Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-27, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. august 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 160 - 27. august 2003 Nr. 160 - 27. august 2003 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Dagurin 27. august. Gebhardus, deyður í 995. Biskupur í Kon- stanz í Týsklandi, liggur grivin í kleysturkirkjuni har, sum hann sjálvur sigst at hava latið byggja. Finnbjørn Mouritsen 65 ár Í dag, mikudagin 27. august, fyllir Finnbjørn Mouritsen í Havn 65 ár. Finnbjørn er føddur og uppvaksin í Havn sum næstyngstur av fýra brøðr- um. Foreldrini vóru Alvilda og Andreas Mouritsen, van- liga nevndur Gubbi, í Havn. Finnbjørn fór í 1952, sum 14 ára gamal, í læru hjá Føroya Keypsamtøku í Bringsnargøtu í Havn. Hann var eisini við tá Keypsamtøkan keypti hús- ini í Dr. Jacobsensgøtu, har nýggjur bygningur seinni bleiv bygdur. 7. september 1962 lótu Finnbjørn og bróðirin, Eyð- un Mouritsen, upp ein mál- ingahandil í kjallaranum hjá Linu Arge við J.C. Svabosgøtu í Havn. Gólv- víddin var einans 24 fer- metrar. Men teir løgdu út við eini óvanliga góðari tænastu, so virksemi vaks skjótt, og í 1965 var tí bygt afturat húsunum hjá Linu niðaneftir. Men virksemi vaks alsamt, og í 1970 var aftur bygt uppí. Hesin bygningur var 600 fermetr- ar í trimum hæddum. Í 1975 keyptu teir eitt grundstykki uppi í Hoyvík og bygdu ein 1.500 fer- metrar stóran handilsbygn- ing. Fyrst í 80-unum bleiv hesin bygningur við 1.500 fermetrum afturat. Í hesum handlinun seldu teir eisini teppir og møblar. Um hetta mundið fingu teir eina deild á Tvøroyri. Í 1989 bleiv flutt inn í stóra handilsbygningurin á Sandvíkarhjalla, ið er 4.800 fermetrar til víddar. Málingahandlarnir virka í dag undir heitinum Lita- val. Finnbjørn er í dag deildarleiðari í stóra handl- inum á Sandvíkarhjalla, meðan bróðirsonurin, Jóan- nes Mouritsen, er stjóri á fyritøkuni. Finnbjørn er ein maður við ferð á, altíð til reiðar at hjálpa og vegleiða kund- unum. Hann er giftur við Margit, f. Mortensen, av Argjum. Tey eiga tveir syn- ir, Andreas, 25 ár, og Peter, 23 ár. Martin Joensen 50 ár Martin Joensen, tónasmiðj- ur, yrkjari, grafikari og teknari fyllir fimmti ár mikudagin 27. august. For- eldur hansara vóru Emil Joensen av Heygum og Maria Jacobsen av Vatns- oyrum. Martin vaks upp sum næstelstur av 4 systkj- um í Vestmanna, har hann rættiliga tíðliga fór at gera vart við seg innan tónleik- in, hann leikti m.a. við bólkinum, Fox. Flestøll kenna lagið frá sjeytiár- unum, Svarti Ravnur, sum Martin hevur gjørt orð og lag til, og sum Kræklingar spældu inn í 1976. Martin hevur lisið til grafikara á Skolen for Brugskunst (í dag Danmarks Design- skole) í 1978 og tók prógv higani sum teknari og grafikari í 1982. Í Keyp- mannahavn var Martin eis- ini virkin luttakari í føroy- ska tónleikaheiminum. Heimafturkomin til Føroya var hann ein av trimum oddamonnum í bólkinum, Vestmonnum, ið var ein av best umtóktu bólkunum í áttatiárunum. Í 1985 gav hann út egið kassettuband, »Morgun«, hvørs heitislag hvørt føroyskt mansbarn mann kenna. Martin gjørdi sangleikin, »Skuggagest- ir«, umframt at hann gav út bandið, »Blátt í støðum«. Saman við Martini Næs fekk Martin Joensen barna- bókmentavirðisløn M. A. Jacobsens í 1980 fyri bók- ina, »Per og eg«, og í 1983 vann hann eina útvarps- kapping við yrkingini, »Ró«. Í Grønu songbók