Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. august 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 159 - 26. august 2003 Nr. 159 - 26. august 2003 13 - Hetta er fyrstu ferð, eg eri í Føroyum, og sum ferðafólk havi eg ongantíð upplivað so vánaliga viðferð, sigur Nigel Hughes, leiðarin í bretska umhvørvisfelagsskapi num Green Light Trust, sum hevur 50.000 limir kring allan heim. Fríggjadagin kom hann til Føroya at uppliva náttúru okk- ara á ferð, sum hann hevði samskipað við Smyril Line FERÐAVINNA Heini í Skorini Saman við fimtan øðrum ferðafólkum, sum tó ikki vóru í ferðalagi saman, stóð Nigel Hughes saman við vinmanni sínum frígga- morgunin uppi á Hotel Føroyum uttan at vita, hvat hann skuldi gera. Eftir at hava verið í Íslandi við samstarvsfelaga sínum í bretska umhvørvisfelags- skapinum Green Light Trust, var Nigel Hughes komin til Føroya at hyggja nærri at náttúru okkara, og allur túrurin var fyrireik- aður í samstarvi við Smyril Line, ið sum kunnugt eigur bæði Nørrona og Hotel Føroyar. Men alt gekk sambært ónøgda ferða- manninum ikki sum ætlað. Níggju tíma bíðitíð Nigel Hughes sigur frá, at Norrøna legði at kl. 5 um morgunin, og at øll skuldu vera úr kømrunum kl. 3.30 uttan at fáa morgunmat umborð. - Eftir at hava leitað í hálvan tíma fáa vit ein hýruvogn at koyra okkum niðan á Hotel Føroya kl. 5.30, men uppi á Hotel Før- oyum verður í eini kaldari móttøku sagt, at vit ikki sleppa inn á kømur okkara fyrr enn kl. 14 og hvørki fáa mat ella drekka fyrrenn kl. 6.30, greiðir ein ónøgd- ur Nigel Hughes frá. Hann sigur, at á henda hátt var bíðitíð teirra níggju tímar, áðrenn ein kærkomin song var tøk, og at tey fimtan ferðafólkini uppi á Hotel Føroyum fríggamorgunin hvørki vistu út ella inn. - Tá allur túrurin framm- anundan er goldin og sam- skipaður í samráð við Smy- ril Line, og tá talan er um eitt fýra stjørnað hotel, vænta vit góða tænastu og samskipan, men vit vórðu snøgt sagt hildin fyri gjøld- ur, sigur Nigel Hughes. Grøni aktivisturin vísir víðari á, at hóast hann hev- ur ferðast kring allan heim í umhvørvisørindum við fel- agsskapi sínum, hevur hann ikki verið vitni til ferða- vinnu á so lágum støði sum í Føroyum. Út av lagi samskipan hjá Smyril Line Langa bíðitíðin hevði sam- bært Nigel Hughes havt eina náttúrliga orsøk, um Nørrona og Hotel Føroyar vóru sjálvstøðug og skyld at hvørjum øðrum, men sum kunnugt er bæði hotellið og ferðamanna- skipið ogn hjá Smyril Line. - Tá ferðafólk hvønn fríggjadag og mánadag koma til landið kl. 5 um morgunin og ikki sleppa inn á kømur síni fyrrenn kl. 14, er talan í veruleikanum um út av lagi samskipan hjá Smyril Line, sigur Nigel Hughes. Hann sigur, at ferðamaðurin, sum hevur goldið í dýrum dómum, als ikki fær ta tænastu, hann væntar. - Umframt, at vit hvørki fingu innivist ella mat og drekka, var móttøka okkara sera køld, og gjørdu vit vart við ónøgd okkara, vórðu vit kensluleyst uttan gesta- blídni víst frá okkum, er niðurstøða Nigel Hughes, leiðari á bretska umhvørv- isfelagsskapinum við heili 50.000 limum. Eftir at hava gjørt vart við ónøgd sína fríggja- morgunin, fekk hann allan peningin aftur frá