Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. august 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 159 - 26. august 2003 21 20 Nr. 159 - 26. august 2003 Við sannførandi sigr- inum í Gøtu tryggj- aðu teir í HB sær best hugsandi útgangs- støði til sjálvan enda- spurtin, men tað hoyrir við til søguna, at GÍ ikki longur er nakað fyri seg FÓTBÓLTUR Orð: Jákup Mørk Myndir: Álvur Haraldsen Tá HB í fjør vann eina sera spennandi uppgerð í Gøtu, var tað samstundis start- skotið til ein endaspurt, sum tryggjaði havnarfelag- num FM-heitið. Sum so var støðan hampu- liga meinlík undan dyst- inum í Gøtu hesaferð. Kan- ska lá sama trýstið ikki á HB nú, og í mun til tá, so var HB eisini oddalið und- an dystinum, men sigurin sunnudagin ger í øllum før- um, at HB liggur sera væl fyri, nú bert fimm umfør resta av fótbóltslandskapp- ingini. Styrkt unglingalið Talan gjørdist tó ongan tíð um nakran spennandi dyst sunnudagin. Styrkismunur- in millum liðini var alt ov stórur til tess. Tað er ein sannroynd, at gøtumenn vóru skerdir undan dystinum. Til fram- rættaða spælið vóru bæði Krzystof Popczynski og Zdizlas Janek úti við skaða, og í verjupartinum høvdu Bartal Eliasen og Leivur Hansen báðir leikbann, og hjá tunna GÍ-hópinum er hetta so heilt avgjørt nakað, sum merkist. At síggja til var talan nærum um eitt styrkt ung- lingalið, sum GÍ sendi á vøllin til dystin, og tó at HB saknaði toppskjúttan, An- drew av Fløtum, so var tað ongantíð soleiðis, at hesin saknurin gjørdist alt ov sjónligur. Ikki minst tí »nýggi« álopsmaðurin á liðnum, Rógvi Jacobsen, hevur sýnt sera gott hegni til plássið har frammi, har hann við síni kropsstyrki alla tíðina er førur fyri at skapa órógv í mótstøðu- verjuni. Soleiðis var eisini fyrstu minuttirnar í Gøtu, har klaksvíkingurin hjá HB fleiri ferðir royndi at gera um seg. Einar tvær ferðir kom hann sær eisini í góðar skotstøður, men fyrru ferð- ina fór skotið væl uppum, og seinnu ferðina rakti hann ikki bóltin nógv væl, so harða skotið fór beint ímóti pólverska málverj- anum hjá GÍ. Týdningurin hjá málverjanum Tað tóktist bert vera ein spurningur um tíð, áðrenn HB legði seg framum, og tíðin var komin, tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin. HB hevði vunnið sær horna í høgru, og tá Tór-Ingar sendi hetta innfyri, drøn- stútaði Hans á Lag niður í høgra horn. Eftir hetta kundi bert ganga ein veg, og tað gjørdi tað sum so fyri tað. Kanska kundu gøtumenn havt skapt nakað av spenningi í aftur, men í tveimum førum sýndi Bárður Johannesen, hví hann eigur at roknast mill- um stinnast málverjarnar í landinum. Fyrst kom hann væl út, tá verjumistak førdi við sær, at Bárður av Lakj- uni kundi senda Magnus Skoralíð avstað. Og nakað seinni var hann sum køtt- urin uppi í horninum, tá navnin í GÍ royndi seg við skrúvandi frísparki upp um verjugarðin. Tað eru júst slíkar bjarg- ingar, sum kunnu vísa seg at gera gull verdar hjá ein- um oddaliðið, og tó at tær kanska ikki vóru heilt so avgerandi í dag, so viðvirk- aðu tær í øllum førum til, at dysturin ongan tíð gjørdist veruliga spennandi. Gøtu- menn høvdu annars roynt at sprella eitt sindur fyrstu løt- una, og í øllum førum varð einki spart í nærdystunum, men eftir at HB kom á 2-0, fall seinasta mótstøðan mest sum niðurfyri. Enn einaferð kom málið eftir innlegg úr høgru. Hesa ferð sendi Rúni Nolsøe frí- spark innfyri. Hvørki GÍ málverjin ella nakar við- ella