Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. august 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 159 - 26. august 2003 Nr. 159 - 26. august 2003 11 Útnorðursráðið hevur júst havt ársfund í Føroy- um. Útnorðursráðið er eitt ráð, ið er sett saman av tingmonnum út Íslandi, Føroyum og Grønlandi. Soleiðis sum viðurskiftini eru í Útnorði er iva- leyst nógv at samstarva um. Londini í Útnorði hava á mangan hátt einsháttaðar fortreytir. Øll trý lond liva av fiskivinnu, og havumhvørvið og havsins livandi tilfeingi hevur tí tann størsta áhuga hjá øllum í hesum trimum londum. Útnorðursráðið hevur tí altíð sýnt Norðuratlants- havinum og havumhvørvinum stóran áhuga. Út- norðursráðið hevur skiftandi høvuðsevni á skrán- ni og í ár er tað so heilsustamstarv í Útnorði, sum hevur ráðsins áhuga. Heilsa og heilsuviðurskifti í Arktis og sostatt eisini í Útnorði er eitt sera aktu- elt mál júst í hesum døgum. Stórar kanningar, har eitt nú føroyingar hava tikið lut, hava víst, at tað er ikki vandaleyst at nýta havsins súgdýr sum føði. Hetta hendir samstundis, sum vit her í Før- oyum halda fast um rættin at drepa grind og ís- lendingar eru farnir undir aftur avmakraða stór- hvalaveiðu. Alt hetta fer ivaleyst at føra til eitt størri trýst frá umhvørvisfelagsskapum. Hartil kemur politiskt trýst. Sum kunnugt hevur USA longu nú lagt stórt trýst á Ísland til tess at fáa landið at gevast við sildrekaveiðuni. Umframt Útnorðursráðið hevur ráðgevandi bólk- ur hjá Arktiska Ráðnum hildið fund í Føroyum. Hesin bókur, har Føroyar hava umboð, fylgir við umhvørvinum í Arktis. Hóast Føroyar ikki kunnu sigast beinleiðis at vera partur av Arktis, so hevur nógv, sum hendir í Arktis, ávirkan á tað, sum hendir her hjá okkum. Hetta er serstakliga gald- andi fyri náttúruna og fyri burðardygga nýtslu av havsins ríkidømi. Sum kunnugt er almenningurin í Vesturheiminum hart ímóti, at livandi tilfeingið í Norðurhøvum verður troytt. Hetta er í sjálvum sær ein hóttan. Ein onnur hóttan er tann dálking, sum kann gera tað vandamikið at eta sjóføði. Hendan dálking kemur í stóran mun frá teimum, sum vilja nokta okkum í Útnorði at troyta havsins tilfeingi. Besti háttur til tess at takla hesar trupul- leikar er at samstarva. Tað er tí sera umráðandi, at politiska samstarvið í Útnorðri verður ment og styrkt. Eisini er umráðndi, at hetta samstarv verð- ur víðkað til londini í Arktis. Fleiri av hesum londum t.d. Rusland og USA eru millum stór- syndararnar, tá vit hugsa um dálking av havinum, samstundis sum tey hava stóran áhuga fyri náttúru og umhvørvi í Norðurhøvum. Her er ivaleyst nógv at tosa um og nógv at samstarva um. DAGSINS MEINING Sosialurin Samstarv í Útnorði VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Høgni Hoydal so frustr- eraður og óseriøsur, at mær tykir synd í honum Bjarni Djurholm Sum ikki einaferð, tá tjóð- veldið hevur rent seg á turt, so verður farið eftir mann- inum heldur enn eftir bólt- inum. Í málinum um ar- beiðsmarknaðaruppskotini hevur semja verið í lands- stýrinum um, at undirritaði skuldi fyrireika lógarupp- skot til dagførda