mikudagur 27. august 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 160 - 27. august 2003
C
M
Y
K
22
Nr. 160 - 27. august 2003
23
Flóvin umboðar Føroyar
Norðurlandameistara
skapurin í talvi verð-
ur leiktur 6-17. sep-
tembur í Århus. Flóv-
in Tór Næs er før-
oyska umboðið, eftir
at John Arni Nilssen
mátti geva avboð
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Í samband við at DSU
(danska
talvsambandið)
fyllur 100 ár, verður NM
telvað á flatlondum í ár.
Legendan Bent Larsen,
sum nú er vorðin 68 ár,
verður frásøgumaður til
kappingina,
soleiðis
at
áhugaði kunna fylgja gond-
ini í øðrum høli við fyrsta
danska
stórmeistaranum
sum høvuðsnavn. Larsen er
kendur fyri gjøllar, lættar
og skemtingarsamar frá-
søgur um ymisku talvini.
Telvað verður í døgunum
6-17.
septembur.
Tólv
telvarar og ellivu umfør,
allir móti øllum.
Fremsti norðurlendingur í
løtuni, danin Peter Heine
Nielsen (2636), luttekur
ikki. Sterkasti norðmaður,
Simen Agdestein (2571) er
ikki, eins og fremsti íslend-
ingurin Jóhan Hjartason
(2640),
serliga
aktivir
meira og luttekur tí ikki.
Einar Gausel er hinvegin
eitt spennandi navn. Hann
fer nevnliga komandi vetur
at telva við føroyska talv-
felagnum í Keypmanna-
havn, har hann kemur at
manna fyrsta borðið fram-
anfyri John Arna Nilssen á
øðrum borði.
Flóvin kann bíta frá
sær
Tá okkara fremsti telvari
John Arni gav avboð, varð
skjótt boð send eftir 25 ára
gamla Flóvin Tór Næs.
Hetta var ein nátúrlig av-
gerð hjá talvsambandinum,
eftirsum Flóvin er suvirent
tann næsti í røðini í
føroyskari telving, tá rating
viðvíkur. Á feskasta rating-
lista, sum er at finna á
www.faroechess.com, hev-
ur John Arni 2425, meðan
Flóvin hevur 2329. Tann
triði á listanum er føroya-
meistarin Martin Poulsen
við 2265 ratingstigum.
Flóvin hevur í summar
sum altíð verið aktivur við
talvborðið, hesaferð í Pol-
itiken Cup í Keypmanna-
havn við góðum úrsliti.
Hann fer sjálvsagt at fáa tað
torført sum lægst rataði í
Århus. Allir vilja vinna á
honum, og fær Flóvin tí til
dømis ongan skjótan javn-
leik, um hann ynskir at
spara seg, sum vanligt er í
drúgvum kappingum. Men
Flóvin hevur dygdir sum
treiskleika, tol og eisini er
hann
eftirhondini
ein
royndur telvari, hóast unga
aldurin. Mangan hevur
Flóvin fingið góð úrslit
móti væl sterkari telvarum,
harav stórmeistarum.
Normmøguleikar
Ífylgju altjóða talvdómar-
anum Mogens Nielsen,
sum er vælkendur á før-
oyskum leiðum, er IM-
norm kravið hjá Flóvini 4,5
stig av ellivu møguligum.
Hetta ljóðar kanska í fyrstu
syftu sum ein yvirkomilig
uppgáva hjá Flóvini, men
vit muga ikki gloyma mót-
støðu hansara; sjey stór-
meistarar, tríggir altjóða
meistarar og einum Fide-
meistara (FM), sum tað
kallast.
Føroyska umboðið skal
sum sagt í eldin 6. septem-
bur, og herfrá verður ynskt
honum góðar talvdagar í
Århus.
Talvið hesa vikuna
John Arni vann herfyri sum kunnugt sær sín næsta IM-
norm í kapping í Budapest, og talvið hesa vikuna er frá
næstseinasta umfarinum. John Arni vann IM-
kappingina saman við ungum amerikumanni,
Lendermann.
