Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. august 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 159 - 26. august 2003 Nr. 159 - 26. august 2003 3 – Men koma vit ong- an veg í samráð við partarnir á arbeiðs- marknaðinum, er sambandsflokkurin ivasamir um, hvat kann gerast ARBEIÐS- MARKNAÐUR Áki Bertholdsen – Tað er óheppið at kroysta eina nýggja skipan niður- yvir partarnar á arbeiðs- marknaðinum, sum teir ikki taka undir við. Tað heldur Lisbeth Peter- sen, forkvinna í sambands- flokkinum um uppskotið hjá Bjarna Djurholm at gera eina nýggja skipan fyri arbeiðsmarknaðin. Eisini sambandsflokkur- in er í andstøðu og vit hava spurt Lisbeth Petersen, hvørja støðu, flokkurin hevur til uppskotið hjá landsstýrismanninum í vinnumálum. Hon sigur, at flokkurin er ikki liðugur at viðgera tað og tí er tað avmarkað, hvat hon fær sagt. Men henni dámar lítið, at ein nýggj skipan verður sett í verk, sum partarnir á ar- beiðsmarknaðinum ikki taka undir við. – Men tað er eisini ein spurningur, hvat vit gera, vísir tað seg, at tað ikki ber til at koma nakran veg við samráðingum við partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Tað átti kortini at borið til at komið á mál við samráð- ingum, heldur hon. Og tað er í hvussu so er eitt í uppskotinum hjá Bjarna Djurholm, sum hon heldur ikki er so galið og tað er, at limirnir í fak- feløgunum skulu hava rætt til at atkvøða um semings- uppskot á frumatkvøðu. Kortini heldur sam- bandsflokkurin, at uppskot- ið frá Bjarna Djurholm er ikki nóg gott og tí eiga broytingar at verða gjørdar. Men av tí, at flokkurin ikki er liðugur at viðgera upp- skotið, vil hon ikki við- gerða smálutir í tí. – Vit ætla eisini at kanna eftir, hvat liggur í uppskot- unum, sum áður hava verið frammi um tað sama fyri at vita, hvat tað er, sum fak- feløgini ikki vilja góðtaka og at samanbera tað við tað, sum nú liggur frammi, sigur hon. Meira enn 100.000 ferðafólk hava siglt við Norrönu, síðani skipið fór í rutusigl- ing 10. apríl. Ferða- fólk nummar 100.000, Hervør Joensen, úr Kollafirði, fór um borð í Hanstholm í gjárkvøldið, saman við fimm øðrum ferð- andi, sum vóru á ferðaseðli hennara. Tey vóru m.a. fagnaði við blómum og fingu eina mini-cruise í part til Noregs TÍÐINDASKRIV Smyril Line Í gjárkvøldið kundi Smyril Line staðfesta, at ferðafólk nummar 100.000 kom um borð á Norrönu. Tað var Hervør Joensen úr Kolla- firði og fimm ferðafelagar hennara, sum fóru um borð í Hanstholm á veg til Før- oyar. Skiparin, Henrik Hamm- er, Danny Christensen, hotelstjóri umborð, , Allan Streymoy, móttøkuleiðari og Aage Bruun, stjóri Smyril Line Danmark, tóku ímóti teimum seks ferða- fólkunum við blómutyssum og gávum, og skiparin handaði teimum eitt gávu- bræv á eina mini-cruise í part til Bergens. Á kømrunum varð borð- reitt við frukt, góðgæti og leskidrykkjum, og í kvøld hevur Smyril Line boðið ferðalagnum hjá ferðafólki nummar 100.000 at eta í Norröna Buffet. Umframt Hervør Joensen eru Joan Joensen, Kitty Madsen og børnini Dóra Joensen, Jensia Joensen og Vivian Madsen í ferðalag- num. Óli Hammer stjóri í Smyril Line fegnast um gongdina, síðani Smyril Line yvirtók Norrönu frá Flender Werft í Lübeck 7. apríl í ár og setti skipið í regluliga rutusigling 10. apríl. – Nógv hava sjálvandi hug at royna nýggja skipið, men hetta er ikki bara ný- fikni. Talan er um veruliga framgongd, tá vit longu nú flyta ferðafólk nummar 100.000 við nýggja skip- inum og samstundis hava í huga, at gamla Norröna flutti 87.000 ferðafólk alt árið í fjør, sigur Óli Hamm- er, sum vísir á, at síðani 10. apríl hava í miðal 735 ferðafólk verið umborð á Norrönu um dagin. Á ferðini hesaferð úr Hanstholm til Tórshavn eru umleið 1.000 ferðafólk og 300 bilar. Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at okkara kæri maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi Mortan Joensen, Argir fyrrverandi sýnsmaður andaðist leygardagin 23. august, 77 ára gamal. Jarðarferðin verðu úr Argja kirkju mikudagin 27. august kl. 13. Familjunnar vegna Marita, Hans Pauli og Dan Tey,ið vilja sýna samkenslu,kunnu lata eina peningagávu til Føroysku Sjómansmissiónina Ferðafólk nummar 100.000 við nýggju Norrönu Nýggja Norröna hevur longu nú flutt fleiri enn 100.000 ferðafólk Óheppið at kroysta eina skipan niður yvir arbeiðsmarknaðin – Eitt, sum er í uppskotinum hjá Bjarna Djurholm, er, at limirnir í fakfeløgum skulu hava rætt at atkvøða um semingsuppskot á frumatkvøðu og tað ljóðar ikki so galið, heldur Lisbeth Petersen, forkvinna sambandsfloksins »Når engle spiller Moz- art!« er ein skaldsøga um eina kvinnu, sum eftir mong ár, á vitjan aftur til Føroyar hittir tann, sum hon elskaði sum ung. Í leik- tjøldunum hoyrist full- veldiskjakið. Skaldsøgan er um 44 ára gomlu Lisu Bjørn Nielsen, stjórnmálafrøðing, sum í februar 2000 kemur til Havnar at røða á fullveldis- ráðstevnuni í Norðurlanda- húsinum. Á ferðini til Før- oyar hittir hon eina fortíð og ein ungdómskærleika, sum hon trúði, at hon fyri langari tíð síðani hevði lagt aftur um seg. Sum dóttir ríkisumboðs- mannsins gekk hon í 3.G á Føroya Studentaskúla í 1974. Nú kemur hon aftur, sum búgvin karrieru- kvinna. Men ferðin fær eina heilt aðra gongd enn hon hevði væntað. Hesi trý samdøgrini hon er í Havn fær ikki bert tann politiska processin eitt álvarsamt skot fyri bógvin, eisini hennara egna sinni verður skakað, tá hon knappliga stendur andlit til andlits við ein longsul og trá og møtir skuggum úr egnari fortíð, sum noyða hana at endurskoða alt sítt lív. »Når engle spiller Moz- art« er ein skaldsøga um eina modernaða kvinnu, sum leitar eftir samanhangi og meining í einum fløkt- um heimi. Um at velja og at velja burturfrá í lívinum, um kærleika, tónleik og politik. Tað er eisini ein søga um tað norðurlendska. Um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark fyrr og nú, og um veg føroyinga móti sjálvstýri. Um rithøvundin Lisbeth Nebelong er fødd í 1955. Hon er útbúgvin tíðindakvinna og Master of Public Management, MPM. Árini 1965 til 1967 búði hon í Havn og gekk í Skt. Frans Skúla. Seinni frá 1973-1974 kom hon aftur og arbeiddi sum vikarur í Nonnuskúlanum. Sum fjølmiðlakvinna hevur Lisbeth Nebelong verið á frásøguferð í Føroy- um í 1980, 1985 og í 1989. Í 2000 skrivaði hon eina ritgerð um fullveldisgongd- ina í Føroyum. Í dag er hon samskift- isráðgevi og rithøvundur. Millum annað heldur hon skeið um »At fáa boð- skapin fram« fyri Løg- mansskrivstovuna. Seinastu tíggju árini hevur hon skrivað bøkur um privatøkonomi hjá fólki, tann nýggjasta er Sund økonomi, sum kom út í 2000. Når engle spiller Mozart er hennara fyrsta skaldøsga. »Når engle spiller Moz- art« kemur út tann 26. august. Nýggj donsk skaldsøga fer fram í Føroyum C M Y K 3 2 J^boph>fo?lkrp Sfqdbs^q≠ojbfo^ 'Cboø^^sdg∞iaborfhhfÒolhk^øf)pboifd^oobdirobord^ia^kaf+ JfkkfpqqfiJ^boph>fo?lkrphloq)k≠pqrcboøqvdrjcboø^pqldp^ji^pqfdqfikˆds^oÁerd^sboa^ormmifsfkd^o)elqbidfpqfkd^oldãldcboø^pbøi^o+ SføJ^boph>fo?lkrpph^iqq¸_boqcboø^pq2cboøfo¸oSÁdrj)cvof^qcÁ^bfkˆhbvmfpcboø^pbøfiqfiA^kj^oh^obii^lhhroq^kk^øÁerd^sboqcboø^jÁi)ÁorqrkbqfkrjegÁJ^boph>fo ⁄hbvmfpqfiA^kj^oh^o'