Hotel Føroyum, sum eisini syrgdi at útvega honum eitt kamar á Hotel Tórshavn. Hetta er fyrsta ferðin, at Nigel Hughes er í Føroyum at uppliva náttúru okkara, men eftir viðmerkingum hansara um túrin er iva- samt, um vit síggja bretska umhvørvismannin aftur á klettunum… Stjórin á Hotel Føroyum, Johannes Jensen, heldur talan vera um ósakligan atburð frá bretska umhvørvismanninu m fríggjamorgunin á Hotel Føroyum. - Starvsfólk okkara kendu seg hótt, og maðurin fór út um vanligt mark, sigur Johannes Jensen FERÐAVINNA Heini í Skorini Í rapportini, sum náttar- vakturin á Hotel Føroyum lat stjóranum fríggjadagin, stóð at lesa, at ongantíð áður hevði hann upplivað slíkan atburð hjá ferðafólki á Hotel Føroyum. Bretski umhvørvismaðurin, Nigel Hughes, var sambært stjór- anum á Hotel Føroyum so sintur, at hann hótti at bróta lutir og gera seg inn á starvsfólk. - Eins og náttarvaktur okkara skrivaði, havi heldur ikki eg upplivað slíkan atburð, sigur Johan- nes Jensen. Hann vísir á, at bretin kom ovursintur inn á skrivstovurnar handan reseptiónina á Hotel Føroy- um, og at starvsfólkini av álvara kendu seg hótt av ágangandi atburðinum. Altjóða støði Stjórin á Hotel Føroyum, Johannes Jensen, sigur, at altjóða støði fyri check-in tíð er kl. 14, meðan somu reglur áseta, at fólk skulu vera úti kl. 12. - Hotellið var fult, ferða- fólk okkara lógu í fasta svøvni, og so krevur Nigel Hughes eitt kamar kl. 5.30 um morgunin, sum vit sjálvsagt ikki kunnu eftir- líka, sigur Johannes Jensen. Hann vísir á, at talan er um vanliga mannagongd á altjóða støði, og at Hotel Føroyar vanliga ongan trupulleika hevur av bíði- tíðini hjá ferðafólkunum frá tí, at Nørrona leggur at kl. 5, til kømur eru tøk kl. 14. Eingin trupulleiki Hóast ferðafólk hvønn fríggjadag og mánadag koma á hotellið tíðliga um morgunin, áðrenn kømur eru tøk, er sambært Johan- nes Jensen ongantíð ónøgd- semi. - Tey verða upplýst um hesi viðurskifti áðrenn tey koma til Føroya, morgun- matur er kl. 6.30 og vit hava eitt bagagurúm til øll ferðafólk, sigur stjórin á Hotel Føroyum. Hann vísir víðari á, at ferðafólk sjálv- sagt ikki koma til Føroya at sita á kamarinum ella í eini lobby á Hotel Føroyum, og at tey tískil vanliga fara beina leið av aftur hotellin- um um morgnarnar til fyri- reikaðar túrar og tílíkt. - Tískil var talan um eitt serligt fyribrigdi fríggja- morgunin, har maðurin fór út um øll saklig mørk, slær Johannes Jensen fast. Hann vísir á, at ónøgd- semi ongantíð hevur verið millum kundarnar gjøgnum summarið, og at umhvørv- ismaðurin Nigel Hughes fekk allan peningin aftur og nýtt kamar á Hotel Tórs- havn. Áki Jespersen, leiðari á ferðamannadeildini hjá Smyril Line, sigur um tilburðin á Hotel Føroyum, at talan í veruleikanum als ikki er um nakran trupul- leika. - Ongastaðni í heiminum sleppur tú inn á eitt kamar kl. 5 um morgunin, um hotellið er fult FERÐAVINNA Heini í Skorini Hóast bretski umhvørvis- maðurin hevur gjørt vart við ónøgd sína á Smyril Line, er talan sambært Áka Jespersen, leiðara á ferða- mannadeildini, als ikki um nakran trupulleika ella orsøk til ónøgd. - Kring allan heim er vanlig mannagongd, at tú