Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. august 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 159 - 26. august 2003 Nr. 159 - 26. august 2003 7 Hóast bæði Tjóð- veldisflokkurin og fakfeløgini ynskja, at partarnar á arbeiðs- marknaðinum sjálvir finna fram til semju um loysn á trætum á arbeiðsmarknaðinum , so er Jan Mortensen rættiliga ivasamur. Hann sigur, at fak- feløgini ikki ynskja nakra semju, tí royndirnar hava víst, at tað er ógjørligt at semjast NÝGGJ ARBEIÐS- MARKNAÐAR- LÓGGÁVA Páll Holm Johannesen Í farnu viku kom rættiliga ferð á málið um nýggja lóggávu á arbeiðsmarknað- inum. Uppskotið um fastan gerðarrætt og víðkaðir heimildir til Semingsstovn- in kom rættiliga á breddan hjá flestu fjølmiðlum, tí ósemja hevur stungið seg upp millum teir stóru sam- gonguflokkarnar, Tjóðveld- isflokkin og Fólkaflokkin. Bæði Hergeir Nielsen og Torbjørn Jacobsen søgdu seg ikki kunna taka undir við uppskotinum hjá lands- stýrismanninum í vinnu- málum, Bjarna Djurholm. Teír róðu báðir fram undir, at tað var av alstórum týdn- ingi, at partarnir á arbeiðs- marknaðinum vórðu tiknir meira við í viðgerðina av málinum Í viðtalu við Sosialin hava bæði Bjarni Djurholm og stjórin í Vinnuhúsinum, Jan Mortensen, áður víst á, at partarnir megna ikki at finna fram til eina semju um loysn á arbeiðsmarkn- aðartrætum, og tí er neyð- ugt við lóggeving á økin- um. Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djur- holm, segði í Sosialinum leygardagin, at hóast ósemja er millum Tjóðveld- isflokkin og Fólkaflokkin, so ætlar hann kortini at arbeiða víðari við málinum, sum avrátt varð á landsstýr- isfundi seint juni mánaði. Formaðurin í Tjóðveldis- flokkinum, Høgni Hoydal, metti, at málið átti at komið aftur á landsstýrisborð, tí orsaka av framferðini hjá Bjarna Djurholm, hevði málið fingið serstakliga óhepnað byrjan. Hvussu verður og ikki, so er greitt, at uppskotið um loysn á trætum á arbeiðs- marknaðinum ikki bara hevur elvt til ósemju mill- um partarnar á arbeiðs- marknaðinum, men eisini innanhýsis millum sam- gonguflokkarnar. Ilt við trúgva upp á semju Stjórin í Vinnuhúsinum, Jan Mortensen fylgir sum verða man væl við gongd- ini í málinum kjakinum. Bæði Gunnleivur Dalsgarð og Ingeborg Vinther hava bæði verið frammi í fjøl- miðlunum, og sagt, at part- arnir á arbeiðsmarknaðin- um sjálvir skulu finna fram til eina semju um, hvussu trætir á arbeiðsmarknaðin- um skulu loysast í framtíð- ini. Tjóðveldisflokkurin tyk- ist nú taka undir við hesum sjónarmiðjum hjá Gunn- leivi og Ingeborg. Jan Mor- tensen, ið umboðar arbeiðs- gevararnar á privata arbeiðsmarknaðinum, er kortini rættiliga ivasamur. – Sjálvsagt er tað møgu- ligt, at vit finna eina semju innanhýsis, men royndirnar siga mær so mikið, at tað letur seg ikki gera, og tískil trúgvi eg ikki upp á eina semju millum partarnar um hetta mál, sigur stjórin í Vinnuhúsinum. Hann sigur, at tað tykist sum um fakfeløgini ikki ynskja nakra semju, tí fleiri bólkar hava arbeitt við líkn- andi uppskoti, sum lands- stýrismaðurin arbeiðir við í løtuni, men arbeiðið er hvørja ferð dottið niðurfyri. Jan Mortensen nevnir fund- arpening sum eina orsøk til, at fakfeløgini tóku seg úr nevndararbeiðinum, og tað sigur honum so mikið, at tey grundleggjandi ikki ynskja nakra semju á økinum. Tá vit spyrja hann, um tað nakrantíð var talan um veruligar samráðingar, svarar hann, at tað er torført at samráðast við ein part, ið ikki kann góðtaka nakra aðra loysn, enn sína egnu. – Uppskotini, ið hava verið løgd framm, hava aldrin hóska fakfeløgunum, og tað má verða ein stað- festing av, at tey