týsdagur 26. august 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 159 - 26. august 2003
19
Vágamenn harmað-
ust um, at teir aftur
mistu stig á stokk-
inum, meðan teir hjá
EB/Streymi nú aftur
hava otað seg heilt
nær ovaru hálvu
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað hevur í mangar mátar
verið stuttligt at verið fót-
bóltsáskoðari á Eiðismøl í
ár. EB/Streymur, sum jú
heldur til her, hevur í ár
gjørt upp við leiklutin sum
lið í avgjørt tyngra end-
anum, og longu tá farið
varð í summarfrí var niður-
flytingarvandin helst fjarð-
ari, enn hann nakran tíð
plagdi at vera.
Kanska hevur tað ikki
verið tosað serliga hart um
tað, men okkurt tutl hevur
tó eisini verið um, at møgu-
liga kundi ein støða uppi
ímóti heiðursmerkjunum
eisini koma upp á tal. Ein
støða, ið sum eykavinning
eisini kundi bera inter-toto
fótbólt við sær.
Dreymabyrjan
Skuldi dreymurin um hetta
halda fram, so var neyðugt
við trimum stigum, nú FS
Vágar kom á vitjan.Stigini
komu eisini, men tað skal
verða sagt beinanvegin, at
dysturin sum so ikki minti
so nógv um eina uppgerð
millum tvey lið, har annað
strembar eftir ovaru hálvu,
meðan hitt alt meira líkist
einum, sum fær tveir eyka
dystir til at verja støðuna í
bestu deildini.
Ella kanska var tað júst
tað, sum hann minti um.
Hjá vágamonnum hevur
talan nevnliga í nógvar
mátar verið um somu
troystarsleysu støðu, sum
A-landslið okkara er í EM-
undankappingini.
Mest
sum hvørja ferð teir eru
farnir av vøllinum, hevur
tað verið við kensluni um,
hvussu nær við stigini vóru,
men mest sum hvørja ferð
er alt kortini endað við, at
mótstøðumenninir
eru
farnir avstað við tí mesta.
Hesa ferð kundi liðið
annars valla fingið betri
byrjan. Bert fýra minuttir
vóru farnir, tá Birgir Joen-
sen varð spældur beint á
nakað uttanfyri brotsteigin.
Hann snaraði sær á og lang-
aði til, og so vóru gestirnir
á odda.
Og hóast heimaliðið eftir
hetta royndi at trýsta nakað,
so tóktist hetta ikki geva
teir stóru møguleikarnar.
Men so brádliga burtur úr
at kalla ongum, kom út-
javningin kortini. Marek
royndi seg við skoti, men tá
hetta hálvkiksaði, stakk
Ronnie Samuelsen fótin
fram, soleiðis at kósin varð
beind í málið. Og nakað
seinni var Ronnie aftur upp
á spæl. Hesa ferð var Marni
Djurhuus, sum royndi seg
við skoti. Jákup Joensen í
vágamálinum fekk vart
fyri,
men
onkursvegna
støkk bólturin útaftur, og so
hevði Ronnie lætt spæl við
at senda í tóma málið.
Kundu avgjørt
Vágamenn hingu kanska
við høvdinum, men tó ikki
so leingi. Birgir Joensen
megnaði nevnliga aftur at
gera um seg fyri steðgin, tá
hann fangaði ein returbólt
og langaði til uttan møgu-
leika hjá málverjanum, og
eftir steðgin tóktust teir
hava sett í seg, at nú skuldi
tað vera.
Heimaliðið hevði eisini
mist nakað av broddi, tá
Sorin Anghel var farin
skaddur av vøllinum, og tó
at talan ikki var um nakra
eyðsýnda yvirvág, so lág
tað líkasum í luftini, at tað
væl kundu verða gestirnir,
sum fingu seinasta orðið. Í
øllum førum fingu teir stør-
sta møguleikan, tá Sjúrður
Ellefsen gjørdist púra leys-
ur inni undir málinum.
Hann kendi seg tó nakað
kroystan, og gav sær tí ikki
neyðugu stundirnar, og
ístaðin fór skotið sendandi
himmalhøgt upp um málið.
Málini fella ov lætt
Og so var tað, at lagnan
aftur vísti seg frá teirri
hørðu síðuni mótvegis ein-
um botnliði. Albert Ari
Thomassen og Teitur Joen-
sen kapprunnu báðir eftir
eini langari sending. Í tví-
dystinum fóru teir báðir um
koll, og bólturin tóktist vera
ávegis av baklinjuni, tá
Hans Pauli Petersen fekk
fatur á, og onkursvegna
fekk hann sneitt bóltin inn
um Jákup Joensen, soleiðis
at heimaliðið nú aftur var á
odda, og bert tveir minuttir
vóru eftir av vanligu leik-
tíðini.
