týsdagur 26. august 2003síða 14
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 159 - 26. august 2003
27
27
26
Nr. 159 - 26. august 2003
Eftir eina soltna byrj-
an er havnarliðið í
ferð at ríva seg leysan
úr botnstríðnum eftir
2-1 sigurin í Gunda-
dali á VB, sum við
ósigrinum dragnaði í
oddastríðnum
2. DEILD
Jákup Mørk
Úr hvør sínum enda á stiga-
talvuni nærkaðust bæði lið-
ini miðjuni eftir dystin í
góðveðrinum í Gundadali
leygardagin. B36 fór úr botn-
inum, meðan VB dragnaði í
oddinum.
Endaliga úrslitið var 2-1
til B36, og samanumtikið var
talan um eitt rættvíst úrslit.
Góð B36 byrjan
B36 legði betri fyri og kom
tíðliga á odda 1-0 . Karl
Høgnesen gjørdist leysur
við málverjanum, og eftir at
hava roynt seg við skoti
einaferð, kom bólturin aftur
til Karl, sum í aðru syftu
sendi bóltin upp í nettakið.
B36 hevði fleiri mál-
møguleikar at leggja seg á
odda 2-0, har serliga Áki
Mørk, sami Karl Høgnesen
og Heini í Skorini kundu
økt um munin. Heini í
Skorini leikti sín fyrsta dyst
í hálva annan mánað vegna
skaða, men sami skaðin
gjørdi so harðliga um seg
aftur, at hann ikki verður
tøkur aftur í ár.
VB kom mótvegis B36
sjáldan til stórar málmøgu-
leikar fyri stegðin, og liðini
fóru til hálvleiks við hesum
eina B36 málinum.
Perla frá Áka Mørk
B36 helt fram at skapa mál-
møguleikar, tá liðini byrj-
aðu uppá seinna
hálvleik, meðan VB ikki
skapti tað stóra.
Men brádliga bragdaði
hjá vágbingum. Kári í
Lágabø royndi seg við
skoti, og eftir at Magnus
Poulsen hálvbjargaði, var
Sigmund Mikkelsen fyrstur
á bóltinum og trillaði hann í
tóma málið til 1-1.
VB kom eftir hetta meiri
inn í dystin, men so kom
avgerandi málið, og var tað
ein sonn perla. Eftir at bólt-
urin var skallaður úr VB
brotsteiginum, heilfluktaði
Áki Mørk bóltin beinleiðis
í netið uttan nakran møgu-
leika hjá málverjanum at
bjarga, og so var 2-1 til
B36.
Málmøguleikar
báðar vegir
Eftir hetta tók VB seg meiri
fram á vøllin, og tað einu
løtuna trýstu teir veruliga
havnarliðið. Eitt skot fór á
tvørstongina, meðan B36
málverjin Magnus Poulsen
stóð fyri eini meistarligari
bjarging uppi í sjálvum
málhorninum eftir eitt gott
VB skot nakað uttanfyri
brotsteigin.
Orsakað av VB trýstinum
kom B36 eisini til fleiri
málmøguleikar eftir skjót-
álop, men fleiri mál komu
ikki, og 2-1 til B36 var eftir
málmøguleikum at døma
eitt rættvíst úrslit.
Dysturin í tølum
B36–VB 2-1 (1-0)
1-0: Carl H. Høgnesen
1-1: Sigmund Mikkelsen
2-1: Áki Mørk
Eftir at leirvíkingar
høvdu misnýtt gyltan
møguleika, tóku gest-
irnir av Argjum av
2. DEILD
Jákup Mørk
Tað hevur gingið heilt eftir
vild hjá AB seinastu nógvu
umførini. Nógvir skaðar og
hartil hoyrandi frávera hava
viðført, at liðið er dottið av
einum lovandi sessi í odd-
inum niður móti strikuni,
men leygardagin bragdaði
so loksins, tá teir vitjaðu í
Leirvík.
Tað var tó ikki nógv, sum
bendi tann vegin, tá LÍF
tíðliga í dystinum fekk
brotsspark, men hetta varð
misnýtt, og so kom AB
spakuliga ígongd.
Og beint fyri steðgin var
tað so miðvallarovastin á
liðnum, Pætur Dam Jacob-
sen, sum kundi leggja AB á
odda, og so gekk rætta veg-
in.
