Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. mai 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Skiftistíðin verður fýra ár JOHN JOHANNESSEN Føroyingar skulu ikki vænta sær eina skiftistíð, ið verður longur enn fýra ár. Heldur ikki skulu vit vænta okkum at fáa størri rættindi í Dan- mark enn aðrir norðurlend- ingar, fara vit út út ríkisfel- agsskapinum. Hetta gjørdi danski for- sætisráðharrin, Poul Nyrup Rasmussen, enn einaferð greitt, tá hann í gjár var á fundi við serligu fólkatings- nevndina, ið fylgir ríkisrætt- arligu samráðingunum mill- um Føroyar og Danmark. Poul Nyrup Rasmussen segði, at eru føroyingar ikki til reiðar at taka undir við eini búskaparligari skiftistíð á fýra ár, eiga teir at gevast við at samráðast um full- veldi. Eisini vísti forsætisráð- harrin á, at tað er púra burt- urvið, tá løgmaður tosar um at útseta ígildiskomuna av einum nýggjum ríkisrættar- ligum sáttmála. Endurtøka av tíðindafundinum Annars var fundurin við Føroya nevndina mest ein víðkað endurtøka av tí, for- sætisráðharrin segði á tíð- indafundinum beint eftir samráðingarfundin 2. mei. Forsætisráðharrin vísti nevndini á fýra punkt, sum torført verður hjá pørtunum at finna semju um. Hesi fýra punktini vóru skiftistíðin, sjálvur sáttmálaformurin, spurningurin á hvønn hátt danir skulu umsita mál fyri føroyingar, eftir teir eru farnir úr ríkisfelagsskapin- um og at enda spurnigurin um sjálvan ríkisfelagsskap- in. Føroysku fólkatingsum- Danska stjórnin fer á komandi samráðingarfundi um ríkisrættarligu støðuna at halda fast um eina skiftistíð á fýra ár. Hetta gjørdi forsætisráðharrin greitt á fundi í gjár við serligu fólkatingsnevndina, ið fylgir samráðingunum boðini, Óli Breckmann og Jóannes Eidesgaard, vóru við sum eygleiðarar, tá danski forsætisráðharrin, Poul Nyrup Rasmussen, beint eftir døgurða í gjár fór á fund við 21 manna fólka- tingsnevndina. Hetta var annar fundurin, serliga fólkatingsnevndin higartil hevur hildið. Vald eftir spurnarorðaskiftið Tað var eftir spurnarorða- skiftið á fólkatingi um rík- isrættarligu støðu Føroya, at tað varð samtykt at seta eina fólkatingsnevnd at fylgja samráðingunum. Nevndin skal vera eitt slag av ráð- geva hjá stjórnini bæði áðr- enn og eftir samráðingar- fundirnar við landsstýrið. Umframt hetta skal nevndin eisini syrgja fyri, at stjórnin ikki ger nakað undir sam- ráðingunum, sum hon ikki hevur meiriluta fyri í Fólka- tinginum. Peter Duetoft úr Centr- um-Demokratunum, sum er formaður í nevndini, held- ur, at nevnin kann tryggja ein samráðingaranda, ið er betur enn tann, vit upplivdu Skal gera upplegg til landsstýrið um Postverkið Á landsstýrisfundinum mánadagin varð gjørt av, at Vinnumálastýrið skal gera eitt upplegg til eina loysn á postverksmálinum. Sum skilst verður nú sæð burtur frá at gera Postverkið til partafelag JOHN JOHANNESSEN Vinnumálastýrið arbeiðir í løtuni av øllum alvi fyri at finna eina loysn á peningal- iga trupulleikanum hjá Post- verki Føroya. Og sum skilst, verður loysnin ikki, at stovnurin verður gjørdur um til partafelag, eins og lands- stýrismaðurin í vinnumálum hevði ætlað. Fyri lítlari viku síðani kom alment fram, at kassin hjá Postverkinum er púra tómur, og at virksemið hjá stovninum steðgar innan tríggjar mánaðir, fær Post- verkið ikki hjálp frá al- menna mundugleikanum. Lansstýrismaðurin í vinn- umálum, Finnbogi Arge, gjørdi tá greitt, at