mikudagur 27. august 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 160 • mikudagur • 27. august 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Í kvøld verður gjørt
av, um FCK og harvið
Todi Jónsson sum
fyrsti føroyingur
nakrantíð skal vera
við í størstu
europeisku
liðkappingini
ÚTISETI
Jóannes Hansen
Allur tann føroyski fót-
bóltsheimurin og ivaleyst
flestu føroyingar yvirhøvur
fara í kvøld at hava eyguni
vend ímóti Parkini í Keyp-
mannahavn. Sjónvarp Før-
oya eigur rós uppiborið
fyri, at teir fara at samsenda
við TV2. Harvið loysa teir
trupulleikan hjá so mong-
um, sum annars høvdu ver-
ið noydd at fara av húsinum
fyri at vitja onkran, sum
sær TV2!
Í hesi avgerðini hevur
SvF fingurin á pulsinum.
Áhugin kring landið fyri
hvussu tað fer at hilnast hjá
FCK og Toda Jónsson er
ógvuliga stórur. Eingin ivi
tykist vera um, at Todi
Jónsson verður millum teir
fyrstu ellivu hjá FCK, og at
hann fer at manna álopið
saman við Subisio Zuma.
Fyrri dysturin endaði 1–1,
og tað var Todi Jónsson,
sum skoraði FCK málið, ið
var so sera týdningarmikið.
Um tað eydnast FCK at
varðveita 0–0, ella um tað
eydnast teimum at vinna,
so fer stóra felagið í Keyp-
mannahavn fyri fyrstu ferð
nakrantíð at vera í hattin-
um, tá ið bestu feløgini í
Europa skulu flokkast í
bólkaumfar. Tá verða lík-
indi fyri, at Todi Jónsson
sum fyrsti føroyingur nak-
rantíð verður við í størstu
liðkappingini í Europa, har
møguligu mótstøðuliðini
verða eitt nú Arsenal og
Manchester United, Bayern
München, Real Madrid og
Barcelona og Juventus og
Milan.
Trongdin
Todi Jónsson er væl fyri
undan veldugu avbjóðing-
ini í kvøld. Síðani í gjár
hava FCK spælararnir hvílt
seg og roynt at savna hugs-
anirnar um størstu avbjóð-
ingina hjá felagnum nak-
rantíð. Í kvøld verður hvørt
einasta pláss í Parkini – og
tað vil siga fleiri enn fjøruti
túsund – upptikin, og allur
tann danski, føroyski og
ivaleyst norðurlendski fót-
bóltsheimurin sum heild
fara at taka á við felagnum,
sum
umframt
føroyska
álopsmannin hevur norska
Erik Mykland á liðnum og
fleiri spælarar, ið áður hava
roynt seg í svenskum fót-
bólti.
Í gjár var sjálvandi ikki
greitt, hvørjir ellivu verða
teir fyrstu á vøllinum. Hans
Backe, venjarin, hevur út-
tikið átjan spælarar. Todi
Jónsson er millum hesar
átjan. Ivamálini eru ikki so
mong um, hvussu liðið fer
at síggja út, og tað er eingin
ivi um, at Todi og Zuma
verða fremstir.
Í Danmark hava tey síð-
ani leygardagin, tá ið FCK
vann 1–0 í Brøndby, verið
nógv upptikin av, um norski
miðvallarslítarin Erik Myk-
land fór at verða førur fyri
at spæla í kvøld. Hann hev-
ur trupulleikar við hælsin-
uni, og leygardagin spældi
hann bara ein stóran hálvan
tíma. Eftir síðstu venjing-
ina, sum var í fyrradagin,
helt Mykland fyri, at hann
fór at spæla mikukvøldið.
Fyri fyrstu ferð, síðani
hann varð keyptur til FCK,
er brasilski álopsspælarin
Álvaro Santos í átjan
manna liðnum. Hann hevur
verið skaðaplágaður, og
tískil hevur hann ikki verið
í dystarvenjing. Tað verður
mett, at ætlanin er at hava
hann sum álopsjokara á
beinkinum. Tað vil siga, at
tað verður bara, um FCK
verður í tapara støðu í 2.
hálvleiki, at hann verður
settur á vøllin. Fjórði álops-
spælarin í hópinum er Peter
Møller. Jörgen Pettersson,
sum skoraði einsamalla
málið í Brøndby leygardag-
in, er eisini við, men hann
verður roknaður sum mið-
vallari.
Avbjóðingin
Spurningurin er so, hvørjar
møguleikar FCK hevur
ímóti Glasgow Rangers.
Eingin ivi er um, at møgu-
leikin verður mettur væl
størri nú, enn hann var
undan uppgerðini á Ibrox í
Glasgow. FCK avrikið,
málið hjá Toda Jónsson og
javnleikurin hava havt við
sær, at FCK nú verður
roknað sum ikki minni
sannlíkur luttakari í bólka-
spælinum, enn Rangers
verður roknað at vera.
