mikudagur 17. mai 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 94 - 17. mai 2000
6
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 94 - 17. mai 2000
Sosialurin - 311820
Latið okkum kanna
dekkini áðrenn
løgreglan ger tað
Latið okkum kanna
dekkini áðrenn
løgreglan ger tað
Grotto
Klipp av bygd eftir Philippe
Nýggj fløga við Hanusi
Seinasta hond verður nú løgd á eina fløgu við tónlistamanninum Hanusi Johansen
og Aldubáruni. Fløgan er ætlað at koma út á runda føðingardegi listamansins
DAGFINN OLSEN
Hanus Johansen er ein av
okkara best umtóktu tón-
listamonnum. Eisini er hann
eitt av dyggastu umboðum
Føroya uttanfyri landoddar-
nar, har hann er høgt mettur.
Serstakliga í Norðurlndum
hevur Hanus vakt ans við
síni sermerktu rødd, lag-
smíði og útstráling á palli
og á baki hevur hann hundr-
aðtals konsertir í Føroyum
og í útlondum.
Nú verður arbeitt við at
geva út fløgu við upptøkum
frá konsertunum, sum Han-
us hevði við klassiska bólki-
num Aldubáruni í fjør. Hó-
ast væl dámdur, so er ikki
so nógv til taks á plátu ella
fløgu, sum Hanus hevur lat-
ið úr hondum. Bert ein út-
gáva ber navn hansara. Tað
er plátan frá 1988, har Han-
us setti løg til og sang yrk-
ingar eftir Pól F.
Hanus syngur tó á fleiri
útgávum og eigur eisini løg
á fleiri útgávum hjá øðrum.
T.d. eigur hann okkurt, ið
Steintór Rasmussen hevur
givið út og somuleiðis okk-
urt, ið er á fløguni hjá Jógv-
ani Andrias Joensen. Eisini
syngur Hanus á nøkrum av
Frændur útgávunum, á
Springs (1989), á Hinumeg-
in Ringvegin hjá Kára p. og
á
barnafløgunum
Nósi
(1984), Syng bara við (1985).
Hanus og Aldubáran
Orsøkin til nýggju útgáv-
una við Hanusi finna vit í,
at ein frálíkur møguleiki
stak seg upp, tá Hanus í
1999 hevði konsertir saman
við Aldubáruni.
Hetta voru konsertir við
útsetingum av løgum, sum
Hanus fyllir í ár runt,
nevniliga 50 ár, so út-
gevarar hildu vera hósk-
andi at halda dagin, 18/6,
við nýggjari útgávu
Konsertirnar við Hanusi
og Aldubáruni eydnaðust
so væl, at tónleikararnir
samdust um at royna at
festa á band, so
dygdargott tilfar fekst
burturúr til útgávu. Henda
kemur út á føðingardegi
Hanusar tann 18. juni
Í dag klokkan 14 letur listamaðurin Philippe Carré upp sýning í Smiðjuni í Lítluvík.
Nýggju myndirnar hava felagsheitið »Á bygd«
Í dag 17. mai kl. 14 letur
Philippe Carré upp eina
listaframsýning í Smiðjuni
í Lítluvík. Framsýningin
nevnist »Á bygd«.
Framsýningin er í tveim-
um pørtum, í niðaru hædd-
ini myndir frá í ár av bygd-
um, og uppi á loftinum eru
myndir av Havnini, ið
vórðu kliptar í fjør.
Myndirnar av bygd eru
bygdar á sama hátt, sum
myndirnar úr Havn á fram-
sýningini í fjør. Tað vil siga,
at spælt verður við sjónar-
hornini. Myndevnið verður
sæð úr luftini og av land-
jørðini í senn. Tó verður í
bygdamyndunum nýtt víð-
ari sjónarhorn, tí ikki bert
sæst ein býlingur, men øll
bygdin innan bøgarðarnar.
Myndirnar eru ikki allar
úr pappísrklippi. Eisini onn-
ur tøkni verður nýtt, so sum
blýantur, tusj, vatnlitir og
akrylmáling.
Í 25 ár
Philippe hevur síðan hann
fyrstu ferð sýndi fram á
Ólavsøkuframsýningini í
´82 havt framsýningar í
Smiðjuni í Lítluvík, í Norð-
urlandahúsinum, verið við
á nógvum Ólavsøku- og
Várframsýningum, og havt
tvær framsýningar uttan-
lands.
