týsdagur 26. august 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 159 - 26. august 2003
23
B36 spruttaði fyrstu
løtuna, men tá Skála
minkaði um munin,
fór luftin fullkomu-
liga úr heimaliðnum,
sum tó ikki mundi
kenna sigurin hóttan
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Tá B36 í fyrru kappingar-
hálvu vann á Skála, var
hetta samstundis byrjanin
til ein langan spurt, sum tók
liðið upp á oddasessin í
deildini. Tað ferðin var tal-
an um ein dyst, sum var av
tí heldur keðiliga slagnum,
men har stigini høvdu
størstan týdning, og í so
máta var talan um eina
líknandi uppliving í Gunda-
dali sunnudagin.
Ein perla avgjørdi
Leikliga var dysturin nevni-
liga als ikki upplivilsi. Fyr-
stu løtuna var kanska eitt
sindur av lívi í áskoðara-
fjøldini hjá heimaliðnum,
sum sá hvítklædda liðið
spæla seg fram til eina fleiri
málmøguleikar, og sum
tvær ferðir innan fyrsta lítla
korterið eisini megnaði at
gera sær dælt av hesum.
Fyrru ferðina vóru skála-
menn tó ónøgdir um, at
dómarin ikki bríkslaði fyri
frísparki, tá Jákup á Borg
ótilvitað nýtti hondina at
fáa tamarhald á bóltinum.
Tá skálamenn bíðaðu, og
dómarin
tagdi,
gjørdi
landsliðsmaðurin tó bart,
og so var B36 á odda.
Hetta tóktist tó bara vera
startskotið hjá B36, og løtu
seinni var bólturin aftur í
Skála-málinum, og hesa
ferð var tað eingin, sum
kundi
mótmæla.
Allan
Mørkøre sendi diagonalt til
John Petersen, sum var
staddur
nakað
yviri
í
vinstra borði, og so kundu
gestirnir bara hyggja at,
meðan skálamaðurin fyrst
lyfti bólti upp um verjuleik-
ara, áðrenn hann við einum
dómadagsskoti
fluktaði
bóltin í kassan, uttan at
Skála-málverjin
hevði
nakran sum helst møgu-
leika at verja fyri.
Uttan iva var hetta dags-
ins detalja í dystinum, og
spurningurin er so, um
áskoðararnir fingu so øgi-
liga nógv annað fyri pen-
ingin. B36 royndi næstu
løtuna at trýsta, men um
miðjan hálvleikin fekk
Skála aftur skapt nakað av
spenningi í dystin.
Alexander Johansen vann
sær brotsspark í nærdysti
við Fróða Clementsen, og
hóast tað nú vóru havnar-
menninir, sum mótmæltu,
so hjálpti hetta lítið. Brots-
sparkið sendi Iulian Flores-
cu trygt í netið, og so kundi
ein kanska hildið, at meira
lív kom í dystin, men so
varð ikki. Als ikki.
Leyst krút fyri restina
B36 fánaði at kalla burtur.
Kanska í óttanum fyri ein-
um eyðmýkjandi stiga-
missi, og tó at Skála í nógv-
um lutum spældi skilagott
og væl skipað, so restaði
teimum broddin, sum veru-
liga kundi hótta B36.
Onkrir
málmøguleikar
komu tó tað, sum eftir var
av dystinum, og millum
annað kundi Jákup á Borg
avgjørt, tá hann hevði góð-
an møguleika at stúta, men
tað gjørdist tó av ongum.
Hjá Skála komu vanda-
mestu støðurnar við deyð-
bóltum, og tað undirstrikar
kanska trupulleikan, sum
liðið hevur at spæla seg
fram til veruligar mál-
møguleikar. Ein trupulleiki,
sum meira enn nakað annað
tykist skula kosta teimum
sætið í bestu deildini, tá
kappingarárið er runnið. At
so ein tann vandamesti
álopsleikarin í føroyskum
fótbólti er skálamaður, og
at hesin við einari perlu var
tungan á vágskálini sunnu-
dagin, man vera lagnunnar
speisemi í so máta.
At liðið so eisini fekk ein
annan trupulleika undan
dystinum, tá Eugen Voda
datt á súkklu síni, og so-
leiðis ikki fekk vart málið
sunnudagin, er ein onnur
søga, men hon er neyvan
viðvirkandi til at betra
møguleikarnar hjá liðnum
at standa seg í kappingini
um at sleppa av botnsess-
inum.
