Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-27, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. august 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 160 - 27. august 2003 Nr. 160 - 27. august 2003 5 Føroya Arbeiðsgev- arafelag vil hava lag- ari skattaviðurskifti til alivinnuna. Ein afturbering av skatti kundi havt við sær, at fleiri virkir høvdu havt betri møguleikar at hóra undan. AÐALFUNDUR Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Seinasta fríggjadag hevði Føroya Arbeiðsgevarafelag (FAG) sín árliga aðalfund. Eini 30 fólk høvdu leitað sær á fund á Hotel Hafnia. FAG varð stovnað í 1943, so aðalfundurin í ár var nummar 60 í røðini. Tveir nevndarlimir stóðu fyri afturvali friggjadagin, og báðir vórðu afturvaldir. Nevndin er sostatt óbroytt. Í nevndini hjá FAG sita Vilhelm M. Johannesen formaður, Kristoffur Laksá næstformaður, Leivur Michelsen, Bergur Poulsen, Jóhan Páll Joensen, Magni Arge og Gudmund Morten- sen. Sum vanligt er, so legði nevndin ársfrágreiðingina fyri limirnar. Vit hava valt at endurgeva nøkur av høvuðspunktunum í árs- frágreiðingini hjá FAG Alivinna komin fyri at vera Stórur partur av ársfrá- greiðingini var um ringu støðuna í alivinnuni. FAG metir, at hóast niðurgongd er í alivinnuni, sum felagið væntar verður í nøkur ár framyvir, so er vinnan kom- in fyri at vera. FAG væntar, at alivinnan fer at reisa seg aftur. Við kreppuni í ali- vinnuni í fyrru helvt av 90 árunum í huga, so átti av- gjørt møguleiki verið fyri, at vinnan fóta sær aftur. FAG metir eisini, at neyðugt er við lagaligari skattaviðurskiftum í ali- vinnuni. Víst verður á, at okkara grannalond hava væl lagaligari skattaviður- skifti, og vit áttu at fylgt sama hugburði. FAG nevnir sokallaðu "carry back" skipanina, sum tryggjar alifeløgunum afturgoldnan skat, um roknskapirnir vísa stórt hall. Í 2000 hevði alivinnan stórt yvirskot, og mátti tí gjalda nógvan skatt. Í 2002 vístu roknskapirnir har- afturímóti stórt hall, og tá átti møguleiki at verið fyri, at alifeløgini fingu pening aftur, sum tey máttu av við í skatti í 2000. Í ársfrágreiðingini nemir FAG eisini við støðuna við- víkjandi møguligari veðset- ing í aliloyvunum. Í løtuni hava peningastovnarnir ikki loyvi til at fáa veð í alil- oyvinum, men stendur tað upp til peningastovnarnar sjálvar og Havbúnarfelagið, so verða hesi viðurskifti broytt. Verður veðseting loyvd, metir FAG, at hóttafalli, ið rakar alivinnuna í løtuni, hevði verið væl minni. Fel- agið ásannar, at politiski myndugleikin ikki ynskir eina slíka skipan, og tað metir FAG verða óheppið, tí ein veðseting vildi hjálpt at fáa atgongd til betri og størri fígging, og harvið tryggja, at framleiðslan av alifiski heldur fram í Føroyum. Arbeiðsmarknaðurin tillagast Ikki heilt óvæntað, so varð arbeiðsmarknaðurin eisini viðgjørdur á aðalfundinum. Felagið sigur, at verkfallið í vár var eitt av teimum drúgvastu í søguni hjá FAG, og at tað rakti bæði virkir og almenningin meint. Felagið setur tí fram spurningin um tíðin ikki er farin frá slíkari eirindaleys- ari framferð? Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djur- holm, arbeiðir í løtuni við einum uppskoti, sum fevnir um ein fastan gerðarrætt og dagføring av semings- mannareglunum. FAG hevur eftirlýst tryggar og rættsligar karm- ar á føroyska arbeiðs- marknaðinum, og tískil tekur felagið fult undir við lógaruppskotinum, og mæl- ir landsstýrismanninum í vinnumálum at leggja uppskotið fyri løgtingið. Støðug vinnupolitisk kós FAG ásannar, at búskapar- liga útlitini eru ikki tey somu, sum tey hava verið. Tað hómast nú ein støðugur støðgur í vøkstrinum, og innan ávísar vinnugreinar er støðan ring. Bæði ali- vinnan og rækjuvinnan eru hart trýst, men felagið vísir á, at tað er av alstórum týdningi, at politikkararnir megna at halda fast við ein støðuga vinnupolitiska kós. FAG vil ikki hoyra um, at tað almenna skal taka um endan, tí støðuga vinnu- politiska kósin má standa sína roynd bæði í upp- og niðurgongdstíðum. Víst verður á, at skulu virkisleiðarar kunnu hugsa langsiktað, so er neyðugt at politikkararnir halda fast um ein ávísa vinnupolitiska leið. Verður tikið endan hvørja ferð brotasjógvar eru, so fara virkisleiðarar at kenna á sær, at tað er ikki neyðugt at hugsa langsikt- að, um verkætlanirnar ikki eydnast, tí tað almenna tekur jú um endan, og í tí støðuni mugu vit fyri alt í verðini ikki enda í, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag. Aðalfundur hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag: Alivinnan komin fyri at vera Seinasta fríggjadagin hevði Føroya Arbeiðsgevarafelag sín trýssinstjúgunda aðalfund. Á aðalfundinum kom millum annað fram, at felagið heldur, at nøkur viðurskiftið skulu broytast, so kreppuraktuvinnuni verður lív lagað. Mynd: Savnsmynd Annika W. Joensen Í greini stóð, at Javnstøðu- nevndin hevur kannað níggju almennar nevndir og ráð. Rætta orðingin er, at Javnstøðunevndin hevur kannað allar nevndir og øll ráð, sum hoyra undir níggju aðalráðini. Tað snýr seg um umleið 70 nevndir og ráð. Í greinini stóð, at íslend- ingar nýta umleið 5 milli- ónir kr uppá javnstøðu- arbeiðið og at eg mælti til, at vit í Føroyum nýta á leið somu upphædd. Hetta er ikki rætt. Javnstøðunevndin hevur søkt um kr 1,3 millión til 2004 og latið inn eitt alternativ til játtan, sum er á leið kr 900.000. Í greinini stóð, at for- kvinnan er skuffað, tí bert eitt fólk arbeiðir við javn- støðu og tað bert partvísa tíð. Ongin er skuffað - heldur eldhugað og sannførd um, at framyvir fara fleiri fólk at arbeiða við javnstøðu, tí so nógvir fyrimunir eru av hesum. Kunngjørt verður at kæri pápi, abbi og langabbi okkara Hans Andreas Davidsen Æðuvík andaðist sunnudagin 24. august 2003 á Umlættingarheiminum í Gøtu, 94 ára gamal. Farið verður av Ellisheiminum í Runavík mikudagin kl. 19.00 í Nes kirkju. Jarðarferðin verður hósdagin kl. 14.00. Familjunnar vegna Børnini Tey, ið vilja minnast Hans Andreas kunnu lata eina peningagávu til Nýrafelagið, konto í peningastovnunum. Rættleiðing til grein um javnstøðu 23. august 2003 Hólmgongan um glóðheita sessin í mentamálaráðnum er í hæddini í Tjóð- veldisflokkinum, og eftir øllum at døma fellur avgerðin í dag ella í morgin. Nógv eru um boðið, men heitastu nøvnini beint nú tykjast vera Annita á Fríðriks- mørk og Hergeir Nielsen. Finnbogi Ísakson spøkir sum avbjóðari til sessin MENTAMÁL Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Tað er púra opið, hvør verður nýggjur landsstýris- maður við mentamálum. Tað bendir alt á, nú Tjóð- veldisflokkurin er heilt tætt við at seta ein nýggjan landsstýrismann við menta- málum. Sum Sosialurin skilir varð