hann ikki ætlar sær at biðja tingið um eykajáttan, fyrr enn hann er vísur í, at bygnaðurin fyri stovnin verður broyttur, so Postverkið gerst alment partafelag. Nú letur kortini til, at landsstýrismaðurin hevur slept hesi støðu, eftir at part- ur av samgonguni, nevniliga Tjóðveldisflokkurin, hevur gjørt púra greitt, at hann als ikki kann taka undir við, at Postverkið verður privatiserað. Drúgv politisk viðgerð Í oktober í fjør kunnaði postverksstjórin, Bergur í Garði, landsstýrismannin í vinnumálum um, at tað stóð illa til hjá Postverkinum, og at støðan fór at gerast hætt- islig í vár. Síðani tá hevur Postverk- ið fleiri ferðir verið viðgjørt í landsstýrinum. Men eingin loysn er funnin, tí landsstýr- ið hevur verið rúkandi ó- samt um, hvussu trupulleik- in hjá Postverkinum skal loysast. Veruliga bumban brast, tá postverksstjórin fyri einari viku síðani boðaði Finnboga Arge, landsstýrismanni, frá, at úrslitið fyri tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár var so vánaligt, at kassin hjá Postverkinum er púra tómur í august. Hetta gjørdi, at ferð kom á politisku viðgerðina, og á landsstýrisfundinum mána- dagin varð gjørt av, at Vinnumálastýrið skal gera eitt upplegg til eina loysn. Hetta uppleggið skal leggj- ast fyri landsstýrið í næst- um. Líkjast Post-Danmark Tað letur til, at Finnbogi Arge hevur tikið Tjóðveld- isflokkin, ið als ikki góðtek- ur, at Postverkið verður privatiserað, til eftirtektar. Nógv bendir á, at upplegg- ið, Vinnumálstýrið í løtuni arbeiðir við, gongur út uppá at broyta bygnaðin fyri Post- verkið soleiðis, at tað kem- ur at líkjast bygnaðinum hjá Post Danmark. Hetta er ein millumloysn, ið Tjóðveld- isflokkurin hevur mælt til. Postverksstjórin hevur áð- ur víst á, at vit mugu fáa eina skipan, ið inniber, at Postverkið í størri mun kann arbeiða sum eitt sjálvstøð- ugt felag. Hann vísir í hes- um sambandi á, at Postverk Føroya er einasta felag í Norðurlondum, ið ikki ar- beiðir sum eitt sjálvstøðugt felag, men harafturímóti er heft at politiska myndug- leikanum. Um tað fer at eydnast at finna ein loysn á trupulleika- num hjá Postverkinum áðrenn tað verður noytt at steingja, veit Finnbogi Arge ikki at siga. Men hann vísir á, at arbeitt verður av øllum alvi fyri at finna eina loysn sum skjótast. undir fyrsta samráðingar- fundinum 17.mars. Teir 21 limirnir, ið manna nevndina eru: Jan Petersen frá Sosialdemokratunum, Pernille Blach Hansen frá Sosialdemokratunum, Dorte Bennedsen frá Sosial- demokratunum, Ole Løving Simonsen frá Sosialdemo- kratunum, Per Kaalund frá Sosialdemokratunum, Hans-Pavia Rosing, Jens Lunde frá Socialitisk Folke- parti, Aage Frandsen frá Socialistisk Folkeparti, Peter Duetoft frá Centrum- Demokratunum, Elisabeth Arnold frá Radikale Venstre, Jette Gottlieb frá Eindarlistanum, Anders Fogh Rasmussen frá Vinstra, Ulla Tønnes frá Vinstra, Christian Mejdahl frá Vinstra, Pia Larsen frá Vinstra, Bendt Bendtsen frá Koservative Folkeparti, Per Stig Møller frá Konservativ Folkeparti, Pia Kjærsgaard frá Dansk Folkeparti, Peter Skaarup frá Dansk Folke- parti, Jan Sjursen frá Kriste- lig Folkeparti og at enda Kirsten Jacobsen frá Frihed 2000. Føroyski fólkatingsmaður- in, Óli Breckmann úr Fólkaflokkinum, var við á fundinum sum eygleiðari. Her prátar hann við for- mannin í Føroyanevndini, Peter Duetoft úr CD- Mynd: Føroyska Tíðindastovan Jóannes Eidesgaard, fólkatingsmðaur