hósdagur 28. august 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 161 - 28. august 2003
Nr. 161 - 28. august 2003
9
- Fyri einum góðum
ári síðani spurdu vit
okkum fyri um
møguleikan at skipa
fyri frítíðarfisking í
Føroyum, og vit
fegnast um, at hetta í
dag er veruleiki, sigur
Betty Sennov, annar
eigarin av skipinum
Arctic Janus, sum í
samráð við Ferðaráð
Føroya er farin undir
royndartúrar í Føroy-
um við frítíðarfisk-
arum úr Týsklandi
FERÐAVINNA
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Týsdagin kl. 15 var tíðinda-
fundur umborð á skipinum
Arctic Janus, sum í fram-
tíðini skal sigla á føroysk-
um havleiðum við frítíðar-
fiskarum.
Tað eru tey bæði Betty
Sennov úr Danmark og
Wolfgang úr Týsklandi,
sum eiga Arctic Janus, og
sum síðani oktober 2002
hava arbeitt við verkætlan-
ini við frítíðarfisking undir
Føroyum. Tey hava fyrr
siglt við frítíðarfiskarum í
donskum farvatni.
Fitt av fólki var komið
saman niðri á Bursatanga
týsdagin, har Heri Nicla-
sen, stjóri á Ferðaráði
Føroya, legði fyri at lýsa
gongdina frá oktober í fjør,
tá eigarararnir settu seg í
samband
við
Ferðaráð
Føroya um ætlanir sínar at
koma
inn
á
føroyska
marknaðinum
við
frítíðarfisking.
Framgongd fyri
ferðavinnuna
- Hóast vit hava roynt at
marknaðarføra
Føroyar
sum eitt frítíðarfiskistað
burturav, hevur hetta ikki
hilnast serliga væl higartil.
Tískil er talan í dag um eitt
framstig
fyri
føroysku
ferðavinnuna, segði ein
vælnøgdur Heri Niclasen,
stjóri á Ferðaráði Føroya.
Víðari vísti hann á, at
talan hevur verið um eitt
drúgt arbeiði, men at úrslit-
ið í dag ikki kundi verið
betri.
-
Trygdarviðurskifti,
fiskiloyvi, komfortur o.a. er
í lagi, og tey krøv, Fiski-
málaráðið hevur sett, verða
eisini gingin á møti í hesi
verkætlan, vísti Heri Nicla-
sen á. Hesar treytir eru m.a.
rapportering um knøtt-
støðu, frágreiðing um túr-
arnar og at treytirnar um
vinnuligan fiskiskap verða
hildnar.
Heri Niclasen heldur, at
marknaðurin fyri frítíðar-
fisking er stórur, og at ein
ein ávísur partur av markn-
aðinum longu er fingin í
lag.
- Við tað, at marknaðurin
er so stórur, meti eg ikki, at
Arctic Janus kemur at
kappast við føroyskt virk-
semi av hesum slag, t.d.
Norðlýsi. Tvørturímóti set-
ir hetta ferð á nýhugsan í
føroysku
ferðavinnuni,
vísir stjórin á.
Heri leggur afturat, at
hugskotið frá útlendsku
eigarunum fóru til hoyring-
ar hjá fólki í vinnuni í Før-
oyum, og breið semja var
um, at verkætlanin var
mennandi og góð, og at
Betty Sennov og Wolfgang
skuldu hava grønt ljós at
fara undir at hýsa frítíðar-
fisking í Føroyum.
- Hetta hevur ikki kostað
eitt oyra fyri føroyska
ferðavinnu, og tey komu
við einum lidnum konsepti
og einum marknaði framm-
anundan, vísir Heri væl-
nøgdur á.
Frítíðarfiskimenn
hugtiknir
Fyrsti royndartúrurin hjá
frítíðarfiskimonnunum um-
borð á Arctic Janus var
mánadagin, og síðani verð-
ur hildið fram til Arctic
Janus fer til Danmarkar 6.
september.
