Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-26, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. august 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 159 - 26. august 2003 Nr. 159 - 26. august 2003 17 Sjey solistar, fyrireik- arar og áhoyrarar vóru leygarkvøldið við til at gera landa- plágur á palli til eina ta bestu konsertina í Klaksvík í mong ár. Øll konsertin sum hon var, var eina- standandi góð, og fyrireikararnir vóru vælnøgdir við undir- tøkuna, men tó skal sigast, at tað kundu væl verið nógv fleiri fólk í KÍ høllini leyg- arkvøldið KONSERT Solby A. Eliasen Klaksvík: Leygarkvøldið var KÍ høllin karmur um eina afturlítandi konsert, sum nevndist landaplágur á palli. Gott 500 fólk sótu niðri í høllini, tá konsertin byrjaði um hálvgum tíggju- tíðina. Løg sum Shadow of a Doubt, Heldur akker títt, Alla nátt, Lívsins leikur, Like a slave, Til allar vinir, Heimstaðið og Føroyar rungaðu eftir í høllini, með- an áhoyrararnir fingu eina konsert fyri allar pengarnar. Fólk vóru í góðum hýri, og øll hugnaðu sær. Hendan konsertin má sigast at vera ein av teim- um, sum geva seg sjálvar frammanundan. Tí her var borðreitt við ongum minni enn við creme de la creme í Klaksvík og teimum kend- astu løgunum frá seinastu tríati árunum. Øll konsertin eydnaðist avbera væl – tó við nøkrum smávegis tøkni- ligum trupulleikum, sum bara lata til at eiga at vera ein partur av tí heila, tá okkurt fer fram. Men sum áhoyrari millum øll hini gott 500 fólkini, so má sig- ast, at tað var eitt lítið vón- brot, at tað ikki vóru enn fleiri, sum høvdu lagt sær leiðina niðan í KÍ høllini leygarkvøldið. Tá sjálvt ikki tað besta av tí besta kann lokka fleiri enn 10 % av øllum klaksvíkingum út, so er ilt at siga, hvat tað er, sum skal til. Fyrireikararnir søgdu tó, at teir vóru avbera væl- nøgdir við undirtøkuna, tí teir vistu ikki frammanund- an, hvat teir skuldu vænta sær, tí at tað eru so mong ár síðani, at ein líknandi kon- sert var í Klaksvík. Men fleiri høvdu á máli eftir konsertina, at tey høvdu væntað ikki minni enn 1.000 fólk hetta kvøldið. Framúrskarandi plágur Ein sera vælupplagdur Gunn- ar Nolsøe var vertur hetta kvøldið. Fyrstur á pallin var Jógvan Hansen, forsangari í Aria. Hann legði út við sanginum Hesi snýð av fløguni Vælskapt brek. Jógvan segði sjálvur, at tað var so mikið langt síðani, at hann seinast stóð á palli, at hann var heilt nervøsur. Men tað tóktist ikki at nerva hann tað stóra, tí hann kom sera væl frá sín- um framførslum. Hann gav seg fult út til øll trý løgini, sum hann sang. Síðani kom Birgir Sigurðs- son, sangari í I am. Hann framførdi somuleiðis tríggj- ar sangir. Ein av teimum var Heldur akker títt, sum hann sang saman við MC Restorff fyri nøkrum árum síðani. Hetta var fyrstu ferð, at hann framførdi hendan sangin live, og hann tók skemtandi til, at nú skuldi tað gerast orduligt. – Nú skal tað verða við ordiligum Klaksvíks ó – og ikki havna ó, segði hann og legði flennandi afturat, at ein ger so nógv undir trýsti. Birgir bergtók øll við sín- um framúrskarandi sangi, og rópini og klappini frá áhoyrarunum aftaná vóru ikki til at taka feil av. So var tað tíð til ein av teimum