leygardagur 23. august 2003síða 14
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 158 - 23. august 2003
27
27
Burtursæð frá
Andrew av Fløtum er
alt fólkið tókt hjá
meistarunum og
oddaliðnum, sum
higartil í ár hevur
havt tað trupult ímóti
GÍ
UPPTAKT
Jóannes Hansen
Um støðutalvan verður nýtt
sum metingargrundarlag,
so er eingin ivi um, at HB
er stórfavorittur, tá ið teir í
morgin fara til Gøtu. Men
úrslitini í innanhýsis upp-
gerðunum millum GÍ og
HB fyrr í summar hava
verið gøtumonnum til fyri-
munar. Í bólkaumfarinum í
steypakappingini vann GÍ
báðu ferðirnar við einum
máli, og í báðum førunum
skoraðu teir sigursmálið í
síðstu løtu. Í landskapping-
ardystinum í Gundadali var
úrslitið 2–2, og ta ferðina
javnaði GÍ í yvirtíðini.
Gøtumenn eru rættuliga
nógv skerdir hesa ferð.
Verjuspælararnir
Bartal
Eliasen og Leivur Hansen,
sum báðir eru millum
stuðulsspælararnar, hava
fingið ov nógv kort og eru
leikbannaðir. Bæði Janik
og Popczynski eru so mikið
skaddir, at tað er ivasamt,
um teir verða førir fyri at
spæla.
Tað hevur ljóðað í Havn-
ini, at bæði Sámal Joensen
og Magni Jarnskor, sum
ikki hava verið við í ár,
skulu hava vant dúgliga
seinastu tíðina, men tað
verður avsannað í Gøtu.
– Hatta man vera tað,
sum vit plagdu at kalla
kondittaríprát, og hóast
kondittaríið ikki er opið, so
velja vit at kalla hasi tíð-
indini soleiðis. Magni hev-
ur fyri stuttum verið skurð-
viðgjørdur, og Sámal hevur
helst ongantíð vant saman
við besta liðnum í ár, verð-
ur sagt úr Gøtu.
Tá ið vit frættu, var ikki
gjørt av, hvørjir skuldu
loysa royndu og leikbann-
aðu menninar í verjuni av,
men tað vera ivaleyst ungir
spælarar.
Mánakvøldið
spældi GÍ venjingardyst á
heimavølli ímóti NSÍ, sum
vann 3–2. Málini hjá GÍ
gjørdu Bárður á Lakjuni og
Símun Samuelsen.
Einasti GÍ spælarin, sum
í vikuni hevur verið burturi
frá í landsliðsørindum, er
Súni Olsen.
Nógvir um boðið
Í HB er tað bara landsliðs-
maðurn Andrew av Fløtum,
sum ikki er tøkur. Hann er
leikbannaður. Tá ið HB var
á Skála bar tað ikki Janusi
M. Joensen til at vera við.
Hann er tøkur aftur, og tað
kann gott vera, at einasta
manningarliga broytingin
verður, at hann verður sett-
ur á vinstra vongverja, og at
Hallur
Danielsen,
sum
seinast var í tí plássinum
verður settur á miðvøllin í
4–4–2 spælskipan og ikki
4–3–3, sum HB annars
hevur spælt, men hetta var
ikki greitt, tá ið vit frættu.
Aðrir møguleikar eru, at
onkur av ungu monnunum,
sum hava verið við í ár, fær
møguleikan. Her verður
hugsað eitt nú um Bjarna
Jørgensen, Rók Jespersen
og Páll M. Joensen.
Tríggir HB spælarar hava
í vikuni verið upptiknir av
landsliðdysti.
Umframt
málskjúttan Rógva Jacob-
sen er talan um Andrew av
Fløtum
og
Tór–Ingar
Akselsen, sum var á beink-
inum alla tíðina.
