mikudagur 27. august 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 160 - 27. august 2003
Nr. 160 - 27. august 2003
7
Tað koma fleiri stór,
útlendsk ferða-
mannaskip á Havnina
um árið. Men tað
letur til, at tey antin
fara útferð ella ein
innkeypstúr. Ikki
bæði. Og tað má sig-
ast at vera harmiligt,
tí tað átti at verðið
rúm fyri báðum,
heldur millum onnur
handilskona í Havn
FERÐAVINNA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Mangan hevur verið ført
fram, at føroyingar hava ein
klassiskan trupulleika, tá
tað kemur til ferðamanna-
skip, sum kom í havn
sunnudagar. Hetta tí at upp
og
afturlatingartíðirnar
gera, at tað ikki er loyvt at
hava opið sunnumorgnar.
Men spurningurin um und-
antøk tykist at verða oftari
og oftari uppi at venda um
summarið, tá ferðafólka-
talið er upp á tað hægsta.
Og ein annar spurningur er
eisini, um tað veruliga er
upp og afturlatingartíðir-
nar, sum eru trupulleikin og
ikki samstarv innanhýsis í
Føroyum millum tey, sum
hava við ferðafólkini at
gera.
Seinasta sunnumorgun
kom tað størsta ferða-
mannaskipið í ár á Havn-
ina.
Luksusferðamanna-
skipið Crystal Symfony.
Umborð vóru amerikonsk
ferðafólk, sum løgdu nakað
av peningi eftir sær í Før-
oyum. Men so er ikki altíð,
tí ofta er so lítið av tíð, at
tað heldur verður eitt stríð
millum tey, sum fáast við
útferðir og tey, sum hava
handlar, um ferðafólkini.
Selja nógv
Hendan
sunnumorgunin
hevði tað tó eydnast Kunn-
ingarstovuni í Havn at bera
so í bandi, at nakrir handlar
høvdu opið. Ein av handl-
unum, sum hevði opið, var
Skipshandilin. Og tey lata
væl at søluni hendan dagin.
– Her var nógv fólk inni á
gólvinum, og vit seldu
nógv, verður sagt frá Skips-
handlinum.
Ester
Magnusson
í
Skipshandlinum hevur hug
at fílast eitt sindur inn á til-
rættisleggingina av tílíkum
stuttum steðgum hjá ferða-
fólki við ferðamannaskip-
unum. Hon vísir á, at með-
an vit tosa, liggur eitt stórt
ferðamannaskip beint uttan
fyri molan, men hon hevur
ikki sæð eitt menniskja frá
tí inni í handlinum. Hetta
sigur hon kemur av, at tað
ikki er tíð til tað.
– Hetta er bert til buss-
ferðir, og tíðin er so knøpp,
at tað ikki eru stundir til, at
bussurin steðgar eina løtu
uttan fyri handlarnar í Havn
og harvið geva ferðafólkun-
um ein møguleika til at
keypa. Og tað er stórt spell,
sigur hon. Hon heldur, at
tað átti at verðið betur til-
rættislagt hjá hesum ferða-
fólkunum, soleiðis at tey
kundu fáa tíð til at keypa
eisini, meðan tey eru í
landi.
Skipshandilin
hevur
enntá roynt at havt sølubúð
á molanum ella á Bursa-
tanga, men sjálvt ikki har
hava ferðafólkini havt so
frætt av tíð, áðrenn tey
skula í bussin, at tey hava
kunnað keypt nakað serligt.
Og tað harmast Ester um.
Hon sigur, at tað er skjótt at
selja eitt sindur, so um
shopping varð raðfest eitt
sindur hægri hjá teimum,
sum tilrættisleggja útferð-
artúrarnar, so høvdu fleiri
handlar í Havn fingið eitt
gott íkast av hesum.
Hon heldur, at ein út-
ferðarbussur átti at steðgað
nakrar ferðir, meðan hann
koyrir ígjøgnum Havnina
og harvið givið ferðafólk-
unum høvi til at fara at
keypa.
30 skip um árið
Jóhan
Mortensen,
sum
hevur ta uppgávuna at
skipa fyri, at tílík skip
koma til kei, vísir á, at tað
koma 30 skip til Havnar í
ár, og at talið verður tað
sama komandi ár. Hann
heldur, at vit kundu gjørt
nógv meira við at fingið
meira
burturúr
hesum
ferðafólkunum og harvið
marknaðarført
Føroyar
betur og meira sum eitt
ferðamannaland.
Hann hevur fleiri hugskot
um, hvat kundi havt verðið
gjørt. Millum annað vísir
hann á, at Føroyar eru jú
ein fiskivinnutjóð, men tað
sást ikki væl aftur á mat
skráunum
hjá
teimum
ymsu matstovunum.
