Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-26, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. august 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 159 - 26. august 2003 25 Eingin slingur var í valsinum hjá fýra teimum fremstu, og tað verður ikki fyrr- enn um tríggjar vik- ur, at innanhýsis toppdystur verður á skránni 13. UMFAR SAMANUM Jóannes Hansen Tað gekk fullkomuliga eftir bókini sunnudagin. Tey fýra fremstu vunnu øll sínar dystir. Tølini boða ikki frá sannførandi sigrum alla staðni. HB var sera sann- førandi í Gøtu, har heima- liðið fullkomuliga er steðg- að upp eftir vónbrotið í steypafinaluni. Tað verður aftur og aftur tikið fram, at so nógvir GÍ spælarar sita skaddir uttanfyri, og enn eina ferð vóru lyklaspælar- ar uttanfyri, tí teir vóru leikbannaðir. Spurningurin, sum teir eiga at seta sær í Gøtu, er, hvussu tað kann bera til, at tað hevur lagað seg soleiðis. Tað kann ikki bera til, at eitt og sama lið alt kappingarárið og kanska fleiri kappingarár á rað er meiri skaðaplágað og plág- að av leikbannum, uttan at okkurt býr undir. B68 roynir at hanga uppií HB. Tað eru framvegis fýra stig á muni. Nú eru bara fýra umfør eftir at vinna munin aftur í. Tað vil við øðrum orðum siga, at í teimum fimm umførunum, sum eru eftir, skal HB kiks- að tvær ferðir, meðan B68 skal vinna hvørja ferð. Sunnudagin eigur HB heimavøll ímóti VB, og tá fara teir ikki at kiksa. So eru fýra umfør eftir. Tað verður strevið hjá HB á Eiði, og tað kann gerast alt avgerandi bæði fyri HB og B68, tá ið toftamenn í 16. umfarinum fara at vitja í Gundadali. Sunnudagin sást væl í fleiri dystum, hví liðini liggja soleiðis á støðutalv- uni, sum tey gera. Á Svangaskarði vóru klaks- víkingar ikki undir í fyrra umfarinum. Teir løgdu seg framum, og teir fingu luft undir veingirnar, men í 2. hálvleiki vendi, og so var tað bara spurningur um tíð, nær B68 fór at fáa mál. Tá ið teir høvdu fingið eitt, vóru teir greitt omaná, og so settu teir naglan í føð- ingardagsgávuna, sum teir góvu KÍ norður við aftur. Leygardagin vann B68 2. deildardystin ímóti KÍ, og sunnudagin tóku toftamenn alt frá KÍ í 1. deild. Tað var vorðin sum føðingardags- gáva! NSÍ vísti eisini kvalitetir- nar hjá oddaliði í Vági. Eis- ini teir lógu undir eftir fyrra umfarið, og eisini teir høvdu stóra yvirvág í 2. hálvleiki, tá ið teir skoraðu málini, sum skuldu til fyri at fáa øll stigini. Tá ið før- oyska landsliðið spælir verður ofta undrast á, hvussu óhepnir teir eru, tá ið stóru mótstøðuliðini skora avgerandi mál í evstu løtu. Gongdin í Vági og á Toftum sunnudagin var staðfesting av, at soleiðis er tað ofta. Tann, sum er betri fyri og er betri skipaður á vøllinum, fær tað, sum er neyðugt. Fram ímóti kappingar- enda plaga sera spennandi toppdystir at vera á skránni. Næsta sunnudag skulu trý tey fremstu spæla ímóti lægri staddum liðum. Næsti oddadysturin, sum er á skránni, verður, tá ið B68 og NSÍ fara at spæla á Toft- um í fimtanda umfarinum. Skála vónar Tað eru fimtan stig eftir at spæla um. Um hesa tíðina fyri einum ári síðani bendi einki á, at Skála skuldi sleppa undan niðurflyting- ini, men teir megnaðu tað kortini. Sunnudagin vóru teir í Gundadali ímóti B36, sum meiri ella minni tóktist hava slept endanum. B36 vann tepran sigur. Skála- menn kendu ikki sína vitjunartíð, men teir eiga fleiri dystir á, har mót- støðuliðini ikki eru heilt at líta á, og tí kann tað fram- vegis eydnast. Skála skal spæla ímóti GÍ, KÍ, VB, FS Vágum og EB/Streymi. Øll hesi liðini hava víst veik- leikar, sum skálamenn kunnu vóna, at teir kunnu fáa nyttu burturúr, men tað verður møtimikið. Hóast VB hevur fleiri út- lendingar at hjálpa sær, so tykist breiddin ikki at vera til meiri enn akkurát at sleppa undan næstaftasta plássinum. VB plagar at standa seg væl á heima- vølli. Higartil í ár hava teir tapt tríggjar av sjey heima- dystum, og teir hava bara vunnið ímóti Skála og KÍ. EB/Strreymur svingaði seg við sigrinum á FS Vág- um upp á nítjan stig. Har- við kappast teir aftur við KÍ um fimta plássið. Klaks- víkingar droyma framvegis um bronsukrónurnar. Teir hava møguleika at vinna tær, og sunnudagin fáa teir góðan møguleika at bøta um ússaligu úrslitini ímóti B36 higartil í ár. Altjóða spælið Í vikuni er umfar í Europa Cup á skránni. NSÍ skal hóskvøldið spæla á Ulle- vaal tjóðarvøllinum í Oslo ímóti Lyn, sum stendur seg vánaliga í landkappingini. 