lógávu. Samt landsstýri ásannaði, at aftaná ártíggju og nógv- um royndum at fáa partar- nar á arbeiðsmarknaðinum at greiða viðurskiftini – utt- an úrslit, so var neyðugt at leggja á annan bógv. Semja í landsstýrinum Á landsstýrisfundi fyrst í juni í ár legði undirritaði fram upprit og uppskot um nýggja lóggávu á arbeiðs- marknaðarøkinum. Semja var í landsstýrinum um, at skil skuldi fáast á viður- skiftunum sum skjótast, og fekk undirritaði undirtøku fyri at arbeiða víðari við lógaruppskotunum. Seinast í juni legði løg- maður so endaligu lógar- uppskotini fyri landsstýris- fund. Undirritaði var burt- urstaddur. Samt landsstýrið tók undir við uppskotunum, og avráddi at senda upp- skotini til løgtingslimirnar í samgonguni, og at undirrit- aði skuldi kalla partarnar á arbeiðsmarknaðinum sam- an at viðgera lógaruppskot- ini (allir tjóðveldislands- stýrismenninir vóru á fundi). Vinnumálaráðið avgreid- di uppskotini til løgtings- limirnar samb. fundarfrá- søgnini. Bíðað varð til undirritaði kom aftur úr summarfrí at senda lógar- uppskotini til partarnar á ar- beiðsmarknaðinum. Hetta var gjørt í vikuni undan ólavsøku. Samstundis varð boðað til fundar at viðgera uppskotini. Ikki eitt orð í fjølmiðlunum. Tað veit Høgni Hoydal (HH) full- væl. Høgni veit betur Tjóðveldið byggir sín sam- leika á politisk plagiat, sum er í andsøgn við tjóðveldis- hugsjónina. Hetta gjørdist eyðsýnt undir viðgerðini av ólavsøkurøðu løgmans, tá tjóðveldismenn fóru á røð- arapallin at sáa iva um upp- skotini til nýggja arbeiðs- marknaðarlóggávu. Har byrj- aði almenna umrøðan, tað veit HH eisini fullvæl. Tjóðveldisumboð hava eisini verið í bløðunum og fornokta lógaruppskotini, tað veit HH eisini. Ávísir fakfelagsformenn hava biðið undirritaða halda fingrarnar burtur frá arbeiðsmarknaðarlóggávuni, og tingmenn tjóðveldis- floksins hava alment stuðla hesi sjónarmið, tað veit HH sjálvsagt, eins og øll al- menn umtala undan felags- fundinum við arbeiðsmarkn- aðin er íkomin av tjóð- veldinum, tað veit HH sjálvandi. Buksuvátir Nú var rot komið í. Gyltu og avgjørdu lyftini frá tjóð- veldinum undir verkfall- inum um dagførda lóggávu á arbeiðsmarknaðinum vóru tað bera reyp, nú tingmenn floksins hoknaðu í kong- unum og síðan ólavsøku hava sent forvirrað signal í fjølmiðlunum. Flokkurin hevði gjørt í brøkurnar, so nú vóru góð ráð dýr hjá HH. Nú var neyðugt at spinna, at skapa rok, at seta í verk eina skue- process, at produsera nýggj- an sannleika, so pseudo- borgarligu sjónarmiðini tjóðveldisfloksins ikki verða avdúkað. Synd í Høgna Tí var neyðugt hjá HH at exponera á undirritaða í Degi og Viku fríggjakvøld- ið. Óseriøst at illgita, spilla út og bera ósannindi um ar- beiðsmarknaðaruppskotini eins og onnur vinnumál. Tað næsta verður óivað, at HH fer at boða frá, at hann má taka málini aftur til við- gerðar í landsstýrinum fyri at bjarga tí, ið bjargast kann?? Ósmædnið kennir so eingi mørk. Hinvegin tykir mær næst- an synd í HH. Skilji væl, at hann kennir ómegd, tá hugsað verður um hansara politisku avrik farnu fimm árini. Samanborið við alt garterilsi, munnu føroying- ar