Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-26, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. august 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 159 - 26. august 2003 Nr. 159 - 26. august 2003 9 Amerikanska framhaldssøgan um tær bjørtu búskaparligu uppgerðirnar, sær ikki út til at steðga enn. Hóast fáar uppgerðir vóru í farnu viku, vóru tær aftur hesuferð sum heild bjartar. Millum annað sást, at talið av teimum, sum fyri fyrstu ferð søkja um dagpening í USA, aftur gjørdist lægri enn 400.000. Er talið lægri enn 400.000 bendir tað á, at tað gongur framá á am- erikanska arbeiðsmarknaðinum. Tó kann streymslitið, vikuna frammanundan, hava ført við sær, at ikki allar dagpeningaum- søknirnar eru skrásettar. Hóast nakað av rørslu var í lánsbrævarentunum í farnu viku, endaðu renturnar á leið á sama stigi, sum vikuna frammanund- an. Ikki fyrr enn betraða støðan á amerikanska arbeiðsmarknaðin- um verður enn meira sjónlig, og hon sostatt verður ein trygd fyri veruligari búskaparligari fram- gongd, vilja lánsbrævarenturnar hækka meira. Hetta verður tó neyvan fyrr enn í vetur. Norðurlendsku partabræva- marknaðirnir vóru í farnu viku merktir av, at peningastovnarnir kunngjørdu roknskap. Sum heild kundu allir vísa á góðan rokn- skap, kanska serliga Svenski Handilsbankin, sum í ársfjórð- inginum økti um netto rentuinn- tøkurnar við 17% til 4,91 milli- ardir svenskar krónur, hóast rentumarginalurin, orsakað av lága rentustiginum, er fallin. Fríggjadagin í farnu viku komu tíðindir frá Intel um, at tey høvdu hækkað metingarnar um sølu og inntøkur fyri 3. ársfjórð- ing. Hetta hevði positiv árin á partabrævamarknaðirnar, men seinni fríggjadagin fóru parta- brævaeigarar at staðfesta vinn- ing. Orsøkin er, at partabrøv eru hækkaði munandi seinastu tíð- ina, og at búskapirnir mugu taka meira dik á seg, áðrenn partabrøv kunnu bróta upp úr verandi kurs- stiginum. Sostatt er støðan á am- erikanska búskapinum aftur ein gekkur á hesum økinum. Nógvar spennandi hendingar fara fram hesa vikuna, sum kunnu føra við sær rørslur á bæði láns- og partabrævamarknaðun- um. Millum annað heldur Alan Greenspan røðu fríggjadagin, men væntað verður, at hann end- urtekur, at framá gongur í am- erikanska búskapinum. Fyri- treytirnar fyri hvønn vegin rent- urnar skulu flytast eru kortini óbroyttar. Lutfalsliga høga stigið gevur boð um, at renturnar skulu lækka, meðan áhaldandi bjartar búskaparligar uppgerðir siga, at renturnar skulu vera óbroyttar ella hækka. Mett verður at gongdin, har renturnar sveiggja í einum avmarkaðum talstrekki heldur fram nakað enn. Góðir bankaroknskapir Vika 35, 2003 www.kaupthing.fo Fríggjadagin var ein maður skorin í hálsin í Havn. Maðurin er ikki í lívsvanda, men vakthavandi sigur, at talan er um groft vold, og ein maður er varðhaldsfongslaður í 14 dagar fyri ógerð- ina. Annars hava onn- ur smávegis herverk verið í høvuðsstaðn- um um vikuskiftið LØGREGLUTÍÐINDI Solby A. Eliasen Fríggjakvøldið stutt fyri midnátt fekk løgreglan boð um, at ein maður var skorin í hálsin av einum øðrum. Maðurin varð fluttur á landssjúkrahúsi. Vakthavandi sigur, at tann álopni fekk ein skurð í hálsin upp á umleið tíggju cm. Løgreglan hevur handtikið ein mann fyri álopið, og hevur hon so mikið góð prógv, at mað- urin er varðhaldsfongslaður í 14 dagar og situr í isolatión. – Talan er um gamlar kenningar hjá okkum, sigur vakthavandi og leggur afturat, at tað ikki er talan um ung fólk, men heldur tilkomin, sum hava fingið ov nógv niðurum, og so var ilt komið ímillum teir. Í sambandi við, at ein ungur italienari varð stungin niður á Nørrebro fyrr í hesum mánaðinum, er ljóskastarin av álvara settur á kníválop í Dan- mark, sum tykjast at vinda upp á seg. Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn heldur tó ikki, at ein kann siga, at tað sama er við at henda í Føroyum. – Hetta er sum sagt gamlir kenningar hjá okk- um, og tískil haldi eg ikki, at tað kann samanberast við tað, sum fer fram í Danmark fyri tíðina, sigur løgreglan. Herverk Fleiri herverk hava verið í høvuðsstaðnum um viku- skiftið. Vakthavandi sigur, at sunnudagin byrjaðu frá- boðaninar, sum vanligt, at koma inn um ymiskt, sum er framt um vikuskiftið. Ein maður varð sligin frammaná í Club 20. Maðurin breyt bæði nøsina og eina tonn. Vakthavandi sigur, at løgreglan hevur onkran, sum teir ætla at tosa við í sambandi við hetta. Ein røð av herverkum vórðu framd í Teledepl- inum, Thomas Dam Búnýti og tann vegin. Ein rútur varð brotin á einum bili á Gripsvegnum. – Tað kundi týtt uppá, at tað er ein rundferð, sum er farin fram har, sigur vakthavandi. Og so var eitt herverk framt í Tjørnuvík eisini. Heldur sjáldsamt, sambært vakthavandi. Men har var so onkur, sum hevði smurt eina hurð inn í máling. Ein maður var so óheppin at detta á súkklu síni á Velbastað. Maðurin var einsamallur og breyt seg sundur, men hann kom so undir læknahond og fekk ta neyðugu hjálpina. Maður skorin í hálsin í Havn Sunnudagin fór Eysturoyar gongu- felag ein gongutúr á Viðoynni. Ein maður bleiv burtur frá teim- um, og avgjørt varð at senda tyrluna út at leita. Men tað vísti seg tíbetur bert, at mað- urin var vilstur, og hann kom aftur íaftur í øllum góðum LØGREGLUTÍÐINDI Solby A. Eliasen Tað var beint eftir døgurða tíð, at farið var úr Dølum og til gongu. Leiðin gekk fyrst upp á Sundsskarð. Tá fólk komu hagar, varnaðust tey, at ein teirra manglaði. Farið varð so aftur at leita eftir honum. Tey gingu eitt fitt petti aftur eftir somu leið og róptu eisni á hann, men har var ongin maður. Løgreglan fekk boðini klokkan hálvgum sjey, at ein maður var burturblivin. Tveir tímar seinni var framvegis onki lívstekn frá manninum, og tí varð gjørt av at senda boð eftir tyrl- uni, sum fór at leita beinan- vegin. Um tíggjutíðina fór tyrlan at bunkra, og tá hevði løgreglan eisini sent boð eftir hundunum úr Havn og bjargingarfelagið stóð somuleiðis tilbúgvið at fara at leita. Men tað gjørdist ikki neyðugt, tí stutta løtu eftir komu boð um, at maðurin var komin aftur íaftur í øllum góðum og var staddur inni í Dølum – sama stað sum gongu- túrurin byrjaði. Maðurin megnaði ikki at fylgja við hinum í gongu- lagnum, og tí kom hann afturút. Hann royndi at ganga sum frægast, men hann viltist á leiðini, og tí kom hann so langt burtur frá hinum. Hann gekk so ein annan veg. Peilaði seg inn á Villingardalsfjall, gekk so um Myrnafjall og oman aftur í Dalar. Sostatt fekk hann ein langan gongutúr, hóast honum ikki eydnaðist at koma upp um Sundsskarð. Vakthavandi á løgreglu- støðini í Klaksvík letur væl at arbeiðinum og tilbúgv- ingini til at fara í gongd við leitingina, sum tíbetur ikki varð neyðug hesuferð. Friðarligt Annars sigur vakthavandi, at vikuskiftið í Klaksvík hevur verið stak friðarligt. Ein rúgva av fólki var í býnum leygarkvøldið. Konsert hevði verið, og diskotek og dansur vóru fleiri staðir í býnum. Hóast tað, so var ikki tað stóra hjá løgregluni at gera. Ein rútur var brotin í einum