mikudagur 17. mai 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SVEINUR TRÓNDARSON
Danska Ekstra Blaðið hevur
fingið nýggjan blaðstjóra.
Púra óvæntað eitur hann
Hans Engell og av tí sama
gevst Engell í donskum pol-
itikki í dag.
Tað var púra óvæntað, at
Hans Engell, sum er fyrr-
verandi formaður hjá teim-
um konservativu í Dan-
mark, og sum hevur verið
ráðharri meiri enn einaferð,
skuldi gerast blaðstjóri á
Ekstra Blaðnum. Hóast tað
hevur verið kent í eina tíð,
at hann ikki stillar upp aftur
til næsta væl, so kom hetta
tó, sum ein bumba.
Fráfarandi stjórin á Ekstra
Blaðnum, Sten Ove Gade,
hevur í eina tíð sagt, at hann
ætlar at leggja frá sær, og
hetta ynski er nú gingið út.
Gade er 64 ára gamal og
hevur sitið í ovastu redakti-
ónini síðani 1976.
Hans Engell, er útbúgvin
journalistur, og segði, tá
hann avdúkaði, at hann ikki
stillar
upp
aftur
til
Fólkatingið, at hann ongar
fastar ætlanir hevði fyri
framtíðina. Hann var opin
fyri hugskotum, og legði
afturat, at ein journalistisk
útbúgving kann hava so
nógv við sær. Síðani tað
hevur hann verið fastur við-
merkjari á dagblaðnum
Børsen. Engell fær úr at
gera á Ekstra Blaðnum.
Upplagið hevur verið fall-
andi og tað fer at krevja sín
mann, at fáa vent tí gongd-
ini. Bæði fyrrapartsbløðini,
Ekstra Blaðið og BT hava
gjøgnum fleiri ár mist eina
rúgvu av lesarum. Ekstra
Blaðið er kortini tað, sum
hevur fingið harðastu við-
ferðina, tí í fjør hevði blaðið
bert 139.000 lesarar fyri alt
árið. Hetta er tað lægsta
nakrantíð.
Engell nýggjur
stjóri á Ekstra
Blaðnum
Fyrrverandi danski løgmálaráðharrin og fyrr-
verandi formaður hjá teimum konservativu í
Danmark, Hans Engell, er púra óvæntað, sett-
ur sum blaðstjóri á Ekstra Blaðnum. Hann
gevst í politikki alt fyri eitt
SVEINUR TRÓNDARSON
Løgreglan í Klaksvík hevði
úr at gera fríggjakvøldið.
Fólk var í býnum, men
lagið var eftir øllum at døma
ikki so gott, tí tað gjørdist
handfast fleiri staðni. Í
Bøgøtu gjørdist heilt galið.
Um
fimmtíðina
fekk
løgreglan boð um, at fleiri
menn vóru farnir upp at
toppast og nú bardust teir í
fleiri støðum. Vakthavandi
í Klaksvík sigur, at sinnini
kókaðu í Bøgøtu. - Allan
vegin frá Atlantis og niðan
til Lognbrá.var ein stórur
bardagi, sigur vakthavandi
á støðini í Klaksvík.
Fyri at fáa bukt við bar-
daganum mátti løgreglan
kalla fólk inn. Bert fáir
mans eru til arbeiðis um
náttina, men tað eydnaðist
at fáa fatur á seks løgreglu-
monnum, sum kundu fara á
staðið at skilja sundur, men
tað var eisini eitt stríð í sær
sjálvum.
- Tað var ikki so ógvus-
ligt. Onkur hevði fingið
okkurt prus, men einki álv-
arsligt. Kortini var tað trup-
ult at skilja sundur, tí teir
bardust í fleiri støðum.
Løgreglumenninir
máttu
mekla og skilja sundur onk-
ustaðni, men tað gekk bara
ein lítil løta, so var handfast
aðrastaðni, sigur vakthav-
andi.
Men tað tók sína tíð. Av
støðini í Klaksvík skilja vit,
at tað var friður í Bøgøtu
um sjeytíðina.