neyvan áður hava bíðað so leingi eftir so lítlum. Men sjálvsagt, hini hava kanska skuldina? Pátikna sjálvsimagiið, har HH er exponentur fyri tí góða og nýggja, meðan hini umboða tað gamla og for- dervaða, avdúkar ein hug- burð, sum mangan er orsøk til stríð. Hetta man ikki minst flokkur hansara sanna. Velji annars at bera yvir við HH og taka hansara frustratiónir sum eitt kom- pliment. Málið ikki slept Arbeiðsmarknaðaruppskoti ni eru so týdningarmikil, at arbeitt verður áhaldandi við teimum eftir landsstýris- samtyktunum, uttan mun til hvat tjóðveldið nú sigur. Partarnir á arbeiðsmarkn- aðinum eru bidnir um at svara Vinnumálaráðnum í seinasta lagi 29. september. Vinnumálaráðið fer so at viðgera innkomnu svarini, og vera partarnir so aftur kallaðir til fundar. Tað er eingin ivi um, at atferð tjóðveldisfloksins hevur skaðað málið almik- ið, tí hvørjum skal arbeiðs- marknaðurin nú trúgva? Men tað var kanska mein- ingin. Tí verður staðiliga heitt á HH og tjóðveldið at halda fast við landsstýris- samtyktirnar, at standa við givin lyfti og at virka sam- svarandi. Undirritaði sleppur so ikki málunum. Torir tjóð- veldið ikki, so fer tað at bíða eftir avgerð løgmans. Verð reiðiligur Sól og undanvindur hava eyðkent búskapin farnu 7 árini. Nú dregur hann á luftina, og tað lotar ímóti. Kanska ætlar tjóðveldið at sleppa úr samgonguni. HH átti tí at verið reiðiligur og sagt sum var. Ella er øll henda fjøðlmiðlaøði fyri at káva yvir væleydnaða ríkis- fundin hjá løgmanni? Livst so spyrst. Eini ráð til HH. Kom til arbeiðis. Tímir tú ikki, lat so hini fáa arbeiðsfrið. Dumpaður varaløgmaður Torkil V. Rasmussen Fyrrv. formaður í Fólkafloksungdómi Skattur er, eins og hann er inntøka fyri eitt land, eisini eitt búskaparpolitiskt am- boð at skapa javna millum fólk. Ella hetta er tað, ið føroyskir og útlendskir sosialdemokratar leingi hava billað fólki í útheimi og her heima á klettunum inn. Rætt er tað, um vit skulu hava ein dýran og ikki minst stóran, ella, sum tað hevur víst seg í teimum norðurlendsku universellu vælferðarmynstrunum, al- menna geira, so er neyðugt at skaffa pening til fígging. Tað hevur víst seg, at hægri skattaprosentið í einum landi er, samsvarandi minni gerst tann samlaða miðal arbeiðstíðin hjá tí einstaka borgaranum. Marginalskattur verður allýstur at vera tann skattur, ið goldin verður av tí síðst tjentu krónuni. Eitt dømi uppá marginalskatt er: Um inntøkan er 400.000 um ár- ið og verður hækkað til 430.000, og skattainntøkan hækkar úr 180.000 til 200.000, so verður marginal- skatturin 66,6%. Ikki er tað uttan orsøk, at borgarligir politiskir flokk- ar í flestu londum í vestur- heiminum hava verið við til at minka marginalskattin til at økja um hugin hjá tí ein- staka at arbeiða. Amerikanski búskapar- frøðingurin Laffer vísti á samanhangin millum ar- beiði og ta samlaðu miðal skattainntøkuna. Hann vísti á, um skatturin fer yvir eitt víst støði, so fóru inntøkur- nar til landið at minka. Or- søkin til tess var og er, at ov nógvur skattur tekur hugin frá fólki at arbeiða burtur. T.d. økir eitt ov høgt skatta- prosent um virkni á tí svarta marknaðinum, mink- ar uppá ta privatu nýtsluna hjá húsarhaldinum og har- við keypiorkuna, sum samlað ger, at inntøkurnar til landið eisini minka. Sum mát fyri vælstand- inum í einum samfelag verður BTÚ (Bruttotjóðar- úrtøka) pr. íbúgva nýtt. BTÚ pr. íbúgva verður al- lýst at verða tann hátturin at geva upp tað samlaða virð- ið av framleiðslu, sum hendir í virkjum, handlum, fyritøkum, o.