mikudagur 17. mai 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 94 - 17. mai 2000
8
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 94 - 17. mai 2000
Krevja svar í seinasta
lagi um tveir mánaðir
Føroya Fiskavirking hevur nú fingið bræv frá Vágs Býráð við boðum um, at
antin verður flakavirkið latið upp aftur, ella verður Fiskavirking sagt upp í Vági
Mynd av Flaka-
virkinum íVági
Flakavirkið í Vági hevur staðið stongt í fleiri ár. Nú hava vágbingar fingið nokk og teir vilja hava greitt svar frá
Fiskavirking um, hvat ætlanin er. Og hendir onki nú, verður Fiskavirking avsagt í Vági so onnur kunnu sleppa framat
á flakavirkinum í Vági.
Og í farnu viku fekk
Fiskavirking bræv frá sak-
føraranum hjá Vágs Býráði.
Í brævinum verður leiðsl-
an í Fiskavirking biðin um
at greiða frá, hvørjar ætlanir
hon hevur við flakavirkin-
um í Vági.
Samstundis verður boðað
frá, at eru ongar ítøkiligar
ætlaninir, fer Vág Býráð at
siga sáttmálan upp um
grundstykkið, sum Flaka-
virkið stendur á.
Tað er nevniliga soleiðis,
at hóast tað er Føroya Fiska-
virking, sum eigur sjálvan
virkisbygningin, er tað
kommunan,
sum
eigur
grundstykkið, sum virkið
stendur á.
Men í leigusáttmálanum
stendur, at verður virkið ikki
brúkt til tað, sum tað varð
ætlað til, tvs, til fiskaarbeiði,
hevur kommunan rætt til at
siga sáttmálan upp. Og tað
er hendan ásetingin í
sáttmálanum, sum Vágs
Býráð nú ætlar at brúka.
Brúk fyri stykkinum
Verður sáttmálin sagdur
upp, noyðist Fiskavirking
antin at selja virkið, ella at
taka tað niður.
Fiskavirking hevur fingið
tveir mánaðir til at svara
brævinum frá Vágs Býráð.
Jógvan Krosslá, býráðs-
formaður, ger púra greitt, at
býráðið krevur eitt greitt
svar frá Fiskavirking um,
hvat ætlanin er við virkin-
um.
Hann skoytir uppí, at har-
umframt krevur Býráði, at
virkið í Vági skal latast upp
heilt skjótt, ella verður sátt-
málin sagdur upp.
– Eitt flótandi svar sum
t.d. at Fikavirking arbeiðir
við at lata virkið upp eina-
ferð í framtíðini, tá ið um-
støðurnar loyva tí, ella okk-
urt líknandi, verður ikki
góðtikið, tí tað er svarið, vit
hava fingið øll árini, sigur
hann.
–Vit mugu fáa eina loysn
á málinum um flakavirkið í
Vági heilt skjótt. Tað er eitt
so mikið stórt grundstykkið,
at tað kann ikki ligga deytt
longur. So antin letur Fiska-
virking virkið upp aftur, ella
verður sáttmálin sagdur
upp, so at stykkið kann
brúkast til onnur endamál.
Hann sigur, at áhugi er
fyri at fáa stykki á havna-
lagnum at byggja Fiskavirki
á, so tað ber ikki til at eitt
so stórt grundstykki skal
liggja bundið til onga nyttu.
Hann sipar m.a. til, at bý-
ráðið hevur fingið eina í-
tøkiliga umsókn frá einum
felag um at fáa eitt stykki
til at byggja eitt laksavirki
á.
– Hetta er eitt arbeiðs-
pláss til yvir 100 fólk, so
tað er ein vanlukka ikki at
hava eitt stykkið at vísa á,
sigur Jógvan Krosslá.
latið upp aftur heilt skjótt,
ella verður Fiskavirking
sagt upp í Vági.
Tað er nakað síðani Vágs
Býráð samtykti at fáa greiði
tað vilja vágbingar ikki lata
sær lynda longur
Og nú hava teir givið
Fiskavirking greið boð:
Antin verður flakavirkið
á, hvussu verður vorðið við
flakavirkinum í Vági.
Flakavirkið hjá Føroya
Fiskavirking í Vági hevur
staðið stongt í fleiri ár, men
ÁKI BERTHOLDSEN
Nú hava vágbingar mist tol-
ið við Føroya Fiskavirking
og nú vilja teir hava greiði
Ársins dagur
mátti strikast
ÁKI BERTHOLDSEN
Tað vánaliga ferðasam-
bandið, sum verður ímill-
um Suðuroynna og Havn-
ina, ímeðan Smyril er á
beding, hevur longu fing-
ið avleiðingar.