úr Javnaðarflokki- num, hittir Poul Nyrup Rasmussen eftir fundin í Føroya- nevndini seinnapartin í gjár Mynd: Føroyska Tíðindastovan 3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 94 - 17. mai 2000 Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá ið okkara elskaði maður og pápi KAJ ELI J. EYVINDSSON Trongisvágur so brádliga doyði og varð jarðaður. Tøkk øll tit, sum komu inn á gólvið, tøkk fyri blóm- ur og brøv, fyri uppringingar og heilsanir. Tøkk til prest og talarar í kapellinum og í kirkjuni, fyri vakurt spæl í kirkjuni og tøkk til øll tykkum, sum á nógvan ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferð- ini og við ervinum. Tøkk fyri allar minnisgávurnar til børnini. Tøkk tit mongu, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað her á fold. Tøkk fyri forbøn. Harrin signi tykkum øll. Astrid, Kristina og Margreta Tøkk Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dánjal Højgaard Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Høgni Mohr Ítróttur: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: Sosialurin Sosialurin Oddagrein Ov langt, harra løgmaður Viðmerking: Mangur maður var bilsin, nú ein faldari frá Føroya Landsstýri datt inn á gólvið hjá øllum føroyskum húsarhaldum. Sagt verður, at hettar er ein kunn- ingarfaldari, ið skal gera føroyingar betri fyri at taka støðu í fullveldismálinum. Um hettar er ein reaktión uppá, at veljarakanningar tykjast venda fullveldinum bakið, sigur faldarin einki um, men ivasamt er tað, at politiserandi argumentatión frá landsins hægsta stað verður rópt kunning. Sagt verður í innganginum, at faldarin skal bøta um førleikan hjá fólki at kjakast um og taka støðu til fullveldismálið. Hevði talan verið um ein fakliga vælgrundaðan faldara við sjónarmiðum frá eitt nú øllum politiskum flokkum, so hevði kanska verið eitt sindur av meining í at sent hann í hvørt hús. Lat tað verða sagt beinanvegin, at faldarin er ikki eitt skjal, ið lýsir fullveldismálið frá fleiri síðum. Faldarin er eitt politiskt rit, ið ikki átti at verið sent fyri skattgjaldarnas pening. Um Tjóðveldisflokkurin Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin velja at senda slíkt einsíðugt tilfar út, so eiga teir at gera tað sum flokkar og ikki senda tað út sum eitt fakligt doku- ment frá Føroya Landsstýri. Flokkar fáa pening til politiska upplýsing, og demokratiskt er tað ófor- svarligt, um politiskir flokkar, útyvir politiska upp- lýsing, senda síni manifest út fyri skattgjaldarans pening. Fólk flest eru óivað væl og virðiliga før fyri at taka støðu í fullveldismálinum, og tað vísir seg eisini, at tað gera tey. Trupulleikin hjá samgonguni er bert, at fólk flest tykjast ivast í fullveldinum. At leggja upp til, at fólk ivast, tí tey ikki eru nóg væl kunnaði, er at undirmeta veljaran. Ein trupulleiki við sokallaða kunningararbeiðnum hjá samgonguni er, at samgongan ikki vil viðganga, at eitt nú búskaparparturin í Hvítubók er ov tunnur. Íslendsku útrokningarnar, ið komu aftaná, og við- merkingar frá búskaparfrøðingum, harav onkur teirra var partur av arbeiðinum, hava ikki verið tiknar til eftirtektar, og tí er trúvirðið á hesum arbeiði viknað. Búskaparparturin í Hvítubók hevur styttstu skiftistíð í sínum roknistykkjum at vera 15 ár. Hvat ger landsstýrið? Ístaðin fyri at at seta seg aftur at rokna, sum rætt var, so gongur samgongan fram- vegis og letur