Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. august 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 161 - 28. august 2003 Nr. 161 - 28. august 2003 13 – Javnvág má vera í fyri at fáa eitt litríkt samfelag, sum gott er at búgva í – eitt sam- felag har javnbjóðis hugsanir kunnu vera í sæti, og um tú ert likamliga skerdur, so er okkara skylda at bera so í bandi, at før- leikin ikki verður skammfarin vegna skeivar avgerðir. Hetta er vert at stríð- ast fyri, og mong hava offrað seg fyri hesi søk segði Frits Johan- nesen, sum helt fyri, at vit hava brúk fyri sterkari javnaðarhug- sjón undir øllum viðurskiftum, í øllum ávikum og í øllum londum SUMMARSTEVNA Fíggjadagin og leygardagin helt Javnaðarflokkurin summ- arstevnu á Selatrað. Fólk kring alt landið høvdu leit- að sær til skótadepilin hjá KFUM í vakra umhvørv- inum á Selatrað at hugna sær og skifita orð um poli- tikk. Høvuðsrøðarin á stevn- uni var eingin minni enn listamaðurin Frits Johanne- sen úr Fuglafirði. Fríggja- kvøldið var bálið tendrað og Frits fekk orðið. – Fleiri stórar bygdir hava sett sær sum mið og mál at hava eina summar- stevnu, har ítróttur og mentanartiltøk hvørt um annað seta dám á bygdinar einar tveir dagar á hásumri. Hetta er ikki nakað nýtt í føroyskum mentanarlívi, at fólk koma saman t. d. at dansa. Vit kenna hugtakið nýggjársbygd, kyndilsmessu- bygd, jólabygd o.s.fr. Tá fóru fólk bygdanna millum at leita upp vinir, kenning- ar, familju og at treða dans- in. Ung hittust. Genta og drongur blivu skotin hvørt í øðrum – blivu góð – blivu maður og kona, hann norð- ast og hon sunnast av oynni, ella øvugt. Eisini hava vit dømi um, at sami leikur fór fram millum gentu og drong – hon norð- ast og hann sunnast av landi. Vit eru fáment, og færri vóru vit fyri 100, 200 árum síðani, og at tað er at undr- ast yvir, at vit eru so fræg, sum vit eru. Arvur hevur ikki darvað okkum sum so, at vit fingu seks fingrar á hvørjari hond, tríggjar tær á hvørjum fóti, og Sára, av Selatrað... var hon ikki von og tekkilig? Hetta er eins fyri tjóð- veldisfólk, sambandsfólk, fólkafloksfólk, sjálvstýris- fólk og javnaðarfólk. Ikki hevði tað sømt seg fyri eitt upplýst fólk, um so var, at vit fóru at bólka fólk eftir, hvussu nógvar tær tey høvdu á hvørjum fóti, og hvussu nógvar fingrar, tey høvdu á hvørji hond t. d. at sambandsfólk skuldu bert hava tríggjar tær á hvørjum fóti og tjóðveldisfólk seks fingrar á hvørjari hond. Hetta hevði verið ósømiligt og mannminkandi fyri okk- um sum eitt mentað fólk. Vit kundu eisini sagt: Fyri at vera eitt javnaðarfólk skuldi tú viga millum 40 og 50 kg, og hetta skuldi vera í naknum líki. Fólkafloks- fólk skuldu hava reytt hár, miðflokkafólk skuldu hava tatoveringar um allan kropp- in, og fólk úr Gamla Sjálv- stýrinum skuldu hava viol- ett hár í bakborð og gult í stýriborð. Peikifingurin hevði verið á lofti, sóust hesi fólk á gøt- uni: Har kemur ein Lisbet á trimum tóm, har kemur Annfinn Kalsberg undir reyðum parúkki, har kemur Høgni Hoydal við 12 fingr- um, Kári Højgaard so lit- ríkur, Jenis av Rana sum ein livandi skulpturur við tatoveringum um allan kroppin, og onkur hevði sagt, at tað var ivingarsamt, um Jóannes Eidesgaard var funnin ov tungur, og tí mátti fara úr Javnaðar- flokkinum. Hvat við teimum, sum einki merki høvdu? Um seyð, sum einki mark hevur, verður sagt, at hann hevur kópamerki. Ja, men so vórðu hesi fólk bólkað í tann flokkin, ið fekk heitið Kópaflokkurin. Hesin flokkur var oport- unistiskur – fór tann vegin, sum vindurin blásti. Onk- untíð hildu tey við teimum, sum høvdu 3 tær á hvørjum fóti, av og á við teimum, sum høvdu reytt