Eftir ætlan skuldi stór
musikkstevna verða á
Tvøroyri Dýra biðidag.
Hetta er tann afturvend-
andi stevnan fyri hornork-
estur, sum er Dýra biði-
dag á hvørjum ári.
Eftir ætlan skuldu einir
220-230 blásarar úr øllum
landinum hittast í Suður-
oy, umframt onnur huga
so tilsamans skuldu yvir
300 fólk hittast á stevnuni.
Men hendan stevnan
mátti avlýsast.
–Nú Smyril er farin á
beding, og Claymore sigl-
ur fyri hann, varð ongin
trygd fyri, at tað bar til hjá
teinum at sleppa aftur og
fram, og tí máttum vit av-
lýsa stevnuna, sigur Anna
Kirsten Thomsen, sum er
ein av fyrireikaruum.
Hetta heldur hon er
ógvuliga harmiligt, tí
hetta er dagurin, sum allir
hornblásarar í landinum
gleða seg til.
– Hetta er ársins størsti
dagur hjá teimum, sum
spæla í hornorkestri og
hetta er dagurin, sum øll
venjing, alt árið miðjar
fram imóti, tí hetta er
dagurin ,tá ið teir sleppa
at vísa hvørjum øðrum,
hvat teir duga.
Av tí, at hetta er eitt so
stórt tiltak, eru fyrireik-
ingarnar longu farnar í-
gongd. Men tað er alt far-
ið í vaskið. Ítróttarhøllin
var bíløgd til tað stóru
konsertina, veitslumatur
til 300 fólk var umbiðin,
skráir og sangir vórðu
prentaðir og dansiorkest-
ur varð biðið.
–Men so fer alt í fisk tí
at ferðsambandið verður
skert og tað er ov vána-
ligt.
Tað eru níggju ár síð-
ani at hornorkestrið á
Tvøroyri seinast var vert-
ur
fyri
hornorkestur
stevnuni, so hetta var eitt
tiltak, tey høvdu glett seg
ómetaliga nógv til.
Nú tað var neyðugt at
avlýsa stevnuna, verður
ístaðin eitt skert tiltak á
Oyrabakka, men tað verð-
ur ikki tað sama.
– So royna vit aftur
næsta ár- um politikarar
og Strandferðsla annars
vilja.
– So ístaðin fyri at
sleppa frá at fara av oynni
fyri einaferð skuld, noyð-
ast vit nú norður á Oyra-
bakka.
– Men sum tey einastu
í landinum, sleppa vit ikki
heimaftur um kvøldið,
men mugu liggja nátt
norðan fyri, sigur Anna
Kristin Thomsen.
Má sigla tríggjar ferðir um dagin
ÁKI BERTHOLDSEN
– Tað er ikki ein Suðuroy-
ingur, sum er nøgdur við tað
loysn, sum er fingin á suð-
uroyarsiglingini
ímeðan
Smyril er í dokk.
Tað heldur Jógvan Kross-
lá, býráðsformaður í Vági.
Og hann leggur afturat:
teir hava fullan rætt til at
vera ónøgdir.
Hann sigur, at av tí at
Claymore bara tekur helvt-
ina av teimum bilum, sum
Smyril tekur, er tað heilt
eyðsæð, at hann kemur ikki
at nøkta tørvin, tí Smyril er
fullur, hvønn einasta túr.
Tørvurin á flutningi økist
í hvørjum, bæði til farm og
til fólk, og eftir gongdini,
sum hevur verið, kemur ikki
uppá tal, at hann nøktar
tørvin.
Hann sigur, at hann trúði
ongantíð, at tað fór at blíva
so galið, sum tað er blivið.
–Eg havi altíð trúð, at ein
hampilig loysn varð funnin,
men nú mugu vit so ásanna,
at so varð ikki.
Jógvan Krosslá sigur, at
tað minsta, sum kundi verð-
ið gjørt, tað var, at Clay-
more sigldi alt samdøgurið.
– So hevði hann siglt
tríggjar ferðir um samdøg-
urið, og so hevði tað verið
tætt upp ímóti, at hann nøkt-
aði tørvin.
Hann heldur, at sigldi
hann tríggjar ferðir, kundi
náttartúrurin í mesta mun
verið farmatúrur, men hetta
hevði so gjørt tað nógv livi-
ligari umborð um dagin og
givið nógv betri pláss til
persónbilar um dagin.
Hann veit, at hetta hevði
kravt tvær manningar.
– Men hetta er nakað,
sum má gerast.
