leygardagur 23. august 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 158 - 23. august 2003
Nr. 158 - 23. august 2003
21
KrF ein frammaná
Flokkurin hjá norska forsætisráðharranum Kjell
Magne Bondevik, sær út til at fara at fáa ein dyggan
frammaná á kommunuvalinum í heyst.
Tær báðar seinastu veljarakanningarnar vísa, at var
kommunuvalið nú, hevði Kristiligi Fólkaflokkurin
hjá forsætisráðharranum fingið millum 5,5 og 5,7
prosent av atkvøðunum. Tað er stór afturgongd, tí á
seinasta valinum fekk flokkurin 9,3 prosent. Kann-
ingarnar vísa eisini, at tað er serliga í seinastuni, at
flokkurin hevur mist nógvar veljarar. Tað kemst iva-
leyst av, at seinastu tíðina eru tvey valevni hjá flokk-
inum sett í samband við kynsliga misnýtslu.
Eftir báðum kanningunum er Arbeiðaraflokkurin
tann størsti í Noregi nú. Í aðrari kanningini fær hann
23,5 prosent og í hinari 26,3. Framburðsflokkurin er
tann næststørsti við 19,8 prosentum, og á triðja plássi
er Sosialistiski Vinstriflokkurin, sum fær 18,1 pro-
sent.
Ætla at útseta val
Í Danmark skal kommunuval haldast í november í
2005, men nógv bendir nú á, at býráðslimirnir sleppa
at sita nakað longri enn tað. Tað sama er galdandi fyri
teir, sum stýra amtunum.
Innanríkisráðið í Keypmannahavn, sum umsitur
kommunurnar, umhugsar at útseta tað næsta komm-
unuvalið. Lars Løkke Rasmussen, innanríkisráðharri,
sigur við danska útvarpið, at stjórnin ætlar at leggja
fram uppskot um umfatandi bygnaðarbroytingar í
kommununum, men at tað verða neyvan stundir til at
avgreiða málið eftir hálvum øðrum ári. Ætlanin við
nýggju skipanini er millum annað at broyta verandi
uppgávubýti millum statin, amtini og kommunurnar.
Verður kommunuvalið útsett, er tað kortini ikki
fyrstu ferð, at tað hendir í Danmark. Undir krígnum
varð kommunuvalið, sum skuldi vera í 1941, útsett til
1943.
Fimm børn funnin deyð
Løgreglan í polsku bygdini Czerniejow fann hósdag-
in líkini av fimm nýføðingum í einum húsum í bygd-
ini.
Í gjár skuldu læknarnir kanna, hvussu børnini
doyðu, og um talan var um fimmburðar, men tær fyr-
stu kanningarnar bendu á, at børnini vóru á lívi, tá tey
vórðu fødd. Talan er um fýra dreingir og eina gentu.
Polska løgreglan leitaði í gjár eftir einari kvinnu,
sum búði í húsunum, men sum var horvin haðani.
Sambært polsku fjølmiðlunum hevur maður hennara
sýtt fyri at upplýsa, um kona hansara var við barn.
Heldur ikki grannarnir vildu siga løgreglumonn-
unum, um tann horvna kvinnan var við barn.
Skutu við skørpum
undir upptøku
Arbeiðið at gera ein nýggjan meksikanskan film end-
aði sum ein sorgarleikur seinasta leygardag.
Tað vísti seg, at ein av leikarunum hevði fingið eina
skammbyrsu, sum var lødd við veruligum kúlum. Í
filminum skuldi hann skjóta seks skot við leysakrúti
eftir einum av sínum viðleikarum, men tá hann lat
skotini av, small viðleikarin illa særdur. Hann varð alt
fyri eitt fluttur á sjúkrahús í býnum Cuernavaca, har
læknarnir royndu at bjarga lívi hansara, men til fánýt-
is.
