Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. august 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 160 - 27. august 2003 15 Í mínari 13-ára virkistíð í musikk- skúlaheiminum hevði eg ongan betri starvs- bróður í tí umsiting- arliga enn Napoleon Nólsoy. Ikki bara var hann altíð vinsælur at koma á tal við, men hansara lutur lá ongantíð eftir, tá tøk skuldu takast, tað veri sær í tí praktiska so væl sum í tí fíggjar- liga segði Ólavur Há- tún í fráfaringarrøðu í Havn í farnu viku FRÁFARINGARØÐA Millum teirra, sum bóru fram kvøðu og tøkk á frá- faringardegnum hjá Napol- eon Nólsoy í Müllers Pakk- húsi fríggjadagin var eisini Ólavur Hátun, eitt av und- angongufólkunum í føroy- skum tónleikalívi. Hann segði m.a.: – Við hetta hátíðarhøvið í sambandi við, at Napoleon Nólsoy hevur lagt frá sær sum leiðari av kvøldskúla- num og musikkskúlanum, havi eg hug at siga nøkur orð. Ikki havi eg kent Pola so langt aftur í tíðina, men hoyrdi ofta, helst í 70-ár- unum, um henda Napoleon Nólsoy, sum hevði fingið kvøldskúlan at blóma sum ongantíð áður. Sum skiltist, hevði hann eftir fáum árum breitt hetta kvøld- og ung- dómsskúlavirksemi so at siga út um allan býin. At hann eisini var komin inn á lærara- og venjingarskúla- økið visti eg ikki, fyrr enn eg ein dagin møtti sera fryntligum manni á gongini har. Tað vísti seg at vera tann gitni Poli, sum tá eisini var komin inn um skúlagátt úti á Frælsinum við sínum kvøldskúla. Eisini har royndist tað sum at rætta einum vissum harra lítla- fingur, tí tað var so skjótt, at kvøldskúlaundirvísing var so at siga í hvørjari holu úti hjá okkum eisini. Tað var tað tí lætt at skilja, at býráðið hevði slíkt álit á hesum dugnaliga og ágrýtna skúlaleiðara, at teir eisini lótu honum musikk- skúlaumsitingina upp í hendur, tá ið núverandi Tórshavnar Musikkskúli varð settur á stovn í 1985. Má tó siga, at eg var iva- samur um avgerðina at seta ein ikkimusikara til eisini at hava tónleikaligu ábyrgdina av musikkskúlavirksem- inum í høvuðsstaðnum. Men í sama viðfangi skal størsti dentur verða lagdur á, at í mínari 13-ára virkis- tíð í musikkskúlaheiminum hevði eg ongan betri starvs- bróður í tí umsitingarliga enn Napoleon Nólsoy. Ikki bara var hann altíð vinsælur at koma á tal við, men hansara lutur lá ongantíð eftir, tá tøk skuldu takast, tað veri sær í tí praktiska so væl sum í tí fíggjarliga. Tú kundi líta á Pola og hansara fólk – ja stutt sagt hevði tað verið sera trupult hjá lands- leiðaranum í hansara musikkskúlaliga einsemi uppi á Landsskúlafyrisit- ingini at framt nakað størri musikkskúlatiltak uttan tann stuðul og ta undirtøku, sum hann fekk frá musikk- skúlanum á Frúutrøð. Fyri hetta títt beinasemi og fyri, at eg – eins og øll onnur, sum komu á gátt hjá tær – altíð møtti persónlig- ari vælvild, vil eg fegin takka tær hjartaliga, Poli, nú eisini tú hevur lagt frá tær, og vit báðir eru vorðnir starvsbrøður av nýggjum. Men tað var ikki bara í framferð og verumáta, at Napoleon dugdi at skapa eitt hugnaligt lag uttan um seg. Hann hevði eisini ans fyri umhvørvinum og tá ikki minst tí søguliga. Hugaligt er tað tí at koma inn á musikkskúlagongina á Frúutrøð, har tónleika- søga býarins í stóran mun hongur avmyndað á bróst- inum. Og her komi eg til eitt hugskot, eg havi havt leingi. Tað hevur hesa for- søgu: Tá ið vit vóru savnað til okkara fyrstu vertskapligu musikkskúlasamkomu á Hotel Hafnia í september 1985, kom hotelstjórin Christian Restorff so blíð- oygdur inn í høllina. Sum kunnugt