mikudagur 27. august 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 160 - 27. august 2003
Nr. 160 - 27. august 2003
9
Fólkatalið minkar eina
helvt
Framrokningar hjá norsku hagstovuni benda á, at
fólkatalið í Finnmørkini fer at minka eina helvt tey
næstu 50 árini. Heldur metingin, verða bara 37.000
fólk eftir í landslutinum í 2053. Tey seinastu árini er
talið minkað millum seks og sjey prosent um árið.
Framrokningin vísir, at politikkurin hjá mynd-ugleik-
unum í Oslo at eggja fólki til at verða verandi í Finn-
mørkini, er miseydnaður. Eftir galdandi skipan gjalda
fólk har minni skatt enn aðrir norðmenn, tey fáa meiri
barnastyrk enn onnur, og tey kunnu sleppa undan at
rinda ein part av lestrarlánum aftur. Kortini minkar
fólkatalið skjótt.
Lars Østnes á hagstovuni í Oslo sigur við norska út-
varpið, at tað er fyrst og fremst vantandi arbeiðsmøgu-
leikar, sum fáa fólk í Finnmørkini at flyta til aðrar part-
ar av Noregi. Tey flyta serliga til teir stóru býirnar long-
ur suðuri, og hagtølini vísa eisini, at tað eru serliga tær
ungu kvinnurnar, sum flyta.
Søgan órógvar
Schwarzenegger
Júst sum tann kendi filmsleikarin Arnold Schwarzenegger
roynir at gerast guvernørur í amerikanska statinum Kali-
fornia, er komið fram, at pápi hansara var limur í tí illa ken-
da nazistiska SA, teimum sokallaðu "brúnskjúrtunum".
Arnold Schwarzenegger er sum kunnugt ættaður úr
Eysturríki, og skjøl har hava avdúkað, at pápi hansara,
Gustav Schwarzenegger, var ikki einans nazistur, men at
hann eisini fór sjálvboðin upp í Sturmabteilung ella SA,
sum var ein hernaðarlig deild hjá nazistaflokkinum.
Arnold Schwarzenegger hevur fleiri leingi vitað, at
pápi hansara var nazistur, og í 1990 bað hann tann
Simon Wiesenthal-stovnin kanna, hvat pápin hevði
fingist við undir seinna heimsbardaga. Tá kom ikki
fram, at hann hevði verið uppi í SA, men tað er komið
fram nú, og Simon Wiesenthal-stovnurin fer nú at
kanna málið nærri. Tað kann koma soninum illa við nú
undan guvernørvalinum.
Ikki eiti á lønarhækking
Ein frágreiðing, sum svenska stjórnin kunngjørdi
mánadagin, vísir, at stjórar og fólk í øðrum leiðandi
størvum í svenska vinnulívinum hava fingið stóran
lønarvøkstur tey seinastu árini.
Frágreiðingin vísir, at lønarmunurin ímillum tað van-
liga arbeiðsfólkið og stjórarnar er vaksin nógv. Mið-
skeiðis í áttatiárunum var ein svensk stjóraløn í meðal
millum fimm og tíggju ferðir so stór sum ein vanlig ar-
beiðaraløn. Í dag er hon 32 ferðir størri. Tað er eisini
stórur munur á, hvussu nógv stjórarnir fáa. Ein stór
fyritøka rindar ofta sínum stjóra einar tíggju milliónir
svenskar krónur í løn og ymsum samsýningum, meðan
stjórin í einari minni fyritøku fær millum eina og tvær
milliónir krónur um árið.
Olle Rosander, sum hevur staðið fyri frágreiðingini,
sigur við Svenska Dagbladet, at tað er serliga tey sein-
astu árini, at lønarmunurin hjá stjórunum og arbeiðs-
fólkinum er vorðin so stórur.
Kanna 36 ára gamla gátu
Tann 17. desember í 1967 fór táverandi avstralski for-
sætisráðharrin, Howard Holt, ein svimjitúr. Hann kom
ikki aftur, og lík hansara varð heldur ongantíð funnið.
Síðani hevur dúgliga verið gitt, hvat var hent honum.
Summi vildu vera við, at hann njósnaðist fyri Kina, og
at ein kinesiskur kavbátur hevði tikið hann upp. Onnur
hildu, at amerikanskir agentar høvdu beint fyri honum,
tí hann hevði segðist hava ætlanir um at taka teir
avstralsku hermenninar úr Vietnam. Uppaftur onnur
hildu, at hann hevði tikið lívið av sær, og at enda hildu
summi, at ein hávur hevði gjørt enda á honum.
Nú hava avstralsku myndugleikarnir gjørt av at
kanna málið. Orsøkin til, at hetta ikki verður gjørt fyrr
enn nú, er, at sambært lógini hava myndugleikarnir ikki
kunnað kanna eitt tílíkt mál, uttan at líkið av tí deyða er
funnið. Men nú er tann lógin broytt.