Skallaður í høvdi
Men tað byrjaði áðrenn. Um
fýra tíðina, fekk løgreglan
SVEINUR TRÓNDARSON
Løgreglan í Havn hevur
fingið fráboðan um átta
smærri ferðsluóhapp síðani
fríggjadagin. Tey flestu
teirra henda, tí fólk tíma
ikki at geva sær stundir tá
tey koyra, sigur vakthavndi
á støðini í Havn
Tað vóru átta ferðsluó-
happ í Havn frá fríggjadeg-
num til sunnudagin. Tað
sigur vakthavandi á støðini
í Havn fyri Sosialinum.
Hann sigur, at tað henda
fleiri og fleiri ferðsluó-
happ, og at tey flestu teirra
henda, tí fólk gevur sær
ikki stundir at koyra bil. Og
hansara meting er, at tað
hongur saman við ferðini í
samfelagnum sum heild.
- Tað er tíverri nakað,
sum er uppi í tíðini, og fyri
mær sær tað út til, at talið
av ferðsluóhappum økist
samstundis sum samfelags-
hjólini mæla skjótari og
skjótari. Fólk geva sær ikki
stundir at koyra bil, og tí
koma tey í so nær einum
øðrum bili, og so er galið,
sigur vakthavandi á støðini
í Havn.
Hann vísir á, at tað ser-
liga eru smáir skaðar, sum
eitt nú, at bilarnir koyra ov
tætt upp at hvør øðrum og
fremri bilurin bremsar. Al-
samt fleiri fráboðanir koma
eisini um at parkeraðir bilar
eru árendir, og tað er tað,
sum løgreglan kallar kleyv-
arskapur.
Ein orsøk til at smáu ó-
happini økjast kann vera,
at fólk sita og tosa í
fartelefon meðan tey koyra
bil, men tað verður ikki so
leingi afturat, tí við broyt-
ingunum í nýggju ferðslu-
lógini verður hetta forboð-
ið.
- Eg legði tað eitt nú til
merkis ein dagin í R. C:
Effersøesgøtu. Tað komu
fimm bilar um hornið, og
førararnir sótu allir sum ein
og tosaðu í fartelefon. Onk-
ur teirra meira lá enn sat,
og tað hevur sína á virkan
á koyringina, eingin ivi um
tað.
Men, sum sagt, verður
hetta bara loyvt til broyt-
ingarnar í ferðslulógini
verða lýstar. Broytingarnar,
sum vóru samtyktar í løg-
tinginum 4. mai siga nevni-
liga, at tað framyvir verður
ólógligt at tosa í hondhildn-
ari fartelefon, samstundis
sum tú koyrir bil. Aktar tú
ikki boðini fært tú bót.
Ferðsluóhappini økjast
Løgreglan í Havn hevur fingið fráboðan um
átta smærri ferðsluóhapp síðani
fríggjadagin. Tey flestu teirra henda, tí fólk
tíma ikki at geva sær stundir tá tey koyra,
sigur vakthavndi á støðini í Havn
Bardagi í Klaksvíksgøtum
Leygarmorgunin mátti løgreglan í Klaksvík kalla allar teir løgreglumenn inn,
sum vóru heima, tí tað var handfast millum fleiri í Bøgøtu. Ikki fyrr enn um
sjeytíðina var friður
boð um, at tað var handfast
millum tveir menn uttan fyri
Lognbrá. Komnir hagar
vísti tað seg, at tann eini
var skallaður av hinum og
mátti hann á sjúkrahúsi til
kanningar.
Hin varð handtikin og
skuldsettur fyri harðskap.
Løtu seinni fekk løgreglan
aftur fráboðan um ófrið. Nú
var tað ein maður, sum dýr-
andi fullur og í øðini var
farin í bilin, og farin til
stroks. Tá tað ikki er loyvt
at koyra ávirkaður, fór løg-
reglan eftir honum og
handtók hann.