Hjá B36 er støðan í so
máta nakað hugaligari. Hó-
ast alt, so er liðið framvegis
á heiðursmerkjaplássum,
men vónirnar undan ár-
inum vóru tó til væl meira
enn tað. Enn livir seinasta
vónin um, at tað kanska
kann eydnast at taka grann-
arnar úr HB aftur. Men so
krevst fyrst og fremst, at
HB snávar í onkrum av sín-
um uppgerðum umframt
teirri móti B36, og hartil
skal spælið hjá B36 helst
lyftast eina tonn ella tvær,
um teir skulu gera sær vón-
ir at fáa fulla úrtøku í truplu
útidystunum,
sum
enn
standa á skránni.
Dysturin í tølum
B36-Skála 2-1 (2-1)
1-0: Jákup á Borg, 6
2-0: John Petersen, 12
2-1: Iulian Florescu, 14 (br.)
Dómari: Lassin Isaksen
B36: Tróndur Vatnhamar –
Allan
Mørkøre,
Fróði
Clementsen, Rúni Elttør,
Kenneth Jacobsen – Klæm-
int Matras, Jens Kristian
Hansen, Niels Joensen –
Jákup á Borg, John Peter-
sen, Heðin á Lakjuni.
Skála: Heini Kristiansen –
Arnhold
Berg,
Ronnie
Hansen, Dusan Jaic, Iulian
Florescu – Alexander Jove-
vic, Sveinur Justinussen,
Pauli Hansen, Hanus Thor-
leifsson – Alexander Johan-
sen, Jonhard Frederiksberg.
B36-Skála 2-1 (2-1):
Linligur sigur
John Petersen skoraði eina sannu perlu av einum máli sunnudagin, men so er eisini tað mesta
sagt um dystin
23
22
Nr. 159 - 26. august 2003
Væl skipaða heima-
liðið hevði størri
tyngd og gjørdi sær
dælt av, at klaksvík-
ingar enn eina ferð
høvdu stórar trupul-
leikar av fløtu verjuni
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Tað var intensivitetur og
dramatikkur og undirhald
fyri allar pengarnar, tá ið 99
ára føðingardagsbarnið úr
Klaksvík við stórum og í 1.
hálvleiki mælskum fylgi
vitjaði á Svangaskarði, har
heimaliðið spældi av øllum
alvi fyri at varðveita møgu-
leikan í hvussu so er at
røkka Europa Cup plássi og
eisini fyri at halda lív í
vónini um, at tað skal eydn-
ast at fáa HB aftur.
B68 legði bragdligari
fyri. Teir vunnu flestu nær-
dystirnar, og hóast møgu-
leikarnir ikki vóru so upp-
lagdir beinanvegin, so lá
tað líka sum í luftini, at tað
fóru at verða teir, sum
skuldu leggja seg framum.
Eftir lítlari løtu mið-
skeiðis í 1. hálvleiki snar-
aðist dystargongdin heilt á.
KÍ skoraði upp á brots-
spark, og seinnapartin av
fyrra
umfarinum
vóru
klaksvíkingar eina tonn
omaná. Teir høvdu eisini
møguleikan at leggja seg
uppaftur betri fyri, men
Albert Sævarsson tveitti
seg niður ímóti handaru
stólparótini og stórbjargaði
stútaranum hjá annars sera
væl spælandi Atla Daniel-
sen, sum í hesum førinum
ikki fekk heilt tak á inn-
legginum frá Arnoldi Joen-
sen.
Eingin ivi var um brots-
sparkið, sum stóðst av ein-
asta stóra mistakinum í B68
verjuni. Vandin var lítil ella
eingin, tá ið Hans Fróði
Hansen, sum annars var ein
brandur í miðverjuni, tøvdi
eitt sindur og í staðin fyri at
skumpa bóltin út av vøllin-
um í høgru royndi at snýta
Eyðun Klakstein. Tað mis-
eydnaðist, Eyðun setti ferð
á inn í brotsteigin, eingin
ivi var um, at tað var brots-
sparkið, sum hann ætlaði
sær, og tað eydnaðist. Eyð-
un fór um koll stutt innan-
fyri
brotsteigarmarkið,
dómarin bríkslaði, og Jan
Andreasen sendi málverjan
í annað borðið og bóltin
dygst inn við stólparótini í
hinum borðinum.
KÍ trupulleikar í
verjuspælinum
Beinanvegin í seinna um
farinum sást, at B68 var
sinnað at leggja meiri fyri í
royndunum at fáa mál.
Tryggu
verjuspælararnir
skiftust um at fara fram við
í álop, og B68 yvirtakið á
miðvøllinum gjørdist alt
størri. Fróði Benjaminsen
og Jann Ingi Petersen fingu
eisini hjálp frá Boga Peter-
sen og Øssuri Hansen. KÍ
var sera álopssinnað í út-
gangsstøðu. Arnold Joen-
sen og Eyðun Klakstein
vóru meiri vongspælarar í
4–2–4 spælskipan enn mið-
vallarar í 4–4–2 skipan, og
harvið var bitin hjá Atla
Danielsen og Jan Joensen á
sentralu
plássunum
ov
stórur.
