mikudagur 27. august 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 160 - 27. august 2003
Nr. 160 - 27. august 2003
17
Um vikuskiftið vitjaði
53 ára gamli danski
rithøvundurin og
professarin á Køben-
havns Universitet,
Peter Harder, í Føroy-
um. Ørindi hansara
vóru at halda fyrilest-
ur fyri studentaskúla-
lærarum við heitin-
um "Elevrollen og
(post)moderniteten -
skolens strategier og
muligheder". Í sam-
røðu við Sosialin
hugleiðir Peter Hard-
er m.a. um, hvørji
høvuðseyðkenni gera
seg galdandi í mod-
ernitetinum, hvussu
hetta ávirkar skúlan
og hvussu stóran
týdning tað hevur at
varðveita felagsskapin
í eini tíð, har vaks-
andi einstaklingager-
ingin í stóran mun
hóttir bæði skúlan og
samfelagið
SAMRØÐA
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Fyri eini góðari viku síðani
fóru miðnáms- og fólka-
skúlarnir av bakkastokki
kring landið, og leiðslur
skúlans eru sostatt í holt við
seinastu fyrireikingarnar at
brynja seg til eitt nýtt ár.
Rektarin á Studentaskúl-
anum í Hoydølum, Mads
Winther, valdi at innleiða
árið við einum fyrilestri frá
danska professaranum, Pet-
er Harder, frá akademiska
miðdeplinum, Københavns
Universitet, har hann hevur
starvast síðani 1985. Um-
framt at undirvísa og halda
fyrilestrar hevur 53 ára
gamli danin eisini skrivað
eina bók, "Skolen på fri-
hjul", sum kom út í 2002 og
snýr seg um støðu skúlans í
samtíðini.
Sosialurin
hitti
Peter
Harder í Havn, og við
fryntliga og lítillátna at-
burðinum var í fyrstu
atløgu torført at fáa eyga á,
hvusssu hesin maðurin
kundi halda fyrilestrar,
undirvísa og vera við í
gongdini at menna eitt so
stórt og tungt øki, sum
skúlin tykist vera. Men tað
gjørdist skjótt greitt, at
danski professarin hevur
orðið í síni makt umboð-
andi nakrar greiðar og
kontantar áskoðanir.
Relativistiskt rák
- Høvuðseyðkenni post-
modernitetsins er fyrst og
fremst, at einki longur er
fastlagt
frammanundan.
Reglur og normar, sum í
siðbundna samfelagnum í
seinasta enda vórðu givin
av Gudi, hava mist sín
týdning og myndugleika,
og tískil er talan um eina
nýggja støðu í dag, eru
fyrstu viðmerkingarnar hjá
Peter Harder til spurningin,
hvørji
høvuðseyðkenni
seinmodernitetsins eru.
Peter Harder vísir á, at
millum ung í dag er talan
ikki um fastar spælireglur,
men heldur um ein ógvu-
liga einskaklingakendan og
relativan lívshátt, sum ger
seg galdandi.
- Hetta rák ávirkar sjálv-
sagt skúlan bæði í arbeiðs-
hátti, bygnaði og skipan, og
tískil stendur leiðsla skúl-
ans við eini nýggjari og
eyka uppgávu at staðfesta
nakrar fastar og óvikandi
spælireglur fyri næmingin
og læraran, vísir Peter
Harder á.
Professarin leggur aft-
urat, at skúlin við relativ-
istiska
rákinum
kemur
undir eitt størri trýst í dag
samanborið við fyrr, tí nú
eru fleiri áskoðanir um,
hvussu arbeiðið skal sam-
skipast, har næmingurin
fyri fyrstu ferð kann seta
spurnartekin við framferð-
arhátt lærarans og leiðsl-
unnar.
- Bæði uppi og niðri frá
er dagsins skúli undir trýsti.
Politiski myndugleikin hev-
ur sína hugsan, og næming-
arnir hava sína hugsan, og
tískil er torført hjá skúlan-
um at arbeiða við sínum
egna konstruktiva útspæli,
sigur Peter Harder. Hann
vísir á, at júst her er upp-
gáva
skúlans
at
vera
sjálvstøðugur uttan at lata
seg ávirkað av modernaðu
støðuni.
Bæði gott og ringt
Sambært
Peter
Harder
hevur talan verið um eitt
ógvuliga týðiligt brot frá
siðbundna til modernaða
samfelagið, og eitt fríger-
andi rák gerst alt meiri
sjónligt, sum kann vera til
bæði fyrimuns og vanda
fyri skúlan og samfelagið.