sum einki og fyrigyklar fólki, at búskaparparturin í Hvítubók fortelur alt, sum er vert at vita, um búskaparligt sjálvbjargni. Hettar er, uttan at taka munnin ov fullan, rættiliga langt frá veruleikanum. Hví skavar landstýrið ikki allar føroyskar búskaparfrøðingar saman — eisini ella kanska serliga teir, ið búgva uttanlands — og fær eitt breitt óheft fakligt kjak, uttan at Høgni Hoydal fer í bløðini at kunngera ratur og annað hjá fólki, ið ditta sær at tala ímóti politikki landstýrisins. At løgmaður er samdur í at senda slíkt tilfar út, kemur óvart á okkum. Hvussu langt ber til at fara í einsíðuðari argumentatión í fullveldismálinum? Vit hava havt meira og minni pínligar kunningar- fundir í Danmark, umsitingin hevur verið nógv nýtt til hettar einsíðuga arbeiði, ein heimasíða hjá Landstýrinum, ið fyri ein stóran part inniheldur politiskar greinar, ið somuleiðis skal eitast at vera kunnandi, er gjørd fyri skattgjaldarans pening og nú kemur so hesin indoktrinerandi faldarin fyri skattgjaldarans pening. Eftir okkara tykki er farið ov langt, harra løgmaður! Í Sosialinum um dagarnar síggja vit grein um fólka- kirkju okkara. Sagt verður frá, at nú hava prestarnir í tveimum sóknum - Bergur, Niels Pauli og Hans Eiler - sagt bispi frá, at teir ikki vilja hava danskar bispar at tala í kirkjunum í teirra sókn á hvítusunnu. Hetta við teirri grund, at hesir bispar niðri frá halda, at tað er púra rætt at geva kirkjuliga sign- ing yvir, at menn giftast við monnum og kvinnur við kvinnum. Bíblian talar greitt ímóti hesum í Róm- verjabrævinum kapitul 1, frá ørindi 24 og út. Góðu føroyingar! Tað er mangan vanligt millum manna, tá ið tosið kemur inn á fólkakirkju okkara, at prátið altíð gongur ímóti teimum, sum vilja halda fæst við bíbliu okkara, tá ið onnur vilja strika ymiskt í henni. Sosialurin - stórsta tíðindablað okkara - tekur eisini altíð part við tí liber- ala partinum av fólkakirkju okkara. Liberala partinum, her hugsi eg um tey, sum ikki vilja boyggja seg fyri, hvat bíblian sigur í øllum lutum, men gera seg sjálv dómarar yvir, hvat í bíbliuni tey halda, vit skulu brúka, og hvat vit bara skulu lata eyguni aftur fyri. Sjálvt um bíblian talar greitt um hetta. Hetta sóu vit so sjónliga, tá ið málið um Peter O. K. Olofson var frammi. Tá vildi øll hava hann har pip- ari grør, eisini Sosialurin. Vit vanligu menniskju vera lættliga ávirkað av, hvat bløðini og tey flestu siga og halda. Men góðu føroyingar! Latum okkum stuðla Bergi, Niels Paula, Hans Eiler og kirkjuráðum teirra í hesum málinum, um at teir ikki vilja loyva bisp- um at tala í kirkjum okkara, bispum, ið játta monnum at giftast við monnum, sjálvt um hetta stríðir beint ímóti bíbliubók okkara. Latum okkum stuðla teimum, tá ið prátið kemur inn á teir í ger- andisdegi okkara. Tí tey flestu vilja tosa ímóti teim- um. Tey siga, at teir bara vilja stríð í kirkju okkara. Men hygg eftir tí bíbliu- teksti, eg sipaði til í áðni - hann stendur á síðu 192 í Nýggja Testamenti í bíbliu- týðing hjá Fólkakirkjuni. Prestar skulu vera orðsins tænarar. Luther - tann sum byrjaði fólkakirkju okkara, og sum vit hálova - segði „Skriftin aleina!