hósdagur 28. august 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 161 - 28. august 2003
Nr. 161 - 28. august 2003
5
Eftir at skipið hevur
verið fyrsta túrin í
Irmingarhavinum,
verða maskinur nú
settar umborð, sum
kunnu framleiða
lidnar fiskavørur,
klárar at seta í mikro-
bylgjuovnin. – Vit
kunnu saktans
"hølva" útlendsku
vørurnar av í dygd,
sigur Hanus Hansen,
reiðari
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Nýggi trolarin hjá JFK-
Troli, Skálaberg, hevur
verið sín fyrsta túr á konga-
fiskaveiði í Irmingarhav-
inum.
Reiðarin, Hanus Hansen,
sigur, at skipið royndist
ógvuliga væl og allir, hann
hevur tosað við eftir henda
fyrsta túrin, lata væl at.
- Teir siga, at skipið fer
væl við sær í sjónum, og
tað er gott at vera umborð.
Vit eru væl nøgdir við hesa
fyrstu royndina, tí alt
bendir á, at hetta er eitt
ógvuliga gott skip.
- Høvuðsútgerðin, mot-
oror og spøl, riggaðu til
fulnar, og tað gjørdi meg-
inparturin
av
útgerðini
annars eisini.
Frystingin umvælast
Reiðarin vísir á, at Skála-
berg hevur sjálvvirkandi
frysting, sum tað verður
rópt, og her riggaði annar
frystarin ikki optimalt.
- Skipanin við hesi
frysting er, at tá ið ein
ramma er liðugt pakkað, fer
vøran sjálvvirkandi gjøgn-
um alla skipanina.
Hanus sigur, at veiðan í
Irmingarhavinum
var
rímiliga góð, men hetta er
smáur kongafiskur, sum
krevur nógva orku, bæði av
fólki og útgerð.
- Kanska mistu vit eitt
sindur við tað, at annar
frystarin ikki var optimalur
hendan túrin. Nú skipið
liggur á Klaksvík, verður
frystarin umvældur.
Tá ið vit tosaðu við
Hanus
mikumorgunin,
hevði Skálaberg ikki
landað.
Góðsking
Leygardagin ella mána-
dagin komandi fer Skála-
berg nýggjan túr.
Men áðrenn farið verður
eystureftir, verður útgerð
sett umborð til framleiðslu
og smápakking av portións-
vørum.
- Vit fara at gera tað, vit
kunnu, fyri at fáa sum mest
fyri fiskin, sum kemur inn
á dekkið.
Hanus sigur, at tvær
maskinur aftrat verða settar
upp umborð. Hetta eru
somu maskinur, sum virk-
ini á landi brúka til fram-
leiðslu av portiónum og
lidnum rættum til mikro-
bylgjuovnar.
Spurdur, hvar meirvirk-
aða framleiðslan verður
seld, sigur reiðarin, at hon
fer eitt nú til Onglands,
Danmarkar, Týsklands og
Fraklands.
10 kr. meira
- Málið við nýggju mask-
inunum er at meirvirka ein
part av tí rávøru, sum púra
fesk kemur inn á dekkið.
Eingin sigur, at hetta er
nøkur løtt uppgáva, hóast
vit hava feskasta fiskin,
maskinurnar og fólkið við
hondina. Tað hevði ivaleyst
verið lættari bara at fylt
skipið við traditionellum
flaki. Men vit trúgva, at her
eru møguleikar, sum ikki
verður gjørt nóg nógv við.
Hanus sigur, at teir fara at
royna at fáa ein betri prís
fyri lastina, sum skipið
hevur, tá ið landað verður.
Men tað fer at taka tíð at
byggja upp ein nýggjan
marknað.
- Eg vænti, tað fara at
ganga eitt ella tvey ár,
áðrenn vit kunnu siga, at vit
fáa 10 krónur meira fyri
kilo. Men kósin er sett fram
ímóti hesum, leggur hann
aftrat.
Betri vøra
Hanus sigur, at tá ið hann
hevur verið uttanlands,
hevur hann stundum keypt
lidnar vørum, sum eru
framleiddar uppi á landi til
mikrobylgjuovnar.
- Vit hava keypt
slíkar
fiskavørur,
hava
pakkað tær út og hugt at
teimum. Einki er at ivast í,
at vit kunnu "hølva" hesar
vørur av í dygd, tí okkara
fiskur er nógv feskari enn
tann, hesar vørur eru
framleiddar úr. Men fyri
tann skuld verður hetta ikki
lætt, tí marknaðarføring er
ein so stórur partur av
øllum
hesum,
sigur
reiðarin, Hanus Hansen á
JKF-Troli, at enda.