Hann hevur víst sín ser-
liga áhuga fyri Havnini í
framsýningunum »Álva-
tinganest« (NLH, ‘90), »Blá
smoga í vindsins vøggu«
(Smiðjan ‘91) og »Verðin
er lítil undir hesum grønu
seglum« (Smiðjan ‘92),
»Havnin - konstruktión
undir stjørnunum« (Smiðj-
an ‘98), »Havnin – summ-
arsuita« (Smiðjan ‘99).
Philippe er føddur í Bour-
gogne í Fraklandi í 1953.
Hann er útbúgvin fotografur
og hevur gingið á Grafisk
Skole í Århus, og hevur síð-
ani 1982 arbeitt burturav
sum listamaður. Stóran part-
in av hesi tíðini hevur hann
verið búðsitandi í Føroyum
og tað er hann framvegis.
Framsýningin í ár er eitt
slag av hátíðarhaldi, tí 23.
mai eru tað 25 ár síðani Phi-
lippe fyrstu ferð kom til
Føroya.
Framsýningin »Á bygd«
letur upp í dag klokkan 14.
Klokkan 16 spæla Kristian
og Mikael Blak egin verk.
Framsýningin
er
opin
hvønn dag frá klokkan 14 -
20. Opið er til 24. mai.
- do -
Tað eru 25 ár, síðani
Philippe Carre kom til
Føroya fyrstu ferð.
Í dag klokkan 14.00
letur hann upp framsýn-
ingina »Á bygd«
Mynd: Álvur Haraldsen
Grotto skráin fyri maj/
August 2000 er henda:
Mánadagur 22/5 Kar-
sten Vogel kl 18.00–
23.00.
Mánadagur 29/5 Karsten
Vogel kl 18.00–23.00.
Mánadagur
5/6
Anda
Kuitse kl 18.00–23.00.
Mánadagur 12/6 Kristian
Blak kl 18.00–23.00.
Mánadagur 19/6 Niels
Arge Galán kl 18.00–
23.00.
Mánadagur 26/6 John
Tchicai kl 12.00–18.00.
Mikudagur 28/6 John
Tchicai kl 12.00–17.00.
Hósdagur 29/6 Håkan
Hagegård kl 13.00–18.00.
Mánadagur 3/7 Heðin
Ziska Davidsen kl 13.00–
18.00.
Mánadagur 10/7 Inga
Juuso kl 13.00–18.00.
Mánadagur 17/7 Anders
Hagberg kl 13.00–18.00.
Mánadagur 24/7 Kristi-
an Blak kl 13.00–18.00
Í samband við
Summartónar verð-
ur aftur skipað fyri
útferðum við Norð-
lýsinum í summar:
Concerto Grotto
Hanus hevur sett til føroysk
orð eftir m.a. Rikard Long,
Bernhard Brim, T. N.
Djuurhus og Poul F. Joen-
sen. Tað var so tónleika-
bólkurin Aldubáran, sum
spældi undir til sang og
guitarspæl hjá Hanusi. Kon-
sertirnar eyðnaðust so væl,
at øll samdust um at endur-
taka tiltakið í februar 2000.
Eisini vóru tónleikararnir
samdir um at taka konsert-
irnar uppá band, fyri at
royna at fáa til vega dygd-
argott tilfar til eina konsert-
fløguútgávu.
Í døgunum 3. til 6. febru-
ar 2000 vóru so upptøkur
gjørdar
av
aðalroynd,
tveimum konsertum, um-
framt eykaupptøkur aftaná
seinastu konsertina.
Hanus og tónleikararnir
hava redigerað upptøkurnar,
sum eru sera spennandi, og
hóska sera væl til almenna
útgávu.
Plátufelagið Tutl hevur
boðið seg fram sum útgávu-
felag. Hetta inniber út-
breiðslu bæði í Føroyum og
í útlondum. Tutl metir, at
ein fløguætlan sum tann hjá
Hanusi og Aldubáruni, má
sigast at verða just ein ser-
grein innan virkið hjá
TUTL, tá hugsað verður um
innihald av bæði fólkatón-
leiki og klassiskum tónleiki,
og hóast at her er talan um
sera viðkomandi og lættan
tónleik, so er hetta avgjørt
nýskapandi.
Á føðingardegnum
Nýggja útgávan hevur fing-
ið stuðul frá Mentunar-
grunni Føroya Løgtings og
øðrum við, men høvuðs-
stuðul er Formula Føroyar.
Útgávudagur er ásettur.
Hesin verður tann 18. juni.
Hesin dagur er samstundis
føðingardagur
tónlista-
mansins. Hanus fyllir í ár
runt, nevniliga 50 ár, so út-
gevarar hildu vera hóskandi
at halda dagin við nýggjari
útgávu, ið fær heitið Bou-
quet.