UTTAN ÚR HEIMI
Endurvinningarverk-
ið í Sellafield, sum er
lagt undir at hava
dálkað havið, verður
latið aftur innan
2010, skrivar bretska
blaðið The Guardian.
UMHVØRVI
Árni Joensen
Í fleiri ár hava írar, norð-
menn og føroyingar biðið
bretsku myndugleikarnar
lata endurvinningarverkið á
Sellafield-kjarnorkuverkin-
um aftur, og nú er líkt til, at
áheitanin verður gingin á
møti.
Bretska
blaðið
The
Guardian skrivaði í gjár, at
verkið gongur bert við
hálvari megi orsakað av
teimum altsamt veksandi
umhvørviskrøvunum, og at
tað tí stendur á hjá verkin-
um at arbeiða burturkastið
undan. Harafturat er eftir-
spurningurin minkaður so
nógv, at í dag liggja 75 tons
av plutonium og 3.336 tons
av urani í goymslunum, tí
eingin hevur brúk fyri tí.
Stjórin á Sellafield-verk-
inum, Brian Watson, sigur
við The Guardian, at verkið
verður latið aftur innan
2010.
Serliga írar og norðmenn
hava í mong ár kravt, at
bretar skuldu lata endur-
vinningarverkið aftur. Fyri
tveimum mánaðum síðani
eydnaðist tað at fáa bretar
at steðga útlátinum av evn-
inum
technetium-99
í
níggju mánaðir. Írar hava
kortini ikki verið nøgdir og
hava lagt málið fyri altjóða
dómstólin í Haag.
Endurvinningarverkið í
Sellafield verður stongt
Tey, sum vilja hava
eina "nærmynd" av
reyðu gongustjørn-
uni, eiga at gera sær
ómak í kvøld, tí hetta
er avgjørt einasti
møguleiki.
RÚMDIN
Árni Joensen
Tað er kanska í so nógv at
siga,
at
gongustjørnan
Mars er nær Jørðini, men í
kvøld verður hon 55,7
milliónir kilometrar frá
okkara gongustjørnu, og so
nær hevur hon ikki verið
Jørðini í næstan 60.000 ár.
Hóast teinurin er so langur,
er lætt at fáa eygað á Mars í
kvøld, men treytin er sjálv-
andi, at tað er klárt í veðrin-
um. Mars kemur upp í ein
landssynning
umleið
klokkan átta í kvøld, og um
eitt-tíðina í nátt verður hon
umleið tjúgu stig oman fyri
sjónarringin. Síðani ber til
at fylgja henni alla náttina.
Tað er ymiskt, hvussu
langt er millum Jørðina og
Mars. Eitt nú hava vísinda-
fólk roknað út, at í 2012
verður teinurin tvær ferðir
so langur sum í kvøld. Og
vit kunnu gott siga, at tein-
urin í kvøld er metstuttur, tí
sambært vísindafólkunum
hevur Mars ikki verið so
nær Jørðini seinastu 59.619
árini. So tey, sum vilja fáa
eina "nærmynd" av Mars,
eiga at nýta hetta høvið í
kvøld.
Í kvøld er Mars nær Jørðini
UTTAN ÚR HEIMI
Undir krígnum í Irak
søgdu amerikanarar-
nir, at hann var deyð-
ur, men "Kemiski Ali"
var ikki deyður. Hann
lá á einum sjúkrahúsi
í Bagdad og flenti at
tíðindunum. Men nú
situr ein tann versti
bøðilin hjá Saddam
hussein í amerikansk-
ari fangalegu.
IRAK
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Hansara rætta navn er Ali
Hassan al-Majid, og hann
var generalur í irsksku
trygdardeildunum. Men tað
ljóðar næstan ov vanligt.
Eyknevni hansara, Kemiski
Ali, er nærri veruleikanum.
- Hann umboðar tað ring-
asta av tí ringa í stýrinum
hjá Saddam hussein, og tað
sigur ikki so lítið, sigur
leiðarin í mannarættinda-
felagsskapinum
Human
Rights Watch, Kenneth
Roth.
- Hugsa tær at síggja
hann sita í vitnisstólinum í
Haag. Tað hevði verið
óført, hevur miðeysturser-
frøðingurin hjá sama fel-
agsskapi, Mohammed Day-
em, einaferð sagt.
Hósnáttina í síðstu viku
tóku amerikanararnir hann.
Tað var deildin Taske Force
20, sum fann hann, men
amerikanararnir vilja ikki
siga, hvar tann deildin var,
tá hon kom fram á Ali
Hassan al-Majid. Tað er
heldur ikki so løgið, tí
Taske Force 20 er ein av
deildunum, sum leita eftir
Saddam Hussein sjálvum.