– Ferðavinnan haltar eitt
sindur her, serliga tá tað
kemur til hendan partin av
ferðavinnuni. Til dømis
sunnudagin høvdu við ein
upplagdan møguleika til at
vinna pening burtur úr
ferðafólkum, sum vilja
brúka pening, sigur hann og
leggur samstundis dent á,
hvussu týdningarmikið tað
er, tí tað eru ikki øll ferða-
fólk, sum leggja pening
eftir sær í Føroyum. Tí ræð-
ur um at vera úti um seg, tá
tað kemur til tey meiri
múgvandi ferðafólkini.
Aðrar møguleikar
Sostatt kann staðfestast út
frá hesum, at tað ikki altíð
liggur so væl fyri hjá føroy-
ingum at vinna pening
burtur úr ferðafólkum. Men
tað má sigast at vera spell –
serliga tá talan er um til-
rættislegging, sum kundi
verðið gjørd betur.
Jóhan Mortensen heldur,
at Føroyar kundu gjørt tað
so nógv betur, tá tað kemur
til ferðavinnuna á so mong-
um økjum. Eitt er tann
vakra og stórsligna náttúr-
an, men so eru so sanniliga
eisini aðrir møguleikar,
heldur hann. Til dømis at
bjóða ferðafólkunum meira
fisk og aðrar føroyskt fram-
leiddar vørur. Á tann hátt
marknaðarføra føroyingar
eisini betur okkara egnu
vøru. Og so aðrar tænastu
eisini.
Jóhan rósar hinvegin
millum annað tænastum
sum til dømis tannlækna
ella lækna.
Hann sigur, at tá tílík
ferðamannaskip koma inn,
vísir tað seg ofta at vera
eitthvørt, sum bagir onkr-
um, og ein má undir lækna-
hond. Og tann skipanin er
stak professionell, sambært
Jóhan Mortensen.
Hann greiðir at enda frá
einum tilburði í sambandi
við eitt annað ferðamanna-
skip, har skipanin við bráð-
feingishjálp
virkaði
til
fulnar.
Eitt ferðamannaskip lá
uttanfyri molan. Og so
hendi tann vanlukkan, at
ein maður fekk hjartaslag
umborð. Jóhan greiðir frá,
at tað bert gingu 14 min-
uttir frá tí, at Landssjúkra-
húsið fekk boðini, til mað-
urin kom undir skurð. Lívið
hjá honum varð bjargað.
– Allar tænastur av slík-
um slagi eiga rós uppi-
borið. Og eisini tá tað kem-
ur til at fáa eitt skip til kei.
Tað virkar alt, sum tað skal,
so vit kunnu ikki siga
annað enn, at Føroyar hava
nógvar veldugar møguleik-
ar til at menna seg sum
ferðamannaland. Vit eru
komin nógv longri, men
enn halta vit fleiristaðnis,
sigur Jóhan Mortensen at
enda.
Kappast um ferðafólkini
Føroyingar kundu ment ferðavinnuna nógv meira og fingið meira burtur úr henni fíggjarliga, um bert nøkur viðurskifti vórðu betrað
Mynd: Álvur Haraldsen
Tað letur til at vera ein
kampur millum bussferðir og
handlar um tey ferðafólkini,
sum koma til landið við
ferðamannaskipum. Tí
sjáldan eru tað stundir til
bæði útferð og keyp
Mynd: Álvur Haraldsen
Hetta er ein spenn-
andi tíð hjá teimum,
sum gera nakað við
fuglaveiði
FUGLAVEIÐA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í gjár, 26. august, var líra-
dagur. Hetta er dagurin, tá
ið menn plagdu at draga
líra á plássum, har skrápur,
sum er gamli fuglurin,
byggir
reiður.
Skrápur
reiðrast djúpt niðri í urða-
gróti og holum, sum hann
grevur niður bakkan og
moldina.
Ymsastaðni kring landið
verður líri tikin, men henda
veiða er ikki so vanlig sum
havhestaveiða.
Nógv minni er til av
skrápi sum búfugli í Før-
oyum enn av havhesti, sum
reiðrast í berginum um alt
landið.
Líri verður vanliga drigin
upp úr holuni við króki,
sum er festur á ein stívan og
boyggiligan jarntráð. Verð-
ur fuglurin tikin á nátt, sum
er meira vanligt, verður
gingið við lummalykt eftir
urðagrótinum og á grønum
blettum, sum eru millum
urðagrótið.
Mong hava ongantíð sæð
ein livandi líra, tí hesin
kemur bert út úr holuni, tá
ið kvøldarmyrkrið kemur.
Tá ið myrkt er, kemur hann
út úr holuni at læra seg at
flúgva. Hann kemur eisini
út at taka ímóti skrápinum,
sum kemur innaftur av
havinum við føði. Tá ið
skrápurin er komin aftur at
landi um midnáttarleitið,
fara gamli fuglurin og ung-
in innaftur í holuna.
Summi kvøld er nógvur
líri úti; onnur kvøld minni.
Á teimum plássum, har
líri verður veiddur, er hetta
ein hugnalig tíð.
Tað, vit vita um, eru
skúvoyingar millum teir
ídnastu at veiða líra.
Havhestur
Hetta er eisini tíðin, tá ið
havhestaungin flýgur út av
rókini, og hópur av bátum
og monnum kring landið
fáa sær upp í tunnuna til
veturin, sum stundar til.