3-1 tapið á heimavølli ber við sær, at NSÍ ongan møguleika hevur at sleppa víðari í kappingini. KÍ eigur heimavøll ímóti Molde hóskvøldið. 2-0 tap- ið í Molde er ikki størri, enn at tað ber til at vinna tað aftur. Men tað verður torført, tí KÍ megnaði ikki at skjóta mál á útivølli. Tað hevur sera stóran týdning í sovornum kappingum. Og so fara føroyingar – næstan allir fótbóltshugaðir – við spenningi at fylgja við í, hvussu tað fer at roynast, tá ið Todi Jónsson og FCK í annaðkvøld í Parkini fara at stríðast fyri at sleppa upp í part í bólka- spælinum í meistarakapp- ingini. Alt hetta verður meiri at frætta frá næstu dagarnar. Toppurin heldur sær væl HB liggur enn trygt á oddasessinum, og tó at skráin komandi vikurnar kundi verið lættari, so er einki at ivast í, hvør nú má átaka sær favoritt-leiklutin Mynd: Álvur Haraldsen Skal nakar avbjóðari finnast til HB, so má tað verða B68, sum um vikuskiftið sýndi gott treysti, tá tað eydnaðist at venda dystinum móti KÍ Mynd: Álvur Haraldsen 25 24 Nr. 159 - 26. august 2003 Sumba-TB 1-1 (0-0): TB helt tørn Við javnleikinum á Krossinum heldur TB fast um plássið sum næstbesta liðið í deildini 2. DEILD Jákup Mørk Suðuroyaruppgerð var í aðru deild leygardagin, tá TB vitjaði hjá Sumba. Hetta líktist samstundis einum dysti um, hvat av teimum báðum liðunum skuldi hava møguleikan at leggja sær næst ÍF, og harvið eisini hava møgu- leikan at spæla um eitt pláss í bestu deildlini kom- andi ár. Javnleikur gjørdist úr- slitið, og hetta kunnu tvøramenn sum so vera best nøgdir um. Ikki bara tí teir við hesum halda fast um silvurplássið, men eisin tí Sumba ikki dugdi at gera sær dælt av møguleikunum, sum teir høvdu í dystinum. Fyrra umfarið endaði málleyst, men í seinna hálvleiki komu sumbingar á odda, tá toppskjúttin á liðnum, Eirikur Joensen, fekk beint bóltin í málið. Eftir hetta høvdu sum- bingar eisini møguleikan at avgera dystin, men ístaðin var TB, sum fekk møgu- leikan, tá teir fimm min- uttir fyri leiklok fingu brotsspark. Einar Joensen varð settur at taka sær av hesum, og hóast trýstið ivaleyst var stórt hesa løtuna, so avgreiddi hann spenningin uttan hóvasták. Kappingin framvegis hørð Kanska kunnu tvøramenn iðra seg eitt sindur um, at úrtøkan ikki gjørdist full, soleiðis at teir eisini høvdu havt betri møguleika at taka ÍF aftur. Fyri TB merkti stigamissurin nevnliga, at fjarstøðan til oddin nú er seks stig, og tað kann gerast sera møtumikið at vinna aftur. Eisini hóast júst ÍF kemur á vitjan á Sevmýru um tríggjar vikur. Hjá sumbingum er nú ikki annað at gera enn at reisa seg, soleiðis at úr- tøkan kann gerast sum mest seinastu seks umførini. Dystarskráin sum so sær heldur ikki so ræðandi út, men í seinasta dystinum á árinum skal Sumba á vitjan í Fuglafirði, og einki er at ivast í, at teir heldur enn fegnir vildu havt spurning- in avgreiddan innan ta tíð. Sumba-TB 1-1 (0-0) 1-0: Eirikur Joensen 1-1: Einar Joensen (br.) Niðverji skoraði sig- ursmálið í næstsíðsta minutti, eftir at NSÍ støðugt hevði havt heimaliðið undir trýsti stóran part av seinna umfarinum FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Tað var eitt av liðunum í toppinum ímóti einum av teimum, sum alt kapping- arárið hava havt tað trupult í botninum. NSÍ fór úr Vági við 2–1 sigri. Sigursmálið skoraðu teir í næstsíðsta minutti. Gongdin í 2. hálv- leiki og serliga síðsta hálva tíman var góð ábending um, hví tað er NSÍ, sum er millum tey ovastu, og hví tað er VB, sum er millum tey í niðara