Eftir at teir báðir synir
Saddams doyðu herfyri,
søgdu amerikanararnir, at
frákoyrdi forsetin helst
fjaldi seg í sunni-mus-
limska økinum norðan fyri
Bagdad, og at hann fjaldi
seg
saman
við
júst
"Kemiska Ali". Var hendan
metingin
røtt,
er
tað
hugsandi, at amerikanarar-
nir hava verið nær Saddam
sjálvum hósnáttina. Men
hann varð so ikki tikin.
Tað er eisini rættiliga
hugsandi, at teir báðir
flýddu í felag, og at teir
hava fjalt seg í sama staði,
tí gamli einaræðisharrin
hevði fult álit á Ali. Tað var
Ali, sum fekk tær mest
óhugnaligu uppgávurnar, tí
Saddam visti, at generalur-
in helt seg ikki aftur, sama
hvør uppgávan var. Hann
var tann føddi bøðilin, sigur
Kenneth Roth.
Halabja
"Kemiski Ali" hevði eisini
sínum gamla einaræðis-
harra nógv at takka fyri.
Áðrenn Saddam kom til
valdið, var hann bert ein
vanligur hermaður, men
aftaná kom hann skjótt upp
eftir hernaðarliga stiganum.
Í 1978 varð hann settur til
guvernør í tí kurdiska
økinum í Norðurirak, og
her skipaði hann fyri tí so-
kallaða Anfal-hópmorðin-
um ímóti kurdunum. Heitið
stavar frá einum broti í
Koranini, sum loyvir ráni í
krígstíð, og í tíðarskeiðin-
um frá mars í 1987 til apríl
í 1989 hvurvu umleið
100.000
kurdar,
vilja
mannarættindafelagsskapir
vera við. Tað var undir
hesum átakinum, at guver-
nørurin fekk heitið "Kem-
iski Ali", tí hann nýtti kem-
isk vápn ímóti kurdunum.
Tað mest umrødda álopið
av hesum slagnum var, tá
menninir hjá Ali lupu á
býin Halabja í mars í 1988.
Har vórðu 5.000 ósek fólk
myrd við eiturgassi, sum
tyrlur sprændu oman yvir
býin. Mong munnu hava
sæð ta søguligu myndina av
tí deyða abbanum, sum
situr og heldur um tað
deyða abbabarnið.
Eitt kurdiskt vitni, Araz
Mohamed Amin, greiddi
seinni frá, at hann misti
trettan av sínum í hópdráp-
inum í Halabja. Í einari
samrøðu við Los Angeles
Times greiddi hann frá, at
hann
hevði
mist
ein
mammubeiggja, eina fastur
og eitt systkinabarn. Ein
annar mammubeiggi hans-
ara misti sjónina, og eitt
systkinabarn hansara fekk
lunguni oyðiløgd.
Hann ræðast vit øll
Men "Kemiski Ali" var ikki
liðugur enn.
Tá
Saddam
Hussein
gjørdi av at gera innrás í
grannalandið Kuwait, varð
Ali tilnevndur guvernørur
har, men tríggjar mánaðir
seinni varð hann fluttur
haðani, tí sjálvt Saddam
helt hann vera ov harð-
rendan.
Men
tað
helt
einaræðisharrin ikki, tá
shiamuslimski uppreisturin
í Suðurirak skuldi berjast
niður aftan á Flógva-
kríggið. Her var Ali aftur
tann rætti maðurin, og
undir einum herrópi um, at
nú skuldi endi gerast á
shiamuslimunum, fór hann
til verka.
Úrslitið sæst enn tann
dag í dag. Í 1991 búðu um-
leið 250.000 shiamuslimar
í økinum millum áirnar
Eufrat og Tigris. Í dag er
talið niðan fyri 40.000.
"Kemiski Ali" lat seg ikki
steðga av kjøti og blóði.
Hann er systkinabarn Sad-
dam, og í 1995 fingu teir
ein trupulleika. Tveir ver-
synir Saddams vóru flýddir
til Jordan, har teir greiddu
frá øllum loyndarmálunum
hjá stýrinum í Bagdad, og
millum annað avdúkaðu
teir fyri fyrstu ferð, at Irak
hevði
hópoyðingarvápn.
Annan versonurin, Saddam
Kamel, greiddi eisini frá,
hvussu Saddam og hansara
mest trúføstu stuðlar í
stjórnini kappaðust um,
hvør kundi vera tann mest
harðrendi. Men eingin, ikki
ein kundi sammetast við
"Kemiska
Ali".
Hann
ræðast vit øll, segði Sad-
dam Kamel.
Í 1996 lótu teir báðir
versynirnir seg lumpa aftur
til Irak, og neyvan av tilvild
var tað "Kemiski Ali", sum
tók ímóti teimum - við at
myrða báðar.
Amerikanska herleiðslan
vil ikki siga, hvar bøðilin
er, og hon vil heldur ikki
siga, hvat ætlanin er at gera
við hann.
Men tikin er hann.
(Kelda: Berlingske Tidende)
Hann var tann versti bøðilin
C
M
Y
K
9
8