ø. arbeiðs- plássum, har síðan virðið av rávørum o.ø. sum eru við til at skapa framleiðsl- una verða mótroknað. Eisini verða almennar veitingar máltar í % av BTÚ. Í árinum 1962 vóru tær almennu veitingarnar 9% av BTÚ og í 1997 vóru tær 28%. Ein av orsøk- unum til hesa gongd er øk- ingin í skattingini og út- reiðslunum, ið danski stat- urin hevði av tí almenna geiranum í Føroyum. Líta vit aftur á árið 1962, so er at siga um skattainn- tøkurnar, at tær vóru 18,8% av BTÚ. Leggja vit donsku veitingarnar aftrat, so er tann almenni parturin 29,4% av BTÚ. Í árinum 1997 var skattligi parturin heili 45,8% av BTÚ, og verða donsku veitingarnar og stuðulskipanir lagdar aftrat, so gerst hin almenni parturinheili 68% av BTÚ!! Hetta vil í stuttum siga, at tann almenni part- urin var 2,3 ferðir størri í 1997 enn í árinum 1962. Kanningar benda á at fyri hvørt oyra, sum verður goldið meira í skatti, kostar tað búskapinum meiri enn tað oyra, ið varð goldið. Um føroyski búskapurin skal broytast frá einum spakuligum ella linum vøkstri uupá 3,4% um árið til eitt skjóttvaksandi bú- skaparvøkstri uppá 6% um árið, má skattatrýstið liggja á góðum 23% av BTÚ. Taka vit eitt dømi uppá eina lága løn t.d. 14.000 kr. um mánaðin t.e. 168.000 kr. um árið í Tórshavnar kom- munu, og vit ganga út frá árinum 2002, so fara uml. 45,5% í skatti um árið tvs. 76.369 kr. haraftrat koma húsarhaldsútreiðslur o.a. sum ger, at vit kunnu venda aftur til byrjanina, ið vísur okkum á ta minkandi keypiorkuna, hugin til at arbeiða og tað økta svarta arbeiði, ið ikki gevur ser- ligan búskaparvøkstur. Fáið skattin niður, og ikki minst marginalskattin! Spar- ið uppá útreiðslurnar og økið um inntøkurnar! Ar- beiðið eftir borgarligum leisti! Veljið heldur skatta- lætta enn lønarhækkingar! Lønarhækkingar resultera í prísvøkstri sum ger, at í síð- sta enda er einki vunnið! Hví gjalda so høgan skatt? Rógvi Absalonsen Leygardagin 16. august var grein í Dimmalætting, har Kári Durhuus og Per Høj- gaard, fyrrverandi útvarps- tíðindamenn finnast at før- oyskum fjølmiðlum at vera ov veikar og geva politikar- um og embætisfólkum ov lætt spæl. Síðani verður lagt afturat, at fjølmiðlarnir ikki hava fíggjarliga orku til at vera vakthundar í samfelagnum. Hetta kann væl passa í ein mun, men eg eri sannførdur um, at fjølmiðlarnir kunnu gera ein størri innsats hóast fíggjarligu støðuna. Tað hevði verið ynskiligt at føroysku fjølmiðlarnir høvdu torað betri at funnist at og onkuntíð brúkt eitt sindur subjektiviteti í sín- um viðgerðum av málum. Hyggja vit út í heim bera fjølmiðlarnir seg at júst á henda hátt, og ikki sum í Føroyum. Ikki tað at mein- ingin hjá tíðindamanninum skal koma fram í hvørjari