er tað so, at eins og tey í Bøhmen, har Sebast- ian Bach hevði sítt ættar- upphav, tosaðu um ein bach sum synonymt heiti fyri ein musikara, soleiðis hevur tónleikur altíð verið knýttur at Restorff-navninum. So eisini við Christiani Restorff, ið var eitt sera musiskt menniskja og ein av býarins fremstu fiól- spælarum. Christian frødd- ist um tann musikkskúla- liga vøkstur, sum Royndar- musikkskúlin hevði havt við sær, og tá nú føroyski musikkskúlin sum nýskip- aður stovnur var komin á gátt hjá honum, vildi hann fegin lata okkum eina symbolska gávu. Tað var hesin pinnurin. Hetta er taktstokkurin (Ólavur Hátún handaði nýggja leiðaranum á skúl- anum hann í varðveitslu, blaðm.) hjá Jóhan Restorff, vanliga kallaður Jan, ið var systkinabarn Christian, far- bróður systkini Rigmor, Ebbu, Trygva og Andrias Restorff og mammubeiggi William Heinesen. Uttan at fara ov langt út í skyldskap- argreiningina kann her eis- ini nevnast, at hann var langabbabeiggi Bjarna Restorff. Um hann skrivar William Heinesen, at hann var »som en ældre broder ...var ud- præget musikalsk, spillede violin, havde en smuk baryton og var sjælen i mange musikforetagender, både sanglige og instru- mentale«. Og so greiðir William frá, at hann eins og hini systkini sang við í kór- inum hjá Jan og var m.a. við til konsert á náttartíð í bakarínum hjá Franz, beiggja Jan. Um tað, tey sungu, tekur William Heine- sen soleiðis til: »Den hyggelige og ungdomme- ligt sprudlende musik vil for mig altid være knyttet til erindringen om det nat- lige bageri med dets duft af wienerbrød og Johans drengeagtige iver.« Eisini M.S.Viðstein um- talar Jan Restorff sum ung- an, eldhugaðan og vinsælan mann, ið tók yvir í so mongum í tónleikalívinum, tá ið Bager Hansen var far- in at eldast, t.d. sum diri- gentur og sum fyrsta violin í strúkikvartettini. Eisini sang hann so væl og vakurt til konsertir, har Carolina, mamma William Heinesen, altíð sat trúgv og hugagóð við klaverið, skrivar Mau- rentsius í sínari bók »Horvnar havnarmyndir«. Henda taktstokkin havi eg ofta hugsað mær við okkurt høvi at kunna latið Tórshavnar Musikkskúla, tí hóast tað var sum lands- musikkskúlaleiðari, eg fekk hann í varðveitslu, so er tað fyrst og fremst Tórshavnar tónleikasøgu, hann er knýttur at. Tá so Bo Isholm í gjár segði mær, at hátíðarhald fór at verða í dag í sam- bandi við fráfaringina hjá Napoleon, datt mær straks í huga, at hetta mátti vera løtan. Tí ikki bert kundi ein slíkur gestus vera við til at seta endurminnandi dám á hesa fráfaringarløtu, men hetta er samstundis høvi til við góðynskjum at handa taktstokkin til nýggja musikkskúlastjóran, ið sum abbasonur gitna menta- mannin Kristin í Geil hevur sínar røtur júst aftur í hetta livandi tíðarhvarv í býarins mentanarsøgu. Ongantíð havt betri starvsbróður Nógv fólk vóru samankomin í Müllers Pakkhúsi fríggjadagin, tá móttøka var í sambandi við, at Napoleon Nólsoy hevur lagt frá sær sum stjóri fyri Tórshavnar Musikkskúla og Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla gnippa og napoleon Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn, takkar Napoleon Nólsoy fyri drúgva – kommunala – tænastu Mynd: Eirikur Lindenskov Musikkskúlastjórar… Martin Mouritsen, stjóri í Føroya Musikkskúla, Napoleon Nólsoy, fráfarni stjóri í Tórhavnar Musikkskúla og Ólavur Hátún, fyrrverandi stjóri í Føroya Musikkskúla Mynd: Eirikur Lindenskov 15 14 Nr. 160 - 27. august 2003 – Tey eru nógv, sum hava tær og kvøld- skúlanum fyri at takka, at tey