Italski
málverjin
hjá
Rangers, Stefan Klos, hev-
ur verið í Rangers síðani í
1999. Hann vardi m. a.
málið hjá teimum, tá ið teir
á sumri í 2000 í innleiðandi
umfarinum í Europa Cup
fyri meistaralið vunnu tvær
ferðir 3–0 á Herfølge, sum
hevði Jákup Mikkelsen í
málinum. Royndi málverjin
ásannar á heimasíðuni hjá
felagnum, at liðið hjá teim-
um er viknað sammett við
liðið, sum hann kom til úr
Dortmund fyri fýra árum
síðani. Men hann heldur
kortini, at teir hava realist-
iskan møguleika í kvøld.
Rangers hevur vunnið
teir tríggjar landskapping-
ardystirnar, sum higartil
eru spældir í Skotlandi. Teir
hava verið serliga fegnir
um hollendska álopsspæl-
aran, Michael Mols, sum
hevur skorað hvørja ferð og
sum skoraði tvey mál síðsta
vikuskifti. Í Rangers verður
vónað, at hollendarin í
kvøld fer at skjóta málið,
sum kann bera við sær, at
tað verður Rangers og ikki
FCK, sum sleppur ígjøgn-
um nálareygað.
Undan
vikuskiftinum
varð tað í FCK roknað at
vera óheppið, at teir leygar-
dagin skuldu spæla topp-
dyst ímóti Brøndby. Eftir
1–0 sigurin hevur pípan
fingið annað ljóð. Nú verð-
ur mett, at tá ið teir komu
so væl burturúr tí, so kann
tætti, ferðmikli og spenn-
andi uppgerðin leygardagin
í kvøld fara at vísa seg at
hava verið ein fyrimunur at
hava verið ígjøgnum.
Avbjóðingin er framúr
hjá FCK. Rosenborg og
FCK skulu í kvøld royna at
verja norðurlendska fót-
bóltsheiðurin í Europa.
Fyritreytirnar hjá FCK eru
betri, enn tær eru hjá
Rosenborg. Tað hevði verið
hugaligt, um bæði liðini
megnaðu at spæla seg víð-
ari. Frá føroyskum sjónar-
horni er tað sjálvandi ser-
liga áhugavert, um tað fyri
fyrstu ferð nakrantíð fer at
eydnast einum av okkara at
spæla seg og sítt lið upp á
ovastu europeisku rókina.
Todi er á gáttuni til stóra Europa
Manchester United, Arsenal, Bayern München, Real Madrid, Barcelona og Juventus og Milan. Hesi kunnu teljast millum komandi mótstøðuliðini hjá Toda, um tað
í kvøld eydnast FCK at vinna samlaðu uppgerðina móti Glasgow Rangers
21
20
Nr. 160 - 27. august 2003
Sumbingar byggja
skúlan út og teir
leggja nógv á fyri at
fáa ein góðan skúla
SKÚLABYGGING
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Fríggjadagin var stórhend-
ing í søguni hjá Sumbiar
Kommunu.
Tá var reisigildi fyri
nýggja
skúlanum,
sum
kommunan nú byggir uppí
tann gamla skúlan.
Men teir byggja ikki bara
nýggjan skúla, tí tá ið hann
er liðugur, at skal gamli
skúlin eisini takast í botn
og gerast ístand.
Tað er sanniliga ikki á
hvørjum ári, at so stórur
bygningur verður reistur í
Sumbiar Kommunu.
Men borgarstjórin, Jacob
Poulsen, sigur, at tað var
neyðugt at byggja skúlan út
nú.
– Skúlin varð bygdur í
1965 og síðani er onki gjørt
við hann.
Hann sigur, at sostatt lýk-
ur skúlin als ikki tey krøv,
sum verða sett til skúlahøli
nú á døgum. Hann nevnir,
at har eru ongar serstovur í
skúlanum, sum nú eiga at
vera í einum skúla.
Tí var neyðugt at byggja
skúlan út nú.
Og nú sumbingar fara
undir at byggja skúlan út,
leggja teir nógv fyri.
– Gamli skúlin er 369
fermetrar stórur og tað,
sum nú verður bygt uppí, er
416 fermetrar og sostatt
verður skúlin meiri enn
tvær ferðir so stórur, tá ið
útbyggingin er liðug.
Tá ið nýggi bygningurin
er liðugur, verða øll børnini
flutt yvir har at ganga í
skúla ímeðan gamli skúlin
verður gjørdur ístand.
Jacob Poulsen sigur, at
gamli skúlin verður tikin í
botn. Alt skal skræðast nið-
ur innan og byggjast av
nýggjum.