ætlanin, at nýggjur landsstýrismaður skuldi setast longu í gjár, týsdagin, men so mikil ivi er um, hvør tað skal vera, at tað lættliga kann koma í drag. Í prinsippinum eru øll tjóðveldisfólk líka gott boð, verður sagt frá keldum í flokkinum. Høgni Hoydal, floksformaður, sigur fleiri uppskot vera komin til landsstýrismann, og hann væntar, at avgerðin fellur í vikuni. Eftir at hann hevur lurtað eftir sjónarmiðum frá aðal- stjórn, floksstjórn og ting- manning, heldur Høgni Hoydal seg hava gjørt upp við sjálvan, hvør hansara besta boð er, men tað verð- ur hann ikki einsamallur um at gera av. Tað er tingmanningin hjá Tjóðveldisflokkinum, sum hevur síðsta orðið, tá lands- stýrismaður skal setast. Frammanundan hava bæði aðalstjórnin og floksstjórn- in givið sítt tilmælið, og helst er nøkunlunda semja um, hvør skal í sessin, tá tingmanningin tekur enda- ligu avgerðina. Heitur sessur Høgni Hoydal hevur røkt starvið, síðan Annlis Bjark- hamar varð koyrd úr starv- ið, men tað hevur leingi verið greitt, at hann bert sat fyribils, tí hann eisini er løgmálaráðharri. At sessurin er heitur, er einki at ivast í, tí heili sjey ferðir hevur Tjóðveldis- flokkurin sett fólk í menta- málaráðið, síðan hann fekk mentamál at umsita í 1998. Nú ræður um at fáa fólk í mentamálaráðið, sum kann halda til teir mongu brota- sjógvarnar, sum javnan bresta á Hoyvíksvegi 72. Tørvur er á einum støðu- føstum ráðharra, sum kenn- ir politiska spælið til lítar; eisini tá tað gerst gravskit- ið. Harafturat er tað ein sannroynd, at landsstýris- fólk hava verið í hornatøk- um við sína umsiting, sum sambært tjóðveldisfólkum ikki altíð hevur verið sínum landsstýrismanni lýðin. Annita fyri Annlis Annita á Fríðriksmørk, sum er tingkvinna í Suður- streymoy, hevur verið nevnd sum ein møguleiki, og eftir øllum at døma verður stórt arbeiði gjørt fyri, at hon skal setast í starv. Okkurt talar fyri henni, tí einki konufólk er í lands- stýrinum, og hon kundi verið ein góður avloysari í so máta fyri Annlis Bjark- hamar, sum mátti lúta. Annita hevur áhuga fyri mentamálum, og harafturat er Suðurstreymoy ikki væl umboðað í mun til stóru undirtøkuna, flokkurin hev- ur í valdøminum. Spurningurin er, um hon er tann rætta, tá tað ræður um at standa eitt nú løg- manni og umsitingini kurl. Sjálv vildi Annita á Fríð- riksmørk einki avdúka, tá vit spurdu okkum fyri. Hon sigur bara, at flokkurin hev- ur nógv gott fólk at taka av og nógv atlit eru at taka. Sambært Annitu á Fríðriks- mørk varð einki avgjørt, tá vit tosaði við hana á døg- urða týsdagin. Spurningurin er hinveg- in, um hini tingfólkini í Suðurstreymoy vilja hava Annitu í landsstýrið. Tað slóðar vegin fyri Finni Helmsdal, ið hevur givið floksformanninum og sam- gonguni høvuðbrýggj, og bæði Jógvan Arge og Kris- tina Háfoss kunnu hóttast til næsta løgtingsval, um Finnur Helmsdal aftur fær gjørt vart við seg í løgtingum. Ísakson spøkir Eitt alternativt boð er Finn- bogi Ísakson, fyrrverandi løgtingsformaður. Hann hevur prógvað sín politiska dugnaskap, hevur drúgvar royndir og hevur umdømi sum ein snildur politiskur revur. Hann kundi hann verið maðurin, sum tók truplu uppgávuna á seg at rudda mentamálaráðið, tí hann er ein ráðaríkur mað- ur, ið ikki letur seg trýsta. Sosialurin veit um ting- fólk, sum eru sinnað at stuðla Finnboga, og tað hevði so samstundis