Hetta var sum vátur vøtt-
ur hjá gestunum, og tá Egil
á Bø so kundi staðfesta úr
ellivu metrum í seinasta
minuttinum, mundi kenslan
vera fullkomin. Ella sum
Jóhannis Joensen tók til, tá
vit hittu hann á máli um
dystin.
– Tað er sama søgan hjá
okkum hvørja ferð. Sjálv-
andi lýgur stigatalvan ikki,
men onkuntíð kennist tað,
sum um hinir mest sum ikki
nýtast at spæla seg til
møguleikar, meðan vit hin-
vegin skulu hava einar
tríggjar-fýra av slagnum,
bara fyri at skora. Tað er
bara einar tvær-tríggjar
ferðir í ár, at vit ongan
møguleika hava havt fyri
stigum, meðan vit í øllum
hinum dystunum hava kent
tað sera tungt, ikki at fáa
nóg stóra úrtøku. Tað er ein
ónd ringrás, sum tað er tor-
ført at sleppa úr, men vit
fara so kortini at royna, helt
landsliðsmaðurin sunnu-
kvøldið.
Hjá EB/Streymi var lagið
hinvegin sum vera man av
tí besta.
– Nú eru vit so enn eina-
ferð bert eitt stig frá KÍ. Tað
hava vit so verið fleiri ferð-
ir, men tað er tó kiksa
hvørja ferð, helt Egil á Bø.
Sprudur, hvørt leikarar-
nir eisini tosa um møgu-
leikan fyri europeiskum
fótbólti, sigur hann, at tað
gera teir sum so ikki.
– Men lat okkum nú
síggja. Vit hava NSÍ kom-
andi dystin, og tað er sjálv-
andi ein torfør uppgáva.
Men hvør veit. Megna vit at
gera okkurt sprell tá, so eru
vit heilt nær, men fyri fyrst
taka vit tað í øllum førum
púrasta róligt, helt hann
eftir dystin.
Dysturin í tølum
EB/Streymur -
FSVágar 4-2 (2-2)
0-1: Birgir Joensen
1-1: Ronnie Samuelsen
2-1: Ronnie Samuelsen
2-2: Birgir Joensen
3-2: Hans Pauli Samuelsen
4-2: Egil á Bø (br.)
Dómari: Petur Skarðenni
EB/Streymur: Gunnar á
Steig – Gert Joensen, Andr-
zej Pacek, Egil á Bø, Bárð-
ur Olsen – Marni Djurhuus,
Ronnie Samuelsen, Marek
Wierzbicki, Magni á Lakj-
uni – Hans Pauli Samuel-
sen, Sorin Anghel.
FS Vágar: Jákup Joensen –
Jógvan Hendrik Samuel-
sen, Jóhannis Joensen, Al-
bert Ari Thomassen, Silva –
Birgir Joensen, Hannus Ol-
sen, Ronnie Samuelsen,
Jens Erik Rasmussen –
Sjúrður Ellefsen, Clayton
Soares
Sigurin seinasta
vikuskiftið gav helst
neyðuga sjálvsálitið,
og nú er ÍF aftur
seks stig undan
næstu kappingar-
neytunum
2. DEILD
Jákup Mørk
Talan hevur kanska verið
um eina lítla kreppu í
Fuglafirði, har oddaliðið
eftir summarsteðgin tókt-
ist hava ilt við at skava
stig saman. Ikki minst
mundi tapið á Toftum
herfyri vera tungt at
gloypa, men við sigr-
inum á B36 seinasta
vikuskifti kom tó nakað
av glið á aftur.
Leygardagin
vitjaðu
teir so á Sandi, har B71 í
ár hevur staðið seg óvan-
liga illani. Og tað eydn-
aðist ÍF at fáa sigurin til
høldar. Miðskeiðis í fyrra
hálvleiki legði Eyðolvur
Petersen
fuglfirðingar
framum, men tað tóktist
skula gerast enn ein
trupul dystur, tá Tummas
Pauli Olsen beint eftir
steðgin javnaði fyri sand-
oyingar.