Eftir steðgin økti Hans
Jørgen Djurhuus, og so
kundi afturvendi Eyðun
Samuelsen staðfesta 3-0
sigurin, sum eftir øllum at
døma endaliga lyfti AB av
botninum.
Argjamenn
mugu
tó
ásanna, at tað so ikki verð-
ur í ár, at teir veruliga skulu
gera um seg heilt uppi í
gjøgn á stigatalvuni, men
hóast vónirnar kanska vóru
um hetta, so man tað í
sjálvum sær ikki vera nøk-
ur vanlukka fyri felagið,
sum í fyrsta umført bert
hevði sett sær sum mál at
stabilisera seg í deildini. Tí
málinum hava teir eftir øll-
um at døma rokkið, og so
er spurningurin, hvussu
nógv liðið kann gera um
seg seinasta triðingin av ár-
inum.
Dysturin í tølum
LÍF–AB 0-3 (0-1)
0-1: Pætur Dam Jacobsen
0-2: Hans Jørgen Djurhuus
0-3: Eyðun Samuelsen
Støður
1. deild menn
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 HB
13
9
-
3
-
1
33
14
19
30
2 B68
13
7
-
5
-
1
18
8
10
26
3 B36
13
8
-
1
-
4
26
14
12
25
4 NSÍ
13
7
-
4
-
2
23
11
12
25
5 KÍ
13
6
-
2
-
5
16
20
-4
20
6 EB/Streymur
13
5
-
4
-
4
24
25
-1
19
7 GÍ
13
3
-
4
-
6
14
22
-8
13
8 VB
13
3
-
3
-
7
15
24
-9
12
9 FS V
13
2
-
2
-
9
18
32
-14
8
10 Skála
13
1
-
0
- 12
8
25
-17
3
2. deild menn
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 ÍF
12
9
-
2
-
1
23
8
15
29
2 TB
12
7
-
2
-
3
32
17
15
23
3 Sumba
12
6
-
4
-
2
24
10
14
22
4 VB
12
6
-
1
-
5
26
15
11
19
5 KÍ
12
6
-
1
-
5
26
33
-7
19
6 AB
12
4
-
5
-
3
23
17
6
17
7 B36
12
4
-
3
-
5
19
16
3
15
8 LÍF
12
3
-
1
-
8
14
35
-21
10
9 B71
12
2
-
2
-
8
16
20
-4
8
10 B68
12
2
-
1
-
9
7
39
-32
7
Máltindarnir
1. deild
Hjalgrím Elttør
KÍ
9
John Petersen
B36
8
Heðin á Lakjuni
B36
7
Andrew av Fløtum
HB
7
Helgi L. Petersen
NSÍ
6
Sonni L. Petersen
NSÍ
6
Birgir Jørgensen
VB
6
Milan Kulic
VB
6
Súni Fríði Johannesen
B68
5
Krzystof Popczynski
GÍ
5
Karsten From
HB
5
Rógvi Jacobsen
HB
5
Jákup á Borg
B36
4
John Heri Dam
B68
4
Egil á Bø
EB/S
4
Hans Pauli Samuelsen
EB/S
4
Ronnie Samuelsen
EB/S
4
Sorin Anghel
EB/S
4
Clayton Soares
FSV
4
Kim Poulsen
FSV
4
Rúni Nolsøe
HB
4
Tór-Ingar Akselsen
HB
4
2. deild
Eirikur Joensen
Sumba
8
Símun Hansen
AB
7
Áki Mørk
B36
7
Allan Michelsen
TB
7
Kaj Roest
TB
7
Eyðun Samuelsen
AB
6
Pætur Dam Jacobsen
AB
5
Hanus Eliasen
ÍF
5
Erling Fles
KÍ
5
Olgar Danielsen
KÍ
5
Dan Mortensen
TB
5
Rasmus Nolsøe
TB
5
Sigmundur Mikkelsen
VB
5
Tummas Pauli Olsen
B71
4
Ken Bærendsen
ÍF
4
Óli Johannesen
TB
4
Jón Pauli Olsen
VB
4
B36–VB 2-1 (1-0):
B36 slapp úr botninum
B36 er nú um fóta sær í aðru deild, og leygardagin klintraðu teir við sigrinum á VB enn longur upp
LÍF-AB 0-3 (0-1):
So bragdaði hjá AB
C
M
Y
K
26
Í Danmark verður tað
hildið at vera vánaligt
skoðsmál, tá ið
oddaliðið verður sagt
at spæla Drillo fótbólt
SUPERLIGAN
Jóannes Hansen
Stóra uppgerðin í bestu
donsku deildini var hesa
ferð í Brøndby, har FCK
vitjaði. Teir høvdu roknað
við, at øll setrini fóru at
verða upptikin. Tað vóru
tey ikki, men teir 20.965
áskoðararnir syrgdu sum
altíð, tá ið hesi bæði liðini
bresta saman, fyri góðum
karmi.
