Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. august 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 158 - 23. august 2003 Nr. 158 - 23. august 2003 23 SAMRØÐA Orð: Heini í Skorini Myndir: Álvur Haraldsen Kalli Mohr, mamma Esm- ar, Skótin í Bø, fornermaða stjórafrúan, Melvin Stard- ust, vinmaður Símun Tind- fjall, Guðrun hjá Esmar, ar- beiðarin í pylsuvogninum, Torgrímur, danski ferða- maðurin, Karl Jáge á Kós- ini… Ja, listin er langur, og vit kenna hann øll. Maður- in, sum við stuttliga, geni- ala og til tíðir flata skemti sínum seinasta áratíggju hevur sjarmerað seg inn í hjørtu føroyinga sum onnur helvtin av duoini Pipar&Salt og Flatt av Flatlondum, umframt at hann eisini hevur verið virkin í kaba- rettframførsl- um. Maðurin er sjálvsagt Ják- up Veyhe, sum saman við Sjúrða Skaale veruliga staðfesti sín kultstatus í summar, tá Pipar&Salt aftur var á palli fyri fyrstu ferð í seks ár. Allar framførslurnar vórðu útseldar bæði á bygd og í Norðurlandahúsinum og Høllini á Nabb í Havn. Men hvør er Jákup Veyhe, og hvat býr handan undirhald- andi klovnin, sum fær okk- um at flenna, so skjótt hann kemur til sjóndar á palli ella sjónvarpsskíggja? Fyrstu sjónvarps- sendingarnar í 1992 – Tað heila byrjaði seinast í 80´unum og fyrst í 90´unum. Vit spældu nógvar kabarett- ir og vóru ikki ókendir í sjangruni. Í 1992 fingu vit áheitan frá Árna Gregersen og Hans Peturi Hansen um at framleiða sjónvarps- skemt. Sendingin kom so at eita Flatt av Flatlondum, tí alt varð tikið upp í Dan- mark, eru afturlítandi orð- ini hjá Jákupi Veyhe. Sam- an við øðrum leikarum fóru hann og Sjúrður Skaale tá undir sínar fyrstu sjón- varpssendingar. – Hetta var heilt nýtt fyri okkum, og vit máttu líka- sum royna okkum fram utt- an at vita, hvat vit megnaðu og ikki, og reaktiónirnar í Føroyum vóru eisini ym- iskar. Summi dámdu tað, og summi dámdu tað ikki, og tað tyktist at vera nakað undarligt skemt fyri fleiri, sigur Jákup Veyhe. Hann vísir á, at teir lærdu sera nógv hesa tíðina, serliga av Hans Peturi Hansen, sum filmaði og var ein hollur stuðul í gongdini. Í 1993 varð hildið fram at spæla kabarett, og í hesum ári sóu tær í dag legendar- isku Pipar&Salt sendingar- nar dagsins ljós. – Í august 1993 gjørdu vit tríggjar Pipar&Salt send- ingar. Hans Petur Hansen filmaði, meðan Per Zachari- assen redigeraði. Vit skuldu so finna eitt navn til send- ingarnar, og orsakað av eini ramsu, sum Sjúrður plagdi at brúka, skeyt Per Zachari- assen upp, at tær skuldu eita Pipar&Salt, so orsøkin til navnið var eitt meiri ella minni tilvildarligt uppskot, minnist Jákup Veyhe aftur. Herman Jacobsen ein fyrimynd Spurdur, um tað er fallið Jákupi Veyhe náttúrligt at gerast virkin í undirhalds- greinini, fær skemtarin eitt heldur álvarsamt og iva- samt andlitsbrá. – Sosiala umhvørvið hev- ur havt ein týðandi leiklut í gongdini, tí umstøðurnar kring meg hava lagt upp til, at eg skuldi gerast virkin í sjónleiki og undirhaldi, vís- ir Jákup á. Hann sigur, at í ungdómi sínum sá hann sera nógv upp til Herman Jacobsen, sála, sum var sera virkin og nógv frammi, og gjøgnum foreldrini var samband hansara við Herman Jacob- sen ein møgulig orsøk til, at Jákup fór at spæla og undir- halda. – Men hóast umhvørvið hevur havt ein leiklut, hev- ur hetta verið nakað, eg á ein ella annan hátt havi vilj- að og valt, leggur Jákup Veyhe hugsunarsamur aftur- at. Venda tingini á høvdið Pipar&Salt er á mangan hátt samfelagsrevsandi skemt, har ymsar typur og bólkar eru at kenna aftur á ein heldur speiskan hátt. Spurdur, hvar íblástur og hugskot teirra koma frá, vísir Jákup fyrst og fremst á eina ávís a dygd. – Kunsturin er at eyg- leiða, hvat hendir kring ein og í samfelagnum, og í framleiðingini av skemti okkara merkir tað m.a. nógv fyri meg at vera sam- an við Sjúrða Skaale. Sam- an styðja og bjóða vit hvørjum øðrum