John Arni Nilssen (2382) — Amadeus Eisenbeiser
(2233)
First Saturday Chess Tournament IM Budapest (12),
13.08.2003
1.d4 d6 2.e4 Rif6 3.Bd3 g6 4.c3 Ribd7 5.Rif3 e5 6.0—
0 Bg7 7.Re1 0—0 8.a4 c6 9.a5 Re8 10.Ribd2 d5
(Áhugaverdur leikur, sum brýtur upp sentrummið)
11.exd5 Rixd5 12.Rie4! (Riddarin peikar á góðar
puntar) 12...exd4 13.cxd4 h6 14.Bd2 (John Arni tykist
at bíða eftir feilum frá mótstøðumanninum. Næsti
leikur mótstøðumanna er kanska júst ein lítil feilur,
sum viknar um kongastøðuna) 14...f5 15.Rid6 Rxe1+
16.Fxe1 Ri7f6 17.Ric4 Bd7 18.a6! (Leikurin viknar
enn meir um svørtu støðuna) 18...b5 19.Rice5 Be8
20.Fc1 (Betri var 20.Rixd6 Bxd6 21.Fe6+ og offraði
brikkurin fæst aftur) 20...Fb6? Í roynd og veru fyrsti
veruligi feilur hjá svørtum. Rig4 var kanska bjargingin
til javnleik, hóast hvítur tá eisini hevði havt munin)
21.Bxh6 Rib4
Støðan eftir 22...Rib4
22.Bxf5! Kh7 [Um: 22...gxf5 23.Bxg7 Kxg7 24.Fg5+
og hvítur vinnur lættliga] 23.Bxg7 Kxg7 24.Bxg6
(Svartur gavst t.d vegna 24...Bxg6 25.Fg5 og hvítur
hevur eitt nú nógv fleiri finnir) 1—0
Flóvin Tór Næs skal umboða
Føroyar í kappingini um
norðurlandameistaraskapin
NM-hópurin:
GM Hannes Stefansson
2560,
Ísland
GM Helgi Olafsson
2498,
Ísland
GM Evgeni Agrest
2605,
Svøríki
GM Jonny Hector
2538,
Svøríki
GM Einar Gausel
2533,
Noreg
IM Kjetil A. Lie
2440,
Noreg
IM Tomi Nybäck
2483,
Finnland
FM Heikki Lehtinen
2362,
Finnland
FM Flóvin Tór Næs
2330,
Føroyar
GM Curt Hansen
2618,
Danmark
GM Lars Schandorff
2525,
Danmark
IM Davor Palo
2510,
Danmark
Føroyski miðverjin
vísti sannførandi av-
rik, tá ið teir næst-
bestu í Brøndby
vunnu stórt á Ros-
kilde
ÚTISETI
Jóannes Hansen
Sunnudagin var Jón Rói
Jacobsen
á
næstbesta
liðnum hjá Brøndby. Liðið,
sum bara er mannað við
ungum og sera evnaríkum
spælarum, er í Danmarks-
seriuni. Hesa ferð var
Roskilde mótstøðuliðið, og
tað var eingin trupulleiki.
Eftir 5–0 í fyrra hálvleiki
vann Brøndby 7–0. Jón Rói
Jacobsen skoraði tey bæði
málini í 2. hálvleiki.
Í landsdystinum ímóti
Íslandi vísti Jón Rói, at
hann er sera væl fyri. Hann
var besti føroyski spælarin,
og tá ið hann í 2. hálvleiki
fleiri ferðir bjóðaði seg
fram
í
álopspartinum,
kendist tað so leikandi lætt
og sannførandi. At havt
hann í álopinum hevði iva-
leyst borið ta tyngdina við
sær, sum hevur restað tær
seinastu ferðirnar.
Í Brøndby er Jón Rói
Jacobsen
verjuspælari.
Hann venur saman við
besta liðnum, og tað er
torført hjá honum at sleppa
upp í part á besta liðnum, tí
teir eru so nógvir um boðið.
Men Jón Rói tykist hava
akkurát tann hugburðin,
sum skal til, og tað man
lítið ella einki vera at ivast
í, at tað bara er ein
spurningur um tíð, nær
hann verður við í fremstu
røð uttanlands.
Í
annaðkvøld
fer
Brøndby í UEFA CUP at
spæla
í
Hvítarusslandi
ímóti Dinamo Minsk. Tað
skal vilja heilt illa til, um
Brøndby ikki fer at megna
at spæla seg víðari í næsta
umfarið.
Á
heimavølli
vunnu teir fyri tveimum
vikum síðani 3–0.
Brøndby dysturin verður
at síggja á TV Danmark 1
sjónvarpsrásini.
