týsdagur 26. august 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 159 - 26. august 2003
15
14
Nr. 159 - 26. august 2003
Eysturríkarin hevur
fiskað í mongum
londum, eitt nú í
USA, Suðurafriku,
Assorunum, Írlandi
og í Noregi. - Av
øllum hesum lond-
um, eru Føroyar eitt
tað mest áhugaverda
landið við einum
stórum potentiali á
hesum øki, sigur Karl
Maly, sum býr í søgu-
liga høvuðsstaðnum,
Wien. Bæði abbi og
pápi hansara vóru
eisini stuttleika-
fiskimenn
SUMMARVITJAN
Vilmund Jacobsen
Seinastu dagarnar hevur
eysturríkarin, Karl Maly,
sum býr í høvuðsstaðnum,
Wien, verið á vitjað í
Føroyum. Hann kom higar
til lands, 14. august og fer
avstað aftur í dag, 26.
august.
Karl er nevndarlimur í
einum eysturríkskum felag
fyri
stuttleikafiskimenn,
ØFG, sum er stovnað longu
í 1880 og hevur stívliga
3000 limir. Í Eysturríki eru
fleiri slík feløg, sum hava
einar
100.000
limir
tilsamans.
Eysturríki liggur ikki til
nakra havssíðu, men har
eru stór vøtn og stórar áir.
Størsta áin eitur, Danube,
og hon er meira enn 300
metrar breið.
Ikki ongul í reyv
Sosialurin hittir Karl sein-
asta leygarmorgun undir
brúnni við Streymin, har
hann stendur og fiskar.
Vit hava gjørt avtalu við
Sámal Bláhamar um at hitta
mannin, men vit vita ikki,
hvør hann er, hvussu hann
sær út og ei heldur, hvussu
hann eitur. Vit vita bara, at
hann er eysturríkari.
Vit
koyra
norður.
Í
fyrstani er ikki líkt til, at
nakar stendur við tráðuni
við brúgvafótin. Vit koyra
eftir brúnni og venda aftur.
Jú, nú síggja vit, at ein
maður stendur dygst við
sjóvarmálan, streymoyar-
megin. Bilurin verður sett-
ur, og gingið verður oman.
Eysturríkarin,
sum
er
einsamallur, stendur undir
einum bakka, sum stingur
uppfyri á leiðini oman móti
sjóvarmálanum.
Ætlanin er ikki at gera
mannin skakkan, tá ið
komið verður undan bakk-
anum, so hugtikin hann
stendur har – sleingir langt
út og dregur so innaftur…
Gingið verður ein lítlan
umveg norðuryvir og síðan
suður ímóti manninum,
sum nú hevur sæð meg.
Vit heilsast. Spyrji, um
hann er eysturríkari. Jú, tað
er hann. Eg sigi, vit hava
eina avtalu, sum Sámal
Bláhamar hevur smíðað.
Rætt er; hetta er maðurin,
Karl Maly.
Líkindini til stuttleika-
fiskiskap eru góð. Stilt, eitt
sindur dysut og smásirm.
Millum
smásteinarnar
liggur eitt vakurt og blankt
sjósíl, sum hann hevur
fingið, hóast hann bert
hevur staðið við tráðuni
einar 45 minuttir.
Eisini á floti…
Upp úr innara lumma tekur
hann eitt myndatól. Hann
hevur longu avmyndað
sílið.
Aðrar myndir, hann blað-
ar fram á myndatólinum,
eru tiknar á báti. Nakrar
hýsur og nakrir toskar í
einum lítlum fiskakassa.
- Eg var á floti hósdagin
og fríggjadagin. Vit royndu
í Nólsoyarfirði, sigur Karl.
Hann er væl nøgdur við
fongin, 10 hýsur og ein tosk
hósdagin og 5 hýsur og 10
toskar fríggjadagin.
Karl er 53 ára gamalur.
Hann ber aldurin væl, og
hevur einki ímóti, at eg sigi
tað við hann. Eitt sindur
myrkur á liti, men vit spyrja
ikki um upprunan.
Hann
hevur
verið
stuttleikafiskimaður, síðan
hann var smádrongur, og
einki løgið er í tí.
- Bæði abbi og pápi mín
vóru stuttleikafiskimenn í
síni frítíð, og eg slapp við
longu sum 4 ára gamalur.
Karl sigur, at hann er
"crasy for fishing".
- Eins og abbi og pápi
mín, elski eg at fiska, og eg
brúki ein stóran part av
míni frítíð við tráðuni.
Føroyar ein perla
Eysturríkarin hevur verið
víða um lond og fiskað.
- Eg havi fiskað í USA,
Assorunum, Suðurafriku,
Írlandi, Noregi – og nú
eisini í Føroyum. Enn havi
eg ikki verið í Íslandi, men
hagar ætli eg mær eisini at
sleppa.
Karl er sera væl nøgdur
við ferðina í Føroyum og
heldur, at hetta er eitt tað
mest áhugaverda landið,
hann hevur vitjað sum
stuttleikafiskimaður. Ein
sonn perla, sigur hann.