Løgreglan tók alt fyri eitt mannin, sum hevði skot-
ið, men hann varð seinni latin leysur. Nú leitar løg-
reglan eftir manninum, sum stóð fyri sjálvari films-
gerðini, tí í seinna enda er tað hann, sum hevur
ábyrgdina av, at øll útgerðin er, sum hon eigur at vera.
UTTAN ÚR HEIMI
Stjórnin í Avstralia
segði ósatt um hótt-
anina frá irakskum
hópoyðingarvápnum
fyri at rættvísgera, at
landið skuldi taka lut
í krígnum við Irak,
sigur ein fyrrverandi
yvirmaður í avstral-
sku fregnartænastuni
IRAK-
FRÁGREIÐINGAR
Árni Joensen
Andrew Wilkie arbeiddi
sum yvirmaður í avstralsku
fregnartænastuni til fyri
stuttum, men gjørdi av at
fara úr starvinum fyri at
mótmæla, at land hansara
fór í kríggj við Irak saman
við amerikanarum og bret-
um.
Í gjár kom hann fyri eina
serliga kanningarnevnd, sum
kannar, um stjórnin hjá
John Howard, forsætisráð-
harra kom við skeivum ella
misvísandi upplýsingum
undan krígnum í Irak.
– Stjórnin leyg, tí hon
snaraði teimum upplýsing-
um, sum hon fekk um Irak
og vandan fyri tess hópoyð-
ingarvápnum, og í øðrum
førum nýtti hon sjálvgjørd-
ar upplýsingar, segði An-
drew Wilkie undir avhoyr-
ingini.
Hann legði afturat, at
stjórnin strikaði orð úr frá-
greiðingunum hjá fregnar-
tænastuni og sett onnur orð
ístaðin – orð, sum kundu
rættvísgera, at Avstralia
kundi fara í kríggj saman
við USA og Bretlandi.
Longu í februar segði
bretski vápnaserfrøð-
ingurin David Kelly
einum vinmanni, at
bleiv Irak álopið, fór
hann helst at verða
funnin deyður í skóg-
inum
KELLY-MÁLIÐ
Árni Joensen
Áhoyrararnir í rættarhøl-
inum í London hildu and-
anum, tá embætismaðurin
David Broucher varð av-
hoyrdur hósdagin sum vitni
í málinum um vápnaser-
frøðingin og stjórnarráð-
gevan David Kelly, sum tók
lívið av sær herfyri.
Broucher, sum arbeiðir í
bretska uttanríkisráðnum,
greiddi frá, at hann hevði
hitt David Kelly á einari
ráðstevnu í Sveits síðst í
februar. Kelly greiddi hon-
um frá, at hann hevði viss-
að iraksku leiðararnar um,
at teir høvdu einki at stúra
fyri, bara teir samstarvaðu
við vápnaeftirlitsmenninar
hjá ST. Trupulleikin var, at
lupu amerikanarar og bretar
á Irak kortini, fóru iraksku
leiðararnir at meta Kelly
sum ein lygnara, sum hevði
svikið teir. Broucher segði
seg hava fingið ta uppfatan,
at hesin møguleikin tyngdi
David Kelly.
– Eg spurdi hann, hvat so
fór at henda. Hann svaraði,
at so fór hann helst at verða
funnin deyður í skóginum.
Eg gav mær ikki stórvegis
far um hetta tá, men eg
skilji nú, at hann hugsaði
øðrvísi, enn eg helt hann
gera, segði David Broucher
í rættinum í London.
Kelly-málið hevur vakt
stóran ans í Bretlandi, og
øll bíða nú í spenningi eftir
avhoyringunum í næstu
viku, tí tá skulu bæði Tony
Blair, forsætisráðharri og
Geoff Hoon, verjumálaráð-
harri avhoyrast.
Avstralska stjórnin snaraði
Irak-frágreiðingum
David Kelly boðaði frá
sínum egna deyða
David Broucher á veg til hús aftan á rættarfundin, har hann greiddi frá, at David Kelly longu í februar segði sær, at hann fór at
verða funnin deyður, bleiv Irak álopið
C
M
Y
K
21
20