sleppur inn kl. 14, um hotellið er fult, sum tað oftast er á sumri, sigur Áki Jespersen. Hann vísir á, at tá kømur verða vaskað og fólk liggja og sova, ber sjálvsagt ikki til at loyva ferðafólki inn so tíðliga. - Ongastaðni í heiminum sleppur tú inn á eitt kamar kl. 5 um morgunin, so klag- urnar frá umhvørvismann- inum eru uttan orsøk og grundgeving, eru stuttu og ítøkiligu viðmerkingarnar hjá Áki Jespersen, leiðara á ferðamannadeildini á Smyril Line. Leiðari á bretskum umhvørvisfelagsskapi: - Føroyska ferðavinnan út av lagi vánalig - Starvsfólk okkara kendu seg hótt - Vanlig mannagongd Bretski umhvørvismaðurin, Nigel Hughes, var alt annað enn nøgdur við tænastustøði hjá Smyril Line. - Eg havi ongantíð upplivað ferðavinnu á so lágum støði, sigur grøni aktivisturin úr Onglandi, sum er leiðari á umhvørvisfelagsskapi við 50.000 limum – Ósemjan í sam- gonguni er ein meist- arligur sjónleikur, har roynt verður at venda eyguni frá veruligu trupulleikunum og at tiga andstøðua í hel, heldur Jóannes Eides- gaard SJÓNLEIKUR Áki Bertholdsen – Hetta er tann beri sjón- leikur. Men handritið er meistarligt. Jóannes Eidesgaard held- ur ikki, at ósemjurnar, sum dag og dagliga koma til sjóndar fyri almenning- inum, hava nakað sum helst upp á seg. Seinastu tíðina, hava lim- ir í samgonguni fleiri ferðir verið í hornatøkum um ym- isk mál. Eitt mál var sjó- mansskatturin, so var tað norðoyatunnilin, so var tað serliga samferðslugjalldið og nú er tað arbeiðsmarkn- aðaruppskotini hjá Bjarna Djurholm. – Hetta eru ikki veruligar ósemjur sigur hann. Hetta er tað bera undirhald. Men hetta er undirhald á seta høgum støði, leggur hann afturat. Formaðurin í javnaðar- flokkinum heldur, at uttan iva eru handritini til hendan glæntrileikin skrivað á onkrari ráðharrastovu í Tinganesi. Endamálið er rokkið Hann sigur, at við hesum sjónleiki hevur tað eydnast samgonguni at fingið alt kjakið í samfelagnum at snúgva seg um tær sokall- aðu ósemjurnar í samgong- uni. Og vit mugu eisini ásanna, at hesin sjónleikur- in er meistarliga væl leik- stjórnaður, tí endamálið kundi ikki verðið betri rokkið. – Hann heldur, at hetta tænir tveimum endamálum: – Í fyrstu syftu er hetta ein roynd at venda eyguni hjá fólki frá veruligu trupulleikunum. Í øðrum lagi er hetta ein roynd at tiga andstøðuna í hel – og somuleiðis teir báðar smáu samgonguflokkarnir, tí alt hetta eru ósemjur ímillum fólkaflokkin og tjóðveldis- flokkin og teir báðir smáu flokkarnir sleppa heldur ikki upp í part. Jóannes Eidesghaard sig- ur, at úrslitið er, at ein so- kallað ósemja ímillum tjóð- veldisflokkin og fólka- flokkin stjelur allar yvir- skriftirnar í fjølmðlunum. – At sjálvur løgmaður ikki letst um vón er besta prógvið um, at ósemjan ikki eru verilig, men bara ein politiskur glæntrileikur. Løgmaður veit, at talan er ikki um veruligar ósemjur um ymisk politisk mál og tí heldur hann seg kúrran. – Hevði talan verið um stjórnarkreppur, hevði løg- maður neyvan verið tann tigandi eygleiðarin, hann hevur verið, tí so hevði hann talað at. Fjalir útyvir stórar trupulleikar Jóannes Eidesgaard sigur at tað hevur gingið avbera væl í Føroyum í nøkur