Fram til seinasta kort-
erið ella so gekk eisini
javnt á, men so glapp tað
brádliga hjá ÍF. Tvey tøtt
mál frá Høgna Zacharia-
sen og Ken Bærendsen
syrgdu fyri stigunum, og
nú er uppflytingin av
álvara komin heilt nær til
fuglafjørð, eftir at tað í
fleiri ár bara hevur verið
næstan. Javnleikurin suð-
uri á Krossinum millum
Sumba og TB førdi við
sær, at tað nú eru seks
stig niður til næst fremsta
sessin, og so er spurning-
urin, hvørt fuglfirðingar-
nir í ár megna at halda
høvdið kaldari, enn teir
hava gjørt í endaspurt-
inum tey bæði seinastu
árini.
Hjá
sandoyingunum
tykist støðan hinvegin at
gerast alsamt tyngri. Fyri
stóran part hevur tað tó
tókst so, at beinleiðis
niðurflytingarvandin ikki
var so stórur, men nú
B68 er farið at skava stig
saman, lúrir hesin vandin
eisini. Í næst seinasta
umfarinum vitjar B71 á
Toftum, og so er spurn-
ingurin, hvørt hetta verð-
ur dysturin, sum avgerð
tann spurningin, ella um
sandoyingar kanska kort-
ini hava tikið sær av
trupulleikanum áðrenn
hetta.
Dysturin í tølum
B71-ÍF 1-3 (0-1)
0-1: Eyðolvur Petersen
1-1: Tummas Pauli Olsen
1-2: Høgni Zachariasen
1-3: Ken Bærendsen
B71-ÍF 1-3 (0-1):
ÍF fekk
gongd á aftur
EB/Streymur-FS Vágar 4-2 (2-2):
Fáir kjansir men nógv mál
Enn einaferð gekk javnt á hjá FS Vágum, men enn einaferð noyddust teir stigaleysir av vøllinum, og nú er um at gerast heilt
tungt at lyfta sær upp um strikuna
savnsmynd
19
Nr. 159 • týsdagur • 26. august 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Toftamenn tykjast nú
vera í ferð við at toga
seg uppeftir á
stigatalvuni
2. DEILD
Jóannes Hansen
Alt síðani tað 17. mai varð
farið undir landskappingina
í 2. deild hevur uppflytara-
liðið av Toftum røkt aftasta
sessin. Tað gera teir fram-
vegis, men nú eru ávísar
ábendingar um, at teir
kanska ætla sær burturúr
sessinum, sum ber bein-
leiðis niðurflyting við sær.
Leygardagin vunnu teir
annan heimasigurin á rað,
teir hava sjey stig, og nú er
níggjunda
plássið
ikki
longri burtur enn so, enn at
tað væl ber til at røkka tað í
teimum seks umførunum,
sum eru eftir, áðrenn 2.
deild fer í vetrarfrí 4.
oktober.
Leygardagin høvdu teir
vitjan av KÍ, sum møtti við
heilt øðrvísi og ikki so
eyðsýndum liði, sum teir
høvdu spælt við leygar-
dagin frammanundan, tá ið
teir vunnu á heimavølli
ímóti Sumba.
KÍ, sum hevði spælt
fimm ferðir á rað uttan at
tapa, hevði í 1. hálvleiki
fleiri góðar møguleikar,
men tað eydnaðist ikki
Olgari Danielsen og Helm-
ar Lassen at fáa bóltin í
málið aftanfyri Mortan
Hansen.
Dygst undan steðginum
skoraði Aksel Højgaard.
Long sending stakk í
vøllin, veteranurin smekk-
aði til úr høgru, og bólturin
smoygdi sær undir handaru
samankomingini.
Í 2. hálvleiki var heima-
liðið omaná. Uppløgdu
málmøguleikarnir vóru ikki
so nógvir, men í 70. minutti
økti B68 um leiðsluna.
Málskjútti var unglinga-
spælarin Óli Olsen. Hann
potaði bóltin inn um John
William Joensen, sum sam-
an við Sámal Eyðfinn Ak-
ursmørk tóktist hava tak á
støðuni.
Síðstu løtuna royndi KÍ
at leggja trýst á, og tíggju
minuttir undan leikloki
kom spenningur í aftur.
Jákup Hansen, sum tveir
minuttir
frammanundan
hevði loyst David Berthold-
sen av, royndi seg við skoti
úti frá, bólturin tók í ein
verjuspælara
og
snýtti
Mortan Hansen. KÍ royndi
at stríða seg til eitt stig,
men tað eydnaðist ikki.
B68 verjan við Mannbjørn
Nesá og Ova Magnussen á
odda megnaði at halda tætt,
og hvør veit. Kanska fer tað
at eydnast hjá B68 at
varðveita næstbesta liðið í
næstbestu deildini. Klaks-
víkinar høvdu sett nøsina
upp eftir at koma á bronsu-
plássið. Tað miseydnaðist
hesa ferð.
