Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. august 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 161 - 28. august 2003 Nr. 161 - 28. august 2003 11 Fyri stuttum kunngjørdi samgongan, at nú vóru allir trupulleikar beindir burtur. Alt andaði av sátt og semju á Ólavsøku, og samgongan hevði framm- anundan proklamerað, at frá nú av fóru allar ósemjur at verða greiddar innanhýsis. Men Ólav- søka og Jógvan S vóru ikki meira enn farin aftur um bak, so varð aftur eldur í skálanum. Bjarni Djurholm, vinnumálaráðharri, leggur út við einum uppskoti um djúptøknar broytingar á arbeiðs- marknaðinum. Uppskotið er heilt í tráð við tað, sum samgongan áður hevur fráboðað í samgongu- skjalinum og sum fyrr í summar var borið fram í oddagrein í Fregnum, sum jú standa Tjóðveldis- flokkinum sera nær: Alt bendir tí á, at samgongan fyri Ólavsøku var púra samd um at gera stórar av- markingar í virkisfrælsið hjá pørtunum á arbeiðs- marknaðinum. Men so er knappliga vent í holuni. Hóast vinnu- málaráðharrin kann skjalprógva, at honum er litið upp í hendurnar at gera uppskot til hesar broyting- ar, venda hinir samgonguflokkarnir honum við eitt bakið. Teir hava fingið kaldar føtur. Serstakliga Tjóðveldisflokkurin vil nú als ikki kennast við uppskotið um broytingar á arbeiðsmarknaðinum, hóast tað kann skjalprógvast, at øll samgongan hevur tikið undir við uppskotinum á landsstýris- fundi. Hartil kemur er, at varaløgmaður nú heldur fast við, at vinnumálaráðharrin ongantíð hevur fingið grønt ljós fyri sínum uppskoti um fastan gerðarætt og avmarkingar í verkfalsrættinum. Vinnumálaráðharrin í sínum lagi heldur rimmarfast við, at hann frá samgonguni hevur fingið undir- tøku fyri sínum arbeiðsmarknaðarpolitikki. Hon- um til hjálpar kemur sjálvur løgmaður og sigur við útvarpið, at Bjarni Djurholm sigur satt, alt meðan varaløgmaður sigur ósatt! Samstundis skundar hann sær at vissa okkum um, at hetta er ikki so álvarsamt, sum tað ljóðar. Hvat er hetta fyri nakað? Antin sigur vinnumálaráðharrin ósatt, ella sigur varaløgmaður ósatt. Báðir kunnu í hesum føri ikki siga satt. Hvussu so er og ikki, so heldur eljustríðið í sam- gonguni fram, men samstundis er einki at ivast í, at sjálv samgongan eisini heldur fram til tann beiska enda. Hóast hetta eljusstríð er tað meira sum bind- ur, enn sum skilur. Bindarin er maktin! Hartil kem- ur so sum ein hentur síðuvinningur hetta, at klandrið og orðadráttirnir tryggja, at veljarin ikki verður at síggja samgonguna sum ein stóran polit- iskan klump, har eingin munur er á flokkum og hugsjónum. Tað er jú mikið praktiskt, men um hetta gagnar fólkaræði, landi og fólki er ein stórur spurningur. Livst so spyrst. DAGSINS MEINING Sosialurin Eljustríð VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Heri Mohr »(_) Í mínum seinasta brævi til tín skrivaði eg, at Frida í Sløttumørk hevur fingið sjeik. Frida og Ásmundur hava nú vitjað meg. Seinasta leygarkvøld bankaði upp á dyrnar, og tá ið eg rópti »komið innar«, vóru tað tey bæði, sum komu at vitja. Í hondini hevði Frida nýbak- aðar pannukøkur aftur við kaffi, sum hon segði. Eina løtu seinri bankaði aftur uppá, og hesa ferðina var tað Pætur, so tú kanst ætla, at vit høvdu eitt hugnaligt kvøld. Eg haldi, at Ásmundur er ein vakur