mikudagur 17. mai 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 94 - 17. mai 2000
4
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 94 - 17. mai 2000
EDVARD JOENSEN
Føroyingar hava verið ov
effektivir at fiskað. Vit hava
fiska meira enn tað, fiski-
frøðingarnir siga vera lang-
tíðarforsvarligt. Úrslitið er,
at fiskastovnarnir eru troytt-
ir meira, enn teir tola, og
eru í minking. Av tí sama
verður minni at fáa, og út-
flutningurin minkar heilt
natúrliga, sigur Petur Stein-
grund, fiskifrøðingur á
Fiskirannsóknarstovuni.
Í Hagtíðindi fyri mai
mánað verður sagt, at út-
flutningurin fyrstu tríggjar
mánaðarnar í ár er minkaður
í nøgd við 18% í mun til
somu tíð í fjør. Hinvegin er
virðið vaksið av tí, at fiska-
prísirnir hava verið heilt ó-
vanliga góðir.
At fiskinøgdin minkar er
einki løgið, heldur Petur
Steingrund. Hann sigur, at
nú stovnsmetingarnar eru
gjørdar, vísa tølini, at tosk-
astovnurin aftur er komin á
tað vanliga minstamarkið.
20.000 tons. Í 1996 var talið
heili 40.000 tons, meðan tað
fyrrapartin av nítiárunum
var nógv lægri. Tað var eis-
ini »katastrofalt« tá og førdi
til ta ringastu kreppuna, vit
vita um.
Fiskifrøðingarnir tosa um
vanligt maksimum og van-
ligt minimum. Hesi tølini
eru fyri toskastovnin ávik-
avist 40.000 og 20.000 tons.
Og stovnurin er í løtuni á
vanligum minimum, sum er
20.000 tons, sigur Petur
Steingrund.
Svikaligt er, og endurtek-
ur støðan frá fyrru helvt av
nítiárunum seg, verður
sama neyðin aftur, sum tá
var.
Hýsustovnurin er eisini
skjótt á veg niðureftir. Hýs-
an hevur verið rímiliga væl
fyri, men er nú á leið mitt í
millum vanligt minimum og
maskimum, men sum sagt í
minking.
Upsastovnurin er hinveg-
in á veg uppaftur. Hann hev-
ur í fleiri ár verið á mini-
mum, sum er gott 20.000
tons, men er nú komin upp
aftur um tey 30.000 tonsini,
sigur Petur Steingrund.
Tilráðingin frá fiskifrøð-
ingunum fyri fiskiskapin í
ár er ikki komin enn, men
er væntandi hvørja løtu. Í
fjør kom hon fyrstu vikuna
í juni. Petur Steingrund
dugir ikki at siga nakað um,
hvat fer at standa í henni,
men sum útlitini eru í løtuni,
kann væntast, at hon verður
varlig. Helst fara teir at
mæla til ávísan niðurskurð,
metir hann.
Petur Steingrund sigur, at
vit hava havt serliga góðar
umstøður til fisk seinastu
árini. Toskaárgangirnir í
1992 og 1993 vóru heilt ser-
ligir, eins og vit eisini høvdu
ein rættiliga góðan árgang í
1997. Men vit hava ikki
klárað at umsitið hesar ord-
Vit ganga stovninum ov nær
Høvuðsorsøkin til, at útflutningurin fyrsta ársfjórðing er
minkaður í mun til í fjør, er stutt og greitt tann, at vit
hava fiskað ov nógv
iliga, og nú er stovnurin á
veg niðuraftur.
Fiskifrøðingarnir brúka
tølini frá 1961 til í dag at
rokna út, hvat teir meta vera
tilráðiligt at fiska. Og sum
vit hava fiskað undir Før-
oyum, eru vit væl oman fyri
tað, teir nevna »langtíðar-
forsvarligt«.
Tá nógvur fiskur er til,
sum tað hevur verið seinnu
árini, ber nógv til. Og so-
leiðis hava vit fiskað. Sum
alt bar til. Men nú fer at
ganga undan aftur, og so
standa vit har við ov stórari
veiðiorku, sigur Petur Stein-
grund, fiskifrøðingur á
Fiskirannsóknarstovuni.
Regin nýggjan høvuðsstuðul
Formula.fo er nýggjur høvuðsstuðul hjá Regini Vágadal. Avtalan varð undirskrivað
týsdagin og er galdandi fyribils eitt ár við møguleika fyri leingjan
EDVARD JOENSEN
Formula.fo og Regin Vága-
dal hava gjørt nýggja høv-
uðsstuðulsavtalu.
Regin
Vágadal og Óli Hansen,
stjóri á Formula.fo, skrivaðu
týsdagin undir avtaluna,
sum ber í sær, at Formula.fo
verður høvuðsstuðul hjá
Regini Vágadal hetta fram
til 1. mai komandi. Møgu-
leiki er tó fyri at leingja av-
taluna, um partarnir verða
samdir um tað. Formula.fo
hevur forrætt til at samráð-
ast um nýggja høvuðsav-
talu.