- Tað er eitt stórt framstig,
at vit í dag hava næmingar,
sum tora at taka stig til
ymiskt og koma við egnum
meiningum mótvegis farn-
um tíðum, tá næmingarnir
frammanundar vóru bank-
aðir uppá pláss. Hinvegin
ber heldur ikki til at hava 25
næmingar í eini floksstovu,
har hvør einstakur hevur
sína egnu dagsskrá, vísir
Peter Harder á.
Júst hetta seinna skapar
sambært Harder nakrar
trupulleikar, at næmingurin
setir dagsskránna og spæli-
reglurnar, og tískil er
spurningurin, hvussu skúl-
in í seinmodernaða samfel-
agnum skal bera seg at
mótvegis fría ungdóm-
inum.
Polarisering í
skúlakjakinum
Henda sosiologiska gongd
hevur sett ferð á kjakið um,
hvussu skúlin skal skipast,
og hesum viðvíkjandi er
talan sambært Peter Harder
um eina polarisering.
- Áskoðanirnar vísa seg
at vera sera víðgongdar í
hesum høpi. Antin skal ein
vera modernaður, progress-
ivur, blíður og heilt góð-
takandi mótvegis relativit-
etinum, ella verður farið í
hina grøvina við svarta,
stranga skúlanum og náði-
leysum myndugleika, sigur
Peter Harder. Hann vísir
hesum báðum ov einfaldu
loysnum frá sær og eftir-
lýsir heldur nýhugsan.
- Kjakið eigur at snúgva
seg um, hvussu vit á skila-
bestan hátt fáa skapt nakrar
fastar spælireglur sum út-
gangsstøði hjá øllum á
skúlanum. Eftir hetta er
møguligt at gera næming-
unum greitt, hvussu skúlin
ynskir at arbeiða og harvið
eisini hvørji krøvini eru til
næmingarnir, slær Harder
fast.
Danski professarin vísir á
týdning skúlans at hava eitt
greitt útspæl til frama fyri
bæði lærara og næming.
Við øktari disciplin og
greiðari krøvum og treytum
heldur Peter Harder, at
serliga veiki næmingurin
hevði staðið seg betri.
- Veiku
næmingarnir
kunnu bert fullføra skúla-
gongdina, um leiðslan heilt
greitt vísir teimum, hvat
krevst í hesi skipan, eru
áskoðanir Peter Harder. 53
ára gamli danin vil helst
skifta slitna orðið disciplin
út við orðini arbeiðsfrið og
arbeiðsmøguleikar, tí tað er
júst tað, talan er um.
Samskifti, samarbeiði
og minimal tíðarspilla
Á henda hátt tykist danin
hava ta áskoðan, at krøvini
og treytirnar skulu økjast,
har næmingurin kennir sítt
pláss og tað arbeiði, hann
noyðist at fremja til tess at
fullføra útbúgvingina. Men
í greiða politikki skúlans
vísir Harder eisini á, at
næmingurin skal takast við
uppá ráð.
- Lyklaorðini í einum
góðum skúla eru samskifti
og samarbeiði millum lær-
ara og næmingarnar, og
elvir hetta eisini til mini-
mala tíðarspillu. Um næm-
ingurin kennir til óvikiligu
krøv skúlans, og lærarin
samstundis røkir uppgávu
sína, verður úrslitið saman-
lagt ein felags framgongd
fyri báðar partar, metir
danski professarin.
Eitt annað lyklafyribrigdi
í menningini av skúlaverk-
inum er økt team-arbeiði
millum lærarar, og saknar
hann veruliga, at lærarar í
felag við næming orða ein
greiðan politikk um, hvat
endamálið skal vera.
Myndugleikin horvin
Harder vísir á, at dagsins
miðnámsskúlar í ein mun
eru vorðnir offur fyri
áðurnevnda rákið, nevni-
liga at samfelagsins mynd-
ugleikar í ein mun hava
mist týdning sín.
- Fyrr var skúlin ein
myndugleiki millum aðrar,
sum dikteraði ungdómin at
vera á ein ávísan hátt. Til
alla lukku eru vit farin frá
hesum, men nú er trupul-
leikin, at vit eru farin í hina
grøvina, har skúlin hevur
mist myndugleika sín, vísir
Harder á.
Fría
uppalingin,
av-
traditionaliseringin og virð-
isrelativisman
eyðkenna
ungdómsmentanina
so
nógv, at ungdómurin ikki
kennir sín leiklut í skúl-
anum.