Nr. 158 • fríggjadagur • 22. august 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
GÍ-HB:
Nýggj verja í Gøtu
Í fjør var tað júst í Gøtu, at
HB av álvara setti ferð móti
gullinum, og í
høvuðsstaðnum eru vónirnar
sjálvandi, at hetta kann
endurtakast sunnudagin
Dystir um vikuskiftið
1. deild menn
dómari
24.08 B36-Skála
Lassin Isaksen
24.08 VB-NSÍ
Oddmar Andreasen
24.08 GÍ-HB
Birgir Sondum
24.08 B68-KÍ
Dagfinn Olsen
24.08 EB/S-FSV
Petur Skarðenni
2. deild menn
dómari
23.08 B71-ÍF
Tummas P. Olsen
23.08 B36-VB
Rúni Gaardbo
23.08 B68-KÍ
Hans F. Hansen
23.08 Sumba-TB
Oddmar Andreasen
23.08 LÍF-AB
Petur H. Joensen
3. deild menn
dómari
24.08 B36-Skála
Ólavur Larsen
24.08 Royn-NSÍ
Frits Poulsen
24.08 GÍ-HB
Jónleif Gerðisá
24.08 ÍF-TB
Ove Heinesen
24.08 EB/S-FSV
Jóannes Mikkelsen
1. deild kvinnur
dómari
24.08 EB/S-B36
Jan á Líðarenda
24.08 Sumba-GÍ
Eyðun Kjærbo
24.08 HB-B68
Janus Petersen
Tað leikar vanliga sera
javnt á, tá HB er í Gøtu og
tá KÍ er á Toftum. Júst hesir
báðir
dystirnir
tykjast
sunnudagin vera teir, sum
hava størst týdning í odda-
stríðnum, og so er spurn-
ingurin, hvør av pørtunum
megnar at toga hagtølini til
sín fyrimun.
Á talvuni niðanfyri sæst,
hvussu tað hevur tørnað út,
tá mótstøðuliðini sunnu-
dagin hava hitst í tilsvar-
andi uppgerðunum seinastu
10 kappingarárini.
Nógv stendur á
C
M
Y
K
26
99 ára føðingardags-
barnið KÍ skal næstu
lítlu vikuna spæla
tvær ferðir á Svanga-
skarði – fyrst útidyst
og síðani á heimavølli
UPPTAKT
Jóannes Hansen
Í dag skipar KÍ fyri 99 ára
føðingardagshaldi í Klaks-
vík. Í morgin er sjálvur føð-
ingardagurin. Tá fer KÍ út á
Svangaskarð, og teir plaga
altíð at hava ikki so fáment
áskoðaralið við sær. Higar-
til í ár hava áskoðararnir
verið eitt sindur ótryggir.
Teir hava ikki vitað, hvar
teir hava havt teirra lið.
Onkra ferðina hevur KÍ
spælt væl á útivølli, og
aðrar ferðir hevur tað
gingið av skriðuni.
Hóskvøldið í næstu viku
fer KÍ at hava heimadyst á
grasvøllinum á Svanga-
skarði. Í Molde taptu teir
2–0, men leikliga avrikið
var góðkent. Við tí í huga
eru
vónirnar
kanska
hampuligar í morgin. Sam-
mett við liðið, sum spældi í
Molde, er neyðugt at gera
eina broyting. Miðverjin
Ovi Nysted, sum í hesum
døgum er í Hollandi við KÍ
kvinnunum, er leikbann-
aður. Tað kann hugsast, at
Jan Andreasen, sum tvær
tær síðstu ferðirnar hevur
verið vongverji í høgru, fer
í miðverjuna, at Harley
Bertholdsen fer úr vinstra
og á høgra vongverja, og at
Símun
Joensen
verður
vongverji í vinstru.
Tveir KÍ spælarar hava í
vikuni verið burtur frá
venjing. Men hvørki Atli
Danielsen, sum var á beink-
inum
alla
tíðina,
ella
Hjalgrím
Elttør,
sum
spældi síðsta stóra hálva
tíman, munnu kenna serliga
møði frá landsdystinum.