maður. Dámligur og siðiligur í medferð og prátingarlagi. Nakar ung- lingi er hann ikki. Ilt at siga, kanska gingið barna- skúlan, tá Frida fekk navn framman fyri Harrans alt- ari. Vit sótu um borðið við kaffi og pannukøkum til langt út á náttina. Skemt og prát. Slit kom ikki í, fyrr enn sagt varð góða nátt, og hvør fór til sítt. Ásmundur og Pætur vóru samdir um at fara undir rættiliga stóru umvælingina av húsinum hjá Fridu. Hesum greiddi eg tær frá í mínum seinasta brævi. Húsið skal setast í stand bæði uttan og innan. Teir báðir gjørdu tekningar, metingar um tilfar og kostnað, og nær arbeiðið skal verða liðugt. Av tí at takið er sera illa farið, vóru teir og Frida samd um at loysa flag úr hennara trøð, og har flagið varð fingið, skulu veltast epli, røtur og rabarbur. Frida sat so eygaglað og luttók í prátinum: – Frá høvdinum skalt tú hvalin skera og soleiðis eisini í hesum føri. Frá mønuni skulu vit seta húsini í stand. Fyrst skorsteinin, so takið, so kvistin og trimpilin og seinast kjallarin, har fjósið og flórurin, sum ikki hava havt hýsing, síðan eg var smágenta, skulu snøggast og setast í stand meira til áminnis um eina farna tíð, tá vit høvdu kúgv og seinri veðragjóling í kjallaranum, enn til nýtslu Tá ið teirra prát um hús- ini hjá Fridu so líðandi var hæsað av, segði Pætur, sum í eina góða løtu hevði sitið og start seg burtur: – Væl dugir tú at málbera teg, Frida, tær verður lurtað eftir. Jú, satt er tað, at hval- urin skal skerast frá høvd- inum, tað er abc´ið hjá røtt- um grindamonnum, ið skera upp. Hetta elur fram tankan um »teir røttu føroyingar- nar«, sum í fleiri ár hava billað øllum »hinum føroy- ingunum« inn, at nakað av samfelagsins blóðrensli skal drenast og sveivurin lamskerjast, fyri at tað før- oyska likamið kann trívast, mennast og gerast sjálvber- andi. Frida, tú kanst ímynda tær, hvussu skilið hevði verið hjá tær, um slíkir menn skuldu hjálpt tær við at sett tíni hús í stand. Teir høvdu byrjað við at brotið grundina niður og sam- stundis fortalt tær, at tú skuldi fáa eitt betri og sjálvberandi hús. Tá hevði tú skjótt staðið á berum. Pætur tagdi eina løtu: Nú eitt kvøldið, eg rudd- aði burtur órudd og gamlar avísir, varð eg varur við, at í Sosialinum, sum greiddi frá einum flokstingi í Hós- vík fyrst í apríl, og sum tá fekk sinnið í meg, var ann- að áhugavert at lesa, sum eg ikki var varugur við, tá eg las Sjalin einaferð tíð- liga í vár. Nú loysnaði tunguband- ið, og Pætur tosað seg heit- an: – Í hesum sama blaði lesa vit, hvat formaðurin í bú- skaparráðnum á hesum sama tingi greiddi frá um føroyska búskapin. Eg haldi, at okkurt av tí, sum hann sambært blaðnum segði, er skilagott, men har er so annað, sum eg als ikki skilji. Til dømis segði hann, at vit í Føroyum frá 1962 til 1975 brúktu allan blokkin til at keypa fyri – hvørki meira ella minni –, og at vit frá 1975 til 1993 brúktu tað dupulta av blokkinum. Blaðið vil eisini vera við, at frá formanninum fekk fundarfólkið at vita, at síð- an 1993 hava vit bara brúkt 10% av blokkinum. Álvaratos, Ásmundur, er hetta ikki tvætl? Er hetta ikki ørvitistos? Góði Jógvan, sum prátið fór fram, kom rættvísis- og sannleikatrongd í Pæturi til sjóndar, og at eingin ivi er um, at Ásmundur er kønur í roknskapi. Hann dugir