Í løtuni eru sjey týskir
frítíðarfiskarar umborð, og
sambært Betty Sennov eru
teir sera væl nøgdir við um-
støðurnar og túrarnar í Før-
oyum.
- Nógvir fyrispurningar
hava verið ymsastaðni frá
um hesar túrar, og áhugin
tykist avgjørt vera til staðar
at frítíðarfiska undir Føroy-
um, sigur Betty Sennov.
Danski eigarin á Arctic
Janus leggur afturat, at tveir
oddamenn fyri frítíðarfisk-
ing í Týsklandi eru umborð,
og at teir lata sera væl at
umstøðunum við kalda,
fríska sjónum og vøkru
náttúruni.
Umframt týskarar hava
hálendingar og onglending-
ar eisini sýnt frítíðarfisking
undir Føroyum áhuga, og
tískil eru útlitini góð fyri, at
Arctic Janus verður ein
attraktiv uppliving fyri
ferðafólk og harvið eitt
framstig á føroyska ferða-
vinnuøkinum.
Betty Sennov sigur, at
túrarnir á hesum sinni bert
eru í lokalum farvatni mill-
um oyggjarnar, uttan at far-
ið verður longri túrar út á
bankarnar.
Samskipa við øðrum
fyritøkum
Saman við Ferðaráði Før-
oya og Fiskimálaráðnum
eru fleiri onnur ferðavinnu-
feløg við í verkætlanini.
Smyril Line, Atlantsflog,
Maersk Air, Green Gale og
Flogfelag Føroya fara øll at
skipa fyri fiskitilboðum.
- Ætlanin er at kunna
bjóða út lidnar frítíðarfiski-
pakkar til ferðafólk, har
gistingarhús og útferðartil-
boð eisini eru íroknað, so
flestu partar í føroysku
ferðavinnuni fáa ágóðan,
sigur stjórin á Ferðaráði
Føroya, Heri Niclasen.
Stuttleikafisking
eisini á landi
Umframt Norðlýsi, smábát-
ar og nú Arctic Janus hevur
Ferðaráð
Føroya
eisini
ynski um, at stuttleikafisk-
ing á landi verður virkin.
- Herfyri var grein í Sosi-
alinum um eysturríkskan
frítíðarfiskimann, sum helt
Føroyar vera millum bestu
londini í heiminum til stutt-
leikafisking á landi, og
henda møguleikan eiga vit
at nýta, vísir Heri á.
Ein av teimum báðum
eigarunum á Arctic Janus,
Betty Sennov, vísir eisini á
henda møguleika.
- Hóast vit við Arctic
Janus sjálvsagt fyrst og
fremst hugsa um havfisk-
arí, eru umstøðurnar av-
gjørt til staðar at bjóða
ferðafólk til vøtnini kring
Føroyar, og henda møgu-
leikan eiga vit at gera okk-
um dælt av, sigur Betty
Sennov at enda, sum saman
við týskaranum Wolfgang
fer at sigla við frítíðarfisk-
arum undir Føroyum kom-
andi dagarnar.
Arctic Janus er bygdur í
Skagen í 1974 fyri danska
Fyr- og vågevæsenet, og
síðani varð hann keyptur og
lutvíst umbygdur av eigar-
unum, Betty Sennov og
Wolfgang, sum fara til
Danmarkar 6. september.
Ætlanin er síðani at koma
aftur næsta summar og
hýsa stuttleikafiskimonn-
um í 2-3 mánaðir.