Partarnir eru ikki sinnaðir
at nevna nøkur tøl í sam-
bandi við ta nýggju høvuðs-
stuðulsavtaluna.
Nýggja avtalan hevur við
sær, at Regin Vágadal fer at
kappast við búmerkinum
hjá Formula.fo á búnanum.
Eisini á venjingarbúnunum
fer at standa Formula,fo.
Og tað kann føra For-
mula.fo rímiliga víða, tí
Regin er kendur úti í heimi
millum aðrar ítróttarmenn í
heimsflokki. Saman við fót-
bóltslandsliðnum er Regin
okkara kendasti ítróttar-
maður úti í heimi. Til dømis
kan nevnast, at bara við At-
lantic Giant var Regin Vág-
adal í 1998 heilar 15 ferðir
í Eurosport, meðan hann
gavst at telja, tá hann var
komin til níggju ferðir í fjør.
Í ár er Regin í ferð við at
venja til serliga tvær stórar
kappingar. Í juni mánaði
skal hann til Hollands at
kappast
um
at
gerast
sterkasti maður í Europa, og
í august er heimsmeistara-
kappingin í Sun City í Suð-
urafrika. Regin Vágadal
hevur fyrr nevnt, at hann
ætlar at verða heimsin sterk-
asti maður í ár. Nú er møg-
uleikin, og hann sigur, at
hann kennir seg betri fyri,
enn tá hann gjørdist numm-
ar tvey í Atlantic Giant
kappingini.
Um ta kappingina sigur
Regin, at tað verður fram-
vegis arbeitt við at fáa hana
aftur í ár. Men Sjónvarp
Føroya fer ikki at keypa
nøkur rættindi til hana. Tó
hevur SvF játtað at taka
hana upp.
Hendan nýggja avtalan,
sum nú er gjørd, gevur eis-
ini Formula.fo møguleika til
at nýta Regin Vágadl í lýs-
ingarhøpi. Formula.fo um-
boðar millum annað sam-
takið Fujitsu Siemens, sum
teir nevna nýggja KT-risan.
Og júst hetta hevur givið
íblástur til at gera avtalu við
Regin Vágadal, sum jú eis-
ini er ein risi á mangan hátt.
Aðrir stuðlar hjá Regini eru
Føroya Fiskasøla, Atlants-
flog og Mjólkarvirki Bún-
aðarmanna.
Annars
hevur
Regin
Vágadal gjørt sær nýggja
heimasíðu, sum verður klár
fyrsta dagin. Hon hevur
bara bíðað eftir, at allar
stuðulsavtalurnar eru komn-
ar upp á pláss. Adressan
verður:
www.regin-vagadal.com
Óli Hansen, stjóri í
Formula.fo og Regin
Vágadal skrivaðu týsdagin
undir stuðulsavtaluna
Mynd: Álvur Haraldsen
Føroyingar hava verið ov
raskir at fiska, og tað tola
stovnarnir ikki, siga
fiskifrøðingarnir
savnsmynd
JÓGVAN HUGO
GARDAR, OSLO
Undir eini samkomu í bý-
ráðshøllini í Oslo seinna-
partin í gjár fingu Erna og
Njál Djurhuus handað St.
Hallvard-heiðursmerkið
fyri arbeiði sítt innan Frels-
unarherin í býnum. Tey
fingu heiðurmerkið fyri
tann sera virðismikla leik-
lutin, tey hava havt fyri býin
tey árini, tey hava verið her.
Her hava tey bæði í um-
leið fimtan ár arbeitt í Urte-
gata, har Frelsunarherurin
hevur Urtegatas Fyrlys-
korps.
Her koma fólk, sum eing-
in annar vil kennast við:
Alkoholikarar, evnismis-
nýtarar og tey, sum ikki
megna at liva í tí norska
kappingarsamfelagnum.
St. Hallvard er verndar-
halgimenni hjá Oslo. Hann
var í nærmastu ætt við Ólav
tann heilaga, og teir livdu
um somu tíð. 16. mai verður
í Noregi kallaður St. Hall-
vardsdagur.
St.
Hallvards-heiðurs-
merki er latin síðani 1956
og sum oftast eru tað kendir
politikkarar, ítróttarfólk ella
listarfólk sum hava fingið
hendan heiður.
Erna arbeiðir framvegis í
Urtegata, meðan Njál nú er
tíðindastjóri fyri Frelsunar-
herin í Noregi, Føroyum og
Íslandi.
Tá Njál hevur stundir,
hjálpir hann til í Urtegata,
har hann vaskar gólv, er dur-
avørður ella ansar eftir, at
alt er, sum tað skal við teim-
um, sum støkka inn á gólv-
ið.