óivað at lesa loynidómar í samanseting og sundurlið- ing av tølum. Tá ið Pætur hevði sett Ásmundi spurningin um tvætl, hugsaði hann seg væl um við dámligum og sann- førandi lítillætni. Og mest sum umberandi segði hann, at tá ið hann las tað, sum stóð í blaðnum, skeitti hann í nakrar landskassarokn- skapir, og úr teimum hevði griflað okkurt á ein pappírs- lepa. Pappírslepan, sum hann tók úr einum innara jakkalumma, legði hann á borðið. Í fyrsta lagi er at siga, segði hann, at í tíðini 1962 til 1975 fekk landskassin als ongan blokk úr ríkis- kassanum, so tað mugu vera aðrir pengar, sum »vit í Føroyum hava brúkt at keypa fyri – hvørki meira ella minni«. Í øðrum lagi, segði Ásmundur, at frá 1975 til 1993 var eingin blokkur úr ríkiskassanum komin í landskassan fyrr enn í 1988, so í hesum tíðarskeiði – 1975/87 – (13 ár) kann løgtingið/lands- stýrið ikki hava brúkt nakr- an blokk hvaðna minni tvær ferðir upp í røkur. So eisini í hasum føri kann tað hugsast, at formaðurin hev- ur lisið skeivt uppá. Og í triðja lagi, segði hann, at um tað er beint, at løgtingið/landsstýrið bara hava brúkt 10% av blokk- stuðlinum síðan 1993, so haldi eg, at formaðurin í Búskaparráðnum átti at greitt okkum frá, hvar tær umleið 8 milliardirnar av teimum umleið 9 milliard- unum, sum landskassin fekk úr ríkiskassanum í tíð- ini 1993 til 2002, eru at finna. Kvøldið var so ruddiliga komið í nátt, og vit stóðu uttanfyri. Ikki ein ond. Luftin eitt sindur slagin. Hvør fór til sítt. Tá segði Ásmundur lág- mæltur: Tað, sum ein for- maður í Búskaparráðnum sigur um landsins peninga- viðurskifti, eigur at verða tikið í fullum álvara. Hann er ikki hvør sum helst. Kanska átti blaðmaðurin í hesum føri at vent sær til landsbankastjóran, hann eig- ur at vita, hvar tær umleið 8 óbrúktu milliardirnar eru at finna. Almennan áhuga hevur hetta so avgjørt. Men Jógvan, tað verður spennandi at fylgja við húsasmíðnum hjá Fridu.« Góði Jógvan, hav tað nú so gott og kærar heilsur frá okkum 5. Kona tín Brot úr brævi (X) VIÐMERKINGAR Kaj Leo Johannesen Løgtingslimur Teir Løgtingslimir sum eru valdir at umboða Føroya fólk hava eina ábyrgd og eina skyldu at arbeiða væl og optimalt, útfrá teirra politisku sannføring, hettar eigur at verða ein æra, og ein gleði á okkara høga tingi. Løgtingið ella meirilutin á tingi, skipar samgongu, at virka fyri landsins besta, avleiðingar av hesum er, at tað verður valdur ein løg- maður og eitt landstýri, sum skal útinna í verki, tað sum meirilutin og løgtingið sigur. Havi mist álitið á hesari samgongu, útfrá teirri sannføring at eg ongantíð hevði góðtikið slíkt ar- beiðslag og slíkan destrukt- ivitet, ella máta at loyst trupulleikar uppá, hvørki privat, í vinnulívi ella poli- tikki. Tað er tungt at sita og hyggja at hesum leiki, sum fyrigongur úti í fjølmiðlum, so kann man spyrja um hettar ikki er bert enn ein andstøðupolitikari sum grenj- ar, tað kann gott verða. Hevði ynskt at vit kundu brúkt allar tinglimir á tingi, til eitt tak fyri landsins besta, teir skilamenn og skilakvinnur sum enn eru í Samgongu, og sum ikki kenna kallið at rópa upp í fjølmiðlunum hvønn dag, tit mugu steðagað hesum í stundini, hettar hava vit ikki uppiborið, líkamikið hvat alternativið er. Tit landstýrismenn sum dáma so væl fjølmiðlarnir, vit