Tað gekk, sum tað plagar
at ganga. Tað var intenst og
spennandi, og tað vóru
málmøguleikar báðar vegir.
Málverjarnir vóru í brenni-
deplinum, tá ið teir í 2.
hálvleiki báðir stórbjarg-
aðu.
Akkurát sum í gulldyst-
inum á sama vølli mitt í
juni, so vann FCK 1–0.
Málið skoraði Jörgen Pett-
ersson miðskeiðis í 2. hálv-
leiki. Talan var um eitt flott
mál, men Brøndby verjan
iðraði seg yvir mistakið,
sum gav FCK møguleikan.
Miðverjin og liðformað-
urin, Per Nielsen, og vinstri
vongverjin Auri misskiltu
hvønn annan, svenski mið-
vallarin streyk avstað við
bóltinum, og tá ið Brøndby
málverjin kom út ímóti, var
sviin nóg kaldur at draga
framvið honum og síðani at
trilla bóltin í málið.
Jörgen Pettersson var
komin á vøllin, tá ið ein
góður hálvur tími var farin.
Hann loysti skadda Erik
Mykland av.
Todi Jónsson var saman
við Zuma í FCK álopinum.
Aftur hesa ferð stóðu teir
sterkir í myndini og fingu
góð skoðsmál. Todi var á
vøllinum í ein tíma, so kom
Peter Møller inn fyri hann.
Møllarin hevði risa møgu-
leika at økja um leiðsluna í
síðstu løtu. Brøndby legði
lítið í verjupartin, og Peter
Møller var púra leysur eftir
innlegg úr vinstru, men
lobbarin upp um málverjan
heilkiksaði.
Jón Rói Jacobsen, sum
mikukvøldið var besti før-
oyski spælarin ímóti Ís-
landi, var ikki millum teir
fimtan spælararnar, sum
mannaðu besta hópin hjá
Brøndby.
Esbjerg á toppinum
Nýtt oddalið í superliguni
er Esbjerg. Sunnudagin
høvdu teir vitjan av AaB,
sum ikki hevur staðið seg
so væl í ár, men sum eftir 1.
hálvleik var á odda 1–0. Í
seinna umfarinum var eing-
in ivi, og Esbjerg vann 3–2.
AaB minkaði ikki um mun-
in fyrrrenn í síðstu løtu.
Fótbóltslagið í Esbjerg er
sjálvandi gott, og tað verð-
ur mett, at Esbjerg hevur
møguleikan at vera við í
stríðnum um heiðursmerk-
ini, sjálvt um tað verður
mett ivasamt, um teir eftir
33 umfør fara at vera
frammanfyri
FCK
og
Brøndby. Danska pressan
skýrdi
Esbjerg
avrikið
ímóti AaB at líkjast Drillo
fótbólti. At siga soleiðis í
Danmark er sera niðurset-
andi. Tað verður ikki hildið
nógv um norskan fótbólt í
Danmark, og serliga tað
slagið av fótbólti, sum
norska landsliðið spældi, tá
ið Erik Drillo Olsen var
venjari, er mest sum bann-
lýst í Danmark.
Hvat onnur siga leggja
teir ivaleyst lítið í í Esbjerg,
har teir í fremstu røð hava
ungar og rættuliga dugna-
ligar spælarar.
Eitt annað lið, sum rættu-
liga er farið at gera um seg,
er FC Midtjylland. Eftir at
teir høvdu keypt fleiri spæl-
arar í summar varð roknað
við, at tað skuldi ganga
væl. Fyrstu umførini hava
verið trilvandi, men nú
tykist gongd rættuliga vera
komin á. Hesa ferð vunnu
teir 2–1 á OB, sum tykist
vera steðgað upp.
