mikudagur 27. august 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 160 - 27. august 2003
Nr. 160 - 27. august 2003
11
Jørmund Vágadal
So var hann aftur, hevndar-
eingilin úr Skálavík. Nú
skal ikki minni enn alt før-
oya fólk hava eina frágreið-
ing um eina flúgving ein
ávísan dag eitt ella annað
stað vestanfyri Ísland.
Føroya fólk skal ikki
hava nakra frágreiðing um
nakað sum helst frá mær
um flúgving, tað taka av-
varðandi luftferðslumyndug-
leikar sær av. Skal ein frá-
greiðing gevast, so skal tað
vera henda:
1. Fyri uml. 7 árum verða
nakrir mekanikarar koyrdir
hjá Atlantic Airways.
2. Ein av teimum koyrdu er
svágur John Myllhamar.
3. Mekanikararnir eru for-
nermaðir og koma í bløðini
við óvanliga grovum skuld-
setingum um misrøkt av
materiellinum hjá AA, sum
teir sjálvir hava havt um
hendi í fleiri ár
4. Undirritaði helt skriving-
ina vera so grova, at hann
talaði at
5. Ikki vóru bløðini komin
út fyrr enn John var komin
til tað niðurstøðu, at svág-
urin skuldi hevnast. Hann
sjoflaði bæði meg og
familjuna út, sum um at vit
vóru partur í trætuni.
6. Seinni filosoferar hann
yvir ein túr við Maersk Air
og hvussu deiligt tað var at
flúgva við hesum flogfelag-
num.
7. Seinni hendir so tað, at
flogfarið hjá Maersk á veg
til Føroya, er komið í somu
hædd sum eitt norskt flog-
far sunnanfyri Noreg. Og
nakað seinni aftur roynir
eitt annað flogfar hjá
Maersk at lenda í ringum
veðri. Ferðin var so ótespi-
lig, at ferðafólk máttu hava
professionella hjálp, tá tey
komu aftur til Kastrup.
8. Undirritaði kundi ikki
halda sær og helt at fólkini
kundu fara niðan til mis-
sionerin at fáa sær hjálp.
Sjálvt um fleiri ár eru liðin
og menn fyri langari tíð
síðan hava funnið onnur
størv og onkur enntá settur
aftur í starv hjá AA, so
tvassar missionerurin enn
niðri í rununi og vendir
hvørjum steini um ikki
okkurt er at kasta eftir før-
oyska flogfelagnum.
Eg havi ongan trupul-
leika við flogfeløgum og
havi tað fatan, at føroya
fólk heldur ikki hevur
nakran trupulleika við flog-
feløgum generelt. Eg seti
meg inn í eitt flogfar við
somu kenslu uttan mun til,
hvat felagið eitur. Eg siti
líka gott í føroyska flogfar-
inum, sum eg siti í flogfør-
unum hjá Maersk, Iberia,
Lufthansa, Canada Air,
British Airways og nógv
nógv onnur flogfør, sum eg
havi ferðast í runt alla jørð-
ina. Havi eg verið skeptisk-
ur, so man tað hava verið
tann dagin, vit við eini
russiskari Turbulev trans-
portmaskinu skuldu flytast
frá Georgia til Russlands,
men eisini hetta komu vit
livandi frá.
Hevndarhugurin,
sum
sær út til at hava útviklað
seg til eina reina krossferð
móti Atlantsflog gevur tær
tað óhugnaligu kensluna av,
at um tað syndarliga óhapp
skuldi hent, at Atlantsflog
misti eitt av sínum flogfør-
um, so bleiv dansur og
gleðisrómur uppi hjá mis-
sionerinum.