Hesin verður skuldsettur
fyri at koyra ávirkaður. Úr
Klaksvík skilja vit, at hetta
hevur verið eitt av teimum
ófriðarligastu vikuskiftu-
num í langa tíð.
SVEINUR TRÓNDARSON
Góða veðrið um vikuskiftið
fekk nógv fólk í býin í
Havn. Kortini hevði løg-
reglan ikki stórvegis trup-
ulleikar av teimum, tí so at
siga alt gekk friðarliga fyri
seg.
Koritni vóru onkrar smá-
vegis hendingar. M. a. fekk
ein 16 ára gamal unglingi
nevan frá einum manni, sum
var á leið tvífalt so gamal
sum hann. Hvussu hetta var
hent veit løgreglan ikki frá
at siga, men unglingin
meldaði tann eldra.
Eisini fekk løgreglan frá-
boðan um tvey smærri her-
verk á bilar. Onkur hevði
langa eina buglu í ein bil,
meðan onkur annar hevði
brotið rútin á einum øðrum
bili.
Sum vanligt hevur løg-
reglan eisini havt liggjandi
gestir, men hetta vikuskiftið
16 ára gamal fekk nevan
Ein sekstan ára gamal unglingi fekk nevan undir vangan, í Steinatúni, frá
einum, sum var á leið tvífalt so gamal
vóru teir ikki fleiri enn
tríggir. Hinvegin, so koyrdu
løgreglumenn fleiri til hús,
sum, hóast gongulagið var
vánaligt, vistu hvar tey
búðu.
11
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 94 - 17. mai 2000
10
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 94 - 17. mai 2000
MUSIKKSKÚLASKIPANIN
Tilmelding í seinasta lagi 21.september 2000.
Meira fæst at vita hjá Musikkskúlaskipanini
Hoyvíksvegur 72 FO 100 Tórshavn tlf 316462 fax 316991
ella musikkskúlastjóranum Martin Mouritsen tlf 216462
t-postur: martin@umms.fo
Royndir í Musikkskúlaskipanini komandi heyst
Royndir í skrivligari teori, ljóðførisspæli og sangi verða í november 2000 í Føroyum. Næmingar tekna seg sjálvbodnir,
og støðutakan eigur at verða tikin í samráð við lærara fyri summarsteðgin, so at tíð er til nótakeyp og fyrireiking.
Próvdómari frá enska metingarstovninum Associated Board of the Royal Schools of Music í London, kemur higar.
Føroyskur tulkur er til royndirnar.
Endamál
·Royndirnar geva næmingum møguleika at seta sær ávegis mál, og at fáa eina meting eftir altjóða støði.
·Prógv verður givið, tá ið royndin er staðin. Minsta krav er 100 av 150 møguligum stigum.
Royndirnar
Preparatory Test er ein fyrireikandi roynd fyri byrjarar. Skrivligt ummæli verður givið beinanvegin.
Performance Assessment er fyri øll eldri enn 21 ár, bæði byrjarar og yrkisleikarar, sum ynskja eitt óheft og professionelt
skrivligt ummæli beinanvegin, og eina samrøðu við próvdómaran.
Stig 1, 2, 3, 4 og 5 royndirnar eru skipaðar soleiðis:
·Næmingurin spælir trý sjálvvald stykkir av ABRSM lista, ið hann hevur lært seg frammanundan.
·Næmingurin spælir teir tónastigar (skalair) og tríljómar (arpeggios), sum standa í ABRSM skránni.
·Næmingurin spælir eitt stutt stykki, sum hann ikki hevur sæð frammanundan.
· Næmingurin verður biðin at klappa antin pulsin ella melodi-rútmuna meðan próvdómarin spælir á klaver.
Næmingurin skal siga um stykkið gongur í tveimum, trimum ella í fýra sløgum í taktini.
·Próvdómarin spælir ein stuttan setning fyri næminginum tvær ferðir. Næmingurin verður biðin at syngja ella murra
tað sama beint eftir at dómarin er liðugur.