- Næmingar kunnu nær
sum helst spyrja seg sjálvan
í dag, hví ólukkan teir
skulu gera, sum hasin
gamli lærarin sigur, og á
henda hátt hevur skúlin
mist sína aura, fyri at nýta
eitt positivari orð fyri
autoritet,
leggur
Peter
Harder afturat. Hann slær
fast, at uttan ein ávísan
leiklut næmingsins kann
skilagóð undirvísing ikki
fara fram.
Coca Colonisering
Ein trupulleiki, sum kemur
í lag í yvirgongdini frá at
vera barn til vaksin, er
sambært Peter Harder, at
vaksnamannalívið
er
vorðið meiri abstrakt og
fjart fyri ungdómin.
- Í seinmodernitetinum
fara vit alt meiri frá tí
sansandi,
ítøkiliga
og
einfalda, tí globaliseringin
hevur sett heilt nýggjar
normar og reglur. Í staðin
fyri at vera fyri ella ímóti
hesi gongd, eiga vit heldur
at góðtaka, at talan er um
eitt brot við fortíðina, og so
er spurningurin, hvussu vit
skulu útbúgva ungdómin at
fóta sær í einum hyperkom-
pleksum, tøknifrøðiligum
og globaliseraðum fjøl-
miðlasamfelagið,
vísir
danski professarin á.
Hann leggur afturat, at
við nýggju mentanarligu
støðuni er skúlans uppgáva
at gera ungdóminum greitt,
hvussu tey kunnu varðveita
neyðugu og grundleggjandi
virðini í eini broytiligari tíð
og nýggjum umstøðum.
Í hesum høpi nevnir Peter
Harder Coca Colonisering-
ina, sum ímyndar multinati-
onalu, deregulerandi og
materialistisku
nýtslu-
mentanina, hesin heimur er
hertikin av. Amerikaniser-
aða mentanin hevur í ein
mun skapt eitt risikosam-
felag, sum týski sosiolog-
urin Ulrich Beck vísir á,
eisini á sosiala økinum.
- Í hesi modernisering og
globalisering eru tað tey
veiku og tey uttan vilja,
sum gerast offur og enda í
einum sosialum og ment-
anarligum tómrúmi. Her er
uppgáva skúlans at skapa
eitt reelt og eksistentielt
mentanarligt grundarlag,
slær Harder fast.
Hann heldur, at skúlin
umframt at útbúgva næm-
ingar til professionellan og
fakligan førleika á ar-
beiðsmarknaðinum eisini
má læra ungdómin at ori-
entera seg í pluralistiska
modernitetinum.
- Hetta skal ikki mis-
skiljast soleiðis, at ein skal
vera bangin og ikki tora
nakað. Neyðugt er tó at vísa
á baksíðuna av modern-
itetsins medalju, so leiðsla
skúlans kennir uppgávu
sína at skapa sterkar næm-
ingar, sum tryggari kunnu
kasta seg út í møguleikans
hav.
Einfaldni skapar
kríggj
Spurdur, hvørjar politiskar
og heimspekiligar orsøkir
hava ført til ta samfelags-
ligu støðu, vit í dag eru í,
svarar Peter Harder aftur, at
tað ikki bert eru hugsjónir-
nar, sum skapa veruleikan,
men heldur øvugt.
- Ikki tað, at eg eri
marxist, men tað tykist eins
nógv vera spontana sam-
felagsliga gongdin, sum
skapar veruleikan við einum
samspæli av tí, ein hevur, og
tí, ein forfylgir. T.d. er
yvirgongdin frá primeru til
sekunderu
vinnuna
ein
gongd, sum er farin fram og
hevur broytt nógv, og
hugsjónirnar eru so okkara
háttur at fyrihalda okkum til
henda veruleika á.
Peter Harder leggur tó
dent á, at klassisku politisku
høgra/vinstra mótsetningar
avgjørt enn eru viðkomandi,
hóast alt tykist vera meiri
fløkt í dag enn áður.
- Tað er neyðugt at fáa
fatur á báðum endum í mót-
setningunum. Internation-
alisman hevur t.d. billað
fólki inn, at nationalu og
etnisku virðini ikki høvdu
nakran týdning, men krígg-
ið á Balkan og átrúnaðar-
ligu orrusturnar í mus-
limska
heiminum
hava
prógvað júst tað mótsætta,
slær Harder fast.
Við hesum er ein boð-
skapur hansara, at tað er
neyðugt at síggja nuansur-
nar og skilja, at tað ræður
um at fáa fatur á báðum
endum í mótstríðandi hug-
sjónunum og finna skila-
besta háttin at fyrihalda seg.
- Misskiljingin av hesum
er júst tað, sum skapar og
hevur skapt óendaliga nógv
kríggj, vísir Harder á.