Míni ráð, Dear John,
steðga áganginum áðrenn
tú tekur so stóran skaða, at
professionell hjálp verður
neyðug. Tað er bert í tínum
tvistaða heilaspuna, at ótti
fyri at flúgva við Atlants-
flog finst. Vit onnur hava
ongan trupulleika í so máta,
ikki annað enn vanliga
spenningin, sum tað nú
einaferð er at flúgva. Og
trúgv mær, flogfarið hjá
Atlantic Airways kemur
neyvan nakrantíð at flúgva
so høgt, at missionerar
skulu føla seg hóttar. Vón-
andi koma tey heldur ikki
at flúgva so nær runudýk-
inum, at tey renna seg í
mylhamska afturendan.
Havandi í huga avmark-
aða kunnleikan um flúgv-
ing verður frá mínari síðu
ikki skrivað meira um hetta
mál.
Tað eru eftirhondini mong ár síðani, at vit í her
Føroyum høvdu eitt lívligt og seriøst orðaskifti
um orkuspurningin. Sum tey, ið eru tilkomin, iva-
leyst minnast, vóru atfinningar setta fram móti
SEV og móti orkupolitikkinum hjá hesum stovni.
Mong funnust at teimum útbyggingarætlanum,
sum snúu seg bara um vatnorkuna. Ikki soleiðis at
skilja, at funnist varð at vatnorku í sjálvum sær,
men heldur varð funnist at teimum ítøkiligu
ætlanunum hjá SEV. Hildið var heilt einfalt, at
hesar útbyggingar fóru alt ov illa við náttúruni og
víst varð á, at aðrir vatnorkumøguleikar vóru, enn
tær ætlanir, ið SEV vildi fremja. Eitt nú varð víst
á, at farast kundi longur upp í hæddina eftir vatn-
inum. Hetta var ein loysn, sum vildi havt gjørt tað
møguligt at varðveita eitt nú áirnar í Eysturoynni,
sum nú eru mestsum horvnar. Eisini varð víst á
upplagda møguleikan í vindorkuni. Sum øllum
kunnugt kveistraði SEV øll alternativ uppskot av
borðinum og trumfaði sína ætlan ígjøgnum, og
føroyska náttúran gjørdist munandi fátækari.
Ein av teimum, sum var mest virkin innan orða-
skiftið um orkupolitikk, var verkfrøðingurin og
hugsjónarmaðurin Tormóður Dahl, sáli. Við síni
stóru vitan, sínum visiónum og sínum dirvi at
ganga móti almenna streyminum stríddist Tor-
móður Dahl fyri skilagóðum loysnum og fyri ein-
um skilagóðum og ábyrgdarfullum orkupolitikki.
Hann vísti á møguleikar fyri vatnorku, ið ikki
skemdu og týndu náttúruvøkur øki sum t.d. Eiðis-
vatn. Og hann vísti á vindorkuna. Sum so ofta í
søguni fáa tey rætt, sum ganga ímóti tí viðtikna og
tí frammanundan givna. Tormóður hevði rætt í
øllum, sum hann bar fram um føroyskan orku-
politikk. Prógvini hava vit beint nú í hesum døg-
um við teimum vindmyllum, sum nú fara at fram-
leiða streym til føroyska orkukervið.
Ein mylla stendur á Eystnesi. Hana hava vit ikki
hoyrt nógv um, síðan hon varð sett upp. Tað tyk-
ist, sum hon ongan góðan hevur. Kortini hevur
hendan mylla framleitt streym nátt og dag í fleiri
ár. Og nú hava so vestmenningar við bóndanum
og flogskiparanum Johan í Niðristovu á odda av
álvara gjørt hol í sjógvin við eini verkætlan við
vindmyllum Uppi á Mýrunum. Hetta er einn
djørv og váðafull roynd, men alt bendir á, at
royndin fer at eydnast. Tað er at vóna og ynskja.
Tað er upp á tíðina, at vit av álvara fara at hugsa
um aðrar varandi orkukeldur enn vatn. Vindorkan
hevur alla tíðina verið eitt seriøst alternativ. Tøkn-
in á hesum øki tykist nú so nógv ment, at eingin
umbering er fyri ikki at troyta hesa keldu. Eisini
eiga vit av álvara aftur at fara at umhugsa, hvussu
vit best troyta vatnorkuna uttan at skaða náttúr-
una.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Vindorkan
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Fingið Atlantsflog í rangastrupan!