ongan hug hava til at gera nakað. Støð- an á føroyska arbeiðs- marknaðinum minnir um hana hjá teimum londum, ið hava óskipað viðurskiftið á arbeiðsmarknaðinum. At viðurskiftini halda á við at verða óskipað, kemst av, at annar parturin ikki ynskir broytingar, og tað líkist støðuni í løtuni í Føroyum, greiðir Jan Mortensen frá. Onga viðmerking til ósemjuna í samgonguni Formaðurin í Vinnuhús- inum hevur ongar viðmerk- ingar til politiska rumbli, ið hevur stungið seg upp í farnu viku millum Tjóð- veldisflokkin og Fólka- flokkin, og sigur bert, at Vinnuhúsið fylgir tætt støð- uni. Spurdur, um hann hevði sett seg ímóti, at ein bólkur, umboðaður av báðum pørtum á arbeiðsmarkn- aðinum, hevði sett seg nið- ur aftur og roynt at funnið fram til eina semju um loysn á trætum á føroyska arbeiðsmarknaðinum, svar- ar Jan Mortensen, at tað verður støða tikin til, tá verður aktuelt. Formaðurin í Starvs- mannafelagnum er fegin um útspælið hjá Tjóðveldisflokkinum í seinastu viku. Hann metir, tað er møgu- leiki fyri eini semju millum partarnar á arbeiðsmarknaðin- um, hóast royndirnar hava verið ringar NýGGJ ARBEIÐS- MARKNAÐAR- LÓGGÁVA Páll Holm Johannesen Størsta fakfelagið á al- menna arbeiðsmarknaðin- um, Starvsmannafelagið, gjørdi rættiliga vart við seg í fjølmiðlunum í farna viku um uppskotið hjá Bjarna Djurholm. Fyrst sýttu teir fyri at møta á kunnandi fundinum hjá Vinnumála- ráðnum, og síðan hava tær latið fjølmiðlunum tíðinda- skriv, har teir boðaðu frá, at teir undir ongum umstøð- um kundu taka undir við uppskotinum hjá landsstýr- ismanninum í vinnumálum. Formaðurin í Starvs- mannafelagnum, Gunnleiv- ur Dalsgarð, sigur, at felag- ið er fegið um, at Tjóðveld- isflokkurin nú greitt hevur meldað út, at teir ikki góð- taka framferðarháttin hjá Bjarna Djurholm í málin- um. Vit hava havt viljan Hóast Jan Mortensen sigur seg hava ilt við at trúgva, at partarnar á arbeiðsmarkn- aðinum fara at finna fram til semju, so er Gunnleivur Dalsgarð bjartskygdari. Vit vísa honum á allar tær mis- eydnaðu royndirnar, ið eru gjørdar fyri at finna semju, men kortini trýr formaðurin í Starvsmannafelagnum upp á møguleikan. – Tað hevur aldrin skort- að á viljan hjá fakfeløgun- um, men trupulleikin hevur verið, at tað aldrin hevur verið ein veruligur dialog- ur, tí útspælið frá vinnu- málaráðnum hevur verið eitt liðugt uppskot, og tað kundu vit als ikki góðtaka, greiðir Gunnleivur Dals- garð frá. Hann sigur, at fakfeløgini settu fram ynski um ein víðkaðan gerðarrætt, men arbeiðsgevararnir halda fast um ein arbeiðsrætt, og tað kunnu fakfeløgini undir ongum umstøðum góðtaka. Hann vísir á, at gomlu upp- skotini frá landsstýris- manninum í Vinnumálum í árunum 1990, 1997, 1998, 2001 og núverandi uppskot øll leggja seg at einum arbeiðsrætti, og tað kunnu fakfeløgini snøg sagt ikki góðtaka. – Spurningurin er um at finna semju. Tað er púra burturvið at halda, at vit fara at góðtaka ein rætt, ið skal kriminalisera arbeiðar- arnar, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum. Gunnleivur Dalsgarð sig- ur, at verður ein bólkur sett- ur at finna semju, so hevði tað verið nátúrligt hjá fak- feløgunum, at tey skutu upp at seta ein víðkaður gerðarrættur á stovn, tí flestu feløgini ynskja eina broyting á økinum, –Landsstýrismaðurin finnur so ikki nakra semju millum partarnar við at lóg- geva yvir høvdinum á teim- um, og tí halda vit fast við tað, vit boðaðu frá í sein- astu viku, at landsstýris- maðurin átti at tikið upp- skotið aftur, og okkara inni- liga áheitan má verða at lata partarnar sjálvar finna semju, sigur Gunnleivur Dalsgarð. Samráðast