Hann sigur, at alt arbeið-
ið verður liðugt í september
ella oktober næsta ár.
Nýggi bygninginum er í
trimum hæddum. Í kjallar-
anum er eitt rúm til evning
og eitt rúm til træ- og jarn-
smíð og tvey goymslurúm.
Í miðhæddini er felagsrúm
og skúlastova í einum, um-
framt køkur og bókasavn. Í
ovastu hædd er eitt bólka-
rúm og samanbinding við
gamla skúlan.
Gamli skúlin er í tveim-
um hæddum. Í niðaru
hæddini verður ein skúla-
stova, wc og wc til rørslu-
tarnað, forhøll, gangur,
skrivstova og lærararúm.
Í ovaru hæddini verður
ein skúlastova, eitt høli,
sum er skúlastova og høli til
serundirvísing og haðani er
eisini gangandi yvir í
nýggja skúlan.
Jacob Poulsen sigur, at
eitt, sum tey hava havt for-
treð av, er, at ongar neyð-
trappur hava verið í gamla
skúlanum. Men nú hann
verður bygdur út og um,
verða tvær neyðtrappur
gjørdar.
Vilja hava
framhaldsdeild
Jacob Poulsen sigur, at
børnini ganga í skúla í
Sumba sjey tey fyrstu árini,
men fara síðani í fram-
haldsdeild í Vági.
Men tá ið skúlin í Sumba
verður
liðugur,
ætlar
kommunan at fáa hann
góðkendan til framhalds-
deildina eisini so at børnini
kunnu ganga í skúla í
Sumba øll 10 árini.
Eini
28-30
børn
úr
Sumba ganga í framhalds-
deild í Vági og borgarstjór-
in sigur, at kunnu tey blíva
verða verandi í Sumba,
hevði tað spart kommununi
einar 400.000 krónur í út-
reiðslum.
Í løtuni eru útvið 30
skúlabørn í Sumba.Talið er
minkað nakað seinastu
árini, men nú er minkingin
steðgað aftur.
Ein annar skúli er í
kommununi. Tað er skúlin á
Leiti og vit hava spurt
borgarstjóran, hvussu verð-
ur við honum, nú nýggjur
skúli er bygdur í Sumba og
bergholið til bygdina er
komið.
Hann sigur, at bygdarráð-
ið hevur ongar ætlanir við
skúlanum á Leiti.
Men spurningurin er um
hann ikki avtoftar seg sjálv-
an. Jacob Poulsen sigur, at í
ár eru bara trý skúlabørn á
Leiti og næsta ár verður
bara eitt.
Øll fíggjarorkan
Tað fer at kosta Sumbiar
Kommunu einar 10 milli-
ónir at byggja skúlan út, so
tað er eitt ódnartak hjá eini
so lítlari kommunu.
Jacob Poulsen sigur, at
skattainntøkan hjá komm-
ununi er mett til 7,9 milli-
ónir, men hon fer at verða
minni enn tað tí arbeiðið í
syðru helvt í Suðuroynni er
rættiliga nógv minkað í ár,
afturímóti tí, tað hevur
verið.
Sostatt fer nýggi skúlin
við allari fíggjarorkuni hjá
kommununi í eini trý ár, tí
ætlanin er ikki at taka lán til
arbeiðið.
Men tá ið arbeiðið er lið-
ugt, hava sumbingar eisini
fingið ein skúla, sum átti at
nøkta tørvin langt inn í
framtíðina.
– Krøvini til skúlan veksa
alsamt. Antin eru vit við,
ella snara vit lykilin, segði
Arnfinnur
Bjarkhamar,
fyrstilærari í reisigildinum
fríggjadagin.
Hann segði, at tíbetur
hevði Sumbiar Kommuna
gjørt av at vera við og hann
helt, at nýggi skúlin er ein
bygging eini 30-30 ár fram
í tíðina.
Tað eru arkitektarnir
Albert Isfeld og Gudmund
Hansen, sum hava teknað
skúlan. Jóanes við Ósagarð
hevur gjørt jørð, betong og
kloakarbeiði
og
A/Ó
Byggifrøði á Tvøroyri hev-
ur smíðað.
Eitt ódnartak hjá sumbingum
Figgjadagin var reisigildi í nýggja skúlanum í Sumba. Tá ið skúlin verður liðugur um eitt ár, verður hann meiri enn tvær ferðir so stórur, sum hann er nú
Hesir báðir vóru vælnøgdir á reisigildinum fríggjadagin. Vinstrumegin er tað Albert Isfeld,
arkitektur, sum hevur teknað skúlan, saman við Sudmund S. Hansen og høgrumegin er tað Jacob
Poulsen, borgarstjóri í Sumba
C
M
Y
K
20