Hans Birgir Hansen
Dupultmoralur og hýklarí
føroyinga er ikki bert gald-
andi politikarar, men føroy-
ingar í síni heild, ið ikki
liva og virka í náttúligum,
menniskjaligum, moralsk-
um, etiskum nærumhvørvi.
Tað, at føroyingar eru komn-
ir ov langt avsíðis frá áður-
nevndu fyribrigdum, kemst
av fremmandari heilavask-
an og indoktrineran av sinna-
lagnum hjá øllum, heilt frá
børnum til fólkapensjónistar.
Tað hevði sømt seg øllum
føroyingum at slept øllum
dupultmorali og hýklaríið,
ið ikki er nøkrum til sóma
– eg hugsið um ta dupultu
tilveruna við hjámaka við
síðuna av tí maka, ein hev-
ur í dag.
Tað hevði verið frægari
at hava ein hugburð! Hvar
er ein fyri og ímóti? Og
hvønn politik vil ein reka
og byggja sína støðutakan
á? Fyri mítt viðkomandi,
byggir ein á áðurnevndu
fyribrigdir. Øll eiga eisini
at gevast við allari hýklan
og sleikjan fyri teimum ráð-
andi, ið skulu læra at standa
á egnum beinum eins og
føroyingar í síni heild.
Duga øll, ið lesa føroysku
bløðini, at skilja tað?
Tað eru somuleiðis føroy-
ingar, ið bedraga og snýta
onnur við at vera óheiðurlig
og óreiðilig við atliti til
peningaviðurskifti, og at
vera óseriøs og ómotiverað
við at lata sum einki.
Nógvir føroyingar eru,
ikki tað konufólk ella mann-
fólk, sum tey geva seg út
fyri at vera í gerandislív-
inum. Ein kennir muruna í
øllum tí, ið ein dagliga
stríðist við í Havnini í dag.
Hesi seinastu árini, havi eg
fingið at sæð hvat ring
samvitska førir við sær.
Eisini havi eg sæð, at alt
ikki spælir so væl av hjá
øllum, ið bukka undir ov
stórum trýsti. Hetta hevur
fingið fleiri at beina fyri
sær í Havn. Eg havi »in-
side« vitan, forstáilsi, tilvit-
an um mannakroppin og
dagliga mannalívið. Hetta
greiðir ein frá í túsundtals
lesarabrøvum, aftaná daglig-
an lesna, granskin og av
royndum, ið ein hevur upp-
livað.
Eg havi áður, í túsundtals
lesarabrøvum, gjørt øll dag-
lig fyribrigdi, ið eyðkenna
øll ættarlið av føroyingum,
ið genera og provokera hvønn
dag og hvørt kvøld í Havn-
ini.
Eg havi fingið avbygdar
og býarfólki at avdúka seg
persónliga í tí dagliga ger-
andislívinum og sýna mær
teirra býttleika og svaglig-
heit. Eg skal framhaldandi
klæða øll úr inn á kropp og
sál, ið ikki eru á røttu síð-
uni viðvíkjandi lóg, landa-
skili, politikviðtøku, ferðslu-
og rúsdrekkalóg.
Óheft/heft at øllum felags-
skapum, klubbu og trúarsam-
komum finna vit ættarlið,
við eyðkendum dupultmorali
og hýklaríið føroyinga. Inn-
an fyri øll tey væl etabler-
aðu harkaliðini í Føroyum
sæst tað.
Tað vil siga, at øll, ið fáa
av grovfílini frá mær í øll-
um tí dagliga kjaki og í les-
arabrøvum í føroyskum bløð-
um, mugu vakna úr sínum
søta
»Tornurósudreymi«
kring landi og í Havnini
dagliga.