meira royndu sang- arunum. Karl Martin Samuel- sen kom vælupplagdur á Landaplágur á palli: Creme de la creme Hans Jacob Nystrøm, ella Shaky, sum hann er betur kendur í Klaksvík, framførdi tveir sangir av KÍ bandinum, og hann fekk høllina upp á kók í endanum av konsertini Karl Martin Samuelsen var í essinum leygarkvøldið, og hann setti av sonnum lív í tey gott 500 fólkini, sum vóru tilstaðar Jákup Marner Anthoniussen sendi mong aftur í eina lívsglaða ungdómstíð við sínum landaplágum Leygardagin helt Klaksvíkar Ítróttar- felag sín 99. føðing- ardag. Hetta varð gjørt við millum øðrum nøkrum til- tøkum á fótbólts- vøllinum fyri børn- unum. Hóast hoppi- borgin gav yvir eftir lítlari løtu, so lat til, at børnini hugnaðu sær við tí, sum var – og serliga búktalarin var vældámdur FØÐINGARDAGUR Solby A. Eliasen Klaksvík: Við Klaksvíkar Hornorkestri á odda fór skrúðgonga heim eftir Klaksvíksvegnum um trý- tíðina leygardagin og nið- an á vøllin. Aftaná gingu ein rúgva av Kíarum og øðrum, so talan var um eina rættuliga stóra skrúð- gongu. Og Silvi var eisini við. Uppi á vøllinum greiddi Bill McLeod, dagligur leiðari hjá KÍ frá tí, sum skuldi fara fram har. Fyrst komu allir KÍ leikararnir og Karl Martin Samuel- sen upp á pallin at syngja KÍ sangin og síðani varð farið í holt ymsu stuttleik- ararnir. Har var ein tarvur og ein hoppiborg, og har savnaðust nógv børn beinanvegin, men tíverri so punkteraði hoppiborg- in so at siga beinanvegin, so tann gleðin var stokkut. Tað eydnaðist ikki at fáa eina aðra, og tískil noydd- ust nøkur børn at vera hana fyri uttan. Harmiligt, men slíkt hendir, og tað er ikki nógv at gera við tað. Aðrastaðni á vøllinum var ein bóltjonglerings- kapping. Og ta einu løt- una sá tað bara heilt gott út hjá tí eina. Hann jongl- eraði við bóltinum í nær- um hálvan fjórða minutt, og tað sigst at vera rætti- liga longi. Eitt tiltak, sum savnaði nakað av áskoðarum, var brotssparkskappingin, har kend andlit í Klaksvík skuldu skjóta brotsspark í móti KÍ málmanninum, Karstini Joensen. Sparkað varð í fimm umførum og endin var, at hjá kvinn- unum vann Marjun Kalsø og hjá monnunum gamli KÍ leikarin Steinbjørn Jacobsen, betur kendur sum Steinbjørn á posthús- inum. Hóast mong ár síð- ani hann gavst at spæla fótbólt, so lá avbera væl fyri hjá honum at skjóta. Hann skeyt fýra av fimm brotsspørkum í kassan. Hetta var ein stuttlig løta hjá hesum fólkum, sum vanliga ikki spæla nógvan fótbólt og dúgliga varð heppað á hvønnann- an. Karl Martin Samuelsen sang síðani nakrar barna- sangir á pallinum, áðrenn búktalarin Absalon kom. Hesin megnaði avbera væl at fáa látur í fjøldina, sum stóð hugtikin og hugdi og lurtaði eftir hon- um. Tað sást so at siga ikki á honum, at hann tos- aði fyri dukkuna. Hann var so skjótur at svara aftur fyri dukkuna, at tað tóktist heilt veruligt. Og serliga tá speisku við- merkingarnar flugu í mill- um teir til miklan látur fyri áskoðararnar. Hetta tiltakið á vøll- inum vardi umleið tveir tímar, og fólk fóru væl- nøgd avstað aftur. Børnini stuttleikaðu sær á vøllinum Tá hoppiborgin gav skarvin yvir, fóru tey flestu børnini at royna seg á tarvinum, men tað var ikki bara sum at siga