bakarahandli. Løg- reglan hevur varhugan av, hvør tað kann vera, sum hevur framt hetta her- verkið. Leitaðu eftir vilstum manni UTTAN ÚR HEIMI Seinastu dagarnar hevur ísraelska trygdartænastan tikið níggju jødiskar niður- setumenn, sum eru skuldsettir fyri at hava søkt at fleiri pal- estinskum málum. ÍSRAEL Árni Joensen Ísraelsk bløð avdúkaðu í gjár, at tað eru ikki bara palestinar, sum fremja yvirgang. Víðgongdir jød- iskir niðursetumenn hava eisini sín yvirgangsfelags- skap og hava skipað fyri fleiri álopum á palestinar. Sambært bløðunum hava ísraelskir og palestinskir myndugleikar leitað eftir teimum jødisku yvirgangs- monnunum leingi. Bæði ísraelsmenn og palestinar hava lagt niðursetumennin- ar undir at hava myrt minst níggju palestinar, og í fleiri førum er avdúkað, at teir hava roynt at spreingja pal- estinskar skúlar í luftina. Í juli kom gongd á av- dúkingarnar, tá ísraelska løgreglan handtók tveir niðursetumenn. Í bili teirra fann løgreglan nógv spreingievni av tí slagnum, sum ísraelski herurin nýtir. Síðani eru níggju niður- setumenn tiknir, og felags fyri teir allar er, at teir eru fyrrverandi hermenn í ísra- elska herinum, skrivar blaðið Haaretz. Keldur í trygdartænastuni siga fyri blaðnum, at menninir vóru snigskjúttar í herinum, og at teir eisini høvdu góðan kunnleika til evnafrøðilig vápn og spreingievni. Ísraelska løgreglan fekk av álvara illgruna til yvir- gangsfelagsskapin hjá nið- ursetumonnunum, tá ein bumba varð funnin við ein palestinskan gentuskúla í Eysturjerusalem í apríl. Spreingievnið stavaði fyri ísraelska herinum. Seks vik- ur frammanundan doyði ein palestinskur drongur, tá ein bumba brast uttan fyri ein skúla í bygdini Tzur Baher. Eisini tað spreingievni stav- aði frá ísraelska herinum. Hetta er ikki fyrstu ferð, at jødiskir niðursetumenn hava framt yvirgang í pal- estinskum øki. Tað sama hendi í áttatiárunum, skriva ísraelsku bløðini. Tá George W. Bush, forseti, tann 1. mai kunngjørdi, at sjálvt kríggið í Irak var lið- ugt, høvdu 138 amer- ikanskir hermenn lat- ið lív. Nú er talið tví- faldað. IRAK Árni Joensen Sunnudagin kunngjørdi amerikanska herleiðslan í Irak, at tveir hermenn aftur- at høvdu latið lív í irak- skum álopum. Harvið hevur USA mist 137 hermenn í Irak síðani tann 1. mai. Tann dagin kunngjørdi George W. Bush, at sjálvt kríggið var liðugt og vunnið. Tann dagin hevði kríggið kostað 138 amerikonskum her- monnum lívið. Við teimum báðum, sum doyðu sunnu- dagin, hava amerikanarar- nir mist 275 hermenn, síð- ani Bush gav boð um at leypa á. - Vit vistu alla tíðina, at tíðin aftan á kríggið fór at verða minst líka vandamik- il sum sjálvt kríggið, men á ein annan hátt, sigur maj- orurin William Thurmond við tíðindastovuna AP. Hann er talsmaður hjá her- leiðsluni og hevur støð í Bagdad. - Undir krígnum bardust vit ímóti vanligum her- monnum, sum vóru skipað- ir, og sum gingu í búna. Nú verða vit álopnir av øðrum stríðsmonnum, sum koma út út myrkrinum og leypa á menn okkara við vegjaðar- an við rakettdrivnum gran- atum, bumbum og riflu, sigur Thurmond. Samstundis siga amerik- anskir hernaðarfrøðingar, at tað fer at kosta USA nógv mannalív afturat at vinna friðin í Irak. Friðurin krevur fleiri mannalív enn kríggið Dagliga eru mótmæli ímóti amerikonsku hermonnunum í Irak. Her krevja shia-muslimar í býnum Bakuba, at amerikanararnir skulu fara úr Irak Jødiskir niðursetumenn hava eisini sín yvirgangsfelagsskap Stórt arbeiðsloysi í fiskiídnaðinum Arbeiðsplássini í