søgu, men heldur, at ein- staki tíðindamaðurin slepp- ur at seta sín dám á søguna, við at koma við egnum metingum um hvat hann sjálvur hevur fingið burtur- úr at viðgera eitthvørt mál. Hetta er hóast alt persónur- in, sum hevur tosað við viðkomandi fólk og hevur nógv best innlit í evnið, so hví skal hann ikki eisini sleppa at siga sína hugsan? Tann mest vanliga føroy- ska fjølmiðlasøgan í dag inniheldur nakrar spurning- ar til nøkur viðkomandi fólk, sum síðani verða svar- aðir, og so hevur tíðinda- maðurin nøkur fakta at siga frá í byrjan og enda. Eitt er, at hetta ikki er serliga áhugavert at lesa. Men tað er enn verri at serliga polit- ikarar fáa alt ov leysar teymar og vera ikki lagdir undir nóg stórt trýst frá fjølmiðlunum. Seinastu vikurnar hevur mikið orðastríð verið mill- um limir í sitandi sam- gongu. Hóttanir av ymsum slag hava fokið millum partarnar, og í øllum meldr- inum sita fjølmiðlarnir og skriva greinar upp og niður um, hvat øll illsinnavættini hava sagt. Í staðin skuldu fjølmiðlarnir spurt seg sjálvar, hví ólukkan politik- ararnir ikki ringja beinleið- is til hvønn annan, í staðin fyri at brúka fjølmiðlarnar sum talurør. Jú meira hugsa verður um hetta, sannlíkari tykist tað vera, at fjølmiðl- arnir blíva útnyttaðir. Eg sakni eitt sindur meira forvitni frá teimum tíðinda- monnunum, sum dagliga tosa við politikarar og em- bætisfólk. Sum nú er, tykist tað, sum tíðindamenninir bara taka ímóti og skriva niður, uttan at spyrja ágangandi spurningar ella gera egnar niðurstøður. Sjálvandi skulu tíðinda- menn vera sakligir í sínari viðgerð, og sjálvandi skulu teir ikki gera eina framløgu av síni egnu ideologi, men eitt sindur meira ágrýtni og dirvi hevði gjørt væl meiri gagn enn skaða. Um ein hyggur út í heim, hava fjølmiðlarnir nógv størri vald, við tað at teir tora at lata tíðindamenninar siga sína egnu hugsan um málini, teir viðgera. Møgu- liga fáa føroyskir tíðinda- menn ikki loyvi til hetta, men eg eri sannførdur um, at høvdu teir sjálvir valt, so høvdu teir gjørt tað sama sum starvsfelagarnir úti í heimi, tí tað ger arbeiðið nógv áhugaverdari, sam- stundis sum teir røkja sínar skyldur nógv betri. Vónandi fáa fjølmiðlar- nir eyguni upp fyri hesum, soleiðis at fjórða statsvald- ið veruliga kann fáa ta ávirkan, hon hevur í flestu øðrum londum í vestur- heiminum. Einfaldar loysnir til veiku føroysku fjølmiðlarnir VIÐMERKINGAR Símun A. Klein Hvussu áhugavert er tað ikki at síggja, hvussu polit- ikkararnir ringja seg saman og fara í holt við at broyta lógina ferð eftir ferð, hvørja ferð teir verða fang- aðir í at bróta lógina í land- inum? (Slíkt er fari fram í áravís nú). Men eftir at politikkararnir eru uppdag- aðir í sínum svikum, so hendir ikki stórvegis meira enn tað, at politikkararnir hereftir fara at skava útyvir alt skarnið, ið teir hava framavla í landinum, eins og kettan ger við sítt skarn, eftir at hon er sloppin av við sítt. Meiri hendir so ikki í málunum, og eingin verður sektaður (burtursæð frá skattgjaldaranum, hon- um sum nýtir musklarnar at arbeiða við). Eingin sekur verður koyrdur. Skuldi tað nú hent, at