av, sigur Jákup Veyhe um samstarvs- felaga sín. Hann vísir víðari á, at skemt teirra ikki bein- leiðis er samfelagsrevsandi, men heldur er ætlanin at venda tingini á høvdið og vísa viðurskiftini frá einum øðrvísi sjónarhorni. Spurdur, um tað er lætt at gera skemt í Føroyum, og um føroyska samfelagið í ein mun er eitt sjálvtøku- borð at taka av, sigur Jákup, at tað í øllum førum ikki trýtur við tilfari. – Óendaliga nógvir bólk- ar og typur eru at taka av, og í prinsippinum ber til at nýta ein og hvønn í satiru og parodi. Líkamikið hvat vit hava gjørt í Pipar&Salt, hava vit altíð hoyrt minst 10 uppskot um, hvønn og hvat talan var um, sigur Jákup Veyhe. Hann vísir á, at í sjón- varpsskemti er talan ongan- tíð um ein ávísan persón, men heldur um skemt, sum umboðar bólkar, typur og rák í samfelagnum. Hetta kann tykjast mót- sigandi fyri mong, tá talan í Pipar&Salt framførslunum í summar júst var um ítøki- ligar persónar í fleiri brot- um, sum enntá vórðu nevnd- ir við navni. – Jú, í framførslunum í juli var talan um ávísar ein- staklingar, men tað er ein grundleggjandi munur á kabarett á palli og sjón- varpstilfari. Í sjónvarpi kann ein lata skemtið sodna, hugsa um tað og hyggja aftur, meðan ein í live framførslum skal fáa áskoðaran at reagera bein- leiðis og skilja skemtið í somu løtu, og tískil gerst tað meiri ítøkiligt og ávíst, sigur Jákup Veyhe. Syrgilig raðfesting í SVF Á henda hátt er stórur mun- ur á live skemti á palli til sjónvarpað skemt, og júst hetta seinna saknar Jákup Veyhe í føroyskum høpi. – Tá tað kemur til sjón- varpsskemt, er Pipar&Salt sera einsamalt av tí orsøk, at Sjónvarp Føroya ikki hevur raðfest hetta høgt og ikki latið onnur sleppa framat. Tað er einki minni enn syrgiligt, at evnaríkir sjónleikarar ikki sleppa framat, serliga ungdómur, sum altíð hevur okkurt nýtt at borðreiða við, slær Jákup Veyhe fast. – Í løtuni er einki annað sjónvarpsskemt í Føroyum enn Pipar&Salt, og tað er bæði synd og skomm, sigur hann avgjørdur og bersøg- in. Jákup Veyhe sigur í hes- um sambandi eisini, at tað at gerast ov gamal og fáa sínar føstu áskoðarar er ein vandamikil grøv at detta í sum undirhaldari. Linie 3 í Danmark er eitt gott dømi, sum hevur fingið sína føstu áskoðarafjøld, og heldur eftirlýsir Jákup, at yngri og nýggjari kreftir fáa møgu- leikan. Tað einasta, eg veit, er, at eg einki veit 33 ára gamli Jákup Veyhe hevur seinasta tíggjuáraskeiðið sjarmerað seg inn í hjørtu føroyinga og nærmast fingið kultstatus við skemtisendingunum Pipar&Salt. Vit kenna hann øll sum tann komiska entertainaran, men hvør er Jákup Veyhe handan skemtiligu fasaduna, tá ljóskastararnir eru sløktir, filmstólini pakkað saman og hallirnar tómar fyri áskoðarum. Í viðtalu við Sosialin lutar onnur helvtin av Pipar&Salt nakað av tí, sum rørist kring almenna og kenda, men eisini privata og dulda Jákup Veyhe – Eg havi tað við at vera ov rótutur og altíð í seinastu løtu, sum als ikki er nakar góður eginleiki. Eisini livi eg í ov stóran mun í eini skipan, sum bert eg kann finna útav, og tað kann gerast frustrerandi fyri medmenniskju míni – Óendaliga nógvir bólkar og typur eru at taka av, og í prinsippinum ber til at nýta ein og hvønn í satiru og parodi. Líkamikið hvat vit hava gjørt í Pipar&Salt, hava vit altíð hoyrt minst 10 uppskot um, hvønn og hvat talan var um – Tað er upp til hvønn einstakan at meta um okkara skemt og skemt sum heild. Ein setningur sigur, at »beauty is in the eye of the beholder«, og júst henda meginreglan er eisini galdandi fyri skemt. – Tá tað kemur til sjónvarpsskemt, er Pipar&Salt sera einsamalt av tí orsøk, at Sjónvarp Føroya ikki hevur raðfest hetta høgt og ikki latið onnur sleppa framat. Tað er einki minni enn syrgiligt, at evnaríkir sjónleikarar ikki sleppa framat, serliga ungdómur, sum altíð hevur okkurt nýtt at borðreiða við C M Y K 23 22