norska fiskiídnaðinum eru so nógv fækkað tað seinasta árið, og í fleiri fiskivinnuplássum ligggur arbeiðsloysi um tíggju prosent. Á fleiri fiskavirkjum standa maskinurnar stillar, og gongdin tykist halda fram, sigur norska útvarpið. Aðal- skrivarin í fakfelagnum hjá flakafólkunum, Hans Johan Dahl, sigur við útvarpið, at síðani 1. januar í fjør hevur sætta hvørt fólk í fiskiídnaðinum kist arbeiðið. Hann finst hvassliga at stjórnini í Oslo og leggur hana undir miðvíst at beina fyri fiskavirkjunum kring landið. Sambært Hans Johan Dahl fáa fiskavirkini alt ov lítlan fisk, og hann vil tí hava stjórnina at noyða trolararnar at landa til virkini, so fólk kunnu sleppa aftur til arbeiðis. Eingir hermenn til Irak Týskland fer ikki at senda hermenn til Irak at hjálpa amerikanarum og bretum. Tað sigur uttanríkisráð- harrin, Joschka Fischer. Fioscher, sum var á vitjan í Finnlandi um vikuskiftið, segði í Helsingfors, at tað áliggur amerikanarum og bretum at tryggja frið í Irak, tí tað eru teir, sum hava hersett landið. Hann vísti á, at týska stjórnin bardist sum úlvur á skóg fyri, at ST skuldi standa fyri arbeið- inum at endurreisa Irak, men at USA segði nei. Tí hava teir og bretar ábyrgdina nú, segði Joschka Fischer. Finnland fer heldur ikki at senda hermenn til Irak. Uttanríkisráðharrin, Erkki Tuomioja, segði aftan á samráðingarnar við Fischer, at Finnland hevur somu støðu til Týskland. USA og Bretland hava ábyrgdina av viðurskiftunum í Irak. Fær finska stjórnin haraftur- ímóti eina áheitan frá ST at senda hermenn til Irak, fer stjórnin at umhugsa tað, segði hann. Schwarzenegger í trupulleikum Nógv bendir á, at veljararnir í amerikanska statinum hava ikki álit á filmsleikaranum Arnold Schwarzenegg- er kortini. Schwarzenegger hevur stillað upp sum republikanskt valevni til guvernørvalið í Kalifornia, sum verður tann 7. oktober, og tær fyrstu veljarakanningarnar bendu á, at hann hevði møguleika at vinna valið. Men nú tykist vend vera komin í. Ein kanning hjá stóra blaðnum Los Ange- les Times um vikuskiftið vísti, at bara 22 prosent av teimum spurdu ætla sær at atkvøða fyri "The Termina- tor". Hinvegin ætla 35 prosent at atkvøða fyri demokrat- iska varaguvernørinum. Hann eitur Cruz Bustamente. Eygleiðarar í Kalifornia siga kortini, at veljararnir har skifta støðu í heilum. Tað sæst eisini í kanningini hjá Los Angeles Times, tí heili 46 prosent av teimum spurdu siga, at tað kann væl henda, at tey fara at hava eina aðra støðu tann 7. oktober enn nú. Kanna ísin 50 av teimum fremstu veðurfrøðingunum í heiminum koma í dag til Noregs, har teir skulu kanna, hvussu veð- urlagsbroytingar ávirka ísin í teimum høgu norsku fjøllunum. Granskararnir, sum eru úr USA, Kanada, Evropa og Aasia, eru við í einari altjóða verkætlan. Umframt at kanna, hvussu veðurlagsbroytingar tey seinnu árini hava ávirkað ísin í teimum høgu norsku fjøllunum, skulu teir eisini kanna, hvussu broytingar fyrr í tíðini hava ávirkað viðurskiftini. Tað eru heldur ikki bert fjøllini, sum verða kannað, tí granskararnir ætla sær eisini at vita, um og hvussu broytingar í veðurlagnum ávirka havstreymarnar. Talskvinnan hjá veðurlagsráðstevnuni í Noregi, Monika Sandnes, sigur við Dagbladet, at granskararnir halda, at tað er menniskjan, sum er orsøk til, at tað hevur verið sjáldsama heitt um summarið tey seinastu árini og rættiliga lýtt um veturin. Sambært talskvinnuni hava hitabroytingarnar verið so stórar seinastu tjúgu árini sum ongantíð fyrr. C M Y K 9 8