Fróði við aftur
Fróði Benjaminsen var
leikbannaður í landsdyst-
inum mikukvøldið. Hann
var eisini leikbannaður, tá
ið B68 vann ímóti B36 í
Gundadali. Nú er hann tøk-
ur aftur, og tað kemur sjálv-
andi væl við. John Heri
Dam, sum hevur staðið seg
rættuliga væl seinastu ferð-
irnar, er farin niður at
ganga í skúla, men hann er
longu komin heim at hjálpa
til í morgin.
Jann Ingi Petersen eigur
at kenna nógva møði frá
landsdystinum,
meðan
Hans Fróði Hansen var á
beinkinum
alla
tíðina.
Sunnukvøldið spældi B68
venjingardyst á grasinum
ímóti Skála, sum vann 3–2.
Úrslitið er merkisvert, men
toftamenn, sum restaðu
nakrar av stuðulsspælar-
unum, siga seg ikki ganga
so høgt upp í tað. Hans
Fróði
Hansen
skoraði
annað málið, og Óli Olsen,
sum er ein av fleiri evna-
ríkum unglingum hjá B68,
skoraði hitt.
B68 er næstfremst, og
teir miðja eftir at sleppa
upp í part í altjóða fótbólti
næsta kappingarár. Teir
meta allar dystirnar í síðsta
triðinginum av kappingar-
árinum at vera rættuliga
truplar, so tað skal stríðast
fyri í fyrsta lagi at varðveita
annað plássið.
B68-KÍ:
B68 miðjar eftir Europa
Hjá B68 hava seinstu
vikurnar verið stak huga-
ligar, og nú er vónin, at liðið
skal lyfta seg enn meira
Verður talan um trý
stig móti NSÍ, er VB
at kalla úr vandanum,
sum hevur hótt liðið
alt árið
UPPTAKT
Jákup Mørk
Vágbingar hava avgjørt
talst millum tey, sum í
minstan mun hava livað
upp til vónirnar, sum vórðu
settar teimum undan ár-
inum.
Gaman í vóru boðini, at
eitt nýtt lið skuldi spælast
saman, men fyrru kapping-
arhálvu tóktist hetta taka
væl meira av tíð, enn gott
er.
Leingi var liðið á næst
aftasta sessinum, men sein-
astu umførini er vend kom-
in í. Ikki minst mundi úti-
sigurin á FS Vágum koma
væl við, og nú eru vágbing-
ar so spakuliga farnir at líta
longur uppeftir á talvuna.
Her er NSÍ eitt av lið-
unum, sum veruliga tykist
hava fingið fótin fastan í
oddinum, og tí er einki at
ivast í, at talan verður um
trupla uppgávu hjá VB.
Liðið er tó væl mannað.
Eingi leikbann ella skaðar
gera um seg, og tí stendur
Predrag Zivkovic í teirri
hugaligu støðu, at hann
ivaleyst noyðist at seta góð-
ar leikarar á beinkin.
Tað
noyðist
Jógvan
Martin Olsen helst eisini.
Runavíkingar eru nevnliga
eisini fullmannaðir, nú teir
gera seg til at taka eitt fet
upp móti heiðursmerkj-
unum. Seinast var Jónstein
Petersen leikbannaður, men
hann er tøkur aftur, og eftir
spælið, sum hann sýndi í
UEFA-Cup dystinum móti
Lyn er einki at ivast í, at
hann er ein styrkur í fram-
rættaða spælinum.
Tað er Karsten From
uttan iva eisini. Danski
álopsmaðurin fekk ikki
verið við móti GÍ, tá tað
gekk heldur striltið at flutt
leikloyvið teir 65 kilometr-
arnar úr Havn til Runa-
víkar. Hetta er nú komið
upp á pláss, og einki er at
ivast í, at tað júst er einum
vandamiklum álopsmanni,
sum NSÍ hevur sóknast
eftir í ár. Bæði Helgi og
Sonni L. Petersen hava
verið raskir, og verið við-
virkandi til at skapt nógvar
møguleikar, men liðnum
hevur restað leikaran, sum
hevur kunna avgjørt tættar
uppgerðir.