- Eg haldi, at Føroyar
sum ferðamannaland á hes-
um økinum hava eitt veld-
uga stórt potentiali, sum ov
lítið verður gjørt við.
Hann heldur, at vinnu-
ligir
útróðrarmenn
og
menn, sum eiga bátar,
kundu tjent væl av peningi,
um teir fóru í fjørðin við
útlendingum, sum ynskja at
koma higar at fiska.
- Bæði á sjógvi og landi
hava tit avgjørt stórar
møguleikar at fáa meira
burtur úr ferðavinnuni.
Verður kunnað um hesar
møguleikar, og hesin partur
av vinnuni verður meira
skipaður, er lítið at ivast í,
at útlendskir stuttleikafiski-
menn í nógv størri tali
vildu vitjað higar til lands.
Hetta vildi givið flogfel-
øgum, flutningsfeløgum og
hotel- og gistingarvirksem-
inum størri inntøku – um-
framt, at hetta vildi verið
eitt gott íkast hjá teimum,
sum vanliga rógva út ella
eiga bátar liggjandi við
bryggju.
Karl er einsamallur í
Føroyum, men tá ið hann
kemur aftur til Eysturríkis,
fer hann at fortelja sínum
landsmonnum frá ferðini
og veldugu møguleikunum
í Føroyum.
- Eg havi bæði tikið
digtalar myndir og livandi
myndir, sum eg fari at vísa
fram.
Nøgdur við veðrið
Hann vísir á, at á Assor-
unum eru pálmar, og har er
heitari enn í Føroyum. Her
var hann til fiskiskap við
einum báti, har ein maður
fekk ein tunfisk, sum
vigaði heili 700 pund!
- Hetta var ein ógvuliga
stórur fiskur, sum mátti
bindast uttanborðs.
Men Føroyar eru øðrvísi,
sigur Karl.
-
Mær
dámar
væl
veðurlagið í Føroyum, tí
tað er so skiftandi og gott
fyri heilsuna. Ert tú á báti,
er nógvur fiskur at fáa, og
tú keðir teg ikki við tráðuni.
Eisini í áum og vøtnum eru
síl og laksur, sum fáa ein
stuttleikafiskimann
at
brellast.
Hann sigur, at tað var ein
lætti at koma úr nógv
hitanum í Eysturríki í
summar og upp til Føroya
at fiska.
At slíkar vitjanir kunnu
hava týdning fyri føroyska
ferðavinnu, er eyðsæð, tí
Karl telist millum tey 18
fólkini,
sum
umboða
felagsskapin, ØFG, við
meira enn 3000 limum.
Sjálvur hevur hann sitið í
nevndini síðan 1968.
- Tað er vist, eg komi
aftur til Føroya at fiska.
Hetta verður ikki komandi
summar, tí tá havi eg lagt
ætlanir um at vitja onnur
lond, men tað er rættiliga
vist, at eg komi aftur um
tvey ár. Tá havi eg kanska
onkran við mær, sum
verður hugtikin av tí, eg
havi at siga um tykkara
vakra og fongríka land.
Blíðskapur og
hjálpsemi
Karl sigur, at blíðskapurin
og hjálpsemi í Føroyum
hevur verið stórt, og hann
hevur nógv gott at bera
Sámali
Bláhamar,
sum
starvast í føroysku ferða-
vinnuni.
- Eg kom einsamallur
higar, men í Føroyum havi
eg møtt nógvum fólki, sum
eg bara kann bera tað besta,
sigur hann.
Eysturríkarin vísir á, at í
Havn liggur hópur av bát-
um og hesar dagarnar, hann
hevur vitjað í Føroyum,
hava 95% av hesum bátum
ligið bundnir við bryggju.
- Í fjørðinum er nógvur
fiskur at fáa; tí undri eg
meg yvir, at nógvir av
hesum bátum ikki loysa ein
góðveðursdag
um
summarið.
Karl undrast eisini stór-
liga yvir, at fiskaprísurin í
Føroyum er so lágur.
- Eg haldi ikki, at tit bara
skuldu fingið 5-10 kr. fyri
kilo av góðum toski og
góðari hýsu, men kanska
50 kr. fyri kilo.
Hetta er so ein spurn-
ingur, vit lata fara víðari til
okkara fiskimenn, fiska-
keyparar og fiskaseljarar.
Teir fyrstu dagarnar í
Føroyum, koyrdi Karl Maly
runt og sá landið, men
seinastu vikuna hevur hann
verið á báti, fram við landi,
við vøtnini og í áunum.
Føroyar eitt tað besta staðið í heiminum hjá stuttleikafiskimonnum
Vit hittu Karl Maly undir brúnni við Streymin. Eitt blankt sjósíl hevði hann fingið, áðrenn vit komu norður.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Karl Maly vildi fegin siga sína hugsan um Føroyar sum ferðamannaland hjá stuttleikafiskimonnum.
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
14