·Á hægru stigunum verður næmingurin biðin at syngja nakrar tónar eftir nótum. Próvdómarin spælir fyrstatónan og
spælir eisini rætta tónan, um næmingurin fer skeivur.
Royndirnar vara umleið 12 - 16 minuttir. Fyri at sleppa til roynd á ljóðføri ella í sangi í 6., 7., og 8. stigi, skal
næmingurin hava staðið skrivligu teoriroyndina 5. stigi.
Próvtøkugjøld
Í ljóðførisspæli ella sangi
Í skrivligari teori
Preparatory Test Kr 250,-
Stig 1 Kr 310,-
Stig 1 Kr 175,-
Stig 2 Kr 350,-
Stig 2 Kr 175,-
Stig 3 Kr 350,-
Stig 3 Kr 175,-
Stig 4 Kr 410,-
Stig 4 Kr 230,-
Stig 5 Kr 410,-
Stig 5 Kr 230,-
Stig 6 Kr 480,-
Stig 6 Kr 300,-
Stig 7 Kr 560,-
Stig 7 Kr 300,-
Stig 8 Kr 620,-
STig 8 Kr 300,-
Performance Assessment Kr 410,-
Advanced Certificate Kr 1100,-
Viðmerking:
Strandferðslan er ein av
okkara størstu tænastu-
veitarum, skriva Eimskip
í hesi viðmerking til
grein, sum stóð í Sosiali-
num fríggjadagin:
Vísandi til grein í Sosi-
alinum 12.05.00, har bor-
ið verður fram, at Eimskip
kann hótta Strandferðsl-
una við at fara undir egna
farmaleið millum oyggj-
Eimskip fara ikki
at kappast við
Strandferðsluna
arnar við salti, tá saltsølan
hjá Eimskip letur upp í
Runavík í september, er
tað umráðandi at leggja til
merkis at talan ongantið
hevur verið um kapping
millum P/F Eimskip í
Føroyum og Strandferðsl-
una, men heldur hinvegin
um gott samstarv. Hetta
samstarv heldur vónandi
fram.
Løgin viðmerking var at
lesa í Sosialinum 12.maj,
har varaløgmaður enn eina
ferð østi seg upp um, at øll
ikki tóku undir við hansara
tjóðveldisfullvelditvassi.
Løgin (ikki bert yvirskriftin
men innihaldið), tí nýggir
upplýsingar, tankar ella
nýggj sjónarmið vóru eingi.
Løgin, tí hann skeldar and-
støðuna út, tí hon hevur
andstøðusjónarmið og ikki
fantasifull fullveldissjónar-
mið. Løgin, tí hann letst ikki
at fata veruligu kreppustøð-
una.
Ja, yvirskriftina skilti eg
ikki rættiliga. Tað var nakað
um, at tað sum átti at venda
upp, tað hekk niður. Og tad
sum plagdi at venda niður,
tad stóð nú upp. Og so siga
fólk at fullveldið hevur
skyldina í tí. Okkurt ókent
ella kent fenomen man níva
mannin.
Ein óvitandi
varaløgmaður
Varaløgmaðurin sigur seg
ikki skilja orðaskifti, sum
fer fram í løtuni. Nei,
kanska hevði nakað meir av
politiskari erfaring styrkt
hansara dømikraft. Nú sær
hann bert alt sum “Svartar
myndir” og ”útspilling”,
“ómegdatos” og “ræðu-
myndir”. Hesi orð, sum
hann brúkar í tíð og úrtíð
um sjónarmið, sum honum
ikki dámar ella ikki skilir,
eru longu púra niðurslitin.
Jú eitt nýtt uppfinnilsi var
hesuferð “Ábyrgdarloysi
sum politisk hugsjón”, var
ein yvirskrift hjá honum.
Hetta er hansara felags-
nevnari, sum umfatar øll,
sum ikki taka undir við hon-
um og hansara sjónarmið-
um. Hvat billar hann sær
inn?
