týsdagur 26. august 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 159 - 26. august 2003
Nr. 159 - 26. august 2003
5
– Hevði Bjarni
Djurholm hildið seg
til mannagongdina,
høvdu vit sloppið
undan øllum
rumblinum um
uppskotini um
arbeiðsmarknaðin,
sigur Jenis av Rana,
sum eisini er í
samgonguni
SAMGONGUSTEV
Áki Bertholdsen
– Bjarni Djurholm verður
noyddur at taka uppskotið
um arbeiðsmarknaðin aftur.
Og tá ið málið verður tikið
upp til nýggja viðgerð,
eigur hann at halda seg til
mannagongdirnar.
Jenis av Rana er formað-
ur í Miðflokkinum, sum
eisini er í samgongu. Og
hann er ikki samdur við
Bjarna Djurholm um upp-
skotini, um arbeiðsmarkn-
aðin.
Sostatt tykist sum um
Bjarni Djurholm verður
meiri og meiri einsamallur
við uppskotinum, hann
hevur gjørt um ymisk við-
urskifti á arbeiðsmarknað-
inum, tí áður hevur tjóð-
veldisflokkurin hvassliga
funnist at landsstýrismann-
inum fyri at leggja tey
fram.
Er ikki viðgjørt
Tjóðveldisflokkurin hevur
víst á, at Bjarni Djurholm
hevur ikki latið uppskotini
fáa tað neyðugu, politisku
viðgerðina, áðrenn hann
legði tað fram.
Og tað er Jenis av Rana
púra samdur í.
– Bjarni Djurholm hevur
ikki fingið góðkenning frá
samgonguni at leggja hetta
uppskotið fram. Tað er rætt,
at samgongan hevur biðið
hann arbeiða við málinum,
men uppskotið, sum hann
hevur lagt fram, er als ikki
viðgjørt í samgonguni.
Formaðurin í miðflokkin-
um sigur, at tí hevur Bjarni
Djurholm ikki hildið seg til
mannagongdina.
–
Landsstýrismaðurin
hevur sent flokkunum í
samgonguni uppskotið.
Men eg tímdi ikki at svara
uppá tað, tí tað er burtur-
spilt arbeiðiði og tað havi
eg ikki stundir til.
Tað, sum Jenis av Rana
sipar til, er, at Bjarni Djur-
holm átti at lagt tað ítøki-
liga uppskotið fyri lands-
stýrið, men tað hevur hann
ikki gjørt.
– Hevði hann gjørt tað,
hevði hetta uppskotið verið
steðgað longu tá.
Men tá ið Landsstýrið so
hevur góðkent eitt uppskot,
verður tað sent politisku
flokkunum til viðmerking-
ar.
Men av tí, at uppskotið
frá Bjarna Djurholm ikki er
viðgjørt og góðkent í lands-
stýrinum, má tað metast
sum um tað ikki er liðugt
og eg tímdi heilt einfalt ikki
at viðgera eitt uppskot, sum
ikki er liðugt.
– Og um so var, at
landsstýrið hevði góðkent
akkurát hetta uppskotið, er
tað ikki landsstýrið, sum
skal samtykkja tað og tí má
málið eisini leggjast fyri
flokkarnar, fyri at vita, um
undirtøka er fyri tí, men tað
er tað ikki gjørt og tí átti tað
ikki at verðið lagt fram.
Má byrja av nýggjum
Jenis av Rana leggur eisini
dent á, at landsstýrismaður-
in hevur heldur ikki spurt
partarnir á arbeiðsmarkn-
aðinum, hvat teir halda um
uppskotið, áðrenn tað varð
lagt fram.
Tí má uppskotið hjá
Bjarna Djurholm metast
sum hansara egna uppskot
til, hvussu viðurskiftini á
arbeiðsmarknaðinum skulu
skipast.
– Tí er tað burturspilt
arbeiði hjá politisku flokk-
unum at viðgera tað. Vit
taka ikki støðu til politisk
mál á hasum støðinum.
Men tá ið uppskotið hevur
verið ígjøgnum alla myll-
una, og hevur fingið að
neyðugu viðgerina, bæði
politiskt og hjá pørtunum á
arbeiðsmarknaðinum, vilja
vit fegin viðgera tað í
flokkinum.
Jenis av Rana sigur, at tí
hevur Landsstýrismaðurin
vent málinum á høvdið og
tí verður hann noyddur at
byrja av nýggjum.
Hann sigur, at hevði hann
fylgt mannagongdini, varð
uppskotið
langt
síðani
steðgðað og so høvdu vit
sloppið undan ósemjuni í
samgonguni.
