Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. august 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 161 - 28. august 2003 Nr. 161 - 28. august 2003 7 Øll ynskja eina dag- føring av lógini, ið loysir trætur á ar- beiðsmarknaðinum. Kortini kunnu part- arnar ikki semjast um, hvussu nýggja lógin skal síggja út. Stóri spurningurin er um tað ikki er neyðugt við eini hugburðsbroyting hjá báðum pørtunum á arbeiðsmarkn- aðinum, um dag- føringin skal gerast veruleiki SAMANUMTIKIÐ Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Tað tykist nærum ógjørligt at finna eina semju um seming á arbeiðsmarknað- artrætum millum fakfeløg- ini á aðrari síðuni og pol- itiska myndugleikan og arbeiðsgevaran á hinari síðuni. Hóast báðir partar ynskja broytingar á økinum, megna partarnir ikki at koma til eina felagsloysn, so tann alt avgerandi semj- an millum fakfeløgini og arbeiðsgevararnir kann fáast undir land. Júst semjan millum part- arnar á arbeiðsmarknað- inum um loysn á trætum á arbeiðsmarknaðinum tykist vera einasti møguleikin fyri, at vit fáa ein dagførd- an føroyskan arbeiðs- marknað, sum er fult á hædd við aðrar arbeiðs- marknaðir. Politiski myndugleikin í Føroyum hevur fleiri ferðir roynt at fingið partarnar at semjast um eitt nýtt upp- skot, men tað kann tykjast sum, at báðir partar hava valt at grava seg niður í skotgrøvurnar, og geva hin- um partinum skuldina av, at eingin semja finnist. Fleiri bólkar og nevndir - umboðað av báðum pørtum á arbeiðsmarknaðinum hava arbeitt við at snikka eitt uppskot til, men summa sumarum er, at eingin semja er funnin, tí hvørgin partur vil geva seg. Henda støðan hevði so við sær, at landsstýrismað- urin í vinnumálum sjálvur gjørdi eitt uppskot til hoyr- ingar hjá pørtunum um seming á arbeiðsmarknað- artrætum, men heldur ikki hetta uppskotið kunnu part- arnir semjast. Stóra stríðsmálið hesu- ferð hevur verið, hvørt landsstýrismaðurin kann loyva sær at lóggeva á økin- um, uttan at fakfeløgini eru samd um uppskotið. Hetta stríðsmál hevur nú eisini sett kílar í samgonguar- beiðið, og sum støðan er í løtuni, er tað bara Fólka- flokkurin, ið tekur undir við uppskotinum hjá Bjarna Djurholm. Samanumtikið siga allir partar til dagføring á økin- um, men at taka undir við eini semju, allir partar kunnu taka undir, verður heldur torførari. Skal hesin stóri knútur loysast, so krevst, at partarnir koma úr skotgrøvunum og byrja at lurta og lora á summum økjum, so tann avgerandi semjan kann finnast. Tvíhalda um sítt Tá tosað verður um trætur á arbeiðsmarknaðinum, verður skilt millum tvey sløg av trætum. Býtt verður ímillum áhugamálstrætur og rættartrætur. Áhuga- málstrætur fevna vanliga um tulkingar av sáttmálum, um hvørjar reglur skulu vera galdandi á nýggjum arbeiðsøkjum og annað. Rættartrætur snúgva seg um beinleiðis sáttmálabrot. Til áhugamálstrætur hevur gerðarrættur verið mest nýtta amboðið, meðan rætt- artræturnar verða loystar í einum arbeiðsrætti ella dómstóli. Í Føroyum hava vit havt gerðarrætt til at loysa áhugamálstrætur, og fútarætturin til at loysa sáttmálatræturnar. Nýggja uppskotið hjá Bjarna Djurholm leggur upp til, at ein stovnur, sum verður kallaður fasti gerðarrætturin, bæði skal taka sær av áhugamálstræt- um og sáttmálabroti. Ein kann tí kalla nýggja stovnin eina samanrenning av ar- beiðsrætti og gerðarrætti. Ein av grundgevingunum hjá landsstýrismanninum fyri uppskotinum hevur verið, at tað ber ikki, at vit í Føroyum framvegis hava so óskipað viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum, tí sammett við okkara grannalond, eru vit eftir- dyggiliga eftirbátar, tá tað kemur til eitt rættarkerv til loysa trætur og stríðsmál á arbeiðsmarknaðinum Føroysku fakfeløgini við Føroya Arbeiðarafelag og Starvsmannafelagnum á odda hava gjørt Bjarna Djurholm greitt, at tey vilja ikki síggja nakað til ein fastan gerðarrættin, tí stovnurin skerjir teirra rættindi. Tey eru eisini bangin um, at ein fastur