eigur Martin Joensen 36 sangir, sum hann í flestu førum hevur gjørt lag til. Martin giftist í 1982 við Jóhonnu Zachariassen úr Havn, og tey eiga børnini Atla f. 1983, Sakaris, f. 1987 og Maluna, f. 1994. Síðani 1. oktober 2001 hev- ur Martin starvast sum grafikari á Menningar- deildini hjá Føroya Banka. Toftakona sjeyti Í gjár, sjálvan líradagin, fylti Inger Mikkelsen á Toftum 70 ár. Inger, ella Inga Maria, sum hon er doypt, er dóttir megnar hjúnini Elspu og Tummas Hansen í Gerð- inum á Nesi, sum untust at hava jarnbrúdleyp áðrenn tey løgdu árarnar inn eftir eitt langt og ríkt lív. Sum ung genta fór Inger til Havnar at tæna. Hon tænti hjá Leif Mohr og síð- ani hjá Leivuri Lutzen. Frá 1953 arbeiddi hon á Hotel Annex í Keypmannahavn. Og heimaftur komin fór hon eina tíð at vera í húsi hjá Hildborg og Óla á Forð á Nesi. Í 1956 giftist Inger við Hans Mikkelsen, Hans í Torbisgerði á Toftum og flutti inn higar at búgva. Tey eiga fýra børn. Jón og Kári búgva í Danmark og Tórður og Eilis búgva í Hoyvík. Ommubørnini eru 12 í tali. Meðan børnini vóru smá var tað sum hjá føroyskum kvinnum flest. Hennara leiklutur var at røkja húsið meðan maðurin var á sjó- num og forvann til lívsins uppihald. Tá børnini vóru undan komin, fór Inger at starvast sum heimahjálp. Tað dámdi henni væl. Seinni fór hon at starvast á Vistarheiminum við Toftavatn. Men tá Hans versnaði nógv av parkin- sonsjúkuni og kravdi røkt, var Inger trúføst um mann- in líka til hann andaðist í februar mánað í fjør. Við sínum lætta sinni og smittandi látri verður Inger ofta miðdepil, har hon er. Um tað so er á eldrasam- komu í Missiónshúsinum ella tá pensiónistarnir svimja í Tofta skúla ella aðra staðni. Millum mangt annað er vert at nevna, at Inger er drívmegin í einum gongubólki av kvinnum, sum hvønn morgun ganga ein langan túr. Sang hevur Inger altíð dámt væl og hon hevur við síni vøkru sopranrødd sungið bæði við barnakór- inum og blandaða kórinum hjá Hans Jákupi Højgaard. Í mong ár sang hon eisini í Tofta Streingjakóri, og tey ferðaðust til missiónsvikur og onnur tiltøk kring landið fyri at boða evangeliið. Inger er burturstødd føð- ingardagin. Bill Justinussen 40 ár Í dag, mikudagin 27. august, fyllir landsstýris- maðurin Bill Justinussen 40 ár. Hann varð føddur á Glyvrum, sonur Gunvá, sum er úr Klaksvík, og Bjørn Justinussen av Glyvr- um. Bill hevur studentsprógv úr Hoydølum, handils- skúlaprógv og 1. part av HD. Hann hevur starvast sum bókhaldari og grann- skoðari. Hann hevur havt stóran áhuga fyri politikki og sam- felagsviðurskiftum sum heild og var við til at stovna Miðflokkin. Hann var floksformaður í nøkur ár og skrivari í 2 ár. Hann hevur eisini havt ymisk álitisstørv – í stýrinum fyri Lands- sjúkrahúsið 1989-91 og skúlastýrinum fyri Runa- víkar Skúla 2001-2002. Hann er religiøsur maður og er við í leiðsluni fyri eina samkomu, sum kallast Lívsins Orð. Tá Miðflokkurin gjørdist ein av fýra flokkum eftir valið í apríl í fjør, gjørdist Bill landsstýrismaður í familju- og heilsumálum. – Ein forstáiligur maður, góður at sam- starva við og prakt- iskur vóru nøkur av rósandi orðunum for- maðurin í Fiski- mannafelagnum, Óli Jacobsen fekk á sín- um 60 ára føðingar- degi, tá opið hús var á Bryggjubakka FØðINGARDAGUR Orð og myndir: Jan Müller Mong høvdu leitað sær í føðingardag hjá Óla Jacob- sen, formanni í Fiski- mannafelagnum, tá hann fylti 60 