Varaløgmaður sigur seg
ikki vita um nakað annað
fólk, sum “hevur upplivað
eina slíka útspilling sína-
millum”. Ja, men so veit
hann alt ov lítið. Í Føroyum
gongur alt enn rættiliga ci-
viliserað fyri seg. Øll onnur
munnu vita, at fólkasløg
londum aðrastaðir ikki bert
hata hvønn annan, men eis-
ini drepa og fara í borgara-
kríggj móti hvørjum øðrum.
Tak Bosnia, Kosova, Norð-
urírland, Miðeystur, Indo-
nesia, Chile ella 100 onnur
pláss í verðini, har fólk ikki
kunnu liva saman. Hví eru
milliónir av flóttafólki í
verðini?
Soleiðis er ikki í Føroy-
um, -enn. Men her so ein
varaløgmaður og øsir seg
upp, bert tí hann fær mót-
støðu á politiska leikvølli-
num.
Forboði at tosa við
donsku pressuna?
Og so vindur hann seg upp
um, at onkur persónur hevur
svarað spurningum í donsk-
um bløðum. “Hugsi neyv-
an, at danskir andstøðupol-
itikarar høvdu farið í bretsk
bløð at spilla stjórnina út”
sigur vara. Enn einaferð
skilir hann ikki, at hann
brúkar
eina
óbrúkiliga
mynd ella líknilsi. Føroyar
og Danmark eru enn partar
av sama demokratiska ríki.
Landstýrið hevur biðið Rík-
isstjórnina um samráðingar
um at Føroyar fáa fullveldi.
Tí er tað kanska relevant at
føroyskir politikarar, bæði
í samgongu og í andstøðu,
úttala seg til donsku press-
una (og danskir politikkarar
til
føroysku
pressuna).
Myndin, sum varaløgmaður
brúkar, er skeiv, tí Danmark
er ikki í nøkrum ríkisfelags-
skapi við Bretland. Dan-
mark samráðist ikki um at
loysa frá Bretlandi. So hatta
svassið kann bert teljast
sum sjálvmál.
Men hvør er tað, sum
skrivar bók um fullveldis-
málið. Á donskum máli, á
donskum forlag, útgivin í
Danmark? Hvør er tað sum
letur seg i interviewa í
donskum
sjónvarpi
og
donskum blødum. Er tað
ikki ein vissur varaløgmað-
ur sjálvur, sum fer til
“bretsku”
pressuna???
Heldur hann seg hava eina-
rætt til at úttala seg, so er
okkurt spinnandi gali.
Alt ilt kemur
úr Danmark
Landsstýrismaðurin hevur
so ein langan lista, sum skal
vísa hvussu illa stendur til í
Danmark: Fólk á ellisheim-
um eru misrøkt, einslig fólk
liggja deyð í langa tíð í
heiminum áðrenn tey vera
funnin, bíðilistar eru til hos-
pitalsviðger av ávísum sjúk-
um osfr. et cetera. Konklu-
siónin hjá honum er meir
enn kryptisk (óskiljandi,
uttan meining). “Hevði tað
verið í Føroyum í dag, á dú,
Fullveldið hevur skyldina”.
Tað er aldeilis ikki neyðugt
at fara til Danmarkar og har
velja negativ viðurskifti
burturúr, og so servera tey,
eins og var hetta lívið í Dan-
mark. Dagin fyri viðmerk-
ingina hjá varaløgmanni
hevði Sosialurin tríggjar yv-
irskriftir á forsíðuni: “Post-
verkið noytt at steingja”,
“Sjúkrabilurin
steðgaði
upp” og “Sosiala neyðin
stór”.
Man má undrast. Post-
verkið, sum varð yvirtikið
sum føroyskt sermál fyri 25
árum síðan, koyrir við stór-
um halli. Sjúkrahúsverkið
er niðurslitið, og tað er ikki
fyrstu ferð at sjúkrabilar eru
steðgaðir upp. Hvar fer
blokkurin, sum upprunaliga
fíggjaði eitt gott heilsuverk?