Klaksvíkingar gjørdu tað
eisini torført hjá sær sjálv-
um. Teir lyftu ofta bóltin
frameftir. B68 var nógv
stinnari í luftspælinum, og
eftir steðgin royndu teir at
flyta heilt fløtu verjuna
langt fram á vøllin. Sum
fleiri aðrar ferðir fyrr í ár
knípti tað heilt nógv við
uppbakkingini,
og
tað
dugdi B68 liðið væl at fáa
nyttu burturúr.
Á tímaslagnum javnaði
Fróði Benjaminsen, sum
taldist millum teir bestu, til
1–1. Eftir einfalt eitt tvey
samanspæl tíggju metrar
frammanfyri miðstrikuna
gjørdist hann púra leysur
við
KÍ
málverjanum.
Landsliðsmaðurin sneiddi
hegnisliga framvið mál-
verjanum, trillaði bóltin í
tóma málið, og so vóru
greiðar ábendingar um, at
síðsti hálvi tímin fór at vera
sera torførur hjá KÍ.
Eitt lítið korter seinni
skoraði B68 tvey mál og so
var greitt í hvønn posa stig-
ini skuldu fara. Í báðum
førunum vóru toftamenn
púra leysir við KÍ málverj-
anum, tá ið teir skoraðu.
Klaksvíkingarnir
vildu
hava, at serliga í 2. hálv-
leiki sera væl upplagdi
John Heri Dam skuldi vera
rangstaddur í báðum før-
unum, men linjuverjin og
dómarin lótu spælið halda
fram, og so var Kartin Jo-
ensen prísgivin. Í fyrra før-
inum trillaði John Heri
bóltin upp á tvørs til raska
Jann Inga Petersen, og í
seinna førinum smekkaði
John Heri flatt til úr sekstan
metrum, eftir at Albert
Sævarsson hevði sparkað
langt út, og bólturin hevði
snittað ein á vegnum.
B68 spælararnir stór-
fegnaðust, og KÍ spælarar-
nir
vóru
vónbrotnir.
Breiddin, tyngdin, dýpdin
og organisatiónin í verju-
spælinum vóru í longdini
betri hjá heimaliðnum, sum
framvegis hevur møguleika
at vinna FM. Setningurin
hjá KÍ verður nú at halda
seg omanfyri miðstrikuna,
og næsta sunnudag fáa teir
á heimavølli ímóti B36
møguleika at vísa, at tað
kann verða betri, enn tað so
mangan hevur verið í ár, og
enn tað serliga í 2. hálvleiki
var á Svangaskarði.
Dysturin í tølum
B68–KÍ 3–1 (0–1)
0–1: Jan Andreasen br 22.
1–1: Fróði Benjaminsen
61.
2–1: Jann Ingi Petersen 73.
3–1: John Heri Dam 74.
Dómari: Dagfinn Olsen
B68: Albert Sævarsson –
Dánial Hansen, Hans Fróði
Hansen, Arnbjørn Daniel-
sen, Jákup Eli Olsen – Bogi
Petersen (Eyðstein Skipa-
nes, 60.), Jann Ingi Peter-
sen, Fróði Benjaminsen,
Øssur Hansen – Súni Fríði
Johannesen (Jóhan Petur
Poulsen 10./Øssur Jacobsen
77.), John Heri Dam
Gult kort: Øssur Jacobsen
82.
KÍ: Kartin Joensen – Jan
Andreasen, Allan Joensen,
Aleksander
Djordjevic,
Harley Bertholdsen – Arn-
old Joensen, Atli Daniel-
sen, Jan Joensen (Leon
Bjartalíð,
76.),
Eyðun
Klakstein (Símun Joensen,
60.) – Jacob Bymar, Hjal-
grím Elttør (Marius Ny-
strøm Hansen, 80.)
Gult kort: Eyðun Klak-
stein 40., Jan Joensen 65.
B68-KÍ 3-1 (0-1):
Treiskir toftamenn settu føðingardagsbarnið upp
á pláss
Tað var dramatikkur fyri
allar pengarnar, tá heima-
liðið spældi fyri gullmøgu-
leikanum móti føðingardags-
barninum úr Klaksvík
Mynd: Álvur Haraldsen
KÍ gjørdi uppgávuna
óneyðuga trupla, tá teir í
stóran mun bara lyftu niðan
eftir vøllinum, heldur enn at
nýta leikligu dygdirnar á
liðnum
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
22