Skálaberg fer at framleiða til mikrobylgjuovnar
Skálaberg hevur verið sín
fyrsta túr á kongafiskaveiði í
Irmingarhavinum. Her hava
teir júst hálað, eini 50 tons
av kongafiski eru í posanum.
Mynd: Hans Pauli við Misá
Teir pakka kongafisk umborð á Skálabergi. Annar frystarin virkaði ikki optimalt á hesum fyrsta túrinum, men annars royndist skipið og høvuðsútgerðin umborð
til fulnar.
Mynd: Hans Pauli við Misá
Jenis av Rana heldur
ikki, at løgreglan
gjørdi nóg mikið fyri
at uppklára málið
eftir at hann hevði
fingið eina eina
beinleiðis
drápshóttan
DRÁPSHÓTTAN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Jenis av Rana er ein skelk-
aður maður.
Skelkaður, tí nakað síð-
ani varð hann hóttur við
lívinum.
Tað er ein álvarsligur
skelkur í sær sjálvum.
Men líka stórur skelkur
er tað, at hann situr eftir við
eini kenslu av, at løgreglan
ikki hevur gjørt nóg mikið
fyri at uppklára málið.
Út ímóti jólum í fjør
skrivaðu vit um, at post-
kassin hjá løgtingsmannin-
um fyri miðflokkin varð
sprongdur í luftina eitt
kvøldið.
Eftir tað byrjaði ein sonn
herferð ímóti Jenisi av
Rana.
– Aftaná at postkassin
varð sprongdur í luftina,
fekk eg eina røð av sms
boðum, har hann beinleiðis
varð hóttur við lívinum.
Grovastu boðini fekk eg frá
einum, sum í einum ógvu-
liga óhugnaligum orðavali
skrivaði, at hetta við post-
kassanum var bara byrjanin
og at næstu ferð skuldi øll
húsini sprongjast í luftina
og at bæði eg og alt húskið
skuldi lata lív.
Jenis av Rana sigur, at
hann meldaði málið til løg-
regluna, men hann heldur
ikki, at løgreglan gjørdi
nóg mikið fyri at loysa
málið.
Jenis av Rana sigur, at
tað vísti seg, at sms boðini
vórðu send av eini teldu á
einum almennum stovni.
– Tað einasta, sum løg-
reglan gjørdi fyri at finna
útav, hvør sendi teldupost-
in, var at hon spurdi stovns-
leiðsluna um hon kendi
nakað til hendingina. Men
tá ið leiðslan segði, at hon
hevði ongan nøguleika at
finna fram til, sendi sms-
boðini á telduni, legði løg-
reglan málið til viks og
gjørdi ikki meiri við tað.
Løgtingsmaðurin sigur,
at hetta vóru boðini, hann
fekk frá løgregluni.
– Hetta gjørdi løgreglan,
hóast hon visti, hvaðani
boðini vórðu send og at hon
eisini visti upp á minuttin,
nær sms boðini vórðu send.
Illa vard
Jenis av Rana heldur, at
hetta vísur, hvussu illa vard
vit í veruleikanum eru,
hóast vit siga okkum liva í
einum framkomnum sam-
felag.
– Eg má siga, at eg haldi
ikki, at hetta er serliga
sannførandi
løgreglu-
arbeiði og eg skilji ikki løg-
regluarbeiði
av
hesum
slagi. Skal uppkláringar-
arbeiðið verða á síkum
støði, kundi eg akkurát tað
sama sjálvur farið undir
arbeiðið at funnið útav,
hvør tað var.
Løgtingsmaðurin heldur,
at stovnsleiðslan á hesum
almenna stovninum heilt
einfalt átti at fingið álagt at
funnið útav, hvør sendi
sms-boðini og hann hevði
eisini væntað, at løgreglan
fór at leggja størri orku enn
hon gjørdi í royndina at
finna útav, hvør sendarin
var.
– Tað hevur skelkað bæði
meg og alt húskið, at vit
skulu vera so illa vard og eg
haldi, at hetta var sera
jánkasligt av løgregluni.
Jenis av Rana sigur, at
nakað síðani skrivaði hann
aftur til løgregluna og boð-
aði frá síni misnøgd.
Hann heitti eisini á løg-
regluna um at taka málið
uppaftur.