Tað hevð verið bíligt at giv-
ið Heimastýrislógini skyld-
ina
Men tað er sjálvandi tað
hesin tjóðveldispropagand-
isturin ger. “Men vit hava
als ikki tikið ábyrgdina enn.
(!!!!) Núverandi trupulleik-
ar eru skaptir undir heima-
stýrinum. Teir kunnu bert
loysast um vit taka ábyrgd-
ina”. Hatta er ov bíligt.
Hatta er ikki trúverdugt.
Hevur landsstýrið ikki á-
byrgd??? Eigur landið ikki
Postverkið???
Umsitur
landsstýriðikki heilsuverk-
ið??? og Sjúkrabilarnar???
Er sosiala neyðin tykkum
óviðkomandi???
Støðan er hættislig -
trúvirðið er farið
Eg má taka undir við blað-
stjóranum Tøger Seidenfad-
en, sum í Politiken herfyri
skrivaði
“Det
færøske
landsstyre kan ikke tages
alvorligt”. Hann viðger tey
bæði samráðingarumførini,
sum hava verið. Ella tak Jyl-
landsposten 4.5.00, sum
kemur til somu niðurstøðu.
Oddagreinin eitur “Tvivl-
som styrke” og teir siga
“Spørgsmålet er, om det er
muligt at nå frem til et res-
ultat, som Landsstyret føler
trang til at præsentere for
de færøske vælgere. Svaret
må blive benægtende”.
Hetta fara tjóðveldisfantast-
ar sjálvandi at avvísa, tí dan-
ir eru býttir og vita einki um
føroyskan politik, sum teir
forhánisliga plaga at taka
taka til.
Hvussu ið víkir ella vend-
ir, so eru danir og danska
stjórnin annar parturin í
samráðingunum, har lands-
stýrið millum annað roynir
at fáa eina langa skiftistíð.
Men í løtuni hava vit eitt
landsstýri við einum vara-
løgmanni á odda, og hann
hevur spilt tað føroyska trú-
virðið.
Varaløgmaður er veruliga
ræðumyndin.
Rolf Guttesen
16.5.2000
Ov fá taka varaløgmann í álvara, tíverri
Legurnar byrja aftur á Zarepta
Nú fara legurnar í Zarepta
at byrja aftur. Byrjað verð-
ur 18. mai og síðani verða
legur uttan slit út í oktober
mánað.
Síðani fyrst í januar er
stórt umvælingararbeiði
farið fram har vesturi. All-
ur køkurin er gjørdur av
nýggjum og lýkur nú øll
nútímans krøv. Eisini er
ymiskt annað umvælt, m.a.
eru allar sengurnar í nýggj-
ara húsinum gjørdar av
nýggjum.
Lega fyri brekað
Fyrsta legan er sum vant
legan fyri brekað. Hon
byrjar hóskvøldið 18. mai
og heldur fram til sunnu-
dagin 21. mai. Hesar legur
hava nú verið í nógv ár, og
kann ikki annað sigast, enn
at tær hava verið væl um-
tóktar. Hvørt árið hevur
verið fullteknað, og ár eftir
ár hava mong av teimum
somu andlitunum verið at
sæð.
Skráin er rættiliga um-
fatandi. Har verða samrøð-
ur við avvarðandi, fyri-
lestrar, ítriv av ymiskum
slag, ríðing, svimjing,
spæl, nógvur sangur og
annað.
Familjulegur
Í nógv ár hava eisini fam-
iljulegur verið á skránni í
Zarepta. Fimm slíkar legur
verða í ár. Tær fýra fyrstu
verða frá 27. mai til 23.
juni og hin fimta frá 20. til
26. august. Tær byrja leyg-
ardag og enda fríggjadag.
Hesar legurnar, sum eisini
altíð eru fullteknaðar, eru
ætlaðar foreldrum við
børnum undir skúlaaldur.
Tær eru eitt gott høvi hjá
familjum at vera saman og
hugna sær á ymiskan hátt.
