Sosialurinarkiv
Sosialurin 1995-11-01, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. november 1995síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 209 - 1. NOVEMBER 1995 tíðindablaðið 13 út at koyra Eru ikki nóg Ferðslan á svensku vegunum um veturin er ikki nóg trygg. Meira enn fjórði hvor bilur í Svoríki koyrir við dekkum, sum ikki lúka krovini, ið sett verða til ferðslutrygdina Hetta óhugnaliga úrslitið verður komið til í eini kann ing, sum gjørd er í Svøriki Kanningin varð gjørd í fe bruar í Stókkhólmi, Malmø og Sundsvall Kanningin er gjørd á tann hátt, at eygleiðingar eru farnar fram samstundis í trimum býum á hávetri Endamálið var at finna ver liga standin á dekkum, tå ið vetrarveðrið ger um seg Alt ov nógvir við summardekkum Í kanningini hevur verið hugt eftir dekkslag og mynsturdypt. Kannadu bil arnir hava staðið parker aðir á almennum parker ingsplássum og á bensin støðum. Tilsamans eru kannaðir 1.523 bilar Av hesum bilum koyrdu heili 23% (344 bilar) við summardekkum + [ Malmø koyrdu 52% við summardekkum * I Stokkhólmi var talið 15% * Í Sundsvall bruktu bara 1% summardekk Få tad snyr seg um at brúka píkadekk kunnu vit staðfesta, at * 26% av bilunum í Mal mø brúka píkadekk og 22% brúka vetrardekk *67% av bilunum í S tokk hólmi brúka píkadekk og 18% brúka vetrardekk * I Sundsvall brúka 93% píkar og 6% vetrardekk Staðfestast kann, at talið av teimum, sum brúka so nevndu vetrardekkini er sera lágt í meðal fyr í landið einans 15% Fleira hava okkurt dekk, ið ikki lúkar krøvini I kanningini var eisini kannað, hvussu tað stendur til við dekkunum annars viðvíkjandi mynstur dýpd Fjórði hver bilur í Malmø 26%) koyrir við dekkum, ið ikki uppfylla krevini fyri vetrarkoyring, sum er 4 mm mynsturdjúpd Í Stókkhólmi og Sunds vall vóru telini munandi betri - åvikavist 15% og 11% Kanningin visir eisini hvussu nógvir bilar koyra við minst einum dekki, sum ikki uppfyllir krevini um mynsturdýpd Í Malmø er tað 42%, í Stokkhólmi 23% og i Sunds vall 20%. Meiri enn 4 bilar av 10 í Malmø eru ov illa skøddir. Í Stokkhólmi og Sundsvall er talið helvtina so stórt Roknað fyri alt landið vis ir tað, at 28% av bilunum um veturin hava minst eitt dekk. ið ikki uppfyllir kvrevini um mynstur djúpd, upp á 4 mm um vet urin Ráð og krøv - Við kanningini grundarlag hava teir gjørt eitt uppskot Bilur, ið koyrir á hálum vegi, skal vera utgjørdur við hóskandi dekkum til um støðurnar. Generelt skal vera galdandi, at allir bilar skulu hava dekk har mynsturdýpdin í minsta lagi er 4 mm Løgregluni heimild at steðga bili, ið ikki ert utgjørdur til hálku sum skal gevast Fyri at koyra sum tryggast mæla sviar til, at koyrt verdur vid pikum. I adru atløgu verdur mælt til at koyra við vetrardekkun koyring Ráð til koyring * Vel í fyrsta umfar i píka dekk. í oðrum lagi vetrar dekk uttan píkar * Vel tær ein dekkfram leiðara, sum ger vart við at dekkini eru gjørd til okkara veðurlag * Tá dekkini verða sett undir aftur Syrg fyri, at dekkini við størstu mynsturdýpd verða sett undir aftan. Hevur tú ein framhjólstrektan bil verður mælt til at kanna dekkini fyri hverjar 5.000 km * Skift út vetrardekk, um mynsturdýpdin gerst minni enn 4 mm ella tá minni enn 0,6 mm av píkinum kemur undan "Skift út vetrardekk, sum eru eldri enn sjey år Góðskan á vetrardekki er treytað av, hvussu mjúkt gummiið er. Ti eigur vetr ardekk, eldri enn sjey ár ikki at verða nýtt tryggari hálku Píkar okja trygdina - og tað er avgerandi, sigur Jón Kragesteen, leiðari á Ferðslutrygd. í Degi og viku hendan dagin hoyrdu vit um finska kanning, sum sig ur, at píkar gera ferðsluna tryggari í hálku. Í hesum sambandi var Jón Krage steen, leiðari á Ferðslu trygd spurdur um sína hugsan, og var hon ikki heilt í samsvar við tað, sum hann fyri nøkrum árum síðani segði, tá sjónvarpið spurdi hann á getuni. Tá var hann hart ímóti at brúka pikar, men í dag sigur hann, at píkar eru besta trygdin Vit hava spurt Jón Kragesteen, hví hann hevur skift stødu, og vísir hann eisini til finsku kanningina, sum vit síggja í talvuni á síðuni frammanfyri - Hendan kanningin er høgt í metum, og hon fer uttan iva at fáa fólk at hugsa seg um enn eina- ferð, sigur Jón Krage- steen. - Kanningin er ógvuliga umfatandi, og hædd er tíkin fyri ellum hugsandi vidurskiftum. Evnid er vidgjørt út frå nógvum sjónarvinklum Kanningin sigur í stutt- um, at nytsla av píka dekkum i hålku minkar um ferðsluóhappini og loysir seg samfelagsbú- skaparliga. Tað sum er avgerandi, sigur Jón Kragesteen er, um nýtslan av píkadekkum okir um trygdina. Jón hevur eisini vent sær til hini Norðurlond- ini fyri at vita, hver hugs- anin er har. Í Noreg er al- menna hugsanin meir ella minni, at nýtsla av píkadekkum minkar um ferðsluóhappini, sigur Jón Sama hugsan er í Sver iki, har teir siga, at hetta beinleiðis er ein samfe- lagslig spar ing. í Finnlandi er nevnda kanning eisini grundar- lag fyri hugsanini. Men Jón vísir koritni á vansan av at koyra við píkum á táum vegi, og at hesin vansi er størri í Før- oyum, tí vit hava ikki so nógvar kavadagar, sum í hinum londunum Men tá eg veri spurdur beinleiðis um nýtsla av píkum ekir um trygdina, kann eg ikki svara annað enn játtandi. Kortini leggur hann dent á, at tá ið vit tosa um ferðsluóhapp, er tað sjáldan, at dekkini eru beinleiðis orsekin. Mett verður, at umleið 95% av óhappunum eru a mannaávum