“. Men, landsmaður mín! Ikki alt fyri frið skuld. Hugsa tær ein boksidyst, har reglurnar vóru, at alt fyri Stuðlið bíbiltrúgvu prestunum frið skuld? Lítið skil hevði verið í. Somuleiðis við fólk- akirkju okkara. Um vit vilja halda menniskjaligan frið og vera fólkalig fyri ein og hvønn prís, so fær tað eisini óhugnaligar fylgir fyri fólk- akirkju okkara. Um vit heldur vilja strika ymiskt í bíbliubók okkara av og á, bara fyri at tað skal vera friðarligt. Hvar endar fólkakirkja okkara so. Vit bíbiltrúgvu missa áhugan fyri fólka- kirkjuni og stovna okkara egna. Og Gud vil ikki vera til staðar við orði sínum í tí gomlu fólkakirkjuni, tí orð- ið er ikki har meir. Orðið er skift út við menniskjalig ævintýr. Góðu Bergur, Niels Pauli, Hans Eiler og kirkjuráð tykkara! Mín stuðul hava tit 100%. Og alt tað besta, og haldið fram við at vera tæn- arar orðsins - og ikki ræn- arar orðsins, sum aðrir eru! Vinarliga Gimmi Olsen Klaksvík, tlf. 456004 Klaksvíkar Hornorkestur fimti Vikuskiftið, hin 5. og 6. mei, hátíðarhelt Klaksvíkar Hornorkestur sín 50 ára stovningardag. Hetta varð m.a. gjørt við eini jubileums konsert í Ósaskúlanum. Konsertin var afturlítandi, við tað at her vóru spæld verk, sum orkestrið hevur spælt hesi 50 árini. Skráin var fjølbroytt og áhugaverd. Orkestrið legði fyri við at spæla Klaksvíkar marsjin eftir Norman Ed- vards. Hesir tónar vóru, frá fyrstu løtu, við til at geva konsertini ein dám av gleði og fagnaði. Eitt av hæddarpunktunum á konsertini var kenda verkið »Carneval de Veni- ce« sum W. Rimmer hevur gjørt. Hetta verk setur krøv, bæði til spælarar og ikki minst til solist. Her spældi cornet-snillingurin Eiler Rasmussen solo. Sum so mangan áður, bergtók Eiler Rasmussen áhoyrarnar við sínum spæli. Eftir lokið av- rik rungaðu lógvabrestirnir í høllini og blómurnar frá abbadøturunum vóru av sonnum uppibornar. Eiler Rasmussen er ikki bara framúr fimur á sínum ljóð- føri. Hansara fraseringar eru eisini vælgerandi og so hev- ur hann ein heilt serstakan »tóna«. Ein sera vakran og kenslubornan tóna, sum smittar av uppá hinar spæl- ararnar, og er við til at geva Klaksvíkar Hororkestri sál. Á skránni vóru eisini »Mær leingist at fevna teg grønkandi vár« við lagi eftir Knút Olsen og lagið til Óluvu-kvæðið (»Stígum fast«) sum danska tóna- skaldið Henrik Rung upp- runaliga teknaði upp. Hesi løg vóru við til at geva kon- sertini ein heimligan dám. Eitt annað hæddarpunkt á Jubileums-konsertini hjá Klaksvíkar Hornorkestri var »Grandfathers Clock«. Her spældi Rani Hansen euphoniums solo. Hetta var eingin løtt uppgáva. Men spælið hjá Rana var sann- førandi, og merkt av dugna- skapi. Samanumtikið kann sig- ast, at Klaksvíkar Horn- orkestur, við Sharon Fisher sum leiðara, kom væl frá konsertini. Ljómurin var hugtakandi og spælið var í síni heild merkt av neyv- leika. Undir konsertini vóru heiðursbrøv handað tveim- um av limunum fyri drúgva og trúgva tænastu, nevniliga Sáman Christiansen og Otto Samuelsen. Teir hava spælt við í orkestrinum, líka síð- ani tað varð stovnað. Gull- nálir vóru eisini handaðar teimum, sum hava spælt við í tjúgu ár. Hetta var alt sam- alt við til at geva konsertini ein serstakan dám. Tað er eingin ivi um, at Klaksvíkar Hornorkestur telist millum tey fremstu í landinum. Klaksvíkar Hornorkestur hevur spælt seg inn í hjørtuni mong. Hugaligt at síggja, at eisini ungar kreftir eru við í ork- estrinum. Tað grør um gangandi fót! Takk fyri eina góða kon- sert og tillukku við teim fimti! Meinhard Bjartalíð Sosialurin - 311820 skal út óansæð prísin áður NÚ NÚ 99,- 29 29 Œ Tr ndarg¿tu tel. 318200 ALT 99,- "HINUMEGIN VEGIN" "HINUMEGIN VEGIN"