gelskari andsøgn til hann – hava føroysk mentan og føroyskur tjóðskapur ment seg og blómað sum í fáum europeiskum londum í 20. øld. Longu um ta tíðina hann var í byrjan, varð rikið framundir, at hansara tíð kanska ikki fór at vera ævig. Hetta er rætt og natúrligt. Men úr hansara gyrði og potentiali kann – sum vit síggja tekin til í dag – spretta ein nýggj skipan – økt sjálvstýri, samveldi ella fullveldi, tað fer tíðin at vísa og – vónandi – fólkið at gera av. Vilji í viljaveikum rúmi Fremst í hesi grein varð nevnt, at samgongan eftir bakkastið ár 2000 fór undir aftur at reka ein meira sið- bundnan sjálvstýrispolit- ikk. Hetta er kortini neyvan heilt rætt. Tí tann nýggi yvirtøkupolitikkurin er so miðvísur og brasin, at hann helst umboðar eina kvalit- etsbroyting. Ein heftir seg her serliga við ætlanir um at yvirtaka rættarmál, løgreglu og dóms- vald. Tá henda ætlan er framd, eru tey trý valdini – lóggávuvald, útinnandi vald og dómsvald – í stóran mun á føroyskum hondum. Max Weber helt eina ferð fyri, at ríkisins eyðkenni er »eink- arrætturin til lógligan harð- skap« (endurgivið eftir Gelln- er: »the monopoly of legiti- mate violence«). So kanska vakna føringar um nøkur ár, uttan at hava rætt hond frá síðu, ein morgun í ein- um suverenum ríki. Sam- gongan – ella partur av henni – hevur tá sýnt og út- int tann vilja, sum sýnist veikur í fólkinum, sum kanska ikki er til, ella kanska er ein vilji til nakað annað, eitt nú til samveldi. Og hugsar ein um tann politiska leik, sum Ulla Boje Rasmussen lýsir í hes- um filmi, er eingin ivi um, hvør av garpunum tá hevur vunnið tann evsta sigurin. Meira týðandi er tá spurningurin, hvørt Føroy- ar eru vinnari ella tapari. Tann, sum heldur, at polit- ikkur hevur gagn av orða- skifti, spyr í hesum sam- bandi seg sjálvan, um Før- oyar í dag hava eina and- støðu. Um henda andstøða hevur ein politikk. Og um so er, nær hon ætlar at fara undir at fremja henda polit- ikk og at selja hann við sama professionella – fyri ikki at siga makaleyst virtu- osa – hegni sum partar av samgonguni. C M Y K 17 16