hár, við hvørt við teimum litríku, teimum tatoveraðu og teim- um, sum høvdu vektina í lagi. Nú kundi flokkurin ikki longur bera heitið Kópaflokkurin, men Flokk- ur Teirra Litríku-fingra- mongu-trítærnaðu-tatover- aðu-vágafúsu. Hetta var tað nýggja navnið í tí politisku orrustuni. Tey funnu saman at minna hvørt annað á, at lív- ið var litríkt, og og tá var høvuðstalarin Kári Post. Tú vart gonguførur/før, hó- ast tríggjar tær á hvørjum fóti, høvuðsrøðari Lisbeth Petersen. Fyrilestur av Ann- finn Kallsberg: Lívið er steindeytt, er tað ikki reytt. Doktara ritgerð av Høgna Hoydal: Vit klára okkum fínt við 12 fingrum, og Jóannes Eidesgaard: Vága- skálina til fólkið! Fyrilestur av Jenis av Rana: Tatover- ingin er til gangs fyri sál og likam. Ein dag kom ein »heal- ari« í flokkin – ein grøðari. Hóast flokkurin var settur saman av so ymiskum fyri- brigdum, so rakk hetta ikki langt. Hesin misjavni, sum var í útsjónd, var ein bági fyri flokkin, tá ið hann á frí- um, frælsum forrætnings- prinsippum skuldi selja seg sjálvan í fjøllmiðlunum – ein syndarlig sjón – tríggjar tær, seks fingrar, reyðir parúkkar, litað hár, tey tato- veraðu, og so tey við eini vekt undir arminum. Alt var ein perivellingur, sum eing- in fekk skil á – hvørki leik- ur ella lærdur. »Healarin« kyndi stórt bál og vildi mana henda ójavna til heljar. Hann kom við sínum rúnarkervi og risti í klettar, gjáir, láir, túv- ur og teigar og segði nøkur óskiljandi orð, sum var eitt brongl, men væl munti. Ein umbroyting fór fram, øll komu at síggja eins út. Tað fór eitt suð ígjøgnum flokk- in. Fingrar, tær, litað hár, tatoveringar og vektir flugu um oyruni á fólki og fór lúkst í bálið. Bálið neistaði, stórar eldtungur róptu til himmals og dansaðu ein løgnan elddans á tí bláa himmalhválvinum. Onkur hevði hoyrt eina rødd, sum ljómaði úr bálinum: Litríkufingramongutrí- tærnaðutatoveraðuvágafúsu Litríkufingramongutrí- tærnaðutatoveraðuvágafúsu Litríkufingramongutrí- tærnaðutatoveraðuvágafúsu tit skulu brennast og týn- ast, tí nú skulu vit hava flokk teirra reinu – so kumlað og snoðin skulu øll vera, øll skulu ganga í svørtum klæðum, skalla- klipt og bert, bert aleina skuldi tað vera loyvt, sum flokkurin góðtók. Uppi á einum heyggi skamt ífrá, stóðu Høgni Hoydal, Lisbeth Petersen, Anfinn Kallsberg, Jóannes Eidesgaard, Jenis av Rana og Kári P. Højgaard og vóru eitt sindur ørkymlað og høvdu ringan smakk í munninum. Hvørji ráð vóru nú til at taka? Tey hugdu hvørt upp á annað, og Anfinn Kallsberg helt: Skulu vit ikki vera fólkafloksfólk mánadag, sambandsfólk týsdag, Gamla sjálvstýrið mikudag og Jenis av Rana vildi hava hósdag sum sín dag, og Jóannes Eidesgaard mælti øllum til at vera javnaðar- fólk fríggjadag ...og her standa vit ...vit javnaðar- fólk og brenna bál eitt fríggjakvøld seint á sumri 2003. At vera javnaðarfólk ein dag um vikuna reinsar kanska samvitskuna eitt sindur, men skal tað muna í verki, so skal annar løgur til. Kring tann víða heim ofra fólk seg fyri síni søk bæði so og so. Vit hoyra um fólk, sum geva seg til fulnar fyri friðarsakini fyri Frits Johannesen á summarstevnu á Selatrað: Vit hava brúk fyri sterkari javnaðarhugsjón Alt ov nógva staðni er bál og brandur av eirindaleysum orrustum millum átrúnað, etniskar bólkar, politiskar fatanir og ikki minst millum rík og fátæk, skrivar Frits Johannesen millum annað at bøta um korini hjá fæ- loysingum, veita ein linna, har, sum neyðin leikar á – summi týna lív og onnur royna at geva lív. Alt ov nógva staðni er bál og brandur av eirindaleysum orrustum millum átrúnað, etniskar bólkar, politiskar fatanir og ikki minst mill- um rík og