eru nógv sum eru troytt av at síggja og hoyra tykk- um hvønn dag, lat um ikki annað onkran dag fara burt- ur ímillum, so tit eisini kunnu arbeiða, lat ikki kenslurnar fara avstað við tykkum, brúka vit og skil, tað sum tit ákæra hvønn annan fyri, ikki at gerða. Um tit ikki megnað at hava ábyrgd bert tí sum onkur samgongulimur sig- ur »tað dregur á luftina« so lat okkum fáa eina nýggja samgongu, ella skrivað út nýval, tí fólkið stendur ikki aftanfyri hesa samgonguna longur, tað ber snøgt sagt ikki til, longri vit bíða, størri verður upptakið. So spyrja vit hvussu tað ber til at ungdómurin ikki hevur størri áhuga fyri poli- tikki, hvør kann hava áhuga fyri áhaldandi ákærum um lygnir, sum vit eru áskoðar- ir til dag og dagliga. Hvussu kann andstøðan og føroya fólk taka tykkum fyri fult, tá tit ikki taka hvønn annan fyri fult. Tá vit ikki skilja sub- stansin ella trupuleikan í einumhvørjum máli, so hava Amerikanir eitt sum teir spyrja um, fyri líkasum at skilja poengið, ella trupul- leikan tað er »where is the beef« hvat er tann verðuligi trupulleikin í samgonguni. Tað besta alternativið sum andstøðan sitir við, og sum tit kundu brúkt í løtuni er arbeiðsfriður. Hvat sigur føroya fólk? Marjus Dam løgtingsmaður Hvussu hevði fiskaríið ver- ið, um manningin á brúnni antin snorksvav ella bardist – so ekkoloddini singlaðu ígjøgnum luftina! Ein og hvør føroyingur veit, at onki land kann stýr- ast væl, tá øll orka hjá teim- um, ið stýra landinum verð- ur nýtt til klandur – og at blaka milliardir burtur. Umborð á einum skipið hevði øll manningin á brún- ni verið blakað í land í fyr- stu havn – uttan hýru og hartil við einum endur- gjaldskravi frá reiðarínum. Tað eigur eisini at henda við teimum, ið manna okk- ara Landsstýri ídag. Onki at ivast í. Tí við hasari mann- ingini á brúnni, so er longu enda galið – og tað veit hvørt mansbarn í Føroyum. Skattalætti: Vit minnast øll, at tá nýggja skattaskipanin varð gjørd mitt í 90-unum fingu sjó- menn 15% lægri skatt enn fólk á landi. Fakfelagsfólk hjá fólki á landi vóru sera misnøgd við hesa skipan. Frá politiskari síðu fingu fólk á landi at vita (um eg minnist rætt, frá Annfinn Kallsberg, táverandi fíggjar- málaráðharra), at hesin skattalætti bert var byrjan- in, og at hann innan stutt áramál fór at verða settur í verk fyri allar føroyingar. • Sjómansskatturin skuldi sostatt bert vera fyrsta stig- ið til eina umfatandi lækk- ing av skattinum hjá øllum føroyingum – varð lovað. • Men... men – øll, ið ar- beiða á landi kunnu spyrja, hvat varð av lyftinum um skattalætta uppá 15% til allar føroyingar. • Vit hava havt eina gulltíð í Føroyum seinastu árini, uttan at skatturin er lækk- aður nevnivert. • Orsøkin til at skatturin ikki er lækkaður hjá fólk- um á landi er fyrst og frem- st loysingini fyri at takka. Fleiri skrivstovur til økta umsiting, umframt ein gáva uppá meira enn eina milli- ard frá loysingarfólki til Danmark higartil, vísir hvussu vandamikil loysing- in er. Hvat kunnu vit vanta framyvir um loysingar- politikkurin heldur fram. Jú tað er ikki ringt at meta um. Verri kor hjá føroyingum bæði á sjógvi og landi – eins og vinnuni – orsaka av øktum skatta og avgjalds- trýstið. Og er tað ikki ein andsøgn til tað í Fólka- flokkurin lovaði við