Dysturin í tølum
B68–KÍ 2–1(1–0)
1–0: Aksel Højgaard 45.
2–0: Óli Olsen 70.
2–1: Jákup Hansen 80.
Eftir at hava gjørt seg
inn á hjálpardómaran
eftir eina útvísing,
tykist Erling Flest nú
standa til eitt longri
leikbann
LEIKBANN
Jákup
Tað var rættiligt rok á vøll-
inum, tá Sumba var á vitjan
hjá næst bestu klaksvíking-
unum seinasta vikuskifti.
Dysturin endaði við ein-
um tryggum 4-1 sigri til
klaksvíkingar, og meira enn
nakar annar var tað Erling
Fles, sum var í fokus. Fyrst
og fremst tí hann við einum
hat-trick var høvuðsmaður-
in aftan KÍ-sigurin, men
seinni í dystinum fekk hann
reyða kortið, og tann
hendingin fær nú eftirspæl.
Tók í hjálpardómaran
Sjálv hendingin, har reyða
kortið kom á loftið, verður
ikki søgd at vera av teimum
grefligastu. Talan var um
eina
eftirtackling,
sum
dómari og hjálpardómari í
felag mettu svaraði til
ostaskorpuna, men hetta
hóvaði ikki leikaranum.
Sum skilst eisini tí talan
undan hesum hevði verið
um fleiri aðrar álvarsligar
samanbrestir,
sum
ikki
fingu tilsvarandi revsing.
Í frustratión um dómin
legði leikarin seg inn á
linjudómaran, og so kom
øði í grindina. Leiðarar hjá
bæði Sumba og KÍ vóru alt
í einum at síggja í rokan-
um, og nú verður tað so upp
til kappingarnevndina hjá
FSF at gera av, hvørja
avleiðing málið skal fáa.
Um ikki annað, so hevur
kappingarnevndin
helst
eina gjølliga frágreiðing
um málið. Niklas á Líðar-
enda var nevnliga eygleið-
ari til dystin, og umframt at
vera dómari og eygleiðari,
er hann eisini næstformað-
ur í FSF og limur í kapp-
ingarnevndini, so ivaleyst
verður hendan frágreiðing-
in eitt hitt mest týðandi
próvførslan i málinum.
Hvørji eru fordømini
At leikarin fær drúgt leik-
bann, er lítið at ivast í.
Vanliga hava mál, har leik-
ari ger seg inn á dómara,
viðført upp til níggju daga
leikbann, og spurningurin
er so, hvørt tað hevur skapt
broytta siðvenju, at drúgva
málið viðvíkjandi einari
útvísing
hjá
Jóhannis
Joensen fyri tveimum árum
síðani hevur skapt fordømi.
Tá varð skrivað í dómara-
frágreiðingina, at leikarin
hevði gjørt seg inn á dóm-
aran – sum júst var Niklas á
Líðarenda. Leikarin seg
einki hava gjørt, og alt
endaði við onkrum slag av
millumloysn, har leikarin
fekk fýra daga leikbann.
Kappingarnevndin
hjá
FSF hevur fund um málið
týsdagin, og fyrr enn tá
fæst einki at vita um eina
møguliga revsing. Heldur
ikki um, hvørt talan kann
verða um atgongubann, bót
ella einki av nøkrum til
leiðararnar, sum komu inn
á vøllin. Serliga hetta
seinna kann ferast ein
áhugaverdur spurningur, tí
enn eru eingi fordømi fyri
hesum, tó at FSF fyri trim-
um árum síðani gav til
kennar, at tá slík mál vórðu
á skránni, eigur felagið at
gera sum mest fyri at finna
útav, hvat veruliga hevur
gingið fyri seg.
At fundurin ikki hevur
verið hildin fyrr enn nú,
kemst sambært formannin-
um i kappingarnevndini,
Karl Vidtfeldt, av, at ein av
nevndarlimunum
hevur
verið burturstaddur sein-
astu vikuna, og tá leikarin
kortini hevði leikbann, varð
tað hildið skilabest at bíða
við avgerðini, til nevndin
aftur var fullmannað.
KÍ leikari kann fáa langt leikbann
Erling Flest fær eftir øllum at
døma eitt longri leikbann
eftir hendingina í dystinum
móti Sumba. Stóri spurn-
ingurin í málinum tykist tó
vera, hvørji fordømi skulu
nýtast í hesum
Savnsmynd
B68 trýr upp á møguleikan
C
M
Y
K
18