Jón Rói tvey mál
23
Nýggjur álopsmaður:
Lyngby framherjin,
Christian Lamhauge
Holst, sum er spildur-
nýtt navn í føroysk-
um fótbóltshøpi,
verður royndur sum
nýtt álopskrút í
Skotlandi
LANDSLIÐIÐ
Jákup Mørk
Christian hvør?
Soleiðis mundu flestu
leikararnir á fótbóltslands-
liðnum hugsa, tá teir týs-
morgunin fingu bræv um
komandi fótbóltslandsdyst-
irnar móti Skotlandi og
Litava.
Niðast á listanum yvir
leikarar stóð nevnliga eitt -
í føroyskum fótbóltshøpi –
púrasta ókent navn.
Talan er toppskjúttan hjá
Lyngby, sum í løtuni er í
ferð við at endurskapa navn
sítt í donskum fótbólti, eftir
at felagið fór á húsagang og
eftirfylgjandi varð tvangs-
niðurflutt fyri hálvum øðr-
um ári síðani.
Tað eydnaðist okkum
ikki at fáa fatur á Henrik
Larsen ella Jógvan Martin
Olsen, men aðrastaðni á
síðuni er viðtala við nýggja
leikaran.
Eingin Hjalgrím
Stóri taparin – um tað kann
sigast
so
–
í
landsliðsúttøkuni hesaferð
er Hjalgrím Elttør. Hann
hevur annars verið fastur í
hópinum seinastu nógvu
ferðirnar, og tó at tað
sjáldan er blivið til eitt
pláss millum teir fyrstu
ellivu, so mundu tey flestu
kortini rokna við, at hann
eisini var við hesaferð. Tað
er Tór-Ingar Akselsen úr
HB heldur ikki, eftir at
hann fyri fyrstu ferð fekk
landsliðsboð til Íslands-
dystin.
Umframt teir átjan, sum
eru tiknir út til Skotands-
ferðina, hevur Christian
Høgni Jacobsen úr Vejle
eisini fingið landsliðsboð.
Christian Høgni er tó
leikbannaður til dystin í
Skotlandi, og verður tí ikki
við á teirri ferðini, men
legst
ístaðin
afturat
hópinum til heimadystin
móti Litava. So fer tíðin at
vísa, hvørt tað tá verður
neyðugt hjá venjarunum at
sálda onkran frá, ella um
forfall av onkrum slag
kortini fer at skerja hópin.
Kollvelt álop
Hvussu er og ikki, so tykist
tað víst, at talan verður um
broytingar í álopspartinum.
Christian
Høgni
Jacobsen fær so í øllum før-
um ikki verið við, nú hann
er leikbannaður, og tað er
nærliggjandi at hugsa, at
John Petersen verður fluttur
upp í hansara stað, nú Fróði
Benjaminsen aftur er tøkur
á miðvøllinum. Spurning-
urin er so, hvørt tað verður
Andrew av Fløtum ella
onkur annar, sum so verður
undir liðini á John. Her
hevur áður verið funnist at,
at Andrew og John eru ov
líkir í spælistíli, og tí kann
væl hugsast, at talan verður
nýggja leikaran.
Kollvelting í álopinum
Føroyski hópurin
Jens Martin Knudsen,
NSÍ
Helgi L. Petersen,
NSÍ
Fróði Benjaminsen,
B68
Jann Ingi Petersen,
B68
Hans Fróði Hansen,
B68
Jóhannis Joensen,
FS Vágar
Jákup á Borg,
B36
John Petersen,
B36
Pól Thorsteinsson,
B36
Súni Olsen,
GÍ
Atli Danielsen,
KÍ
Rógvi Jacobsen,
HB
Andrew av Fløtum,
HB
Óli Johannesen,
TB
Jákup Mikkelsen,
Partich Thistle
Jón Rói Jacobsen,
Brøndby
Julian Johnsson,
ÍA Akranes
Christian Lamhauge Holst,
Lyngby BK
Henrik Larsen,
venjari
Jógvan Martin Olsen,
hjálparvenjari
Lars Høgh,
málmansvenjari
Birgir Hansen,
liðleiðari
Kári Nielsen,
liðleiðari
Álvur Hansen,
fysioterapeutur
Jens Pauli Marstein,
lækni
– Fyri nøkrum fáum
døgum síðani hevði
eg ikki droymt um, at
eg skuldi spæla lands-
dyst ímóti Skotlandi í
september, sigur
nýggja trumfkortið á
føroyska fótbólts-
landsliðnum
TIKIN Á BÓLI
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Tað
munnu
vera
fáir
føroyingar, sum hava givið
sær far um navnið Christian
Lamhauge Holst.