Ferð á frítíðarfisking í Føroyum
Á tíðindafundi týsdagin umborð á Arctic Janus helt stjórin á
Ferðaráði Føroya, Heri Niclasen, røðu, og vísti hann m.a. á
møguleikan at marknaðaføra Føroyar sum eitt frítíðarfiskistað
burturav
- Vit vendu okkum til Ferðaráð Føroya fyri skjótt einum ári síðani um loyvi at skipa fyri frítíðarfiskitúrum í Føroyum, og vit eru ógvuliga glað fyri, at ætlanin nú
er veruleiki, sigur Betty Sennov, annar eigari av Arctic Janus
Rættiliga fitt av fólki var komið saman umborð á Arctic Janus
týsdagin. Uttast til høgru takkar eigarin av skipinum, Betty
Sennov, Ferðaráðið Føroya fyri samstarvi
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Tað grunaði tú ikki, tá
Marita og Mortan høvdu
gullbrúdleyp 2. august –
nú knappan mánað seinni,
leygardagin 23. august,
var teinurin hjá Mortani
rógvin.
Henda
virkna
mannavera er ikki meira
okkara millum. Ein teirra
tú altíð frøddist at sam-
skifta við.
Henda dagin tók hann
sær heldur ikki av løttum,
hóast okkurt var til bága, tí
nú hevði hann eisini mest-
sum bast hvørjum strá –
tíma seinni var eisini
Argjamaður var Mortan,
føddur 26. juli í 1926,
mamman Hanna hjá Linu
av Argjum og pápin Jacob
Pauli Joensen av Norð-
skála,
Norðskála-Palli
nevndur.
Mortan vaks upp í tíðar-
skeiði, tá Argir var bygd í
orðsins sanna týdningi.
Húsini vóru tá fá á Argj-
um, kúgv, høsn og annar
fenaður í hvørjum húsi,
pápin
skipsfiskimaður.
Tey sum heima vóru tóku
sær av tí, sum gerast
skuldi,
umframt
torv-
skurð, fáa torvið til sættis,
grasið sláast, turkast og
fáast til høldar – kúgvin
kravdi sítt. Mortan vaks
upp í hesi tíðini, og saman
við mammuni tók hann
sítt tørn, systkin hevði
hann eingi.
Skúlagongdina
fekk
Mortan í Havn, á Argjum
var eingin skúli tá, børnini
fóru hvønn dag til Havnar
í skúla.
Tá skúlin var av, fór
Mortan at arbeiða burtur-
av. Fyrsta arbeiði mundi
vera hjá eingilskmonn-
unum, teir høvdu tá her-
sett Føroyar. Mortan var
uppií, tá bretar bygdu sín-
ar búðir, eisini tornið við
heimsins enda, har uppi á
hamrinum á Boðanesleið-
ini, var hann uppií at
stoypa.
Leygardagin 2. august
varð skrivað í blaðnum um
gullbrúdleypið hjá Maritu
og Mortani, og har varð
sagt frá 77 ára langa lívs-
skeiði hansara.
Tað verður sagt um
Mortan, at hann var eitt ar-
beiðsgrev og góður sam-
starvsfelagi, hann gavst
ongantíð á hondum, hevði
nógv jørn í eldinum – og
honum líkt var hann eisini
mitt í sínum arbeiði, tá ið
hondin, ið øllum stýrir,
beyð honum at gevast.
Vit drýpa høvur og lýsa
frið yvir eina sermerkita
og sterka menniskju, ið
altíð var til reiðar at veita
hjálpandi hondina – og vit
sýna okkara samkendslu
við Maritu, dreingjunum
og øllum tykkara.
jl
Dagurin
28. august. Augustinus, deyður í 430. Føddur í Tagaste í Norðurafriku. Eftir mongum ymiskum vegum gjørdist hann
kristin og endaði sum biskupur í Hippo eisini í Norðurafriku. Hann doyði, tá ið vandalakongurin Geiserik kringsetti
staðin. Augustin var mætasti kirkjulærarin í fornkirkjuni og hevði tær komandi øldirnar mikla ávirkan á kristna
heimspeki og guðfrøði. Augustin, Ambrosius,Gregorius og Hieronymus verða taldir sum kirkjufedrar í katólsku
kirkjuni vestanfyri.