Dupultmoralur og hýklarí føroyinga
VIÐMERKINGAR
Heini Joensen
Næstformaður í
Starvsmannafelagnum
Seinasta hálva árið hava vit
verið vitni til ætlaðan leik,
við Føroya Arbeiðsgevara-
felag sum leikstjóra, og
Bjarna Djuurholm sum
íspegil.
Byrjað verður við, at
Vinnuhúsið nýtir alla orku,
at geva arbeiðarafeløg-
unum fulla ábyrgd av verk-
fallinum. Síðani verður
trúttað niður í fólk, at Før-
oyar hava heimsmet í verk-
føllum. Um somu tíð verd-
ur Gallup biðið um at gera
eina onkisigandi og vill-
leiðandi kanning.
Meðan hettar gongur fyri
seg, verður fulltrúði hjá
Bjarna settur at grava
gomlu umsettu donsku lóg-
ina um arbeiðsmarknaðin
fram aftur. Síðan trýnur
Bjarni fram á pallin. Í bestu
summarferiutíð verða brøv
send út, tí nú skal skil koma
á arbeiðsmarknaðin. Og tá
samfelagið er við at vakna
úr summardvalanum, er
klárt hjá Bjarna at fara í
hernað.
Bjarni! Ikki sørt, at sátt-
málapartarnir smírdust, tá
vit í einum steðgi í samráð-
ingunum, hoyrdu teg í loft-
miðlunum skíra skipanina á
danska
arbeiðsmarknað-
inum verandi av heimsins
bestu. Ikki minni, tá tú al-
faðirliga greiddi okkum frá,
at sjálvt Starvsmannafelag-
ið at enda fer at ynskja hesa
donsku lóg vælkomna.
Ringt var tó, at halda látr-
inum aftur, tá eg seinni las
samrøðu tína vid Dimma-
lætting fríggjadagin. Har tú
greiður frá, at sjálvandi
varð tað tú í legði uppskotið
um fastan gerðarætt og
semingslóg fram, tí tú
hevði so sera gott innlit í
júst hesum málinum.
Seinni tagnaði láturin tó.
Í gjøgnumgongdini av tín-
um arbeiði at gera skipanir
á arbeiðsmarknaðinum, sig-
ur tú:
»Ein nevnd var longu sett
í 1998 at arbeiða vid hesum
máli, men har spurdist
einki burturúr, tí kjakið
bleiv, um málið um ein
gerðarætt skuldi snúgva seg
um lóggeving ella um av-
talur. Og so var tað spurn-
ingurin um fundarsamsýn-
ing. Aftur í 2000 var ein
nevnd sett um at gera eina
nevndarsamtykt. Men held-
ur ikki tá bar til, og Starvs-
mannafelagið møtti illa upp
til fundirnar, sigur Bjarni
Djurholm. Og sum ikki
einaferð, tók ósemja seg
upp um arbeiðið umframt
afturvendandi kjakið um
fundarsamsýning«.
Her fert tú ikki bara lætt
um sannleikan, hettar er ein
stór, loddrøtt lygn úr enda í
annan.
Tann fyrra nevndin fra
1998 skal eg ikki svara fyri,
Starvsmannafelagið
átti
ikki umboðið í arbeiðs-
bólkinum. Men í seinnu
nevndini umboðaði eg al-
menna arbeidsmarknaðin.
Hildin var 1 fundur, Bjarni
Djurholm, ein. Fundurin
varð hildin á tínum kontóri
í Tinganesi. Møtt vóru
Vígdis Johannesen, umboð-
andi privata arbeiðsmarkn-
aðin, eg sjálvur og full-
trúðin, tú hevdi sett. Hvørki
almennu ella privatu ar-
beiðsgevaraumboðini møttu.
Fundurin var tí óformligur
og tú var eisini við í kjak-
inum. Hettar, hóast ætlanin
ikki var, at tú skuldi vera á
fundi.
Síðani hava vit hvørki
hoyrt orð ella eið. Burtur-
sæð frá, at fulltrúðin,
onkuntíð eg havi hitt hann,
hevur havt á munni, at vit
áttu at savna nevndina
aftur.