Hetta eru nú nakrir mán-
aðir síðani, men enn hevur
hann onki hoyrt aftur frá
løgregluni.
Hann sigur, at hann alla
tíðina hevur merkt ein ill-
vilja frá løgregluni at kanna
málið.
– Tá ið postkassin varð
sprongdur í luftina var løg-
reglan einki fyri at kanna
málið yvirhøvur. Tað var
ikki fyrrenn fjølmiðlarnir
umrøddu hendingina, at
kanningar vórðu settar í
verk, sigur Jenis av Rana.
Hann sigur eisini, at eftir
hansara tykki hevur løg-
reglan gjørt alt ov lítið fyri
at fáa greiði á málinum og
fyri at finna tann, sum
sendi drápsháttanina.
Og hann leggur afturat, at
hann tískil rætt og slætt
hevur mist alt álitið á
løgregluni.
– Fyri meg var hetta alt
annað enn skemt, tí hetta
var ein beinleiðis dráps-
hóttan ímóti mær og øllum
mínum húski og tað taki eg
í størsta álvara.
– Og tað ber ikki til í
einum framkomnum sam-
felag, at tað skal kunna fara
aftur við borðinum so lætt.
Hann leggur kortini afturat,
at síðani málið kom alment
fram í fjølmiðlunum har tað
varð upplýst, at løgreglan
arbeiddi við málinum, hev-
ur verið friður.
Tað eydnaðist ikki at fáa
eina viðmerking frá løg-
regluni, áðrenn blaðið fór
til prentingar.
Guðrun Sólja Jacob-
sen streyk inn sum
nummar 2 á almenna
danska hitlistanum
hesa vikuna. Eisini
grønlendska Julie
liggur ovarliga, og
hetta fær Ekstra-
blaðið at skriva, at
kolonipoppur er
sakin
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Nú er nýggja fløgan hjá
Guðrun Sólju Jacobsen
komin á almenna danska
hitlistan fyri fløguútgávur.
Hesa
vikuna
streyk
»Quiet Storm« beinleiðis
inn sum nummar 2 á listan-
um, sum samtakið fyri
plátufeløg, IFPI, og AC
Nielsen AIM gera. Listin
byggir á plátusøluna á
danska marknaðinum.
Fleiri høvdu roknað við,
at Guðrun longu fyrstu vik-
una fór at leggja seg á
ovasta plássið, men hon
mátti lúta fyri rockbólkin-
um Big Fat Snake, sum sit-
ur omaná øllum hinum hesa
vikuna.
Kolonipoppur
Ummælararnir á donsku
bløðunum hava ikki givið
fløguni hjá Guðruni nakað
serligt skoðsmál, men hetta
hevur ikki forðað dønum í
at keypa túsundtals fløgur
hjá henni.
Nú koyrir eisini ein sjón-
varpslýsing á donskum rás-
um, og tað fer uttan iva at
hava við sær góða sølu.
Danska
Ekstrablaðið
skrivaði í vikuni, at tað eru
tær fyrrverandi donsku
koloniirnar, sum herseta
toppin á danska tónatindin-
um í hesum døgum.
Umframt Guðrun hevur
grønlendska Julie, sum var
við í PopStars kappingini,
leingi ligið ovarliga á
danska hitlistanum. Hon
hevur verið nummar 1, men
er í løtuni nummar 5.
Avkastið
– Kolonipoppur er sakin,
skrivar Ekstrablaðið í ein-
um skemtandi tóna, men
blaðið heldur, at tað er
einki eksotiskt ella serligt
við
tónleikinum
hjá
Guðrun og Julie.
– Tað er popptónleikur í
meturmáli, og tað tykist,
sum hann er gjørdur út frá
eini atkvøðugreiðslu mill-
um partaeigararnar í plátu-
felagnum við størst møgu-
liga avkastinum fyri minst
møguliga avrik fyri eyga,
skrivar Ekstrablaðið.
Tað er ikki bert í Dan-
mark, at Guðrun hevur
góða sølu, tí í Føroyum
fóru eini 1000 eintøk av
fløguni um handilsdiskin
fyrstu vikuna.
Kolonipoppur á toppinum
Løgreglan tók ikki drápshóttan
ímóti løgtingsmanni í álvara
– Eg skilji ikki løgregluarbeiði avhesum slagnum, tí talan var um eina beinleiðis drápshóttan
ímóti mær og øllum mínum húski, sigur Jenis av Rana, løgtingsmaður
C
M
Y
K
5
4