F-mentanin
Eftir at hava sveimað í
kring í stóru verð koma vit
aftur til skúlavirksemið, og
í hesum høpi vísir Harder á
f-mentanina, sum er ein
skaðilig gongd, í hvussu so
er innan skúlans gátt.
- F-mentanin stendur fyri
frítíð, forbrúki, frírumi og
felagsskapi, og hetta eru í
sjálvum sær positiv fyri-
brigdi. Men tá hesi virði
gerast dominerandi í skúl-
anum framum lærdóm og
fakliga útbúgving, gerst
talan um ein trupulleika,
sum tíverri er sjónligur í
dag, sigur Harder avgjørdur.
Í hesum høpi nevnir
Harder aftur, at skúlin skal
sýna sín myndugleika og
hava sítt greiða útgangs-
støði, tí um talan gerst um
ov fríar teymar fyri ung,
megna tey ikki sjálvi at
mennast.
- Tað ræður um at skapa
ein struktur til frama fyri
øll. Gjøgnum royndir og
kanningar hevur tað víst
seg, at negativa f-mentanin
fær sítt gjøgnumbrot, um
ikki ein fastlagdur skúla-
strukturur forðar fyri hes-
um, so næmingurin má til-
laga seg eftir leisti skúlans.
Meiningsfullur
felagsskapur
Í
avtraditionaliseringini
vísir
Peter
Harder
á
týdningin at seta okkurt
nýtt inn í staðin fyri tað
gamla, sum er horvið.
- Høvuðsboðskapur mín
er at byggja upp meinings-
fullar
felagsskapir
av
nýggjum. Tað er ein sann-
roynd, at siðbundnu virðini,
normarnir og lívshættirnir
partvís eru horvin, men tá
er skúlans ábyrgd at seta
okkurt nýtt inn í staðin,
sigur Peter Harder.
Hann slær avgjørdur fast,
at hesin felagsskapur er eitt
grundfyribrigdi
í
loysn
hansara, ikki minst orsakað
av vaksandi einstaklinga-
geringini í vesturheiminum.
- Besti hátturin at byggja
upp eina skilagóða tilveru
er gjøgnum mennandi fel-
agsskap, har skúlin skal
vera ein mótpolur til hugs-
anina, at ein og hvør sjálvur
skal skapa sítt egna lív,
sigur Peter Harder.
Hann vísir á, at ungdóm-
urin skal skilja, at næm-
ingurin er høvuðspersónur í
síni útbúgving og at hann í
seinasta enda tekur avgerð-
irnar, men at skúlin skal
skapa karmar fyri einum
sterkum felagsskapi í eini
nýggjari skúlamentan.
- Fyri at røkka hesum
skal skúlin signalera til
næmingin, at lúkar tú krøv
okkara, ert tú partur av
okkara felagsskapi, og tá
kunnu vit avrika nakað
saman. Ikki fyrrenn tá hava
vit ein felagsskap, sum er
mennandi, gevur meining
og skapar framburð, slær
Peter Harder at enda fast.
Felagsskapurin fortreyt fyri framgongd
Navn: Peter Harder, professari
Føddur: 1950
Giftur og hevur tveir dreingir
Hevur undirvíst á Københavns Universitet síðani
1985
Undirvísti áðrenn 1985 á miðnámsskúla
Gav í 2002 út bók við heitinum "Skolen på frihjul"
Fakta
- Høvuðsboðskapur mín er at byggja upp meiningsfullar felagsskapir av nýggjum. Tað er ein sannroynd, at siðbundnu virðini,
normarnir og lívshættirnir partvís eru horvin, men tá er skúlans ábyrgd at seta okkurt nýtt inn í staðin, vísir Peter Harder á
Mynd: álvur Haraldsen
- Í seinmodernitetinum fara vit alt meiri frá tí sansandi, ítøkiliga og einfalda, tí globaliseringin hevur sett heilt nýggjar normar
og reglur, sigur Peter Harder m.a.
Mynd: Álvur Haraldsen
- Besti hátturin at byggja upp eina skila-
góða tilveru er gjøgnum mennandi felags-
skap, har skúlin skal vera ein mótpolur til
hugsanina, at ein og hvør sjálvur skal skapa
sítt egna lív
- Í hesi modernisering og globalisering eru
tað tey veiku og tey uttan vilja, sum gerast
offur og enda í einum sosialum og mentan-
arligum tómrúmi. Her er uppgáva skúlans
at skapa eitt reelt og eksistentielt mentanar-
ligt grundarlag
C
M
Y
K
17
16