Á fundinum greiddi eg
tær frá um danska arbeiðs-
marknaðin:
At danska arbeiðsmarkn-
aðarskipanin vard grunn-
løgd við høvuðsavtaluni í
1899, og at allar lógir um
gerðarætt, arbeiðsrætt og
seming aftaná tað eru
gjørdar eftir semju millum
partarnar. Tað er tað ser-
staka við donsku skipanini,
harra Bjarni Djurholm, ið
tú sigur vera heimsins
bestu. At partarnir sjálvir
avgerða spælireglur, sum
teir tískil kenna sum sínar
egnu.
Tí greiddi eg tær eisini
frá, at Starvsmannafelagið
onki hevði ímóti nýhugsan
á arbeidsmarknaðinum, men
skuldu samráðingar um tað
takast upp, mátti okkara
sáttmálapartur, ið landstýr-
ið hevur valt at vera Fíggj-
armálastýrið, taka spurn-
ingin upp við okkum.
Tað eru ikki bara vit, ið
hava greitt tær frá hesum.
Eisini umboð fyri Dansk
Industri greiddi tær frá, á
fundi í Vinnuhúsið, minnist
meg rætt, stóð fyri á Hotel
Føroyum, at »Den danske
model kan ikke kopieres«,
nevniliga tí hon er grundað
á avtalu millum partarnar.
Sama hevur umboð fyri LO
sagt frá í samrøðu við eitt
av bløðunum í summar. Hví
trongir tad ikki inn? Tá
partarnir eru samdir um
spælireglur, skulu vit boða
tær frá, og sídan skalt tú
sleppa at smíða lógir.
Markháttligt allíkavæl, at
sitandi samgonga í hesum
Ulla Bøje´tíðum, og tosi
um samráðingar millum
javnbjóðis partar aftur eru
frammi, ikki skal fata hett-
ar. Hví skal Bjarni Djur-
holm og hansara umsiting
kroysta lógir í høvdi á okk-
um? Hevur nakar av teimun
roynt
arbeiðsmarknaðar-
samráðingar áður? Og hvar
skal følingin av, hvørjar
loysnirnar eru, koma frá?
Øll vit, ið hava roynt sam-
ráðingar við Føroya Ar-
beiðsgevarafelag, vita, at
talan ikki er um veru-ligar
samráðingar. Allar reguler-
ingar í sáttmálanum skullu
takast burtur, tí arbeiðsgev-
arin sjálvur er bestur at
stýra tí, og lønin skal vera
so lág sum møguligt, tí tey
flestu fáa meiri allíkavæl.
Restin verður litið upp í
hendurnar á semingsstovnin.
Sjálvt undir verkfallinum
í vár nýtti Vinnuhúsið hett-
ar. Um tad er so, at tey
flestu fáa meiri enn minstu-
løn, hví í Harrans navn skal
samfelagið trælabindast í
einum verkfalli í fleiri vik-
ur? Kundi semja ikki funn-
ist, áðrenn komið var so
langt?
Og hví varð verkfallið
longt við heilum síðum í
bløðunum við manipuler-
andi útspillingunum, bert
fyri at trýsta politiska
myndugleikan upp í spæli.
Svarið liggur helst í sið-
venjuni hjá arbeiðsgevar-
unum. Teir eru ikki vanir at
klára seg sjálvar. Hóast
bæði teir og politikkarnir
reypa av, at stuðulin til
vinnuna endaliga er avtikin,
so er einasta vend, at har vit
fyrr stuðlaðu yvir skattin,
skal lønarafturhald nú
verða okkara stuðul. Til tað
skulu teir eisini stuðlast til
samráðingarnar.