Hann leggur afturat, at tí
skilir hann eisini atfinning-
arnar hjá tjóðveldisflokk-
inum.
Hann dugir heldur ikki at
síggja, hvussu tað skal bera
til at seta uppskotið hjá
Bjarna Djurholm í verk.
– Tað er alneyðugt, at
hetta verður gjørt í samráð
við arbeiðsmarknaðin. Tað
ber ikki til at seta eitt
uppskot í verk, sum stórir
partar av arbeiðsmarknað-
inum so avgjørdir eru í
móti. Ætlanin við at broyta
lógirnar á arbeiðsmarknað-
inum er at skapar meiri
frið. Men hesi uppskotini
skapa enn størri ósemjur og
tí ber ikki til at seta tað í
verk.
Kári Højgaard, sum
sjálvur er í samgongu,
hevur ikki stórar
vónir um framtíðina
hjá samgonguni.
Stevið er so vánaligt,
at við hetta lag,
heldur hon ikki val-
skeiðið út, sigur hann
SAMGONGUSTEV
Áki Bertholdsen
– Við hetta lag heldur
samgongan ikki valskeiðið
út.
Kári Højgard, formaður í
sjálvstýrisflokkinum hevur
ringar vónir um framtíðina
hjá samgonguni.
Hann sigur, at stevið er
so vánaligt, at samgongan
nærkast slitið fyri hvønn
dag, sum gongur.
– Høvuðstrupulleikin er,
at formenninir í teimum
báðum stóru flokkunum
hava ikki nóg gott tamar-
hald á sínum tingfólki og
landsstýrisfólki
og
tað
kemur ov ofta fyri, at ein-
stakir politikarar brúka
ymisk mál til at koma sær
sjálvum fram í ljósið.
Tað, sum hann sipar til,
eru afturvendandi og áhald-
andi orrusturnar ímillum
politikarar úr tjóðveldis-
flokkinum og fólkaflokkin-
um um ymisk mál, sum eru
frammi.
– Hesar ósemjur eru so
slítandi, at hetta heldur
samgongan ikki til, sigur
hann.
Tað er annars ikki meiri
enn fimm mánaðir síðani,
at samgongan viðgjørdi júst
tær innanhýsis ósemjurnar
á stórum samgongufundi.
Tá hevði tjóðveldisflokk-
urin umhugsa støðuna til
samgonguna í næstan 14
dagar, so tá stóð nógv á.
Men tað ferðina endaði
tað við, at samgonguflokk-
ar svóru hvørjum øðrum
trygdareið uppá at taka
betri partar fyri seg.
Nú skuldi tað halda upp-
at, at einstakir politikarar
fóru at klandrast í fjølmiðl-
unum og nú skuldi tað vera,
at tey ymsu málini skuldi
viðgerast liðugt innanhýsis,
áðrenn tey vórðu almanna-
kunngjørd. Og tá ið tey so
vórðu almannakunngjørd,
skuldi samgongan standa
sum ein maður um tey, øksl
við øksl.
Samgongan varð samd
um, at nú skuldi arbeiðs-
friður verða, men dentur
varð samstundis lagdur á, at
hetta var seinasti kansur hjá
samgonguni. Onkur segði
enntá: Allar seinasti kansur.
Men síðani hevur verið
sama skilið.
– Stevið er ikki nógv
batnað og síðani hava vit
havt nógvar ógvusligar
samanbrestir og eg dugi
ikki at hugsa mær, hvussu
samgongan kann halda val-
skeiðið út við hetta lag.
Hann leggur afturat, at
hetta fullkomiliga beinir
fyri trúvirðið hjá samgong-
uni og tað er eisini drepandi
fyri tað politiska arbeiðið.
Óstortsligt av Bjarna
Seinasta ósemjan hevur
verið um uppskotið hjá
Bjarna
Djurholm
um
arbeiðsmarknaðin.
Men nú er greitt, at
Bjarni Djurholm er púra
einsamllur í samgonguni
við uppskotinum
Tjóðveldisflokkurin hev-
ur víst uppskotinum aftur
og tað sama ger ein annar
samgongufelagi, Jenis av
Rana í Sosialinum í dag.
Og nú sigur eisini fjórði
og seinasti samgonguflokk-
urin, sjálvstýrisflokkurin,
at hann tekur heldur ikki
undir við uppskotinum hjá
Bjarna, soleiðis sum málið
er lagt fram.