ikki steðgaðu upp í út- búgvingarskipan landsins, men kundu koma í kvøldskúlan at fáa tað neyðuga grundarlagið, sum manglaði segði Frit- leif Henriksen m.a. á móttøku í sambandi við, at Napoleon Nolsøe leggur frá sær LEGGUR FRÁ SÆR Lagt til rættis: Jan Müller Myndir: Eirikur Lindenskov Fíggjadagin í farnu viku var móttøka í Müllars pakkhúsi í Havn, nú leiðar- in á Tórshavnar Kvøld- og ungdómsskúla í 30 ár, Napoleon Nolsøe leggur frá sær. Mong høvdu leitað sær í hetta hugnaliga og gamla umhvørvið fyri at takka tí siðiliga, fryntliga og evna- ríka skúlamanninum fyri gott samstasrv og fyri tað slóðbrótandi arbeiði, sum Napoleon hevur staðið fyri øll hesi árini. Millum røð- arnar var eisini annar av eftirmonnunum hjá Napol- eon, Fritleif Henriksen. Hann helt fyri, at tey umleið 30 árini Napoleon hevur verið leiðari á Tórs- havnar Kvøld- og Ung- dómsskúla, og nakað styttri áramál eisini leiðari á Tórs- havnar Musikkskúla, hevur ikki bara verið stórur vøkst- ur, men eisini fruktað væl, bæði í tónleiki, skapandi list og handverki. – Tey eru nógv, sum hava tær og kvøldskúlanum fyri at takka, at tey ikki steðg- aðu upp í útbúgvingarskip- an landsins, men kundu koma í kvøldskúlan at fáa tað neyðuga grundarlagið, sum manglaði – og tey, sum standa hjarta tínum nær, tey veiku, rørslutarnaðu og menningartarnaðu hava fingið sín góða part av orku skúlans segði Fritleif og helt fram: – Lívsverk títt ber boð um ein hegnismann, og skal eg her stutt taka fram nakr- ar av tínum góðu eginleik- um: Tú ert ein vinsælur mað- ur, blíður og fyrikomandi. Tú hevur hjartað á røttum stað, altíð til reiðar at hjálpa og finna loysnir og útvegir. Tú dugir ómetaliga væl at fáast við fólk. Eisini dugir tú ótrúliga væl at fáa starvsfólk skúlanna at gera sítt ítasta í arbeiði sínum. Og so ikki minst hesi sjáld- somu evnini – sum so nógv fólk kundu hugsað sær at átt – hesi evnini at fáa alt at bera til og eydnast, líka mikið hvat. Arbeiðsamur er tú útyvir øll mørk, so um ikki bak- landið var so gott, at tú fekk Gnippu til konu, so hevði tað yvirhøvur ikki borið til. At tú eisini hevur álit mill- um manna vísir henda lítla søgan, eg skal fortelja tykk- um: Musikkskúlin á Frúutrøð, har skrivstovur skúlanna eru, er granni hjá læknavið- taluhølunum í Jónas Broncks- gøtu. Ein morgunin Napoleon kemur eftir gongini, situr ein maður har og bíðar. Hann er kvikur at venda sær til Napoleon, brettir aðra buksubrókina upp um knæ, og vil hava Napoleon at siga sær, hvat beininum feilti. Um hann fekk nakra re- cept henda dagin veit eg ikki, men eg eri vísur í, at hann fekk nógv góð ráð og góð orð við sær á vegnum. Einhvør endi hevur eina nýggja byrjan við sær. Nú tit bæði Napoleon og Gnippa hava lagt frá tykk- um, fari eg at takka tykkum og ynskja tykkum alt tað besta mína vegna og vegna okkum á Frúutrøð segði Fritleif í røðu síni. Heilsan til Napoleon Nolsøe: Tú gav mongum neyðugt grundarlag í lívinum Tveir mans lyfta arvin eftir Napoleon Nólsoy: Bo Isholm, nýggjur stjóri í Tórshavnar Musikkskúla, Napoleon Nólsoy, fráfarni stjóri í Tórshavnar Musikkskúla og Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla og Fritleif Hendriksen, nýggjur stjóri í Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla Mynd: Eirikur Lindenskov Gnippa og Napoleon Nólsoy Mynd: Eirikur Lindenskov Sum vera man var nógvur tónleikur at hoyra á móttøkuni fyri Napoleon Nólsoy fríggjadagin. Her eru tað næmingar í Tórshavnar Musikkskúla, sum framføra Mynd: Eirikur Lindenskov C M Y K 14