ár, men nú er alt, sum bendir á, at tað aftur fer at ganga ímóti og samgongan stend- ur fyri ómetaliga truplum tíðum. – Fiskaprísirnir eru lækk- aðir, alivinnan er í svárari kreppu og búskaparligi vøksturin er lækkaður. Tí er tað greitt, at samgongan stendur fyri ómetaliga truplum tíðum, ikki minst nú fíggjarlógin fyri kom- andi ár skal leggjast og tað er í veruleikanum ikki fyrr- enn nú, at samgongan skal standa sína sveinaroynd. – Men alt hetta verður ikki tikið upp á tungu. Ístaðin verður sjónleikir framførdir um sokallaðar ósemjur fyri at venda eyg- uni frá veruligu trupulleik- unum. – Men eg má viðganga, at tað er genialt, so væl hes- in sjónleikurin er lagur til rættis, heldur formaðurin í javnaðarflokkinum. Hava havt mótspæl Nú er andstøðan oftani skuldsett fyri at vera óvirk- in og fyri ikki at hava nakað politiskt mótspæl til sam- gonguna. Er hetta, tú sigur, ikki bara gor og gall frá ein- um floksformanni, sum er í døpurhuga tí at hann ikki sleppur upp í part? – Slíkar atfinningar havi eg sæð og hoyrt og tær mugu vit taka til okkum. Og í ein vissan mun má eg eisini taka undir við teim- um. Men bara í ein vissan mun, tí ongin kann siga, at javnaðarflokkurin ikki hev- ur givið samgonguni polit- iskt mótspæl í teimum mál- unum, sum hava verið frammi. Vit hava verið virkin í sjálvstýrismálinum, vit hava víst á grundleggj- andi viðurskifti í høvuðs- vinnuni, eitt nú hava vit roynt at viðgera trupulleik- an við at leggja fiskiloyvi saman, eins og vit hava víst á onnur, grundleggjandi viðurskifti í høvðusvinnuni og vit hava roynt at fáa gongd á eina viðgerð um at einskilja almennar fyritøk- ur. Sostatt hava vit víst á eina røð av viðurskiftum, men tað hevur alt verið til fánýtis, tí samgongan vend- ir eyguni frá teimum. – Men nú er tað eisini uppgávan hjá samgonguni at royna at gera andstøðuna til einkis, leggur Jóannes Eidesgaard afturat. – Ætlar samgongan at kroysta eina skipan niðuryvir høvdið á pørtunum á arbeiðs- marknaðinum, er tað deyðadømt, sigur Jóannes Eidesgaard ARBEIÐS- MARKNAÐURIN Áki Bertholdsen – Vit góðtaka undir ongum umstøðum, at ein skipan verður kroyst niðuryvir høvdið á pørtunum á ar- beiðsmarknaðinum, uttan at teir taka undir við tí. Tað sigur Jóannes Eides- gaard, formaður javnaðar- floksins. Javnaðarflokkurin er í andstøðu og vit hava spurt hann, hvat hann heldur um ætlanina hjá samgonguni at gera eina nýggja skipan fyri arbeiðsmarknaðin, har enda- málið er at fáa betri skil á, so at vit sleppa undan ar- beiðssteðgum í tíð og úr- tíð. Ein partur av hesi ætlan er at ætlanin at skipa ein víðkaðan gerðarrætt, sum skjótt skal kunna taka av- gerðir um ósemjur um sátt- málan. Fakfeløgini eru hart ímóti hesum, tí tey kalla hetta fyri ein arbeiðsrætt, saman hvussu tað verður nevnt og tað vilja tey ikki vita av. Ein annar partur av hesi ætlan er at geva semings- monnunum víðkaðar heim- ildir at útseta verkføll og tað vilja fakfeløgini heldur ikki góðtaka. Deyðadømt Jóannes Eidesgaard sigur, at tað tænir landsstýris- manninum í arbeiðsmarkn- aðarmálum til rós, at hann eisini hevur sent andstøðini uppskotið um nýggja skip- an fyri arbeiðsmarknaðin