framvegis Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið sam- ráðast framvegis um nýggj- an sáttmála. Sáttmálin part- anna millum gongur út 1.oktober. Gunnleivur Dalsgarð vil einki siga um hvussu gongur við samráð- ingunum. Hann fegnast, um at báð- ir partar eru sinnaðir at finna fram til eina semju um, hvussu trætur skulu loysast í framtíðini, og sum skilst so verður tann spurn- ingurin eisini umrøddur. –Tað er avgjørt positivt, at báðir partar vilja diskutera spurningin, sigur Gunnleivur Dalsgarð at enda Stjórin í Vinnuhúsinum, Jan Mortensen: -Eg trúgvi ikki upp á eina semju Hóast bæði Tjóðveldisflokkurin og fakfeløgini ynskja, at partarnar á arbeiðsmarknaðinum sjálvir finna fram til semju um eina loysn á trætum á arbeiðsmarknaðinum, so er Jan Mortensen rættiliga ivasamur. Mynd: Savnsmynd Starvsmannafelagið: Spurningur um at finna semju millum partarnar Mikumorgunin í síðstu viku varð hesturin hjá 15-ára gomlu Michel í Vestmanna funnin deyður uttanfyri húsini. Hesturin, sum var tvey ára-gamal, varð bundin niður og deyður av tí sama. Boð vórðu send eftir løgregluni beinan- vegin, og kundi løg- reglan beinanvegin staðfesta, at talan var um ein ónátúrligan deyða, tí øll fýra bein- ini og høvdið á hest- inum vóru bundin niður, so hesturin kvaldist. Ábendingar eru um, orsøkin er ein hevndaratsókn DJÓRAPÍNSLA Hans Kárason Mikkelsen Tað var við ringum tanna- biti, at 15-ára gamla Michel fór í skúla mikudagin, tí Joachim, hesturin hjá henni, lá deyður í garðinum henda morgunin. - Eg græt allan dagin, sigur Michel, sum hevur tikið sær av hestinum, síðani hann varð heilt lítil. – Eg hevði ringt við at trúgva tí, sigur Maja, mamman hjá Michel. Rafik Bourbiaa, pápi Michel, keypti hestin til dóttrina fyri næstan tveim- um árum síðani, og kostaði hesturin umleið kr. 6.000. Rafik Bourbiaa, sum er uppvaksin í norðurafrik- anska landinum Tunesia, sigur, at børnini hava altíð dámt væl djór. - Michel vísti ógvuliga stóran áhuga fyri hesum góða djóri, og tískil varð onki annað at gera, enn at keypa ein hest til gentuna, sigur Rafik, sum sjálvur er uppvaksin við djórum. – Pápi mín hevði nógvar stór- ar og góðar hestar, sigur Rafik afturlítandi á barna- árini í Tunesia. Men Joachin, hesturin hjá familjuni í Vestmanna, bleiv ongantíð stórur. Hann varð nevniliga fyl, tá hann doyði. Michel hevði ongan- tíð riðið á honum, tí hestur- in, sum er av íslendskum slagi við sindri av føroysk- um blóði, skal verða eini fimm ár, áðrenn ein kann fara upp á bakið. Hesturin er nevniliga ikki so sterkur, tá hann er tvey ár, og tískil skal ein ikki koyra ov nógv á hann. Bundin sum ein seyður og kvaldur Michel sigur, at hesturin helst hevur haft tað ræðu- ligt hesar síðstu tímarnar, hann hevur ligið niður- bundin. – At eg ikki hoyrdi okkurt til hann hesa náttina, sigur ein syrgin Michel og leggur aftrat, at tað er ófati- ligt, at fólk kunnu finna upp á slíkt. Spurd um hvør tað mundi vera, ið bant hestin niður, sigur mamman hjá Michel, Maja, at tað man vera okk- urt ógvuliga avstubbað og illsint fólkaslag. – Eg havi ilt við at trúgva, at fólk kunnu finna upp á slíkt. Og tað var ræðuligt, at hann skuldi doyggja soleiðis, sigur Maja, sum leggur aftrat, at hon ringdi til løg- regluna beinanvegin. Ivan Klein Olsen, sýslu- maður í Vestmanna, varð á staðnum lítla løtu seinni. Tá varð klokkan umleið átta mikumorgunin. – Tað er ongin ivi um, at hetta er ein ráðagerð, sum er framd, sigur Ivan Klein Olsen. - Hesturin stóð tjóðraður til ein pela í garðinum, men onkur hevur skrætt pelan upp, og flutt hann niðan millum nøkur trø. Síðani er hesturin komin niður at