Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-23, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. august 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hóast tað ikki gekk rættiliga eftir vild á vøllinum, so var lagið millum áskoðararnar sera gott. Føroysku fjeppararnir koyrdu á sínar menn allan dystin, og føroyska liðið hevði helst betur uppiborið enn eitt tap hesaferð. Vit mugu tó viðurkenna, at tað ikki enn hevur eydnast okkum at vunnið á Íslandi í fótbóltslandsdysti. Vónandi fáa vit fleiri møguleikar afturat komandi árini Íslendingar eru sera spentir í sínum fótbóltslandsliðið, og nú landið hevði møguleikan at leggja seg á odda í sínum EM-bólki, enntá frammanfyri mætu fótbóltstjóðina Týskland, høvdu nógvir spentir áskoðarar leitað sær hendan vegin úr Íslandi. Føroyingar gjørdu alt fyri at vinna íslend- ingum mikukvøldið, men tað er eingin loyna, at vit nú ynskja íslendingum alt tað besta í kapp- ingini, og hvør veit, um føroyska landsliðið ikki fær givið okkara grannum eina hjálpandi hond seinni føroyingar føroyingar Fótbóltsspælið dregur fólk av øllum slagi til sín. Ung, gomul, múgvandi, fátøk, kvinnur og menn. Millum ráðandi fólk er fótbóltsspælið ofta ítriv nummar 1, og tað er tiltikið, at fótbóltsspælið í nógvum londum hevur alt at siga fyri fólk, sum ikki eru so væl fyri. Á Tórsvølli mikukvøldið vóru eisini fólk av slagi til dystin – her sita ítróttarforsetar og fylgja gongdini íslendingar íslendingar 24 Nr. 158 - 23. august 2003 Nr. 158 - 23. august 2003 25 – Persónliga haldi eg, at ungdómurin í stóran mun hevur stuttligari skemt at borðreiða við, ofta tí tað er langt úti, men tað er sjálv- sagt bert mín persónliga áskoðan, sigur Jákup flenn- andi. Kollveltandi Esmar Jákup Veyhe og Sjúrður Skaale fingu veruliga stað- fest sín popularitet í summ- ar, men spurdur, um teir av fyrstan tíð nakrantíð høvdu ætlað ella væntað at koma so langt, er Jákup avgjørd- ur. – Vit hugsaðu als ikki um nakað slíkt, og vit høvdu ongar ætlanir um nakað. Fyrstu ferð, vit veruliga upplivdu at vera almennir og meira ella minni kendir persónar, var í 1996, tá Es- mar Eysturoy trein fram á føroyska pallin, serliga við lagnum »Hann hevur tað strævið«. Hann leggur aftur- at, at Sjúrður av hesum ikki fekk frið fyri fólki, og at hann sjálvur eisini merkti nakað til popularitetin. – Í 1996 framførdu vit eisini í Norðurlandahús- inum, so um tað mundi var virki okkara hampiliga al- ment, sigur Jákup. Hann vísir tó á, at hann í gerandisdegnum ikki merk- ir nakað til, at hann er eitt kent andlit. – Fólk ringja sjálvsagt um undirhald, og á tann hátt standa nakrar dyr á hesum øki opnar, men tað er ikki øðrvísi, enn tá fólk ringja til ein málara, tí eini hús skulu málast. Eg fái fyri- spurningar orsakað av mín- um skemti, men eg merki ikki nógv til, at eg eri kend- ur, sigur ein av gitnastu sjónleikarum okkara lítil- látin. Jákup Veyhe fær eisini spurningin, um hann skilir gravgangin eftir atgongu- merkjum, sum áskoðarar og fjepparar í summar sýndu. – Eg haldi, at tað aftur skyldast, at tað stutt sagt ikki er nakar annar møgu- leiki í Føroyum. Vit eru teir einastu, og tá gerast fólk eisini minni atfinningar- som. Eg hoyri meiri enn so, at fólk siga ymiskt við meg frá Pipar&Salt, sum eg als ikki minnist