Sostatt er tað bara fólka-
flokkurin, sum vil kennast
við tað.
Kári Højgaard sigur, at
tað er full semja um, at við-
urskiftini á arbeiðsmarkn-
aðinum mugu broytast, tí
hetta óskilið má halda
uppat við longum verkføll-
um og at eini trý, fýra
ymisk
fakfeløg
kunnu
leggja eitt skip.
Tí hevur Bjarni Djur-
holm fulla undirtøku fyri at
arbeiða við málinum.
– Men Bjarni Djurholm
hevur ikki fingið politiska
undirtøku í samgonguni
fyri akkurát hesum upp-
skotinum.
Kortini legði hann tað
fram fyri arbeiðsmarknaðin
sum eini harraboð og tað
var tað stóra mistakið.
– Bjarni legði uppskotið
fram sum tað endaliga
uppskotið hjá samgonguni
og tað var óstortsligt og eg
ivist ikki í, at hetta var
orsøkin
til
tær
hørðu
ábreiðslurnar frá arbeiðs-
marknaðinum.
– Tað sigur seg sjálvt, at
slík uppskot mugu gerast í
samráð við arbeiðsmarkn-
aðin, tó at eg eisini má siga,
at tað verður ikki arbeiðs-
marknaðurin einsamallur,
sum avgerð, hvussu økið
skal skipast.
Kári Højgaard sigur, at
tað er onki undarligt, at
arbeiðsmarknaðurin
er
ørkymlaður, tá ið samgong-
an er so ósamd um málið.
– Og tað heldur onki
undarligt, at arbeiðsmarkn-
aðurin leggur seg púra tvør-
an, tá ið hetta verður lagt
fram sum eitt endaligt upp-
skot, sum tey bara skulu
gera viðmerkingar til.
– Tað er heilt greitt, at
hetta málið má viðgerast í
samráð við arbeiðsmarkn-
aðin, men tað er onki at
ivast í, at allir partar mugu
svølgja,
kamelar
bæði
politiskar flokkar og partar
á
arbeiðsmarknaðinum.
Men at smoyggja nakað
yvir høvdið á arbeiðs-
marknaðinum, er nyttu-
leyst. Tí er framferðin hjá
landsstýrismanninum
ógvuliga óheppin, sigur
formaðurin í sjálvstýris-
flokkinum.
Samgongan slitnar áðrenn valskeiðið er úti
Jenis tímdi ikki at svara Bjarna
Bjarni Djurholm hevur ikki fingið undirtøku frá samgonguni til
at leggja uppskotið um arbeiðsmarknaðin fram, sigur Kári
Højgaard, formaður í sjálvstýrisflokkinu. Hann heldur, at
framferðin hjá landsstýrismanninum í hesum máli hevur hevur
óstortslig
– Bjarni Djurholm hevur ikki fylgt vanligari mannagongd og
samgongan hevur ikki góðkent uppskotið, sum hann hevur lagt
fram um arbeiðsmarknaðinum, sigur Jenis av Rana, formaður
í miðflokkinum, sum eisini er í samgongu
Tað er aftur rívandi
galið við samstarvin-
um í landsstýrinum.
Enn eitt opið stríð
leikar í fjølmiðlunum,
og orðini eru ikki
mjúk, sum samstarvs-
felagarnir brúka um
hvønn annan. Polit-
iski veruleikin er um
at innheinta sam-
gonguna, heldur
Bjarni Djurholm,
sum hevur skrivað
eitt hvassorðað álop á
Høgna Hoydal,
varaløgmann.
TAKT OG TÓNI
Ingi Rasmussen
Vinstra, høgra, vinstra,
høgra. Tað er rætta lagið.
Tað er barnalærdómur í
Føroyum, men hendan lóg
geldur
ikki
føroyskan
politikk.
Ólíku flokkarnir í Føroya
landsstýri, Tjóðveldisflokk-
urin og Fólkaflokkurin,
sum liggja vinstru- og
høgrumegin í politiska
landslagnum, hava í øllum
førum ómetaliga ilt við at
finna eitt taktfast gongulag.
Nú er aftur galið. Rívandi
galið. Og hóast vit hvepp-
ast við at skriva tað, so er
enn einaferð talan um opið
stríð í samgonguni. Hesa-
ferð stendst rok av arbeiðs-
marknaðarmálum.
Gevst at spæla solo, segði
Høgni Hoydal í sínum egin-
leika sum varaløgmaður um
vikuskifti við Bjarna Djur-
holm, landsstýrismann, sum
umsitur arbeiðsmarknaðin.