Skráin plagar at vera so-
leiðis, at fyrrapartarnar eru
tveir bíbliutímar fyri for-
eldrunum, meðan onnur, ið
eru komin vestur til tað
sama, ansa eftir børnunum.
Seinnapartarnar er eing-
in føst skrá. Tá kunnu fam-
iljurnar gera sum tær vilja.
Tíðin verður nýtt til gong-
utúrar, svimjing, spæl ella
bert at vera saman og
hugna sær.
Um
kvøldarnar
eru
kvøldsetur og hugnaløtur.
Aðrar legur
Síðani verða legur alt
summarið og út á heystið:
Barna- og undómslegur,
bíbliuskeið, lega fyri ein-
lig, hjúnalegur, kvinnu-
stevna og mansstevna.
Starvsfólk
Til alt hetta virksemið
krevst sjálvandi eisini nógv
starvsfólk. Brúk er fyri
fólkið til køkin, matarhøll-
ina, skrivstovuna, at vera
náttarvaktir, leiðarar, vask-
ifólk o.s.fr. Alt hetta er
sjálvboðið arbeiði.
Gongulagskapping
hjá Føroyskum
Íslandsrossafelag
Vikuskiftið 20. og 21 mei
verður skipað fyri gongu-
lagskapping á vølli felags-
ins á Kráarheyggi. Tað hev-
ur verið ógvuliga stór fram-
gongd við luttakaratalinum
fyri hvørja kapping í ár,
síðstu kapping vóru nærum
35 ross við og var tað tað
mesta nakrantíð.
Til fyrstu kapping í ár
byrjaðu vit uppá nakað nýtt,
tað var at hava kappríðing í
trav og skeið á vølli Føroya
Ríðingafelags í Havnadali
og var tað sera góð undir-
tøka í hesum og eydnaðist
hetta serstakliga væl, henda
kapping byrja kl. 10.00
leygarmogunin.
Kl. 14.00 sama dag verð-
ur kappast í fjórgongd,
fimmgongd og tølt, hetta er
tað innleiðandi umfarið og
verður hildið áfram við
finalu umfarinum sunnu-
dagin kl. 14.00. Seinasta
freist at tekna seg til kapp-
ingina er hóskvøldið 18.05.
áðrenn kl. 22.00 á tlf.
315078 Elin Poulsen og tlf.
217688 David Nordendal.
Nakrir tankar, og fátæk orð
um ein góðan vin, sum farin er
Magnus á Dalbø
Miðvágur
Ogur koma av og á út fyri at møta menniskjum, sum
tú við tað sama kemur at halda av og kennist tað,
sum ein hevur kent tey í mong ár, sjálvt um bráðið er
stutt.
Eitt av hesum menniskjum var Magnus, so skjótt
vit komu á tal, blivu vit væl og kundu tosað um øll
lívsins viðurskifti. Hesin róligi og dámligi maður,
sum kom suður at búgva fyri nøkrum árum síðan,
fall so væl til ímillum okkum á staðnum.
Oftani komst tú á kajina til eitt prát og so var eisini
í aug. í fjør, síðstu ferð vit tosaðu saman, og lovaði
eg at koma inn a gólvið, um leiðin komst yvir Miðvág,
men so bleiv tað ei.
Eg var staddur á sjónum, tá eg frætti boðini, at
fjørðurin var rógvin, tað er sum ein stirnar, tá vinir
verða ryktir burt, sjálvt um ogur vita, at hettar er alt
farandi.
Ogur høvdu eisini manga góða løtu hjá Frelsunar-
herinum her á staðnum og felags hevði ogur eisini
vónina uppá tað sum gott er, og sum koma skal.
Hvussu stóran týdning konan, børnini og abba-
børnini høvdu, kom altíð fram tá vit komu á tal.
Til tykkum, hansara kæru, má Gud geva tykkum
linna og styrk í sorg tykkara.
Hvíl í friði frægi vinur.
Martin J. Strøm