Aggusteinus er eitt føroyska navn.
Navnið Augustus er latínskt og merkir hin hátt upphevjaði.
Týsnáttina andaðist Dag-
bjartur Johansen í Havn
bert 56 ára gamal. Hann
var føddur 25 august
1947, sonur Doru f.
Gregersen,
ættað
úr
Syðrugøtu
og
Elias
Johansen, Elias hjá Olafi
úr Havn.
Dagbjartur átti tríggjar
brøður, Bjarna, Oddur og
tvíburðabeiggjan, Olaf.
Í 1968 giftist hann
Elmu Háberg og fingu
tey
børnini,
Katrin,
Dóru, Pætur og Elin.
Hugurin hjá Dagbjarti
stóð til sjógvin, og í bún-
um aldri fór hann at lesa
til skipsførara. Eftir eitt
skifti at hava siglt við
fiskiskipi, fór hann í
starv hjá A.P Møller.
Men sjúka steðgaði hon-
um í hesum yrki, og hann
mátti gevast at sigla.
Hóast sjúkan gjørdi, at
Dagbjartur í bestu árum
mátti gevast at arbeiða,
so mistið hann ikki mótið
kortini, men hevði ein
ótroyttiligan lívsvilja.
Bert fáar tímar fyri, at
hann mátti leggja frá sær
og lúta fyri sjúkuni,
skemtaði hann við tey,
sum vóru komin at heilsa
honum
á
føð-
ingardegnum.
Dagbjartur hevði sett
sítt álit á Harran, og
hansara
kæru
kunnu
gleðast um vónina, at ein
dag síggjast tey aftur.
rs
Siri Eysturoy 50 ár
Í dag, 28. august, fyllir Siri
Eysturoy í Havn 50 ár. Siri
er fødd og uppvaksin í
Havn. Foreldrini vóru Ingi-
bjørg, f. Thomasen, ættað
úr Kvívík, og Schønning
Eysturoy úr Havn.
Siri er útbúgvin apoteks-
assistentur og arbeiddi á
Tjaldurs Apoteki í umleið
15 ár. Hon er ein sjálvstøð-
ugur og arbeiðssamur per-
sónur. Í fleiri ár hevði hon
útleiging av hátrýstsspular-
um um hendur. Fyri 19 ár-
um síðan stovnaði hon sína
egnu fyritøku, Siri, ið er ein
serhandil innan heilsu og
sjúkrarøkt. Handilin varð
fyrstu tíðina í J.C. Svabos-
gøtu og flutti seinni í Dr.
Jacobsensgøtu, har hann
heldur til í dag.
Siri hevur verið virkin í
Miðbýarfelagnum í Havn,
og hevur hon saman við
øðrum skipað fyri móta-
sýningum o.l. Eisini skipar
hon fyri dansiskeiðum í
Tangodansi.
Siri eigur fýra børn, tey
eru: Freddy, Terji, Malan og
Trina.
Sverri Jacobsen 70
Týsdagin 26. august fylti
Sverri Jacobsen á Tvøroyri
70 ár. Hann varð føddur á
Nesi í Vági, sonur Kristinu,
f. Zachariassen úr Hesti, og
Jóan Petur Jacobsen av
Nesi.
Hann tók læraraprógv í
Havn í 1956 og var í eitt ár
lærari í Øravík og Øravík-
arlíð. Síðani var hann lær-
ari á Tvøroyri til 1995.
Hann var á skeið á Dan-
marks Lærerhøjskole 1968-
69 og 1976-77, serliga í
støddfrøði og alis- og evna-
frøði. Hann hevur havt ym-
isk kommunal álitisstørv á
Tvøroyri.
Sverri giftist við Kristinu
Magnussen úr Kvívík.
Dagbjartur
Johansen farin
Mortan á Argjum farin
C
M
Y
K
9
8