Tað vóna runavíking-
arnir, at teir nú hava fingið,
og lítið er at ivast í, at upp-
gerðin á Eiðinum verður av
tí tættara slagnum, so
megnar From at sýna mál-
tevið longu í fyrsta dyst-
inum, kann væl vera, at
íløgan fer at geva eitt
munagott avkast av sær.
VB-NSÍ:
Vágbingar togast
uppeftir
Runavíkingar vóna uttan iva, at teir nú hava funnið
leikaran, sum kann avgera tøttu dystirnar, so mongu
javnleikirnir kunnu broytast til sigrar
EB/Streymur hevur
staðið seg væl á
heimavøllinum, og nú
tykjast tær medda
upp um miðjuna á
talvuni
UPPTAKT
Jákup Mørk
EB/Streymur hevur í nógv-
ar mátar verið fríski íblást-
urin í landskappingini hetta
kappingarárið. Í mun til
undanfarin ár tykist liðið
hava førkað seg heilt burtur
úr bólkinum av liðum, sum
stríðast undan niðurflyting-
ini, og eitt nú hava dupult-
sigrarnir á B36 víst, at liðið
avgjørt eisini kann taka tey
»stóru« á bóli.
Tí er einki at ivast í, at
felagsliði eru favorittar á
Eiði sunnudagin, tá FS
Vágar koma á vitjan.
Og líkt er eisini til, at
EB/Streymur hevur møgu-
leika at stilla við sterkastu
manning
sunnudagin.
Størsta ivamálið tykist vera
Gunnar á Steig í málinum,
sum hevur nakað av trupul-
leikum við øðrum arm-
inum, men roknað verður
við, at hann verður tøkur.
Tað verða Magni á Lakjuni
og Ronnie Samuelsen helst
eisini, hóast teir hava havt
nakað av skaðum at dragast
við.
Hjá FS Vágum er nú av
álvara farið at tátta í í nið-
urflytingarstríðnum. Mett
varð annars undan kapp-
ingini, at liðið í ár var væl
betri fyri, enn teir áður hava
verið sum uppflytarar, men
hóast gott spæl í stórum
parti av kappingini, eru
neyðugu stigini ikki fingin
til høldar.
Seinnu umførini hevur
hetta eisini ávirkað spælið
hjá liðnum, og til sunnu-
dagin bøtir tað neyvan um,
at Bjarni Prior og Vladimir
Osipovs eru leikbannaðir.
Eisini valdar stórur ivi um,
hvørt Kim Poulsen er førur
fyri at spæla, meðan tað
hinvegin verður roknað við,
at Jens Erik Rasmussen
verður tøkur, hóast hann
hevur havt trupulleikar.
Og eftir tapið fyri VB
seinast er einki at ivast í, at
vágamenn eru svangir eftir
stigum. Í løtuni eru fýra
stig til áttanda plássið, og tí
er mest sum alneyðugt við
stigum her og nú.
Heimamenninir vilja tó
eisini tosa við um hetta.
EB/Streymur er í løtuni á
sætta plássinum, og tó at
hetta ikki kann betrast hetta
vikuskiftið, so kann ein
sigur føra liðið heilt nær
sessunum, sum bera euro-
peiska luttøku við sær, og
tað vóru tað neyvan mong,
sum høvdu roknað við
undan árinum.
EB/Streymur-FS Vágar:
Sperdir vágamenn vitja
Í Miðvági endaði við javnleiki fyrr í ár, tá EB/Streymur
vitjaði, men tað úrslitið kann hvørgin parturin vera rættiliga
nøgdur um sunnudagin