Nú svarar Bjarni Djurholm
aftur í einum lesarabrævi,
sum hann sjálvur hevur
skrivað, og ger harvið greitt,
at tað ikki eru fjølmiðlarnir,
ið píska ein óndan stemning
millum samgonguflokkar-
nar.
Gjørt í brøkurnar
Tað eru ikki hissini orð,
sum Bjarni Djurholm nú
borðreiðir við afturímóti.
Høgni Hoydal er dump-
aður sum varaløgmaður,
skrivar hann millum annað.
Tjóðveldisflokkurin hevur
gjørt í brøkurnar, sigur
hann, og tí var neyðugt hjá
Høgna Hoydal floksfor-
manni at spinna rok og
framleiða
ein
nýggjan
sannleika.
Bjarni Djurholm kallar
Høgna Hoydal pátiknan og
sigur hann hava skapt eina
mynd av sær sjálvum sum
tann unga og góða; hini eru
gomul og fordervað. Men
hann hevur eingi avrik at
vísa á, sigur Bjarni Djur-
holm speiskliga. At enda
biður hann Høgna Hoydal
koma til arbeiðis og í minsta
lagi lata onnur fáa arbeiðs-
frið, um hann ikki tímir.
Tað er lætt at ímynda sær,
hvussu orðalagið man vera
á einum landsstýrisfundi.
Um nakað verður sagt yvir-
høvur. Kanska er samgong-
an bara uppslitin. Ella
kanska er alt ein sjónleikur
fyri at markera sjónarmið
og stjala yvirskriftir, sum
formaður Javnaðarfloksins
hevur ført fram.
Hunddálkaður
Bjarni Djurholm viðgong-
ur, at tað er eitt sindur pín-
ligt, at samgongumenn
kjakast í fjølmiðlunum,
men hesaferð varð honum
ovboðið.
– Eg føli meg so hund-
dálkaðan, at eg kundi ikki
lata vera við at seta meg við
telduna í gjár og skriva eina
grein. Tað, sum Høgni
Hoydal førdi fram um meg
í Degi og viku fríggja-
kvøldið helt eg vera so
persónligt, at tað kundi ikki
fara aftur við borðinum.
Eitt er, at vit eru ósamdir,
men at eitt battarí av ákær-
um, sum eru so ósakligar,
tað kann eg ikki liva við. Eg
trúði ikki annað, enn at tað,
sum vit arbeiða við, var í
samljóði við tað, sum er
samtykt í landsstýrinum ,
sigur Bjarni Djurholm.
Sansar at
Sostatt er líkt til, at lands-
stýrismenn ikki otsa saman,
men brúka pressuna til at
senda heilsanir til hvønn
annan. Spurdur, hví teir
ikki ringja til hvønn annan,
tá ivi stingur seg upp, sigur
Bjarni Djurholm:
– Tað haldi eg, at tú skalt
spyrja Høgna Hoydal um.
Eg havi als ikki umrøtt
hetta málið alment á hasum
støðinum. Eg kann bara
halda meg til tað, sum
landsstýrið hevur samtykt,
sigur Bjarni Djurholm.
Vit ætlaðu at spyrja
Høgna Hoydal sama spurn-
ing, men hann var ikki at
hitta. Tað hevur meira enn
so leikað á áður, og fólk eru
um at troyttast av vánaliga
gongulagnum hjá landssins
stýri.
Bjarni Djurholm við-
gongur, at tað sansar at í
løtuni, men hann heldur
ikki, at samgongan er upp-
slitin.
– Eg trúgvi, at politiski
gerandisdagurin
treingir
álvarsliga saman nú og
gerst truplari, so hvørt
fíggjarligu vánirnar gerast
verri. Tað hevur helst polit-
iskar frustratiónir við sær,
og nú vit skulu loysa ger-
andismál, kemur tann ideo-
logiski munurin millum
flokkarnar til sjóndar. Eg
skal viðganga, at tá tað snýr
seg um viðurskiftini mill-
um Føroyar og Danmark,
so havi eg ikki altíð verið
bylgjulongd við Høgna
Hoydal, men í aðrar mátar
hava vit ikki havt nakað
útistandandi í so máta,
sigur Bjarni Djurholm.
Spurningurin er so, um
teir geva hvørjum øðrum
ein kjans afturat.