Í øllum førum til nú.
Men hetta verður øðrvísi
komandi dagarnar, tí í gjár
var hálvi føroyingurin tikin
út til føroyska fótbólts-
landsliðið, og meðan spæl-
arar og onnur standa sum
kánus, tá ið tey hoyra navn-
ið á nýggja landsliðsspæl-
aranum, so er okkurt sum
bendir á, at her er talan um
góðan styrk til álopsspælið
á landsliðnum.
Christian Holst Lam-
hauge er 21 ára gamal
álopsspælari. Í summar
skifti hann frá Svendborg,
har hann var toppskjútti, til
2. deildarfelagið Lyngby,
har nú er toppskjútti.
Hann er ein maður, sum
dugir at gera mál, men
hann sigur seg vera full-
komnan tiknan á bóli av út-
tøkuni til føroyska lands-
liðið.
– Eg havi hitt Henrik
Larsen í Lyngby, og tað eru
bara einar tvær vikur síð-
ani, at hann fekk at vita, eg
eri
hálvur
føroyingur.
Leygardagin ringdi hann til
mín og segði, at hann kom
at hyggja eftir mær í dyst-
inum sunnudagin, greiðir
Christian Lamhauge Holst
frá.
Fantastiskt
Sunnudagin spældi Lyngby
ímóti Dalum, og Christian
Holst lat ongan iva vera um
sína støðu, tá ið hann tíð-
liga í dystinum legði Lyng-
by fram um 1-0.
Hetta var triðja málið hjá
honum í trimum dystum
fyri Lyngby, og sambært
heimasíðuni hjá felagnum,
so var nýggi føroyski lands-
liðsspælarin aftur hesaferð
eyðsýntur á liðnum. Lyng-
by vann dystin 3-2.
– Sunudagin ringdi Henr-
ik Larsen aftur til mín og
segði, at hann fór at taka
meg út til føroyska lands-
liðið. Hetta kemur óvart á
meg, men tað er fantastiskt,
sigur hann.
– Tað hevur gingið sera
skjótt seinastu tíðina. Eg eri
júst komin til Lyngby at
spæla, og nú eri eg úttikin
til
føroyska
landsliðið.
Hetta er spennandi, og eg
ætli mær at gera alt fyri at
vinna fast pláss á føroyska
landsliðnum.
Gott at breða til
Mamma Christian Lam-
hauge Holst er føroysk,
men hon hevur búð uttan-
lands, síðani hon var 18 ára
gomul.
Berghild
Lam-
hauge, sum er gift einum
dana, er dóttir Jenny og
Christian Eli Lamhauge í
Havn.
Mammubeiggi
nýggja
føroyska landsliðsspælaran
er ein tiltikin fótbóltsspæl-
ari. Eyðfinn Lamhauge var
ein av profilunum á ung-
lingaliðnum hjá HB, sum
vann FM í 1967, og árið
eftir kom hann á fyrsta
sinni á 1. lið í HB. Eyðfinn
var skilagóður spælari, sum
spældi í vinstru síðu, og
hann var ein av berandi
kreftunum á HB-liðnum,
sum vann FM í 1971, 1973,
1974 og 1975.
Christian Holst Lam-
hauge hevur búð øll árini í
Danmark, og hann tosar
danskt. Hann er uppvaksin
á Thurø, sum liggur uttan-
fyri Svendborg, og har hev-
ur hann eisini spælt til í
summar, tá ið hann flutti til
Sælands at spæla fyri
Lyngby.
Yrkisfótbólturin í Lyng-
by fór fyri bakka fyri einum
ári síðani, og tí eru eingir
sáttmálaspælarar í felagn-
um. Christian Holst er vik-
arur í einum skúla og frí-
tíðarheimi í Lyngby, og
hann spælir fótbólt í frí-
tíðini.
Og í fótbóltsspælinum
gongur tað so væl, at hann
nú er tikin út til føroyska
landsliðið til dystin ímóti
Skotlandi 6. september.
– Hetta kom óvart á meg
– Sunnudagin ringdi Henrik
Larsen til mín og segði, at
hann fór at taka meg út til
føroyska landsliðið. Hetta
kemur óvart á meg, men tað
er fantastiskt, sigur Christian
Lamhauge Holst