Mørch líkist sær
sjálvum
Undan
kappingarbyrjan
varð Frem roknað millum
evnini at flyta niður. Men
uppflytararnir úr Valby
hava higartil staðið seg væl.
Frem venjari er Ole Mørch,
sum fyri trimum árum síð-
ani var við til at vinna DM
saman við Jákupi Mikkel-
sen og Herfølge. Eftir
gongdini í fimm teimum
fyrstu umførunum, so tyk-
ist tað sum um, at hann ætl-
ar at endurtaka góða úrslit-
ið við undirtippaðum liði.
Frem var hesa ferð á
vitjan í Farum, har bronsu-
vinnararnir í FC Norssjæl-
land løgdu rygg til 3–1 tap.
Talan var um triðja sigurin
á rað hjá Frem, sum nú er á
fimta plássi. Viðmerkingin
hjá Ole Mørch var, at nú
resta teimum 25–26 stig,
áðrenn teir kunnu vera full-
vísir í, at teir ikki fara at
flyta niður aftur. Frem skal
sunnudagin spæla ímóti
AB, og tað roknar Frem
venjarin við verður sera
torfør uppgáva.
AB er undir niðurflyting-
arstrikuni saman við Her-
følge. Liðini møttust á
gamla heimavøllinum hjá
Jákupi Mikkelsen, og AB
vann 2–0. Harvið býttu fel-
øgini um pláss, soleiðis at
tað nú er Herfølge, sum er
aftast.
AGF liggur framvegis
tungt í sjónum. Hesa ferð
vóru teir í Viborg, har
heimaliðið, sum ikki hevur
verið so sannførandi higar-
til, vann 1–0. Bæði liðini
høvdu stórar møguleikar at
skjóta fleiri mál.
Nú er Esbjerg oddalið
Fyri Molde var tað
stórt vónbrot, at teir
í síðsta minutti
mistu sigurin á úti-
vølli ímóti Stabæk
NOREG
Jóannes Hansen
Vikuskiftið royndist ikki
væl hjá teimum báðum
norsku feløgunum, sum
hóskvøldið fara at spæla í
UEFA CUP ímóti KÍ og
NSÍ.
Mótstøðuliðið hjá NSÍ í
Oslo verður Lyn. Hjá
teimum
og
íslendska
venjaranum,
Teituri
Þordarsyni, stendur illa
til. Í fjør vóru teir leingi á
odda í landskappingini,
og teir endaðu á bronsu-
plássinum, sum bar at-
gongumerkini til UEFA
CUP kappingina við sær.
Í ár eru teir í niður-
flytingarvanda.
Hesa ferð vóru teir í
Aalesund, har heimaliðið
vann 2–0. Tað var fyrsti
sigurin í Tippuliguni hjá
Aalesund, og teir vóru so
mikið fegnir, at teir
tosaðu um, at 24. august
nú skal gerast til flaggdag
í býnum! Eftir at tað hev-
ur gingið striltið hjá Aale-
sund og niðurflytingin
hevur verið sera sannlík,
tykjast teir nú at vera um
at fóta sær.
Molde spældi á útivølli
ímóti Stabæk. Tað tóktist
sum um mótstøðuliðið hjá
KÍ á Svangaskarði hós-
dagin skuldi fáa øll
stigini, men tað kiksaði í
síðstu løtu, tá ið heima-
liðið javnaði til 1–1. Bæði
í Molde og í Lyn verður
nógv tosað um, at teir
skulu
keypa
nýggjar
spælarar. Serliga venda
teir sær ímóti Íslandi, har
landskappingin
verður
liðug um ein mánað.
Rosenborg er framvegis
sera sannførandi oddalið,
og teir í Tróndheimi tókt-
ust leygardagin, tá ið teir
høvdu vitjan av Viking úr
Stavanger, lítið darvaðir
av, at teir í annaðkvøld
skulu spæla sera týdning-
armikla uppgerð í Europa
Cup í Spania. Rosenborg
vann 4–1 ímóti Viking,
sum er á fimta plássinum.