Í gerðabókini hjá
landsstýrinum sæst,
at Bjarni Djurholm
fekk heimild frá
landsstýrinum at gera
uppskot til seming og
gerðarætt og leggja
tað fyri samgongu-
flokkarnar og partar-
nar á arbeiðsmarkn-
aðinum til hoyringar
GERÐARÆTTUR
Ingi Rasmussen
Enn einaferð er rok á
arbeiðsmarknaðinum, og
tað hevur flutt seg langt inn
í samgonguna.
Tjóðveldisflokkurin
hevst harðliga at Bjarna
Djurholm,
landsstýris-
manni, fyri hansara handf-
aring í málinum um seming
og loysn á trætum á ar-
beiðsmarknaðinum. Bjarni
Djurholm heldur seg hin-
vegin bara gera tað, sum er
samtykt á landsstýrisfundi,
har
Tjóðveldisflokkurin
hevur sitið við borðið.
Alt byrjaði, tá Bjarni
Djurholm legði upprit um
lóggávu á arbeiðsmarkn-
aðarøkinum fyri lands-
stýrið. Tað var fyri seming
og arbeiðsrætt. Harafturat
skuldi hann gera uppskot
um at seta bann fyri verk-
falli, tá sjúkur vóru uppií.
Í Gerðabókini hjá lands-
stýrinum frá 10. juni verður
sagt, at heitt varð á lands-
stýrismannin um at meta
um, hvørt lógin um bann
fyri verkfalli á alivirkjum í
sambandi við sjúku eigur at
vera sett í gildi. Síðani
kemur orðingin, sum ivi er
um:
»Heitt verður eisini á
landsstýrismannin um at
skriva uppskot um arbeiðs-
rætt og seming í somu lóg.
Landsstýrismaðurin fekk
undirtøku fyri at arbeiða
víðari við málinum,« stend-
ur í gerðabókini.
Høgni Hoydal tvíheldur
um, at talan var bara um
eina kunning, men Bjarni
Djurholm vísir á, at málið
varð umrøtt undir punk-
tinum »lógaruppskot«. So-
statt er eingin ivi um, at
talan var um, at hann skuldi
gera eitt lógaruppskot, sig-
ur Bjarni Djurholm.
Á landsstýrisfundi 24.
juni er málið aftur á
skránni. Bjarni Djurholm er
ikki sjálvur á fundi, tí hann
er uttanlands. Allir lands-
stýrismenn hjá Tjóðveldis-
flokkinum eru á fundi.
Løgmaður leggur vegna
Bjarna Djurholm tvey upp-
skot fyri arbeiðsmarknaðar-
økið fyri landsstýrið.
Annað var um loysn av
ósemjum á arbeiðsmarkn-
aðinum, og gerðabókin
hevur hesa niðurstøðu frá
fundinum:
»Fyrra
lógaruppskotið
fevndi um at skipa fastan
gerðarætt og semingsmenn.
Landsstýrið helt, at tað var
skilagott, at hesar báðar
skipanir vóru í einari lóg.
Landsstýrismaðurin
í
vinnumálum fekk undir-
tøku fyri at senda uppskot-
ini til løgtingslimirnar í
samgonguni. Semja var
samstundis um í samgong-
uni at kalla partarnar á ar-
beiðsmarknaðinum saman
at viðgera uppskotið.«
Umsitingin sendi beinan-
vegin samgonguflokkunum
uppskotini, og komin heim-
aftur úr útlondum, sendi
Bjarni Djurholm pørtunum
á arbeiðsmarknaðinum tað.
Sostatt er í øllum førum líkt
til, at landsstýrið hevur giv-
ið Bjarna Djurholm heimild
at smíða lógaruppskot og at
leggja tað fyri samgongu-
flokkunum og pørtunum á
arbeiðsmarknaðinum.
Síðan hevur tað víst seg,
at samgongan als ikki var
so samd kortini.
Landsstýrið blástemplaði lógaruppskot
Landsstýrismenn tosa ikki saman
Álvarsamar rivur eru komnar í samstarvið millum Bjarna Djurholm og Høgna Hoydal. Ivi er um, hvat landsstýrið hevur
samtykt
Mynd: Jens K. Vang
Úr gerðabók landsstýrisins:
»Fyrra lógaruppskotið fevndi um at skipa fastan
gerðarætt og semingsmenn. Landsstýrið helt, at
tað var skilagott, at hesar báðar skipanir vóru í
einari lóg. Landsstýrismaðurin í vinnumálum fekk
undirtøku fyri at senda uppskotini til løgtings-
limirnar í samgonguni. Semja var samstundis um í
samgonguni at kalla partarnar á arbeiðsmarkn-
aðinum saman at viðgera uppskotið.«
Fakta
C
M
Y
K
5
4