hósdagur 28. august 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 161 - 28. august 2003
Nr. 161 - 28. august 2003
3
Arbeiðið upp á
nýggju læknamið-
støðina í Klaksvík
gongur væl. Bygn-
ingurin er reistur, og
tíðarætlanin heldur.
Um alt gongur sum
nú, so verður hon
liðug um ársskiftið
2004/05, og um nøkur
ár verður miðbýurin í
Klaksvík ikki at kenna
aftur, sambært
borgarstjóranum,
Steinbjørn Jacobsen
MIÐBÝARÆTLAN
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
Nýggjasti bygningurin í
býnum, læknamiðstøðin, er
nú rættuliga farin at taka
skap. Talan er um ein stóran
bygning upp á 660 fermet-
rar, og tað er bara helvtin av
honum. Klaksvíkar komm-
una og Tryggingarfelagið
Føroyar hava júst skrivað
undir endaliga sáttmálan
um, at Tryggingarfelagið
fer at byggja hina helvtina
av
bygninginum,
sum
somuleiðis verður einar
góðar 600 fermetrar. Tað
arbeiðið fer í gongd í næst-
um. Ætlanin við tí bygning-
inum er, at tað, sum Trygg-
ingarfelagið ikki nýtir, fer
kommunan at leiga frá
teimum. Til eitt nú fysio-
terapeutar og annað.
Steinbjørn
Jacobsen,
borgarstjóri, er sera væl-
nøgdur við hendan sáttmál-
an.
– Hetta lættir um hjá
kommununi – eisini fíggj-
arliga. Og harafturat so
verður Tryggingarfelagið
somuleiðis við í arbeiðin-
um av arkaduni, sum skal
vera í millum bygningarnar
báðar og virka sum ein
inngongd til sjálvan mið-
býin frá Klaksvíksvegnum
av, greiðir hann frá.
Læknamiðstøðin,
tann
parturin, sum kommunan
letur byggja, er normeraður
til fýra kommunulæknar.
Bygningurin
kemur
at
kosta einar 11 til 12 milli-
ónir
krónur.
Væntandi
verður bygningurin liðugur
um ársskiftið 2004/05 og
helst ikki so langa tíð
aftaná, um byrjað verður
nú, verður hin helvtin av
bygninginum hjá Trygging-
arfelagnum somuleiðis lið-
ugur. Tá verður bygning-
urin nærum 1.400 fermetr-
ar tilsamans.
Spurdur um ikki hesin
bygningur møguliga tekur
alla myndina í býnum, sig-
ur borgarstjórin, at tað hel-
dur hann ikki.
– Bæði politistøðin og
læknamiðstøðin eru bygd í
sama sniði, og tað er ætlan-
in við øðrum møguligum
bygningum eisini, sigur
hann.
Gomul ætlan
Miðbýarætlanin hjá Klaks-
víkar kommunu er ikki
endurskoðað, síðani í áttati
árunum, og tí skal ein
endurskoðan til. Men um
ein hyggur eftir ætlanini, og
so lurtar eftir tí tosinum,
sum er frammi um ætlaðar
byggingar, so er tær rættu-
liga líkar miðbýarætlanini
hjá táverandi býráði.
Men Steinbjørn sigur, at
kommunan arbeiðir eisini
framvegis eftir tí ætlanini –
við
einstøkum
smærri
broytingum.
– Ætlanin skal endur-
skoðast, tí tað verður jú
hugt øðrvísi eftir miðbýn-
um í dag enn fyri 15-20
árum síðani, sigur hann.
Um ein gongur heimeftir
Klaksvíksvegnum, tað vil
siga móti Posthúsinum, so
standa smá neyst framvið
gongubreytini. Men komm-
unan manglar bert at ognar-
taka tað eina, og so verða
hesi øll rivin niður, tí tey
standa beint framman fyri
læknamiðstøðini. Og tað
skal verða opið frá henni og
arkaduni og til Klaksvíks-
vegin.
Annars so ljóðar miðbý-
arætlanin ikki upp á smá-
vegis broytingar í Klaksvík.
Nógv hevur verið at hoyrt
um eina handilsmiðstøð,
sum eisini er á tekningini
yvir miðbýin. Hendan skal
liggja eystarumegin.
Steinbjørn sigur, at tað
eru privatar hendur, sum
eru í ferð við tað arbeiði.
Hann veit ikki at siga júst,
hvussu langt tað arbeiðið er
komið, men har er gongd í.
– Tað er rættuliga spenn-
andi, men eg haldi ikki, at
tey eru tilreiðar at koma
alment fram við nøkrum
enn, sigur hann.