Og hann heldur, at var
viljin til staðar, bar tað eisini
til, tí Claymore var bíligur
at leiga. Annars heldur
hann, at skipið er helst róligt
at sigla við, tí tað er breitt
og hevur stabilisatorar.
Claymore fer ikki at nøkta tøvrin og tí verður tað neyðugt at sigla ein túr eyka um
náttina, heldur býráðsformaðurin í Vági
Claymore
Síðsta útkall
til ONS 2000
JAN MÜLLER
Í dag gongur freistin út at
lata Oljumálastýrinum um-
sókn til at vera við í olju-
leiting við Føroyar. Men í
dag er eisini um at vera
seinasta útkall fyri føroysk-
ar fyritøkur, sum vilja vera
við á stóru altjóða oljumess-
uni ONS 2000 í Stavanger í
august.Kjartan Kristiansen,
menningarstjóri sigur við
Sosialin, at freistin fyri at
koma við í stóra luttøku-
katalogi í sambandi við
ONS er farin, men teir vilja
kortini vera lagaligir og
geva fyritøkum, sum enn
ikki hava tikið endaliga av-
gerð, at siga frá nú.
Umleið 20 fyritøkur hava
higartil teknað seg til ONS,
nakað minni enn til olju-
messuna í Aberdeen í fjør.
Sjálvur heldur menningar-
stjórin, at tað er rættiliga
umráðandi fyri fyritøkur,
sum vilja vera við í kom-
andi oljuvinnu, at tær eru
við á ONS, tí tað er har, at
tær kunnu finna samstarvs-
partnarar, nú skjøtil verður
settur á oljuleiting á land-
grunninum.
Nettupp hetta at finna sær
fyritøkur aðrastaðni at sam-
starva við er av stórum
týdningi, tá hugsað verður
um, at hetta fyri føroyingar
er ein nýggj vinna, og at vit
eru lutvíst smáir, tá talan
verður um at fara upp í hesa
vinnu sum veitarar av vør-
um og tænastum. Ein týð-
andi boðskapur frá føroysk-
um myndugleikum til olju-
feløgini í sambandi við út-
bjóðingina er, at virksemi í
oljuvinnuni skal yvir før-
oyskan keikant. Hetta gev-
ur føroyskum fyritøkum
stórar møguleikar, men tað
krevur samtíðis eisini sera
nógv av fyritøkum, og fyri
at kunna nøkta krøvini, sum
oljufeløgini fara at seta til
veitararnar, so hevur tað al-
stóran týdning, at føroyskt
vinnulív fær samband við
útlendskar fyritøkur, ið
longu arbeiða í oljuvinnuni.
Og her er ONS eitt gott
høvi. Ein góður og stórur
føroyskur básur á ONS vil
eisini vera ein týðulig út-
melding til altjóða oljuídn-
aðin, at vit føroyingar vilja
eisini vera við í menningini
av hesi vinnuni um okkara
egnu leiðir. Roknað verður
annars við, at nógvir før-
oyingar fara á ONS og í
hesum sambandi er um-
ráðandi at bíleggja ferða-
seðil og fáa innivist longu
nú. Meira um ONS við at
fara inn á Oilwell-linkin á
Internetsosialinum.
Løgmaður, oljuráðharrin
og menningarstjórin á
ONS 98
Hóast fútaforboð móti ráðgevum:
Føroya Kolvetni
letur umsókn inn
Terje Hagevang í miðjuni saman við einum av Sagexstarvsfeløgunum og stjóranum í
Føroya Kolvetni, Niels Sørensen. Her eru teir í ferð við at leggja seinastu hond á
umsóknina, bert stutt áðrenn dómur fall móti ráðgevunum hjá føroyska oljufelagnum.
JAN MÜLLER
Býarrætturin í Oslo gjørdi í
mánadagin av at ganga
kravinum frá Norsk Hydro
móti trimum fyrrverandi
Sagafólkum, sum hava ráð-
givið Føroya Kolvetni í
sambandi við 1. útbjóðing,
á møti. Fútaforboðið móti
teimum trimum Sagex-olju-
serfrøðingunum at arbeiða
við tí føroyska økinum
stendur við til eftir loyvini
til at vera við í 1. útbjóðing
eru latin í heyst.– Eg eri
ómetaliga vónbrotin av hesi
avgerðini, sum eg heldur
ikki skilji sigur ein ovfarin
Terje Hagevang. Hann og
starvsfelagar hansara hava
longu kært avgerðina til
hægri rætt. Terje Hagevang
vísir á, at hetta er eitt sera
prinsipielt mál og fáa teir
heldur ikki viðhald í lands-
rættinum, so er ikki óhugs-
andi, at málið endar í
Hægstarætti. Hann er full-
vísur í, at fútabannið móti
teimum er eindømi í norsk-
ari oljusøgu. Hann kennir
ikki til nakra slíka hending
fyrr. Sjálvur hevur hann ar-
beitt í oljuvinnuni í meira
enn 20 ár.