endanum. Seinna umfarið var átta minuttir gamalt, og støðan var framvegis 1–0 til VB, tá ið Jógvan Martin Olsen gjørdi av at gera dupulta útskifting. Eitt sindur vágið kundi tað tykjast, tí tað vóru tveir av teimum, sum higartil í ár hava verið millum teir drúgvastu á NSÍ liðnum, ið fóru av vøllinum, og tað vóru tveir heilt ungir og óroyndir spælarar, ið komu á vøllin. Síðuspælararnir Gert Lang- gaard og Jónstein Petersen vórðu tiknir út, og inn komu Jústinus R. Hansen og Andy Olsen, og tað gjørdi á ongan hátt NSÍ liðið veikari, at ungir og ómóðir spælarar vórðu settir inn í síðunum. Sum seinna umfarið leið, var tað alt meiri sjónskt, at gestirnir høvdu størri orku og harvið størri hugflog og tyngd, og tá ið tað restaðu átjan minuttir fingu teir fyrra málið. Brynjolvur Nielsen streyk ígjøgnum í høgru og legði innfyri til Helga L. Petersen, sum við høvdinum sendi bóltin í málið. Kanska tók bólturin í ein av vágbingunum og snýtti harvið Bjarna Jo- hansen. Um NSÍ skuldi halda tørn um møguleikan at vinna heiðursmerkir og kanska at hugsa um at fáa HB aftur, so var neyðugt at fáa øll stigini. NSÍ helt fram at spæla, teir høvdu greiða yvirvág og møgu- leikar, og tá ið bara heilt lítil løta var eftir av vanligu leiktíðini fingu teir løn fyri stríðið. Í fjør hevði Óli Hansen ilt við at liva upp til vónirnar um, at hann sum fremsti maður skuldi standa fyri einum fittum parti av NSÍ málunum. Eftir at Pól Thorsteinsson, Djóni N. Joensen og Arnfinn Lang- gaard høvdu sett skógvar- nar á hillina, varð Óli fluttur í miðverjuna. Kanska var tað meiri ella minni sum neyðloysn. Men sum árið er runnið er loysnin vorðin alt meiri til framúr væl eydnaða roynd. Óli hevur verið stinnur í miðverjuni, og hann hevur skorað fleiri avgerandi mál. Hesa ferð var hann á rætta staðnum og skoraði av- gerandi málið. Brynjolvur Nielsen sendi flatt fríspark aftarlaga úr høgru og í brotsteigin, Helgi L. Petersen snittaði bóltin víðari, og Óli Hansen toygdi seg framum vág- bingarnar og trýsti bóltin í málið. Viknaðu Vágbingar vóru væl við í fyrra umfarinum, men eftir steðgin tóktist sum um, at teir ikki megnaðu at fylgja við NSÍ. Eftiransingarnar dragnaðu, og tað varð alt torførari at spæla seg fram ímóti málinum hjá NSÍ. VB, sum hevði tveir feskar sigrar í viðførinum, legði seg á odda, tá ið tíggju minuttir vóru farnir. Málskjútti var Brian Ander- sen. Hann tamdi hegnisliga langa framlegging frá Predrag Zivkovic og sendi í málið aftanfyri Jens Martin Knudsen. Palli Augustinus- sen var arkitektur aftanfyri nógv av framrættaða spæl- inum hjá VB í 1. hálvleiki. Í 2. hálvleiki sendi Birgir Jørgensen við høvdinum frísparksinnlegg í málið, tá ið støðan var 1–1. Men sum so manga aðra ferðina sunnudagin var Birgir rangstaddur innanfyri væl skipaðu NSÍ verjuna. Fyri triðju ferð í ár noyddust vágbingar at stað- festa, at teir á heimavølli høvdu tapt við einum máli, og at gestirnir høvdu fingið sigursmálið í evstu løtu. Sovorðið kostar nógv, og tað eigur at vera nakað at hugsa um. VB–NSÍ 1–2 (1–0) 1–0: Brian Andersen 10. 1–1: Helgi L. Petersen 72. 1–2: Óli Hansen 89. Dómari: Oddmar Andrea- sen VB: Bjarni Johansen – Predrag Zivkovic, Eyðun Jacobsen, Dejan Nikolic (Michael í Lágabø, 60.) – Palli Augustinussen, Slobo- dan Madzar, Danb Djur- huus (Niclas Ludvig, 82.), Milan Kulic, Mortan úr Hørg – Birgir Jørgensen, Brian Andersen Gult kort: Dejan Nikolic 57., Slobodan Madzar 75. NSÍ: Jens Martin Knudsen – Brynjolvur Nielsen, Óli Hansen, Messias Perreira, Sjúrur Jacobsen – Gert Langgaard (Jústinus R. Hansen, 53.), Kári Hansen, Ian Højgaard, Jónstein Pet- ersen (Andy Olsen, 53.) – Helgi L. Petersen, Karsten From VB-NSÍ 1-2 (1-0): NSÍ hevði størri breidd í Vági TB stóð seg best við javnleikinum á Krossinum, men enn er kappingin um silvurið í aðru deild sera hørð mynd: Áki Bertholdsen Helgi L. Petersen fekk løn fyri stríðið, tá hann 20 minuttir fyri leiklok javnaði leiðsluna, sum VB hevði havt C M Y K 24