mótleikari tóktist røkka bóltin, sum brádliga datt niður á beinið á Kaj Enni- garð, sum soleiðis varð skrásettur fyri eitt sjálvmál. Einvegis Hetta hendi eftir bert góð- um hálvum tíma, men frá teirri løtu var so einki at iv- ast í. Heldur ikki hjá HB, sum nú tók ferðina nakað væl av spælinum. Teir vóru mest sum nøgdir við hetta, og í seinna hálvleiki tók liðið seg nakað væl aftur a vøllin. Hetta gav um ikki annað GÍ møguleikan fyri at royna at trýsta spælið niðaneftir, men fyrstu ferð HB so veruliga royndi seg við kontra, bragdaði aftur. Hallur Danielsen stakk inn um verjuna, og har var Tór- Ingar Akselsen kvikari enn Jacek Przylski, sum kom ímóti, og eftir at hava prik- að framvið málverjanum hevði nýklakti landsliðs- leikarin ikki stórvegis trupulleikar av at skumpa bóltin seinasta strekkið inn- um. Og so gekk tíðin fyri tað mesta við at koyra leðurkúluna runt á vøll- inum, uttan at nakar partur- in legði stórvegis fyri í royndunum at broyta um úrslitið. Enn ikki eitt vænt- andi brotsspark til Bjarna Jørgensen fekk øði í gestir- nar, og tá ein leysur Rógvi Jacobsen móti dystarenda fekk økt til 4-0, var tað heldur ikki nakað, sum kundi lyfta mongu havnar- fólkini í áskoðarafjøldini stórvegis. Trupul endaspurtur Tey høvdu tá eisini fingið tað, sum tey komu eftir. Trý stig og eitt gott útgangs- støði til endaspurtin í landskappingini. Her liggur HB nú væl fyri, men hóast hetta, so eru allar súðir langt ífrá syftar enn. Í veru- leikanum er talan kanska um truplari støðu nú, enn hon var í fjør. Tá var HB framvegis nummar tvey eftir dystin í Gøtu, men av fýra seinastu dystunum vóru tríggir móti trimum teimum niðastu liðunum. Hesa ferð er HB á odda, men av teimum fimm dyst- irnir, sum nú eru eftir, eru fýra móti liðum, sum meira ella minni stríðast um heiðursmerki. Men tað skerst ikki burt- ur, at nógv framvegis talar fyri, at gullið verður ver- andi í HB-húsinum. Ikki minst tann sannroynd, at liðið enn ongan sokallaðan off-day hevur havt. Kanska hava teir sjáldan spælt framúr væl, men botnstøðið á liðnum hevur verið ótrú- liga høgt, soleiðis at stig alla tíðina eru komin aftur- at roknskapinum, og tá tað hevur verið neyðugt, hevur neyðuga hepnið eisini verið til staðar, og tað eru kanska júst hesir báðir lutirnir, sum eru eyðkennið hjá einum oddaliði. Hjá GÍ tykist støðan ikki vera nakað serliga stuttlig í løtuni. Vanliga hava gøtu- menn altíð hildið seg nær toppinum, men í ár røkist fyri, at teir fyri fyrstu ferð ikki skulu vinna sær at- gongd til Europa. Ein part av skuldini fyri hetta hava uttan iva mongu skaðarnir, sum hava rakt liðið, men spurningurin er kanska eis- ini, um ígongdverandi ætt- arliðsskiftið hevur gingið ov skjótt fyri seg, til at liðið hevur kunnað varðveitt støðuna. Hinvegin nýtist hetta ikki at vera nakað vandatekin. Seinast í 80’unum fór eisini eitt ættarliðsskifti fram í Gøtu. Eitt skifti, sukm fyrstu árini helt liðnum tankavekjandi nær niðara endanum av talvuni. Hvussu tað gekk tí GÍ-liðnum siga føroysku søgubøkurnar alt um. Liðskiparin hjá HB sigur, at endastøðan ikki er nakað, sum teir hugsa um her og nú, men málið er sjálvandi at enda ovast FÓTBÓLTSPRÁT Jákup Mørk Stigatalvan lýgur ikki. Her er HB ovast, og sum støðan er í løtuni, so liggja teir reyð/svørtu sera væl fyri til at endur- vinna gullið. Tá vit eftir dystin í Gøtu spurdi liðskiparan á oddaliðnum, Rúna Nols- øe, um hetta er nakað, sum leikararnir