ár hósdagin í farnu viku. Eisini Sosialurin var millum gestirnar. Samtíðis var hetta eisini fyrsta høvið hjá fólki at síggja nýggju og góðu umstøðurnar á ov- astu hædd í bygninginum hjá Fiskimannafelagnum á Bryggjubakka, har stór út- bygging nýliga er farin fram. Óli Jacobsen er ikki bert kendur frá sínum trúgva og drúgva arbeiði í Fiski- mannafelagnum. Hann er eisini kendur sum ein av teimum mest ídnu debatør- unum í samfelagnum, ein av teimum, sum ikki er bangin fyri at siga sína hugsan og at dokumenterað og undirbyggja hana. Hann hevur so eisini eina fortíð sum politikari. Føðingardagsbarnið fekk nógvar heilsanir og hildu fólk seg ikki aftur at siga nøkur góð og positiv orð. Millum røðararnar vóru tríggjar kendar røddir frá fiskivinnuni, Osmund Just- inussen, Henrik Old og Ják- up Sólstein. Henrik Old, løgtingsmað- ur og formaður í Vinnu- nevnd løgtingsins hevði alt gott at bera Óla á runda degnum. Góður at samstarva við – Man má siga um Óla, at hann hevur verið ótrúliga góður at hava við at gera, sjálvt um hann, sum tað stendur í blaðnum, til tíðir kann øsa seg upp. Ta síðuna kenni eg so einki til. Henrik Old vísti til tíðina frá ar- beiðinum hjá nevndini fyri Lønjavningargrunnin og segði, at har vórðu nógvir smáir trupulleikar loystir, áðrenn tað blivu til stórar trupulleikar. – Men tann skipanin fekk ikki loyvi at halda fram og tíverri má man siga, at tað er nógv, sum gjørdist stór problem, tí tað ikki varð loyst beinanvegin. Henrik Old helt fyri, at eisini seinni, tá Óli Jacobsen kom á tann politiska pallin, fingu teir eitt gott sam- starv. – Vit vóru í Vinnunevnd- ini saman, har tað til tíðir var sera buldrasligt. Óli hevur verið ótrúliga áhug- aður í at fáa nøkur ting at virka í hesum samfelag- num. Ikki minst tá tað hev- ur gingið illani og hevur staðið minni gott til.hevur hann hildið mótið uppi. Henrik Old helt eisini fyri, at tað at man hevur við ein mann at gera, sum sær uppá tingini á ein praktiskan máta, er ómeta- liga umráðandi í einum samfelag, sum er soleiðis skrúvað saman sum okkara. – Tað skal tú hava hjartans tøkk fyri. Forstáiligur Jákup Sólstein, formaður í Reiðarafelagnum helt fyri, at Óli Jacobsen er ein ótrú- liga fortáiligur maður. – At gera sáttmálar kann vera sera torført, tá talan er um tað skrivaða orðið. Men Óli er av slíkum slag, at tá man hevur gjørt eina av- talu, so eru báðir partar samdir um, hvat hon merk- ir. Tá hava vit ongantíð havt nakrar trupulleikar av henni, meðan aðrir partar av fiskivinnuni eru øðrvísi. Vit hava arbeitt saman leingi og hava havt eitt sera gott samstarv. Jákup Sólstein nevndi so eisini fiskidagaskipanina, sum Óli og hann vóru á ein- um máli um og vísti til, at teir júst í hesum døgum høvdu verið á fundi við sendimenn frá Tony Blair, har teir greiddu frá okkara fiskidagaskipan, eini skip- an, sum bæði Óli og hann vardu, tá tað vóru fleiri aðrar kreftir, sum vóru ímóti. Ein av gestunum var ann- ar av bretsku embætis- monnunum, sum høvdu verið á kanningarferð í Før- oyum. Føgur orð um Óla Jacobsen á 60 ára degnum: Góður at samstarva og gera avtalur við Óli, konan Kirsten og yngsti sonurin Tróndur Ein av gestunum var annar av bretsku embætismonnunum, sum hava verið á kanningarferð í Føroyum. Her saman við Jákupi Sólstein og Óla Jacobsen. Henrik Old heilsar uppá Óla Halgir Winther Poulsen, Knút Háberg og Hjarnar Djurhuus práta C M Y K 13 12