Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. august 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 160 - 27. august 2003 Nr. 160 - 27. august 2003 3 Í trý ár og ein dag skulu teir ferðast kring heimin og arbeiða fyri føðina. Talan er um ein gamlan, evropeiskan sið, har handverks- sveinar bjóða seg fram ymsa staðni í heiminum fyri at arbeiða. Og nú hava Føroyar sæð teir fyrstu mennirnar av hesum slagi, tí tveir sveisiskir navarar, sum teir eita, hava verið í Føroyum í samfullar fimm vikur SAMRØÐA Hans Kárason Mikkelsen - Tað besta við Føroyum er Café Natúr og føroysk konufólk, siga teir báðir Marcel Monn og Sandro Crameri við einum skálka- brosi. Teir er báðir úr týska partinum av Sveis, og eru teir javngamlir, nevniliga 22 ár. Marcel og Sandro eru í holt við sína handverkara- útbúgving, har ein partur av útbúgvingini verður tikin í Sveis. Men meginparturin av útbúgvingini fer fram uttanfyri sveisisku land- oddarnar, tí teir ferðast í hesum døgum kring knøtt- in, og skulu teir gera hetta í samfull trý ár og ein dag. - Tað er ógvuliga týdn- ingarmikið at fáa handa síðsta dagin við, sigur Sandro og leggur aftrat, at hetta er túsundára gamal týskur siður. Eini 30 fólk um árið velja at læra til handverkara upp á henda hátt, og tað eru ikki bert menn, sum fáast við hetta. - Nakrar kvinnur eru at síggja millum allar navar- arnar, sigur Marcel. Hann sigur, at navararnir byrja heima í Sveis við 25 krón- um, og skulu teir royna at fáa byrjan á ferðina við hesum krónunum. - Men vit hava arbeitt eitt sindur, meðan vit hava ver- ið í Føroyum. Millum ann- að hava vit hjálpt til um- borð á Norðlýsinum, siga teir báðir sveisararnir, sum eisini hava búð umborð á Norðlýsinum ta tíðina, teir hava verið í Føroyum. - Tað var fínasta slag at búgva umborð á skipinum, tí vit sluppu at síggja nógv ymisk støð í Føroyum, tí skipið siglir jú runt um í øllum landinum, sigur Sandro vælnøgdur. Sandro leggur aftrat, at nógv før- oysk ferðafólk hava verið umborð á Norðlýsinum hesar dagarnar, teir hava verið her. – Vit hava víst føroyingum runt í teirra egna landi, sigur Sandro flennandi. Dáma væl føroykst øl Vit spyrja, hvat tað mest áhugaverda er við Føroyum og føroyingum, og fellir tal- an aftur á Café Natúr og konufólk. – Men aftaná hesi bæði tingini man tað nokk vera øl, sigur Marcel smílandi. Sandro tekur undir við, at føroykst øl er veldugt. - Vit ætla okkum at taka ein kassa heim við til familjuna, siga teir. Men heim fara teir ikki enn á sinni. Teir skulu nevniliga verða vekk í hesi góðu trý árini, og teir hava ikki loyvi at koma nærri enn 50 kilometrar at heim- staðnum. – So nú fara vit til Kili í Suðurameriku, sigur Sandro, sum roynir at gera sær nakrar tankar um høga hitan, sum man verða har yviri. Teir ganga nevniliga í heitum klæðum. - Sum tú nokk sært, so ganga vit í nokkso eyð- kendum klæðum. Hetta eru siðbundin sveisisk-týsk navaraklæðir, og vit skulu ganga í teimum øll árini, vit ferðast, sigur Sandro. – Vit vóru eisini á ólavsøku í hesum klæðunum, og tað vórðu nógv fólk, sum bitu merki í eyðkendu hand- verkaraklæðini, siga teir báðir, og leggja teir aftrat, at ólavsøkan er eitt óført tiltak. – Har er alt tað, sum vit dáma, sigur Marcel, aftur við einum skálka- brosi. - Og føroyingar dáma væl snaps, sigur Marcel, sum tykist vera ein skarpur eygleiðari, tá tað kemur til fólk og teirra veran. – Mær dámar væl føroyingar og góða fólkaskikkin, sum sig- ur, at um eg bjóði, so bjóðar tú aftur, sigur Marcel, afturlítandi á ólavsøkuna. Vistu onki um Føroyar Nógv fólk vóru sjálvandi á ólavsøku, og fellir prátið inn á føroyingar sum fólk, Navarar í Føroyum: - Kultursjokk av føroyskum konufólki Teir eru vælnøgdir vil føroyingar og føroykst lív, teir báðir Sandro og Marcel. Tað er Sandro, sum stendur til vinstru Myndir: Maria Olsen og ikki bert konufólk: - Føroyingar eru fittari og meira fyrikomandi enn íslendingar, sigur Marcel, sum eisini hevur verið Íslandi saman við Sandro. - Í byrjanini var tað kanska eitt sindur trupult at koma í kontakt við føroy- ingar, men tá vit so komu í prát, so vóru øll altíð blíd- lig og bjóðaðu vælkomin, sigur ein vælnøgdur Sandro. - Vit vistu ikki tað stóra um Føroyar og føroyingar, áðrenn vit komu. Tað ein- asta vit vistu, var at Sveis vann á Føroyum í fótbólti einaferð í tíðini, siga teir flennandi. – Eg visti onki um Føroyar. Tað var Sandro, sum fekk hugskot- ið um at fara til Føroyar, so eg fylgdi bara við, sigur Marcel brosandi. - Tað er eitt sindur keðil- igt at ferðast einsamallur. Man skal helst hava onkran aftrat sær, tí tá er lættari at fella til á einum staði, og tað er stuttligari, halda teir báða lærusveinarnir úr Sveis. Teir siga eisini, at ein hevur brúk fyri at tosa við onkran, tá ein er í fremm- andum landi. Kultursjokk í Føroyum Og í nógvum fremmandum londum hava teir báðir verið, millum annað í Íslandi, Gana, Týsklandi, Eysturríki, Slovenia, Skot- landi, Italia, Spania, og Kanada. Men eitt tað størsta kultursjokkið kom í Føroyum. - Vit fingu størri kultur- sjokk í Føroyum enn í Gana í Afrika, og orsøkin til sjokkið er einføld, og tað er konufólk, siga Sandro og Marcel við vekt aftanfyri orðini, tá talan er um før- oysk konufólk. Spurdir um, hvat teir ætla at gera, tá teir eru útbúnir, siga teir, at helst fara teir heim til Sveis fyrr ella seinni. Men fyrst ætla teir sær at búgva í einum øðrum landi í eina tíð. – Eg vil fegin til eitt annað land at búgva. Hvør veit, kanska verður tað Føroyar, sigur Marcel, nú hann skal avstað aftur. Teir báðir Marcel Monn og Sandro Crameri fóru úr Føroyum mánadagin, og tað varð við góðum treysti. – Eg vænti, at vit koma aftur, siga teir báðir, sers- takliga vælnøgdir við ferð- ina, føroyingar, og Føroyar. - Vit fingu kultursjokk av føroyskum konufólki, siga Sandro og Marcel undir samrøðuni umborð á Norðlýsinum C M Y K 3 2