- Allir stjórar skuldu
sloppið at vaskað gólv av
og á. Tað høvdu teir havt
gott av, heldur Njál.
Eitt handaband
At Oslo kommuna velur at
geva einum føroyskum
hjúnum hægsta heiður frá
býnum taka tey til sín við
takksemi, men tey ynskja
ikki at taka allan heiðurin
sjálv.
- Vit eru ikki farin inn í
hetta arbeiðið fyri at fáa
heiðurslønir og virðislønir.
Tað ber ikki til, tí so kundu
vit ikki gjørt nakað í ger-
andisdegnum.
– Vit høvdu heldur ikki
kunnað gjørt tað, vit hava
gjørt, uttan hjálp frá øllum
teimum tíggjutals, sum eru
við til at fáa gerandisdagin
at mala runt í Urtegata, sig-
ur Njál Djurhuus.
Hann sigur, at ein heiður
sum hesin er góður at fáa, tí
hann vísir, at fólk uttan fyri
Frelsunarherin geva tær ans
og ynskja at takka tær fyri
tað arbeiði, tú gert.
- Tað er gott at vita, at
politikkararnir í Oslo vilja
vísa okkum ein slíkan heið-
ur, og ikki minst at tey vísa,
at tey eru glað fyri tað ar-
beiðið, vit gera á gøtuni. Eg
síggi hesa heiðursløn sum
eitt handaband til tann fel-
agsskapin, sum vit arbeiða
fyri.
Frelsunarherurin byrjaði
virksemi sítt millum illa
stødd í Oslo, tá býurin kall-
aðist Christiania fyri meir
enn 100 árum síðani.
Eg eri føroyingur
- Eg umboði Várharra og
Frelsunarherin; men líka
týdningarmikið er, at eg
umboði Føroyar og føroy-
ingar. Tað er mín uppruni
sum føroyingur, sum hevur
gjørt meg til tað, eg eri í
dag, sigur Njál.
Oslo heldur í ár 1000 ára
føðingardag, og ein hópur
av tiltøkum fara fram í bý-
num gjøgnum alt árið.
Fyri Njál og Ernu er tað
tó ein serlig hending, sum
tey eru farin at gleða seg
serliga til.
- Til jólar fær Frelsunar-
herurin ein spildurnýggjan
buss, sum vit skulu brúka
til at koma út millum fólk
við og til at koyra runt í
Oslo fyri at geva fólki, sum
treingja mat, sigur Njál.
Tað er við einum ávísum
stoltleika, at hann fortelur
um hendan bussin. Í nøkur
ár hevur herurin havt ein
gamlan buss, og hesin er nú
so útslitin at nógvir pengar
skulu búkast til at fáa hann
í stand aftur. Hesum hava
Njál og Erna verið klár yvir
leingi, og tí hevur verið
roynt at sett pengar av til at
keypa nýggjan buss.
- Vit byrjaðu at leggja
pengar til síðis aftan á, at
vit høvdu vitjað á olju-
pallinum,
Snorre,
fyri
fimm-seks árum síðani. Tá
fekk
Frelsunarherurin
150.000 krónur. Hetta fór
inn á eina konto, sum vit
ynsktu skuldi brúkast til
nýggjan buss.
Tá Njál seinasta heyst
fekk nýtt starv, vóru umleið
800.000 krónur á banka-
bókini, og nýggjur bussur
kostar 1,8 milliónir.
- Tað ergraði meg eitt
sindur, at vit ikki vóru kom-
in á mál. Men nú ein dagin
fekk eg telefonboð frá ein-
um kendum norskum vinn-
ulívsmanni. Hann hevði
hoyrt um bussætlanina og
hevði ringt til nakrar múgv-
andi vinmenn, og hesir hava
nú givið okkum tær umleið
800.000 krónurnar, sum í
restaðu.
– Í komandi viku rokni
eg við, at vit kunnu bíleggja
ein nýggjan Volvo-buss,
sum skal standa klárur, tá
vit nærkast jólum, sigur
Njál Djurhuus at enda.
Oslo takkar Ernu og Njál
Seinnapartin í gjár takkaði borgarstjórin í
Oslo, Per Ditlev-Simonsen, føroysku hjúnunum,
Ernu og Njál Djurhuus, fyri teirra arbeiði mill-
um tey illa støddu í býnum. Tey fingu handað
St. Hallvard-heiðursmerkið, ið er hægsta heið-
urstekin, sum býurin kann geva nøkrum
Erna og Njál fingu seinnapartin í gjár St. Hallvards-heiðursmerkið sum takk fyri arbeiðið, tey hava gjørt millum
gøtufólkini í norska høvuðsstaðnum.
Mynd: Vårt Land
Mynd: Vårt Land