Ann- finn Kallsberg á odda á sinni? Hetta er sjálvandi í mun til um sambandsvong- urin í Føroyum hevði ræðið • Loysing er ein andsøgn til betri kor hjá føroying- um! Sjómansskatturin avtakast? Tjóðveldisflokkurin (Annita á Fríðriksmørk) nevndi púra greitt undir viðgerðini av løgmansrøðuni í ár, at sjó- mansskatturin skuldi avtak- ast. Fleiri argument vóru hjá hesi tingkvinnu, hvussu órættvís sjómansskattaskip- anin var. Ikki eitt einasta orð var nevnt um at lækka skattin hjá fólki á landi. Og telefonpeningin til sjómenn er samgongan samd um at taka av. Eg havi tosað við fleiri sjómenn, ið stillisliga siga, at um sjómansskatturin verður avtikin, so fara teir aðrastaðir at arbeiða. Og tá kann lættliga enda heilt gal- ið. So eg takið ikki undir við at avtaka sjómans- skattin! Skattatýningin má steðga: Klandurssamgongan má leggja frá sær, tí fyri Føroy- ar er hon bert til skaða. Skattatýningin av føroying- inum á landi má halda upp- at. Og arbeiði við skattare- forminum, i Sambands- flokkurin stóð á odda fyri saman við Fólkaflokkinum mitt í 90-unum – má byrja aftur. Ein arbeiðsfør samgonga má koma framat, har Sam- bandsflokkurin er við til at tryggja, at føroyingurin aftur verður settur í hásæti – ístaðin fyri loysingina. Men tað man taka sína tíð at rekja fløkjustampin hjá Høgna Hoydal og hesi samgongu – tað er púra vist. Tólini á brúnni brotin Hassjarajagstran Lag: Kom nú lítli mín ... Einaferð fór eg á danmarkarferð, sum mangur hampa føroyingur ger, keypti heim við mær eitt kilo av hassj, eins og tey keypa sær tubbakk og squash hevði tjúgu fylt, óraði ei ilt, mangur hevði tyngri rús frá Kattrupi bestilt. Lendi í Vágum við miklari ferð, ferðandi óræddur kuffert sítt ber; fyllur kartengur og fløskur á disk, sleppur ígjøgnum, – ja, sum ein svisk. Men hvat hendi tá, tollur leyp upp frá, eyguni í øðini hann móti mær nú brá. Hundurin beittur var eftir mær, snoddar á tasku, ja enntá mítt lær, gróði sum svakur mín hassjpjøka fram, gjørdi at eg var ov seinur til Sam. Hondjørn glinta hart, síðan við ein fart fluttur eg til Havnar var, í skotið trongt og svart. Hvat man eg hava forbrotið meg, veit meg ei hava gjørt hønu fortreð? Avbyrdur noyðist eg sita nú, fái ei roykt mær ein hassjastúg. Vín eg her kann fá, somuleiðis skrá, men tað, sum eg njóti best, er goymt bak lás og slá. Hví sleppi eg ei at roykja mítt hassj, tá ið hvørt barn sutlar cider og squash. Onnur tey ferðast um ríkir og lond, flyta inn fløskur og tubbakk frá hond. Tað er teirra breyð, eingin revsar tey, tó at Heðin ávarar, at slíkt er teirra deyð. Dømdur at sita í klyva eitt ár, sleppi ei út fyrr enn næsta vár; tøma eg noyðist hvønn kubba og bók, meir enn eg átti, tað landfútin tók. Bótin var so hørð at eg gjørist sør, vinna missin innaftur, eg verði ikki før. Mettur við aðrar, ið kendu slíkt press, Slobodan, Treholt, og Rudolf Hess, siti eg avbyrdur Broncksgøtu í, hómi ei sólglæmu hásummartíð; hvørki missionær, ella Frelsens Her, sleppa inn at lýsa mær á míni myrku ferð. Drepa tú kanst teg við tubbakk’ og vín’, hosta og sutla tú kanst sum eitt svín, men ei í hassjknava festa tær kann, Nepper og Brimvík mær hava sett bann. Tóm er skjótt mín verð, tí nú brátt tað sker, Christiania ei meir á danmarkskorti er. J.S.M. C M Y K 11 10