tað pallin, og hann setti lív í alt og øll við »manér«. Við gomlum landaplágum og serliga Alla nátt hjá Hjarn- um, fekk hann øll at syngja við. Ung sum gomul – børn sum vaksin sungu av lív og sál við honum. Sjálvandi sang hann eisini hjarta- knúsaran Breaking my heart, og tá sóust tendrarar í skýmligu KÍ høllini. Síðani bleiv sjálv kon- sertin avbrotin av tveimum skemtarum, sum komu upp á pallin at fáa fólk at flenna eina løtu. Tað vóru teir báð- ir Sámal Eyðfinn Akurs- mørk og Finn Johannessen, sum undirhildu eina løtu. Aftaná teir kom einasta kvinnuliga songrøddin hetta kvøldið. Arnfríð Lützen bergtók, sum altíð øll, við sínu klokkukláru og hørðu rødd. Hennara løg vóru beint mótsatt stílinum hjá lívliga Karl Martini, sum var á pallinum beint frammanundan. So kom ein, sum ikki hevur verið at sæð á palli í nógv ár. Jákup Marner Anthoniussen, sum var sangari í Science Fiction og Blátt. Hann varð móttikin, sum ein onnur rokk- stjørna, sum fólk ikki hava sæð ella hoyrt í eitt mannaminni. Við løgum sum Like a Slave og Angels in White førdi hann kanska serliga tey í eldra endanum aftur í eina lívsglaða og spennandi tíð. Og sjálvandi sang hann landapláguna av øllum Til allar vinir eisini. Síðani var tað Steintór Rasmussen. Og hann fekk somu móttøku, sum Jákup Marner. Og sangurin í høll- ini rungaði við, tá hann sang løg sum Heimstaðið og Føroyar. Tá Steintór var liðugur við sína framførslu, komu allir sangararnir uppaftur á pallin at syngja ein tann mest sungna »felagssang- in« í Føroyum Lívsmynd. Og tá kom rættuligt lív í áhoyrararnar, sum stóðu uppi og sungu og klappaðu við. Men tað manglaði tó ein sangari. Og tað var Hans Jacob Nystrøm. Hann kom upp á pallin og sang tveir sangir av KÍ bandinum, sum kom út í 1991. Og tað mátti jú til, tí føðingardags- barnið og orsøkin til hesa konsertina kundi ikki gloymast. Tá vit hittast við vøllin og Liðið tað eitur KÍ mundu ongan enda fingið. Síðani var konsertin av, men allir sangararnir vórðu klappaðir uppaftur til eitt eykanummar. Og var tað ongin minni enn Í skúri hjá Science Fiction. Ein sang- ur, sum enn tann dag í dag er at hoyra í so gott sum hvørjari Kvøðuljómasend- ing. Konsertin var komin at enda. Klokkan leið móti midnátt, og fólk fóru fegin og vælnøgd smámurrandi onkra landaplágu út aftur úr KÍ høllini. Samanumtikið ein fram- úrskarandi konsert, sum øll vóru glað fyri at hava verið við til. Og tey, sum ikki vóru – ja, tey mugu so bert taka til takkar við at hoyra onnur greiða frá øllum tí, sum tey mistu við ikki at vera tilstaðar hetta kvøldið. Spennandi verður at vita, um hetta verður eitt aftur- vendandi tiltak. Steintór Rasmussen var sum altíð góður á pallinum. Og hansara landaplágur munnu vera einar av teimum kendastu. Hann fekk eina hjálpandi hon frá einum øðrum solisti hetta kvøldið, Arnfríð Lützen Mannfjøldin í KÍ høllini leygarkvøldið fekk eina konsert fyri allar pengarnar, og øll lótu sera væl at aftaná og murraðu óivað onkra landaplágu, tá tey fóru avstað Jógvan við Keldu var ein av teimum kendu andlitunum, sum skuldu royna seg í brotssparki í móti Karstin Joensen. Væl lá fyri hjá honum, men honum eydnaðist tó ikki at vinna C M Y K 17 16