gerðarrættur vil hjálpa áhugamálunum hjá ar- beiðsgevarunum og harvið arbeiða ímóti fakfeløg- unum. Grundgevingin hjá arbeiðsgevarunum hevur hinvegin verið, at ein arbeiðsrættur tekur skjótar og greiðar avgerðir, og tí slepst undan longri ósemjum, sum vanliga eru sera kostnaðarmiklar fyri samfelagið. Grund- gevingarnar fyri og ímóti eru ikki nógv broyttar seinastu árini, og og tað er bert ein staðfesting av, at hvørgin parturin vil boyggja seg. Úrslitið verður tí tað, sum eingin ynskir, at hildið verður fast við gomlu lógina, sum allir partar ynskja eina dagføring av. Spurningurin er so, hvussu ein so kemur víðari frá gomlu ósemjuni, sum báðir partar vita ikki førir til nakað úrslit. Hóast Bjarni Djurholm sigur seg ætla at arbeiða víðari við málinum, sjálvt um hann fær dygga mótstøðu, so er væntandi, at hann verður noyddur at byrja av nýggj- um. Stór ábyrgd Í samrøðu við Sosialin segði ein løgfrøðingur hjá LO, at hann fekk seg ikki til at trúgva, at politikkarnir í Føroyum kundu trýsta nak- að yvir høvdið á pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, har tann eini parturin ikki vildi góðtaka uppskotið, tí hug- skotið aftanfyri sjálvan arbeiðsmarknaðin er júst bygt á semju. Einasta loysn í løtuni tykist verða, at landsstýris- maðurin tekur uppskotið aftur, og gevur pørtunum á arbeiðsmarknaðinum ein síðsta møguleika at finna til semju. Verður tað gongdin í málinum, hvílir ein ómeta- lig stór ábyrgd á herðunum hjá báðum pørtum. Fakfeløgini trúgva fram- vegis, at tað ber til at finna eina semju, men arbeiðs- gevararnir eru meira dapur- skygdir. Teir seta seg kortini ikki ímóti, at gera enn eina roynd at finna eina loysn saman við fakfeløg- unum, hóast teir helst ynskja eina lóggeving á økinum. Men tað krevur eina hug- burðsbroyting hjá báðum pørtum at finna eina loysn, tí verður farið undir at finna semju við gamla agginum í skjáttuni, endar aftur úrslitaleyst. Á hvørjum økjum part- arnir verða noyddir at lora fyri at finna eina felags- semju er ilt at siga, men hugsast kann, at serliga verður verkfalsrætturin stóra stríðsmálið, tí skal hann gevast upp, so skulu arbeiðarafeløgini hava nakað afturfyri, og spurn- ingur er um tað yvirhøvur fer at lata seg gera. Ongin semja um seming Framvegis er eingin semja um seming. Hóast báðir partar ynskja broytingar á økinum, megna partarnir á arbeiðsmarknaðinum ikki at koma til eina felagsloysn. Mynd: Savnsmynd Vagn vil røkja gravstaðir – Tað eru nógv vøkur gravstøð kring land- ið, men tað eru eisini nógv, sum als ikki verða hildin, sigur Vagn Jákupsson í Geil, sum nú bjóðar sær til at røkja grav- staðir fyri fólk GRAVSTAÐIR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tað hevur verið vanligt í Føroyum, at fólk sjálvi røkja gravstaðirnir, sum hoyra til familjuna, men nú verður møguligt at fáa Vagn Jákupsson í Geil at gera hetta. Hann tekur nú stig til eina nýggja tænastu, sum hann kallar Gravstaðarrøkt- in, og í stuttum kann sigast, at hann bjóðar sær til at halda gravstaðir fyri fólk. – Eg havi hugsað um hetta í eina tíð, men eg havi ivast eitt sindur í, um eg skuldi fara undir hetta, tí gravstaðir er nakað sera persónligt, sigur hann. – Men eg haldi, at tað er tørvur á hesi tænastu, tí hóast tað eru nógv vøkur gravstað kring landið, so eru tað eisini nógv, sum als ikki verða hildin. Árlig tænasta Vagn í Geil býr á Argjum, men hann hevur í fyrstu syftu ikki sett nakað mark fyri, hvussu langt hann fer at reika. – Eg vænti, at tað verður nógv at gera, og um tørvur- in er stóru í høvuðsstaðn- um, so er tað er spurningur, hvussu nógv eg fái stundir til at fara aðrastaðni, sigur hann. Vagn ætlar at bjóða fólki eina røkt av gravstaði, sum umfatar fýra vitjanir um árið. Hendan tænastan fer at koasta 1500 krónur. Hann bjóðar eisini aðrar tænastur, sum at planta blómur til serligar tíðir, reinsa gravsteinar og annað. – Øll fólk hava kanska ikki stundir til at passa gravstaðirnar so væl, og tað