sjálvur, og tá er ov lítið úrval og okkurt galið, slær Jákup Veyhe fast. Lítli skemtarin vísir á, at sum heild skuldi ikki bert skemt, men øll sjangran við fiktión, fingið betri sømdir í sjónvarpinum, hóast tað er dýrt, tí tað hevur jú ein størri hyggjaraskara enn nógv av tí tilfari, vit daglia síggja. Fíggjarligur vinningur í dag Gjøgnum øll 90´ini hevur talan ongantíð verið um pening sum drívmegina handan Pipar&Salt. – Fíggjarligi vinningurin er ikki komin inn í myndina fyrrenn nú. Fyrireikingar- og framleiðslutíðin fyrr var so long, at tað als ikki loysti seg peningaliga í mun til innsats, men við tøknifrøði- liga framburðinum og digi- talum sjónvarpsamboðum loysir tað seg fíggjarliga at framleiða sjónvarpsskemt í dag, sigur Jákup Veyhe. Framførðslurnar í summ- ar og tær sjónvarpslýsingar, teir hava gjørt, hava sam- bært Jákupi givið nakað av peningi í lumman. – Ein stór broyting er far- in fram á hesum øki. Í 1997 framleiddu vit t.d. seks sendingar, og við bíðitíð og redigering nýttu vit eitt ár um hetta, og tá lønti tað seg als ikki, tí tað var sera dýrt og møðsamt, men í dag sær øðrvísi út, slær Jákup Veyhe fast. Beauty is in the eye of the beholder Sum Jákup Veyhe sjálvur hevur víst á, eru ógvuliga nógvir hættir at tulka og skilja skemtið í Pipar&Salt. Summi vilja vera við, at tal- an er um samfelagsrevs- andi, speiska, satiriska parodi, meðan onnur taka tað lættari og ikki leggja meiri í ymsu skettjurnar enn bara flatt skemt. Jákup Veyhe hevur tó eina av- gjørdu áskoðan, tá tað kem- ur til tulking av skemti teirra. – Tað er upp til hvønn einstakan at meta um okk- ara skemt og skemt sum heild. Ein setningur sigur, at »beauty is in the eye of the beholder«, og júst henda meginreglan er eisini gald- andi fyri skemt, tí tað er ikki nakað eintýtt og dikter- að, men upp til hvønn ein- stakan at uppliva og meta um, sigur Jákup Veyhe. Eft- ir at hava prátað aftur og fram um skemt sum sjangru, sigur Jákup Veyhe tó, at hann helst vil lata vera at práta um og lýsa skemt, tí tað er júst tá, at tað ikki verður stuttligt og harvið oyðilegst. – Skemt er bert nakað, sum skal upplivast, og tískil er ikki gott at práta ov nógv um tað, sigur hann avgjørd- ur. Livir í egnari skipan Um Jákup Veyhe skal lýsa seg sjálvan í gerandisdeg- num, er hann eins og áður lítillátin uttan at gera tað stóra burturúr. – Eg havi tað við at vera ov rótutur og altíð í seinastu løtu, sum als ikki er nakar góður eginleiki. Eisini livi eg í ov stóran mun í eini skipan, sum bert eg kann finna útav, og tað kann ger- ast frustrerandi fyri med- menniskju míni, staðfestir Jákup Veyhe. Sum livibreyð hevur hann eina lýsingarfyritøku, og umframt at syngja í kvartett stendur áhugin til film og tónleik, hóast hann leggur afturat, at hann ikki er so dugnaligur tónleikari. P i p a r & S a l t manningin hevur framleitt nakað av tónleiki, og tað er ikki frítt, at fleiri løg teirra eru sera væl dámd og nærm- ast vorðnar landa- plágur, men hes- um viðvíkjandi er Jákup, sum syngur í fleiri av løgunum, fáorðaður. – Nei altso, tað sindrið, sum eg dugi á teoretiskum støði, er altíð stuttligt at fá- ast við, men tað er ógvuliga avmarkað, og eg havi bert gjørt tað lættara arbeiðið í tónleikaútgávum okkara, sigur Jákup við báðum beinunum óvikandi á jørð- ini, áðrenn