Skal skipanin á arbeiðs-
marknaðinum nútíðarger-
ast, er neyðugt, at Vinnu-
húsið kemur til samráðing-
arborið. Men treytin er eyð-
sýnd. Politiski mynduleikin
noyðist eina ferð med alla
at gera teimun greitt, at
samráðingarnar á arbeiðs-
marknaðinum noyðast teir
at klára sjálvir. Ikki fyrr
enn teir hava fingið fatan
av tí, kunnu partarnir fara í
gongd við veruliga at skipa
arbeiðsmarknaðin
av
nýggjum. Tí í seinasta enda
ynskir ongin hvørki verk-
bann ella verkfall. Men tað
krevur, at tveir javnbjóðis
partar setast yvirav hvørj-
um øðrum.
Umframt hetta krevst, at
partarnir hava álit á hvørj-
um øðrum og ikki minst at
trúvirði er til staðar.
At framleida villeidandi
statistik fremur ikki trú-
virði. At Vinnuhúsið nýtir
stóra orku, at umseta mein-
ingina hjá Dansk Arbejds-
giverforening, er teirra
borð. Men harfrá, at endur-
geva villeiðandi hagtøl og
gera skeivar útrokningar
fyri at føroyska tilfarið,
fremur ikki trúvirði. At DA
heldur tað vera ein funnan
fress, at hagtøl fyri verkføll
skullu leggjast fyri 4 ár, har
størsta verkfallið í ártíggjur
í Danmark av »tilvild« ligg-
ur innanfyri mugu danir
strýðast um. Men at Vinnu-
húsið atfinningarleyst um-
setur hettar til føroysk
viðurskifti beinleiðis eitrar
orðaskifti.
Tað hevur lukkast væl, at
geva føroyingum tað fatan,
at hvørja fer samráðingar
eru, endar tað í verkfallið.
Men hví hava hesi verkføll-
ini verið. Fyrst og fremst er
tað grundað á manglandi
álitið og trúvirði millum
partarnar. Tað byrjaði við
eini greiðari avtalu millum
partarnar, at løntakarin á al-
menna
arbeiðsmarknað-
inum skuldi fara 10% niður
í løn í eitt 10 mánaðar
skeið, til at hjálpa uppá tað
vanlukku støðu vinnulívið
hevði ført okkum í. Henda
semja varð greitt brotin, og
avleiðingarnar sóðu vit
fram til verkfallið í 1999.
Privati
arbeiðarafeløgini
høvdu somu positivu med-
ferð. Hóast ongin ábyrgd
kundi leggjast á teirra herð-
ar, nýtti Vinnuhúsið teirra
vælvild til at fanga tey við
buksunum niðri. Ongantíð
hevur Vinnuhúsið almanna-
kunngjørt, at lønargongdin
øll hesi árini hevur ligið um
4%
í
grannalondunum
hvørt einasta ár. Skulu vit
hava nakað statistiskt tilfar,
so skulu vit hyggja 30 ár
aftur í tíðina, og hetta hevði
víst, at føroyski arbeiðs-
marknaðurin er serstakliga
friðarligur. Tað,
Bjarni
Djurholm er í holt við,
fremur misálit og harvið
stríð, trýst elvir til móttrýst.
Er tað veruliga tað tit
ynskja.
At enda Bjarni, eini
vinarráð. At tú hevur polit-
iskar ambitiónir, lýsur av
tær, serstakliga við tíni mark-
leysu
markeringstrongd.
Vandin liggur tó í, at
mussaskøði tekur yvirhond,
har høvdið og heimaarbeiði
sjáldan fylgja við. Sovorðn-
ir politikkarar verða ofta
døgnflugur. Teir, ið standa
eftir, tosa lítið, gera sítt
heimaarbeiði, og lata eftir-
tíðina døma um, nakað
kom burturúr.
Og sum seinasta við-
merking í hesi umbering,
so kemur onki svar frá okk-
um, áðrenn hoyringsfreist-
in er runnin. Orsøkin er
einføld. Títt trúvirði er far-
ið. Sum tú veist, er hettar
eisini orsøkin til, at minist-
arar í øðrum londum noyð-
ast frá, tá teir tríva til lygn-
ina í almenna orðaskift-
inum. Ein landstýrismaður
uttan trúvirði eigur ikki at
vera nakar savnaðargripur.