finnast eisini føroyingar uttanlands, sum ikki hava møguleikan til tað, men nú kann eg gera tað fyri tey. – Øll fólk hava kanska ikki stundir til at passa gravstað- irnar so væl, og tað finnast eisini føroyingar uttanlands, sum ikki hava møguleikan til tað, men nú kann eg gera tað fyri tey, sigur Vagn Jákupsson í Geil Tjóðveldisflokkurin fer at útneva Annitu á Fríðriksmørk til landsstýriskvinnu við mentamálum, siga álítandi keldur í Tjóð- veldisflokkinum. Høgni Hoydal, for- maður í flokkinum, vil kortini ikki vátta tíðindini og vil vera við, at endaliga avgerðin ikki er tikin ÚTNEVNING Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo So skuldi tað verið púra vist. Annita á Fríðriksmørk verður nýggj landsstýris- kvinna við mentamálum fyri Tjóðveldisflokkin. Tað tók tingmanningin hjá Tjóðveldisflokkinum av- gerð um á fundi týskvøldi. Sambært upplýsingum hjá Sosialinum hevði Høgni Hoydal floksfor- maður, trý uppskot til nýggjan landsstýrismann at leggja fyri tingmanningina. Tey vóru Annita á Fríðriks- mørk, Hergeir Nielsen og Jógvan Durhuus. Hesi vóru vald út av einum lista við níggju uppskotum. For- maður mælti sjálvur ting- bólkinum til at velja Annitu á Fríðriksmørk á fundinum. Tingmanningin tók av- gerðina uttan atkvøðugr- eiðslu, men greiður meiriluti er fyri Annitu. Avgerðin verður neyvan kunngjørd fyrr enn í næstu viku skilst, men broytist avgerðin er talan um reint myttarí móti formanninum og floksleiðsluni. Høgni Hoydal vildi kortini ikki vátta tíðindini, tá vit spurdu hann á døg- urða týsdagin. – Eg hevði ikki torað at skriva tað, hevði eg verið tú, tí avgerðin er ikki tikin enn. Eingin endalig avgerð er tikin, so eg kann hvørki vátta ella avsanna tað, tú sigur. Tingbólkurin skuldi fyrsta avklárað nøkur ting, og fyrr enn tað er gjørt, er eingin avgerðin tikin, sigur Høgni Hoydal. Triðja kvinnan Høvuðspersónin sjálvan, Annitu á Fríðriksmørk, fingu vit ikki fatur á, áðr- enn blaðið fór til prent- ingar. Annita á Fríðriks- mørk er lærari og umboðar Tjóðveldisflokkin í løg- tinginum, har hon eitt nú er forkvinna í mentanar- nevndini. Annita Fríðriksmørk er triðja kvinnan, sum kemur í landsstýrið fyri Tjóðveldis- flokkin. Áður hava Jóngerð Purkhús og Annlis Bjark- hamar umboðað flokkin í landsstýrinum. Afturat teimum hava bara tríggjar kvinnur sitið í landsstýrinum. Marita Pet- ersen, sum eisini var løg- maður, hevur umboðað Javnaðarflokkin, Helena Dam á Neystabø sat fyri Sjálvstýrisflokkin og Karo- lina Petersen var lands- stýriskvinna fyri Fram- sóknarflokkin. Ringt tannabit Tað var kortini ikki bara við góðum tannabiti, at ting- manningin í Suður- streymoy tók undir við at seta Annitu á Fríðriksmørk í starv. Tað kemst av pol- itiska spælinum, sum altíð er við slík høvi. Valið av Annitu merkir nevniliga, at tann rebelski Finnur Helmsdal kemur aftur á ting. Eitt er, at hann kann gerast maðurin, sum forðar uppskotum at verða samtykt, tí meirilutin hjá samgonguni er so tapur. Eitt annað er, at dysturin um tingsessirnar í Suður- streymoy er so harður, og tí viknar støðan hjá sitandi tingmonnum, um Finnur Helmsdal kemur á ting og fær spælt upp á sítt sosiala streingjaføri. Finnur Helmsdal er leiðari á Føroya Barnaheimi. Annita verður landsstýriskvinna Annita á Fríðriksmørk skal vera landsstýriskvinna, hevur tingmanningin hjá Tjóðveldisflokkinum gjørt av BLÁBÓK Annita á Fríðriksmørk Foreldur: Simona og Henry Frederiksberg. Maður: Páll Olsen sonur Brynhild og Eliesar Olsen Útbúgving: Fólkaskúlalærari, útbúgvin 1992 á Føroya Læraraskúla. Yrki: Lærari. August 1992 til juli 1994 í Stranda skúla. Januar 1995 til juli 1995 í Keypmannahavn. August 1995 til juli 1996 við Ósáskúlan í Klaksvík. Síðan aug- ust 1996 starvssett á Tekniska skúla í Havn. Bygdarráðslimur í Sjóvar kommunu frá 1. januar 1997 til 1. mai 1998. Løgtingsmaður síðan mai 1998. Formaður í mentanar- nevndini og limur í eftirlit við varðhaldsfangum Kelda: www.logting.fo C M Y K 7 6