liggja á øllum fýra, og øll beinini bundin soleðis saman, at hesturin lá við búkinum móti trænum, og høvdið varð eisini niðurbundið. Hann varð í veruleikanum bundin sum ein seyður, sigur Ivan Klein Olsen. - Man hevur sæð nógv millum ár og dag, nú man hevur veri løgreglumaður í skjótt 25 ár. Men hetta er eitt tað grovasta, og eg varð skelkaður, tá eg sá hestin, sigur Ivan Klein Olsen, sýslumaður. Møguliga ein hevndaratsókn Hesturin er deyður millum tvey- og áttatíðina miku- morgunin, tí Rafik Bour- biaa sá hestin á lívi klokkan tvey, tá hann kom heim. Og beint áðrenn klokkan átta varð hesturin deyður. Tá vit spyrja Rafik, hví fólk hava gjørt hetta móti honum og hansara familju, sigur hann, at tað er ógvu- liga ringt at siga, tí enn vita tey so lítið um gerðina. Men ábendingar eru um, at hetta er eitt slag av hevnd- aratsókn ella fremmanda- hatri. Rafik er vanligur musl- imur, júst sum familjan heima í Tunesia, men hann er ikki víðgongdur. Og álíkavæl merkti hann tann 11. september, aftaná yvir- gangsatsóknirnar móti USA, hvussu trupult tað onkuntíð er, at verða musl- imur í vesturheiminum. Tá varð grillin, sum hann hevði í Runavík, nevniliga brend niður í eini hevndar- atsókn, har vreiðin varð rættað móti Rafik. Teir báð- ir mennirnir, sum brendu grillina, skuldu inn at sita. - Og tað kann hugsast, at hetta her við hestinum er okkurt líknandi, sigur Rafik, sum tó ikki er vísur í síni søk. Ivan Klein Olsen, sýslumaðurin, sigur, at tað er sannlíkt, at talan er um eina hevndaatsókn. – Tað eru nógvir hestar í Vest- manna, so hví júst hestin hjá Rafik? Og gerðin í sær sjálvum týðir uppá, at hetta kundi verið ein hevndarat- sókn, sigur Ivan Klein Olsen. Og tað er júst gerðin í sær sjálvum, sum skelkar fólk. Forkvinnan í Føroyar Djóraverndarfelag, Berg- tóra Justinusen, sigur, at hetta er heilt óhugnaligt. – Hetta er verri enn hin hund- urin, sum fyri kortum varð bundin og tveittur í eina á, sigur Bergtóra Justinusen. Tey í Djóraverndarfel- agnum ætla sær, at seta seg í samband við løgregluna fyri at skunda undir málið. – Eg fari at ringja til politiið beinanvegin, sigur ein sint forkvinna í Djóra- verndarfelagnum, Bergtóra Justinusen. Ivan Klein Olsen av politistøðini í Vestmanna sigur, at helst vera fleiri ákærur reistar móti tí per- sóninum ella teimum persónunum, sum hava framt illgerðina. – Fyri tað fyrsta er talan um álvarsliga djórapínslu, men haraftrat tosa vit eisini um herverk, sigur Ivan Klein Olsen. Sýslumaðurin í Vest- manna væntar, at tað man fara at koma fyri dagin nokkso skjótt, hvør hevur pínt og dripið hestin. Hann sigur eisini, at hestakend fólk hava helst verið uppi í leikinum, tí tað er ikki lætt at fáa ein hest niður á øll fýra. – Vit tosa um eitt rættuliga stórt djór her, sigur Ivan Klein Olsen. Í djóraglaðu familjuni í Vestmanna, sum altso hevur mist hestin, siga tey, at kanska fara tey at fáa sær hest aftur. Tey hava nógv djór frammanundan, til dømis eiga tey kaninir og fuglar, sum tey fýra børnini í húsinum eru ógvuliga glað fyri. - Men eftir øllum at døma mugu vit steingja djórini inni um næturnar, nú tey ikki fáa frið at standa, sigur ein keddur Rafik Bourbiaa. Bundin niður og kvaldur Rafik vísir á, hvar hesturin varð bundin og kvaldur. Familjan vil ikki hava mynd av deyða hestinum í blaðið, tí sjónin var ógvuliga ódámlig Michel saman við tvey-ára gamla hestinum Joachim, nakrar dagar áðrenn hesturin var dripin Rafik Bourbiaa er keddur av, at hesturin skuldi fara so illa 15-ára gamla Michel greiðir frá, hvussu ræðuligt tað var henda dagin, hesturin varð funnin deyður úti í garðinum C M Y K 7 6