Skipaðan arbeiðsmarknað?
Eg las vid undran eina
grein í »Politiken«, skrivað
av bladmanninum Mort-
en Rubin, um frumfram-
førsluna av filminum um
loysingarsamráðingar-
nar, sum endaðu í einum
runudíki. Politiken hevði
ikki pláss, men innihald-
ið roynir at rætta nakrar
misskiljingar og taka
luftina úr nøkrum myt-
um. Tí biði eg innivist
fyri hesum orðum í Sosi-
alinum.
Rolf Guttesen
Under overskriften »Kongen
af Færøerne« serverede
Politiken mandag 18. au-
gust en artikel af Morten
Rubin. Det drejer sig om
Ulla Boje Rasmussens film
»Færøerne.dk«, der hand-
ler om Landsstyrets for-
handlinger med Regering-
en om løsrivelse. Men ar-
tiklen fokuserer alligevel
mest på Vicelagmand Hoy-
dals gøren og laden denne
aften.
Det er ikke småting af
superlativer og svulstige
sammenligninger Rubin
kommer med, når denne
nationalistiske vicelagmand
skal
beskrives.
»Selv-
stændighedsdrømmen lyser
i hans øjne«, »Færøernes
Tony Blair«, »urystelig,
nærmest religiøs tro på
egne evner«. Vicelagmand
Hoydal er en velbegavet,
arbejdsom ung politiker,
som især har udmærket sig
ved altid at finde et eller
andet positivt, reelt eller
ej, i de mange tilbageslag,
han har været ude for.
Måske har netop hans ar-
bejdsomhed og iver taget
pusten fra mange »gamle«
politikere.
Man skal huske, at Løs-
rivelsespartiet kun har op-
bakning af 20-25% af
vælgerne. Af Rubins artik-
el kunne man få det ind-
tryk, at færinger er enige
om en fælles kurs mod løs-
rivelse. Det er slet ikke til-
fældet.
»Selvstændighed er et
emne, færinger har talt om
i et århundrede«. Hvis der
havde stået »selvstyre«
havde det været delvis
rigtigt. Der gives ingen an-
tydning af at ca. halvdelen
af befolkningen ikke har
ønsket
selvstændighed
eller løsrivelse. Men alle
ønsker i dag mere selv-
styre. Kan økonomien
klare det, er man rede til at
overtage flere ansvarsom-
råder. Men det er ikke lig
med støtte til Hoydals løs-
rivelsesiver.
Rasmussens film siges
at »understrege Danmarks
rolle som ufølsom koloni-
magt«. Men Færøerne har
aldrig været en koloni,
hverken formelt eller reelt.
Da grundloven skulle skriv-
es i 1849, betragtedes Is-
land og Færøerne som
nordiske broderfolk, med-
ens Grønland og de Vest-
indiske Øer var kolonier.
Færøerne er i det store og
hele blevet behandlet mildt
og nænsomt. Der har i høj
grad været taget hensyn til
færøske ønsker, hvis fær-
ingerne ellers kunne blive
enige.
Danmark har jo været en
mærkelig »kolonimagt«,
som har støttet udvikling-
en af øerne frem til et vel-
fungerende samfund. Al-
ligevel er det blevet en
myte, at bloktilskuddet
ødelæggert den færøske
økonomi. Hvis den fær-
øske økonomi i 80-erne
udviklede sig uheldigt, var
ikke bloktilskuddets skyld,
men kortsynede, konflikt-
sky færøske politikere, der
forvaltede de mange penge
på en horribel måde. En
ordentlig forvaltning af
bloktilskuddet vil selv-
følgelig kunne skabe større
samfundsmæssig rigdom.
Men jeg glæder mig til
filmen.
Unødig bukken og skraben
VIÐMERKINGAR
C
M
Y
K
11
10