ganga og hugsa um, sigur hann, at tað gera teir ikki. – Sjálvandi er gullið málið, sum vit settu okk- um við ársbyrjan, men enn eru nógvir truplir dystir eftir, áðrenn vit eru komnir so langt. Vit taka ein dyst í senn, men hin- vegin skerst ikki burtur, at tað byrjar at síggja gott út. Tá HB vitjaði í Gøtu í fjør, var tað av álvara byrjanin til endaspurtin. Samstundis var tað ein dystur, har at kalla alt ár- ið hjá HB stóð upp á spæl. Var týdningurin av dystinum í Gøtu hesaferð eins stórur? – Nei. Sjálvandi var hann týdningarmikil, men trýstið var ikki hitt sama. Ta ferðina vóru vit eisini tvey stig aftan fyri NSÍ, meðan við nú liggja á odda. So tað var ikki heilt tað sama, men fyri tað vóru stigini sera týdningarmikil, heldur hann. Eitt, sum kanska hevur eyðkent HB í ár, er, at liðið sum so sjáldan hev- ur spælt nakran sjam- panjufótbólt. Men hin- vegin hevur liðið at kalla ongan vánaligan dyst spælt. Mett eftir spælbýti er tað kanska so livandi galið, at tann besti dyst- urin, sum liðið hevur leikt í ár, er einasta ferðin higartil, at teir eru farnir av vøllinum uttan stig. Nevniliga móti B36. Men tað liggur tó eisini ein frágreiðing handan støðugu innsavnina av stigum. – Vit hava í ár – og ser- liga í seinnu hálvu – lagt okkum eftir at spæla press-fótbólt. Tað viðfør- ir ofta, at nógv ferð verð- ur sett á, tá vit vinna bólt- in, so sendingarnar eru gjarna ikki so nógvar í tali. Eisini tí vit ofta vinna hann langt uppi á vøllinum. Tí verður talan sjáldan um tað poleraða spælið, men taka vit dystin móti B36 sum dømi, so er tað kanska heldur ikki nakað, sum loysir seg. – Tá árið er liðugt, munnu tað í øllum førum vera fá, sum hugsa um einstøku detaljurnar í einstøku dystunum, sigur Rúni. Og so kundu vit kanska lagt afturat, at tað aloftast er so, at tað er tað besta liðið, sum er ovast, tá stigatalvan verður enda- liga gjørd upp. Stigatalv- an lýgur sjáldan í so máta, og tað ger hon so heldur ikki higartil í ár. Sjálvandi fara vit eftir gullinum Vit taka ein dyst í senn, men tað skerst ikki burtur, at tað byrjar at síggja gott út, heldur HB-liðskiparin GÍ-HB 0-4 (0-2): Tað sær gott út hjá HB Gøtumenn hingu við høvdinum eftir dystin. Tað man vera langt síðani, at GÍ er latið somikið væl úr á heimavølli, men manntalið í løtuni ber ikki eina hægru støðu enn hana, sum stigatalvan sýnir Símun Eliasen hevur verið góður fongur hjá HB, og aftur hesa ferð vóru hann og liðfelagarnir í verjuni óhugnaliga tryggir Við kvikleika sínum skapti Tór-Ingar alla tíðina órógv í GÍ-verjuni, og saman við Rógva Jacobsen líkist hann mest eini føroyskari útgávu av Fy og Bi Dysturin í tølum GÍ-HB 0-4 (0-2) 0-1: Hans á Lag, 22 0-2: sjálvmál 0-3: Tór-Ingar Akselsen 0-4: Rógvi Jacobsen GÍ: Jacek Przylski – Jónreid Dalheim, Poul Ennigarð, Kaj Ennigarð, Súni Olsen – Áslakkur R. Petersen (Poul A. Jacobsen, 57), Høgni Madsen, Símun Samuelsen, Hanus Jacobsen – Magnus Skoralíð, Bárður á Lakjuni HB: Bárður Johannesen – Hans á Lag (Rókur F. Jespersen, 78), Jan C. Dam, Símun Eliasen, Janus M. Joensen – Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Martin Christensen, Nico Dogaru (Bjarni Jørgensen, 71) – Tór-Ingar Akselsen, Rógvi Jacobsen Dómari: Birgir Sondum: Kundi kanska givið okkurt kortið fyrstu løtuna, men megnaði at tosa spælararnar til rættis, og fekk tí ongan tíð trupulleikar av at stýra dystinum, ið sum fráleið gjørdist alt lættari at døma. C M Y K 20