til kunningar. Javnaðarflokkurin er ikki liðugur at viðgera uppskot- ið. Tí kann hann heldur ikki viðgera smálutir í uppskot- inum. – Men eg kann kortini siga so mikið sum tað, at javnaðarflokkurin fer ongan- tíð at góðtaka, at ein skipan verður kroyst niðuryvir partarnar á arbeiðsmarkn- aðinum, sum teir ikki taka undir við. – Ætlar samgongan tað, er tað longu deyðadømt frammanundan, sigur for- maður javnaðarfloksins. Hann sigur, at tí noyðist Bjarni Djurholm at taka í egnan barm og at taka upp- skotið aftur og at byrja av nýggjum, har hann leggur arbeiðið til rættis í sam- starvi við partarnar á ar- beiðsmarknaðinum. Hann tekur annars undir við Bjarni Djurholm, tá ið landsstýrismaðurin vísir á, hvussu arbeiðsmarknaðurin er skipaður í hinum norðan- londunum. Í grannalondum okkara er talan um skipanir, sum eru gjørdar í samráð við partarnar á arbeiðsmarkn- aðinum, tí rigga tær. – Men hetta eru sam- stundis skipanir, sum tey í hinum Norðanlondunum hava brúkt fleiri ártíggjur um at bygt teirra skipanir á arbeiðsmarknaðinum upp. – Tær eru ikki gjørd ar einum høggi. Og tað er heldur ongin, sum sigur, at ein fullfíggjað skipan fyri okkara arbeiðsmarknað skal gerast í einum høggi held- ur. Tað kann væl vera, at vit ikki røkka so langt í fyrsta umfari, men so er at taka tað, sum semja fæst um í hesum umfari og so er at royna at taka næsta stigið eina aðru ferð. Stóra avbjóðingin hjá Bjarna Formaður javnaðarfloksins veit, at tað kan vera trupult at fáa partarnar á arbeiðs- marknaðinum at semjast um nakað so grundleggj- andi sum eina nýggja skip- an fyri teirra viðurskifti, tí teir eru mestsum av sær sjálvum ósamdir um mest- sum alt. – Men júst tað at fáa part- arnar at semjast, verður tann tann heilt stóra av- bjóðingin hjá landsstýris- manninum. Tað er eitt ógvuliga trupult talv at telva, men tað er júst í ein- um føri sum hesum, at Bjarni Djurholm skal vísa, hvør dugur er í honum. Og formaður javnaðar- floksins heldur, at gróðrar- botnurin fyri at fáa samráð- ingar í lag við feløgini á ar- beiðsmarknaðinum, skuldi verið rættiliga væl tæðaður. – Allir partar eru samdir um, at vit eiga at fáa eina nýggja skipan og tað er altíð eitt gott støði at fara undir samráðingar á. Men tað er greitt, at tað er neyð- ugt at fara fram við størsta varsemi, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann veit eisini væl, at tað kann vera trupult at fáa allar partar at semjast um allar smálutir í eini nýggjari skipan. – Men tað kann ikki koma uppá tal at seta eina skipan í verk, ið teir ikki sum heild taka undir við. Tað einasta, sum betong- diplomati førir við sær, er, at alt fer í baklás og tá er onki vunnið, sigur Jóannes Eidesgaard. Stóra avbjóðingin hjá Bjarna: Djurholm verður at finna semju – Hetta er eitt ógvuliga trupult talv hjá Bjarna Djurholm at telva, men tað er júst nú, at hann skal vísa, hvør dugur er í hinum, sigur Jóannes Eidesgaard –Tað, sum fer fram í løtuni, er ein sjónleikur, sum samgongan førir fram, tí hon vil ikki viðgera teir veruligu trupulleikarnar. Men hetta er meistarligt undirhald, heldur Jóannes Eidesgaard Meistarligt undirhald C M Y K 13 12