Aðrir sláa seg saman og
royna at tjena sær nakrar
krónur hesa tíðina.
Eitt sindur ymiskt er, nær
besta tíðin er. Hetta kann
vera tengt at veðrinum,
men tað, sum hevur størst-
an týdning, er, nær gamli
fuglurin er lagstur, og
hvussu umstøðurnar hjá
unganum at búnast nú
einaferð hava verið.
Summi ár fæst havhesta-
ungi á sjónum longu 23.
august. Onnur ár kanst tú
fara ein langan túr, 26. aug-
ust - og ongan fugl síggja á
sjónum.
Mangt
bendir
á,
at
havhestaungin er eitt sindur
seinur á veg í ár.
Menn, sum vóru og stim-
aðu 23. august, fingu at
kalla ongan havhest. Vit
hava hoyrt um tveir bátar,
sum gjørdu eina roynd
hendan dagin. Annar fekk
ein fugl; hin tríggjar.
Vit vita eisini um ein bát,
sum var ein túr norðanfyri
mánadagin í hesi vikuni;
hann fekk 17 havhestaung-
ar.
Eftir øllum sólarmerkjum
at døma, er havhestaungi
nú á veg á sjógvin. Nær
bestu dagarnir verða í ár, er
torført at siga. Roknast
kann tó við, at dagarnir
báðumegin mánaðarskiftið,
august/ september, verða
teir, sum fara at roynast - alt
eftir, hvussu veðrið háttar
sær.
Og soleiðis plagar tað at
vera - næstan á hvørjum ári.
Farið er um líradag og havhestatíð er
Í Skúvoy er lutfalsliga nógvur
líri. Neyðugt er at ganga væl
um fuglin, tí hann er so við-
brekin, um hann ikki verður
veiddur á skynsaman hátt.
29 pensjónistar úr
Danmark, kvinnur og
menn, búgva hjá priv-
atfólki við Skálafjørð-
in og í Elduvík í hes-
um døgum. - Øll eru
ovurfegin og púrasta
ovfarin av blíðskapin-
um, sigur Amy Djur-
huus, formaður í
Eldrafelagnum Nón
VITJAN
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tíðliga
mánamorgunin
komu 29 pensjónistar úr
Svendborg og Tåsinge við
Norrønu til Føroya at vitja
pensjónistafelagið Nón á
Skálafjørðinum.
Búgva privat
Amy Djurhuus, sum er
formaður í Nón, sigur, at
tey kendu ikki hesi fólkini,
áðrenn tey komu higar.
- Ein føroysk kona hiðani
av leiðini, sum býr í Svend-
borg, hevur fingið ferðina í
lag. Hon helt, at tað hevði
verið áhugavert hjá hesum
fólkum, sum regluliga møt-
ast í einum tilhaldi, at vitja
í Føroyum.
Øll tey 29 fólkini, harav
10 eru pør, búgva privat í
Runavíkar-økinum, á Toft-
um og í Elduvík.
Sosialurin var við úti á
Nesi seinnapartin mána-
dagin, tá ið ferðalagið sam-
an føroysku vertunum vitj-
aði í Nes kirkju, og har
Ernst Hansen var so beina-
samur at siga teimum søg-
una um kirkjuna, sum er
bygd í 1843.
Bussur og førari
Á ferðini í Føroyum hava
donsku pensjónistarnir ein
buss við sær og førara.
Gjáramorgunin, tá ið vit
tosaðu við Amy, bar leiðin
norður til Klaksvíkar og
Viðareiðis, haðani ætlanin
var at fara so skjótt, komið
varð um Leirvíksfjørð.
Í Leirvík vóru tey inni á
bátasavninum.
- Tá ið vit koma aftur til
Klaksvíkar í dag, fara vit at
vitja í Leikalund, gamla
handlinum hjá Jens Klæm-
inti og í Christianskirkjuni,
har serstøk altartalva hong-
ur, sigur Amy.
Hugtikin og ovfarin
Formaðurin í Nón leggur
dent á, at donsku pensjón-
istarnir bæði eru hugtiknir
av landinum, ovurfegnir um
ferðina og púrasta ovfarnir
av blíðskapinum, teimum
er vístur.
- Fólk eru ógvuliga glað;
lagið er gott, og stemning-
urin er lættur, sigur Amy
Djurhuus.
Donsku pensjónistarnir
fara avstað aftur við Nor-
rønu fríggjadagin komandi.
Eldrafelagið Nón vitjan úr Danmark
- Fólk eru ógvuliga glað; lag-
ið er gott, og stemningurin er
lættur, sigur Amy Djurhuus,
formaður í Eldrafelagnum
Nón.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Danskir pensjónistar saman
við vertunum úr Eysturoynni
uttanfyri Nes kirkju. Ernst
Hansen greiddi frá um
gomlu kirkjuna, sum er bygd
í 1843.
Mynd: Vilmund Jacobsen
C
M
Y
K
7
6