Somuleiðis er ætlanin um
at byggja eitt nýtt mentan-
arhús. Ein tónleika og
mentanardepil, og á heima-
síðuni hjá Norðlýsinum
liggur ein røð av myndum
yvir hendan ætlaða bygn-
ing. Og hann má sigast at
fara at verða sera stásiligur.
Um ein hyggur beinleiðis at
tekningini og so samanlíkn-
ar hana við býin, sum hann
sær út í dag, er hann sjálv-
sagt fyri tað fyrsta ikki at
kenna aftur. Men somuleið-
is síggjast smærri broyting-
ar. Til dømis er politistøðin
á tekningini føst í lækna-
miðstøðini, men tað er hon
ikki í veruleikanum. Men
ikki kann annað sigast enn,
at kommunan arbeiðir eftir
leistinum á hesi við tíðini
gomlu miðbýarætlan.
– Vit fara at endurskoða
ætlanina í nærmastu fram-
tíð, og so fáa vit at síggja,
hvat so hendir, sigur borg-
arstjórin.
Grundarlagið fyri allari
miðbýarætlanini er alt grót-
ið frá Norðoyatunlinum,
sum skal nýtast til at fylla
út við Sandin. So at tá
undirsjóvartunnilin er skot-
in ígjøgnum, kann væntast,
at tað verður gangandi frá
Statoil støðini, eystarumeg-
in, og yvirum. So her er
somuleiðis talan um eina
munandi øking av lendi í
miðbýnum.
Ein kann kanska spyrja
seg sjálvan í dag, júst hvar
er miðbýurin í Klaksvík,
men um alt gongur, sum
borgarstjórin ynskir, so
verður tað ikki so aktuelt
longur um eini fimm ella
seks ár.
– Tá vænti eg, at mið-
býurin í Klaksvík verður
fullkomuliga broyttur, sigur
Steinbjørn
Jacobsen,
borgarstjóri í Klaksvík.
Elskaði maður mín og pápi okkara
Dagbjartur Johansen
andaðist á Landssjúkrahúsinum 26. august,
56 ára gamal.
Kistan fer av Landssjúkrahúsinum
fríggjadagin 29. august kl. 18.
Jarðarferðin verður úr Ebenezer
leygardagin 30. august kl. 14.
Familjunnar vegna
Elma, Katrin, Dóra, Pætur og Elin
Læknamiðstøðin tekur skap
Miðbýarætlanin hjá
Klaksvíkar kommunu er ikki
endurskoðað í úti við 20 ár.
Hon skal endurskoðast skjótt,
men tað verður framvegis
arbeitt eftir henni – tó við
smávegis broytingum
Mynd: Kl. Kommuna
Týsmorgunin vóru
102 springarar
dripnir í Streymnesi.
Drápið gekk væl,
hóast tað vóru fáir
bátar uppi í leikinum
SPRINGARADRÁP
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Tíðliga týsmorgunin vóru
102 springarar hildnir til í
Streymnesi, og drápið gekk
væl.
Bara fýra bátar róku
springaraflokkin, men tað
bar væl til, og hóast tað
heldur ikki var so nógv fólk
við, sum tað vanliga er til
slík dráp, so spældi alt væl
av.
Springararnir vórðu býtt-
ir millum fólkið, og tað
vóru trivarligir partar at fáa
hjá teimum, sum høvdu
verið við í drápinum.
Náttúrugripasavnið var
eisini á staðnum og tók
royndir fyri hvalaveiði-
felagsskapin NAMMCO.
Nýggj loyvisnevnd sett
Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm,
tilnevndi týsdagin nýggja loyvisnevnd.
Sambært grein 9 í rúsdrekkalógini skal loyvis-
nevndin vera samansett av einum løgfrøðingini,
einum umboði fyri løgregluni, einum umboði fyri
Fyribyrgingarráðið, einum grannskoðara og einum
persóni við hollum kunnleika til hotel- og
restaurratiónsvinnuna. Hesin seinast nevndi skal tó
ikki vera vinnurekandi innan yrkið.
Limirnir, sum eru valdir fyri eitt fýra ára skeið eru
hesir: Eyðbjørn Larsen (løgfrøðingur) er formaður,
Uni Vestureið (løgreglumaður), Jenny Petersen (fyri-
byrgingarráðið), Eilif Petersen (grannskoðari) og
Ingun Schiller (fyrrverandi tænari).
Tíðliga upp at drepa springarar
Drápið í Streymnesi gekk væl, hóast tað ikki var so nógv fólk, sum tað plagar at vera
Mynd: Maria Olsen
C
M
Y
K
3
2