Sosialurin
skilur,
at
grundgevingin fyri dóm-
inum er tann, at tað ber ikki
til at skilja millum generella
og serstaka vitan. Av tí at
tey trý Sagexfólkini leingi
hava arbeitt hjá Saga, og
sum Norsk Hydro nú hevur
yvirtikið, sita inni við týð-
andi vitan frá hesi tíðini um
føroysku undirgrundina, so
hevur Norsk Hydro mett, at
tey ikki hava loyvi til at
geva øðrum oljufeløgum
hesa vitan í sambandi við
føroysku útbjóðingina. Og
tað hevur rætturin í Oslo
givið tí viðhald í.
Fútaforboðið merkir tó
ikki, at Føroya Kolvetni ikki
verður við í 1. rundu. Tey
trý Sagexfólkini hava eina
samstarvsavtalu við Føroya
Kolvetni um at taka sær av
tí tøkniliga partinum í
sambandi við at senda um-
sókn til myndugleikarnar.
Umsóknin er longu liðug
og verður hon latin mynd-
ugleikunum, áðrenn freistin
gongur út mikudagin. Uppá
fyrispurning um fútafor-
boðið fær nakra ávirkan á
umsóknina hjá Føroya Kol-
vetni sigur Terje Hagevang,
at tað dugir hann ikki at
síggja, at hon skal. Men
hann viðgongur, at stevn-
ingin hjá Norsk Hydro
longu hevur skatt møguleik-
arnar hjá Føroya Kolvetni.
Hon hevur m.a. skatt roynd-
irnar at fáa samstarv við
aðrar bólkar. Hvat umsókn-
ini hjá Føroya Kolvetni við-
víkur sigur Terje Hagng, at
hon er eitt valaarbeiði.
Men hvussu kann eitt so
lítið felag sum Føroya Kol-
vetni einsamalt lata inn eina
umsókn spurdu vit norska
oljuserfrøðingin? -Hvat við-
víkur tí peningaligu parti-
num av at vera við í útbjóð-
ingini, so síggi eg nakran
trupulleika í tí. Tað skal
nokk koma uppá pláss. Men
trupulleikin verður kanska
heldur tann tekniski part-
urin, nú fútaforboð er sett
móti samstarvspartnaranum
Sagex.
Terje Hagevang heldur
annars ikki, at tað nýtast at
vera nakar vansi hjá Føroya
Kolvetni, at tað ikki er sam-
an í einum bólki nú undan
innlatingarfreistini.
- Tað er ikki nevniliga
ikki óvanligt, at myndug-
leikar áleggja oljufeløgum
at arbeiða saman í sambandi
við eina nýggja útbjóðing.
Hetta er vanlig manna-
gongd serliga í Noregi men
eisini í Bretlandi og Írlandi,
so Terje Hagevang sær ikki
spurningin um at vera við í
einum bólki nú ella ikki at
vera avgerandi fyri, um før-
oyska oljufelagið í heila
takið kann luttaka í útbjóð-
ingini. -Í løtuni stendur Før-
oya Kolvetni á egnum bein-
um. Vit, sum hava ráðgivið
tí og tulkað seismikk, sum
varð keyptur herfyri, mugu
so bíða viuð at taka støðu
til, hvat víðari skal henda,
til eftir at loyvini verða latin
í heyst.
Tað var oljusamtakið við Norsk Hydro /Saga Petroleum Føroyar), Agip og Anadarko,
sum var fyrst at lata Oljumálastýrinum umsókn um loyvi at bora á landgrunninum.
Umframt at lata eina felags umsókn lótu Agip og Anadarko eisini hvør sína umsókn.
Vm. Ron Lansdell frá Agip við umsókn frá Agip og Marathon, í miðjuni Arvid Halvor-
sen frá Norsk Hydro við umsóknini frá teimum tirmum feløgunum í samtakinum og
hm. Richard Hook frá Anadarko, ið eisini einsamalt letur umsókn inn. Í gjár var
Texaco-bólkurin í Oljumálastýrinum.Í dag vitja Amerada-bólkur, BP Amoco, Statoil-
bólkur og Føroya Kolvetni. Mynd Jens K. Vang
x