Bodø/Glimt er fram-
vegis næstfremst. Hesa
ferð vóru teir á útivølli
ímóti Bryne, sum legði
rygg til 2–0 tap. Hjá Lille-
strøm gongur tað spaku-
liga, og teir eru langt frá
tíðini, tá ið teir á hvørjum
ári vóru við í kappingini
um meistaraheitið. Hesa
ferð vóru teir í Tromsø,
har heimaliðið vann 2–0.
Sogndal er framvegis
við í kappingini um al-
tjóða atgongumerkini. Í
hesum umfarinum skuldu
teir í gjárkvøldið spæla í
Bergen
ímóti
Brann.
Sogndal er nummar fýra.
Lyn er ordu-
ligur fusari
Føroyski landsliðs-
maðurin tykist nú
hava vunnið sær pláss
á sentrala miðvøllin-
um á Vejle liðnum,
sum sunnudagin ikki
megnaði at liva upp
til tað, teirra áskoðar-
ar høvdu roknað við
DANMARK 1. DEILD
Jóannes Hansen
Tað tykist sum um, at tað er
við at lýsna hjá Christiani
Høgna Jacobsen í Vejle.
Hann hevur havt ilt við at
spæla seg til álopspláss, og
hann hevur havt ilt við at
halda fast um plássið, sum
hann í venjingardystunum
fyrr í summar tóktist skula
hava í høgra verjuborði.
Nú hevur hann nakrar
ferðir verið á sentralum
miðvallarplássi í 4–4–2
spælskipan. Fleiri ferðir
hevur hann verið skiftis-
spælari, men sunnudagin,
tá ið Vejle hevði vitjan av
Skjold av Eysturbrúgv í
Keypmannahavn,
spældi
Christian Høgni allar 90
minuttirnar á tamb.
Vónirnar hjá teimum
1269 áskoðarunum vóru
góðar, tí Vejle vann næst-
síðsta sunnudag óvæntaðan
4–1 útisigur ímóti Silke-
borg. Men hesa ferð gekk
meiri striltið. Vejle hevði
onkrar møguleikar, eitt nú
eftir tíggju minuttir, tá ið
álopsspælarin
Tommy
Knudsen var um reppið at
røkka fram til tvørturum
sending
frá
Christian
Høgna Jacobsen úr vinstru.
Mótstøðuliðið lúrdi eftir
kontramøguleikum, og tólv
minuttir undan leikloki
fingu teir brotsspark, sum
varð umsett til mál.
Vejle royndi at leggja trýst
á, men vónirnar fánaðu. Tá
ið seinna umfarið var 49
minuttir og 45 sekund gam-
alt eydnaðist. Frísparksinn-
legg kom í brotsteigin, har
var Christian Høgni Jacob-
sen hægstur og stútaði bólt-
in í kassan og so var liðugt.
Ei undur í, at hann var
dagsins maður í Vejle.
Horsens heldur fram
Higartil hevur gingið fram-
úr væl hjá AC Horsens,
sum er oddalið, og sum
hevur Johan Byrial Hansen
á liðnum. Hesa ferð vóru
teir á Amager, har teir settu
Fremad upp á pláss. Hor-
sens vann 2–0. Silkeborg,
sum fyrr í summar flutti
niður, hevur verið roknað
sum besta boðið upp á
uppflyting. Eftir vónbrotið
á heimavølli ímóti Vejle
vóru teir hesa ferð á útivølli
í Randers, har heimaliðið
vann 2–0.
Fredericia, sum í fjør var
frammi undir uppflyting,
vann 1–0 í Nykøbing Falst-
er, HFK Sønderjyllandi,
sum droymir um superlig-
una, vann 2–0 á Østerbro
stadion ímóti B93, Køge
vann 2–1 á Tingbjerg stadi-
on ímóti Brønshøj, Øl-
stykke, sum er undir liðini
á Horsens við tólv stigum,
vann 3–2 ímóti FC Aarhus,
og FC Nordjylland vann á
heimavøllinum í Ålborg
2–0 ímóti B1913, sum iva-
leyst aftur í hesum kapp-
ingarárinum fer at hava
stórt stríð við at halda seg
omanfyri niðurflytingar-
strikuna.
Chrisitan Høgni nýtti høvdið í
síðstu løtu
Christian Høgni fekk loksins orsøk at fegnast, tá hann í evstu
løtu tryggjaði Vejle stig móti Skjold