ein politikkari ger okkurt gali, og sekt skal leggjast á, so er tað lands- kassin ið gjaldar og ikki hin einstaki politikkarin. Men um hin meinigi maðurin forbrýtur seg, so má hann gjalda fyri tað sjálvur, altso muskularbeiðandi persón- urin rindar í báðum førum, meðan politikkarin altíð kemur at sita og skúma róman, líka mikið hvussu víkir og vendir. Og veljarin situr bert og gløðir sum ein mua og sigur einki. (Lógar- frasan: »Øll eru líka fyri lógini, er tó ikki tilrokna teimum, sum sita við ræðið í landinum á sínum ymsu plássum í landinum«). Hóast alt hettar, so siga allir politikkararnir sum við ein munn, at Føroyar eru ein kristin tjóð? Men ímillum politikkarar sita eisini fleiri av teimum, sum eisini hava leiðandi leiklut- ir í sokallaðum kristnum samkomum, hvilket trag- iskt syn! – Hyklaríið leingi livið! – Tit kunnu ikki tæna Guði og Mammon, tit kunnu ikki ríða á tveimum hestum samstundis, tit kunnu ikki verða kristin- dómsins tænarar og politik- dómsins tænarar! – Men jú siga tit hóast hettar beint ímóti slíkum allíkavæl. Tit fáa løn fyri at bróta alt, sum er rundanum tykkum, bert tit ikki fara fyri skeyti sjálvir. Prestarnir í fólkakirkjuni eru statsstýrdir og fáa har- við ikki loyvi til at læra út frá bíbliuni, tí ger ein slíkur prestur tað, so verður hann koyrdur við brestin. Men jú størri rotinskapurin í land- inum veksur, jú størri og dýrari kirkjur og samkomu- hús vera bygdar við sínum ekstremt dýrum innrættn- ingum, heldur enn at neyð- stødd fingu hesar peninga- upphæddir til góðar í staðin fyri. – Eg var svangur, men...? Men tað flottasta av øll- um er, at bíblian sigur klárt, at øll, ið halda seg til lóg- verk, eru undir banni! (Gal. 3:10). So vita tit nú, øll tit, sum forsvara lógina í land- inum, hvørjum tit liva og hoyra inn undir, ikki so? Jamen, hattar meintist við móselóg og hevur einki við okkum at gera, siga tey flestu. Ja, helst tað, men vit skulu minnast til, at móse- lóg sum tó var hildin fyri at innihalda ávísa dýrd í sær, ikki var nakað annað enn ein tænasta fordømingarin- nar, men harvið mugu vit ongantíð halda, at vit á okkara døgum duga nógv betur at smíða lógir, enn smíðararnir av móselóg, nei, okkara landsins lógir í dag eru á nógv nógv lægri støði enn móselóg, og politikkarar fara ongantíð at koma upp til knýggja á smíðarunum á móselóg, hvørs lóg als ikki kundi nýtast allíkavæl til frelsu, bjarging og bata í sam- felagnum. Tí, var Móselóg bert ein tænasta fordøm- ingarinnar, hvussu ikki mikið meira verður lógar- smíð á okkara døgum júst tað sama? Men lóggevingin í Føroyum gevur einamest ágóða til politikkararnar sjálvar við familju, men annars ikki tað stóra til hini, tíverri. Eins og ísraelsfólk í forum høvdu Móselóg, so hava vit á okk- ara døgum eina Egoistlóg, tilevnað av politikkarum einans til signing fyri politikkarar sjálvar, men við ágóðanum, sum annars tilhoyrir Palleba og Jose- finu! Jú fleiri kirkjur og sam- komuhús ið bygdar vera í landinum, jú færri kristin vera í landinum. – Hettar er altíð til allar tíðir eitt álít- andi barometur! Óhugnaligi veruleikin! C M Y K 11 10