eg fái møguleik- an at kalla hann eitt multi- talent... Heimspekin hugtekur Tá roynt verður at koma nærri persóninum Jákup Veyhe at vita, hvat býr handan stuttliga entertain- aran úr Pipar&Salt, sigur Jákup, at hann er sum fólk flest. Hann umboðar onga beinleiðis áskoðan á polit- iska ella átrúnaðarliga øk- inum. Hann hevur tó lisið heimsspeki í eitt ár, og er hann enn innskrivaður á pappírinum sum næmingur í heimsspeki í Danmark. – Tað, sum hugtekur meg við filosofiini, er ikki tað høgt flúgvandi, men heldur tað ítøkiliga. Sum útlærdur heimsspekingur hevur tú nøkur hent amboð at kate- goriserað og strukturera hugsanir og trupulleikar. Á henda hátt hevur tú nøkur góð amboð í gerandisdeg- num, sigur ein hugsunar- samur Jákup Veyhe, sum hesa løtuna tykist hava skift stuttliga og undirhaldandi hamin við tann heldur djúp- ara og álvarsama. – Summi siga, at heims- spekin avmarkar ein, tí ein er noyddur at læna og nýta hugsanir hjá øðrum, men har eri eg grundleggjandi ósamdur, sigur Jákup Veyhe. Tvílyntur og rótutur nihilistur Álvarsami skemtarin vísir víðari á, at samstarvsfelag- in Sjúrður Skaale mangan plagar at kalla hann nihilist (orðið »nihil« merkir »einki«). Spurdur, um tað er ein beinrakin lýsing av honum, noyðist Jákup Veyhe at við- ganga nakað av hesum. – Tað er møguliga eitt vet av sannleika í lýsingini av mær sum nihilisti, tí tað einasta, eg veit, er, at eg einki veit, og eg megni ikki at hava eina meining, uttan eisini at hava øvugtu mein- ingina samstundis, avdúkar Jákup Veyhe um seg sjálvan og gevir okkum samstundis eina ábending um, hvat goymir seg handan stuttligu fasaduna hjá komiska sjarmitrøllinum. Hann legg- ur mær tó eina við ikki at skriva ov nógv um tey filo- sofisku viðurskiftini, tí tað er sambært honum avmark- að, hvat hann hevur lisið. – Og so havi eg forrestin eisini ein hund, sum eitur James, leggur Jákup Veyhe skundisliga og skemtandi afturat fyri at taka broddin av álvarseminum, áðrenn lívsins gátur og loyndarmál fáa valdið okkum og fylla rúmið... Maðurin er jú ikki skemtari for nothing! – Tað, sum hugtekur meg við heims- spekini, er ikki tað høgt flúgvandi, men heldur tað reint konkreta. Sum útlærdur heimsspekingur hevur tú nøkur hent amboð at kategoriserað og strukturera hugsanir og trupul- leikar Føddur 6. mai 1970 Hevur gentu og tvey børn Arbeiðir sum eigari á lýsingarvirkið Hevur ein hund, sum eitur James :) Fakta um Jákup Veyhe Jákup Veyhe á palli í Norðurlandahúsinum sum syngjandi Melvin Stardust um reyðar rósur og herliga lívið. Melvin Stardust er millum nýggjastu hittini í Pipar&Salt Øll hava eina góð óða s a íðíðu - pop.fo hevur 100 hevur 100 C M Y K 25 24 Argjavegur 36 - Argir Telefon 35 60 00 itec@itec.fo www.itec.fo Centrino tökni Intel Pentium M 1,3GHz geril 2x256Mb DDR RAM 30Gb Harðdisk 15" TFT XGA skíggi Upp í 64Mb av VRAM DVD/CDRW driv 56k V.90 mótald 10/100Mbps netkort 802.11b Tráðleyst net Windows XP Pro Travel Mate 290LCi: kr 13.490,- v/MVG kr 11.275,- v/MVG Intel Celeron 2,6GHz geril 256Mb RAM 30Gb Harðdisk 15" TFT XGA skíggi DVD/CDRW driv 1,44Mb disklastöð 56k V.90 mótald 10/100Mbps netkort Windows XP Pro Travel Mate 244LC: Farteldu tilboð Farteldu tilboð Farteldur til Skúlan, Heimi og Yrki Farteldur til Skúlan, Heimi og Yrki Ring og bílegg!