varð- veitt eitt status quo í ting- manningini. Hinvegin er ikki vist, at Finnbogi er áhugaður, tí hann hevur tikið seg úr politikki. Sjálvur kennir hann onki til ætlanina, men hann vísir ikki tankanum bakið. – Fái eg tilboðið, so skyldi eg flokkinum at um- hugsa tað gjølla. Men fyrst má eg fáa eina áheitan, síðan má eg hugsa um tað, og so má eg taka støðu, sig- ur Finnbogi Ísakson, sum kortini væntar, at yngri fólk enn hann skulu framat. Hergeir úr Suðuroy Eitt triðja boð er Hergeir Nielsen úr Suðuroyar val- dømi. Hann hevur sum lær- ari innlit í skúlaviðurskift- ini, hevur áður verið lands- stýrismaður og hevur verið ein álitismaður fyri flokkin í nógv ár. Tað er ein sannroynd, at øll valdømini royna at gera vart við seg, og suðuroying- ar mistu tíðliga sín mann, tá Óli Holm í stutta tíð varð avloysari í mentamálaráðn- um. Sum skilst er Unga Tjóð- veldi sinnað at stuðla Her- geiri Nielsen. Tað kemst av, at felagið varð misnøgt við, at Annlis Bjarkhamar mátti lúta, uttan at tey fingu nakað afturfyri. Verður Hergeir Nielsen landsstýr- ismaður, kemur formaðurin í Unga Tjóðveldinum, Rúni Nielsen úr Vági, inn á ting, og so er skaðin gjørdur góður aftur. Onnur evni eru undan- farnir landsstýrismenn sum Signar á Brúnni og Tór- bjørn Jacobsen, ið hava verið noyddir at lagt frá sær. Men teir eru lítið sann- líkir. Signar hevur mest sum tikið seg aftur eftir stóra vónbrotið, tá hann ikki slapp aftur í landsstý- rið, og Tórbjørn hevur úr at gera sum reiðari, fólka- tingsmaður og løgtings- maður. Sostatt stendur stríðið millum tey trý: Annitu, Hergeir og Finnboga. Men tað kann eins væl gerast onkur heilt annar, tá av tornar. Talan var ikki um nakra samtykt, tá gerðabókin hjá landsstýrinum umrøddi broyt- ingarnar á ar- beiðsmarknað- inum. Tað sigur Høgni Hoydal, varaløgmaður POLITIKKUR Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Varaløgmaður hevur onga viðmerking til ógvusliga og persón- liga álopið, sum Bjarni Djurholm landsstýrismaður hevði á hann í lesara- brævi í blaðnum í gjár. – Vit eru øll samd um, at broytingar á arbeiðsmarknaðinum eru neyðugar. Eg havi bara víst á, at tað ber ikki til at koma við einum lidnum upp- skoti í einum so stór- um og átrokandi máli. Tað skal hava viðgerð, bæði í politisku skip- anini og millum feløg- ini á arbeiðsmarknað- inum, tí annars er tað deyðadømt framman- undan, sigur Høgni Hoydal, sum ikki vil inn á persónliga brigslið. Bjarni Djurholm vil vera við, at hann hevur fingið heimild frá landsstýrinum at gera eitt liðugt uppskot um seming og fastan gerðarætt, men tað vísir Høgni Hoydal aftur. Gerðabókin í landsstýrinum ber annars á tað borðið, tí har verður sagt, at »heitt verður eisini á landsstýrismannin at skriva uppskot um ar- beiðsrætt og seming«. – Talan var um ein politiskan landsstýris- fund, har mál verða umrøtt tíðliga í pros- essini at gera lógar- uppskot. Tá málini eru liðugt viðgjørd, skulu tey fyri formligan landsstýrisfund, og nú- staðni tá er greitt, um landsstýrið er samt um eitt uppskot, sigur Høgni Hoydal, sum ongar trupulleikar sig- ur seg hava við at sam- starva við Bjarna Djurholm. Afturvísir samtykt úr gerðabók Opin dystur um glóðheita sessin Trý boð upp á ein nýggjan landsstýrismann við mentamálum: Outsidarin Finnbogi Ísakson, Annita á Fríðriksmørk og Hergeir Nielsen C M Y K 5 4