fátæk. Í gjára- morgunin hoyrdist í útvarp- inum at 30.000 fólk vóru týnd í Argentina frá 1974 og úteftir, tí tey vóru vinstrahall og andsfrøðing- ar – sjálvt USA styðjaði hetta. Tá ið kapitalismunar búmerki – World Trate Center – fór í sor, og 3500 fólk doyðu, sum jú sjálv- andi er ein sorgarleikur, helt presturin Leif Jarle Theis í Sund kirkju í Sudra skamt frá Bergen talu í norska útvarpinum NRK nakað eftir hesa hending. Hann segði: Somu fólk, sum drupu høvur á minn- ingarhátíðini í stillari bøn yvir teimum, sum fórust í hesi eirindaleysu týning, tosaðu um hevnd, tá ið tey lyftu høvur aftur. »Hevnd- ini stýrir ein annar,« segði prestur henda dag. Hevnd í kristnari hugsan, er mátt- loysi. Tá ið Pætur treiv til svørðið í Getsemane og høgdi oyrað av Malkusi, tók Jesus soleiðis til orð- anna. »Tí at allir teir, ið taka til svørðs, skulu falla fyri svørði!« At taka sín kross og bera hann fyri onnur er symbol- ið upp á tolsemi, kærleika, rættvísi, offurvilja og bót. Her hugsi eg um t. d. Nel- son Mandela, sum sat 26 ár í fangalegu fyr at loysa Suður Afrika úr apartheid politikkinum. Hann kom út aftur og søkti sátt og semju við valdsharrarnar. Við sín- um einkla verumáta fekk hann fjøldirnar at sissa seg og ikki at leypa framav. Hann brúkti bert nøkur fá orð, sum fingu hóparnar at ganga inn í seg sjálvar og fremja verkið í tí tímiliga til bata fyri øll. Móðir Theresa royndi at javna í tí fólkaríka India, har neyðin sártnar fyri eygunum á mongum. Ella hvat heldur tú Mikes Theodorrakis, sum við sín- um mergjaða tónleiki fann vegin til tey grisku hjørtuni við rótum í griskum fólka- tónleiki, har bouzoukiljóð- førið var skotvápnið ímóti valdsharrunum og juntaini? Hesi fólk eru farin ígjøgn- um bál og brand fyri at fremja hugsan sína og sáa ein boðskap í fólkasálina um egið trúvirði og vilja at berjast fyri rættvísi fyri sær og sínum, landi og fólki at gagni. Syngur Mikes Theodorakis í yrkingini, ið ber heiti: Sangur fyri frælsi. Jú, sanniliga eru tað mangir valdsharrar, ið hava skamlop í sálum sínum... har sálin er misslitað, hava 11 fingrar á hvørji hond , tatoverað um allan kroppin, tríggjar tær á hvørjum fóti og vektin er ivingarsom. Javnvág má vera í fyri at fáa eitt litríkt samfelag, sum gott er at búgva í – eitt samfelag har javnbjóðis hugsanir kunnu vera í sæti, og um tú ert likamliga skerdur, so er okkara skylda at bera so í bandi, at før- leikin ikki verður skamm- farin vegna skeivar avgerð- ir. Hetta er vert at stríðast fyri, og mong hava offrað seg fyri hesi søk. Hetta eru høg mál at røkka, men lat ikki alt fara upp í royk av snerpnum hugsjónum, politiskum síð- lembingum, afturhaldssinn- aðari borgarligari lognbrá, krígsgreðingum, mentanar- misrøkt o.s.fr. Vit hava brúk fyri sterkari javnaðarhug- sjón undir øllum viðurskift- um, í øllum ávikum og í øllum londum. Verð fatt- ur/fatt í herðunum – ber høvur høgt, tá ið neistin av degi javnaðarmanna skal fremjast í verki. Var Sára ikki av Selatrað, tænti hon ikki í Tjørnuvík var drongurin ikki úr heilt aðrari bygd – kanska sunn- ast av landi, og tey hittust í Plantasjuni, og tí fingu tey ein sprellibassa, sum æt Finn? Eg ivist onga løtu í, at hetta vóru góð javnaðar- fólk, sum javnan verður sungið um enn tann dag í landi okkara. Góða javnaðarstevnu við bál og brandi! Frits Johannesen Fólk kring alt landið høvdu leitað sær til skótadepilin hjá KFUM í vakra umhvørvinum á Selatrað at hugna sær og skifita orð um politikk Áhoyrararnir fylgdu væl við, tá røtt varð um ymisk samfelagsviðurskifti Sangur fyri frælsi Tað finst eitt hav sum eingin sær Tað finst ein grøv har eingin doyr Tað finst ein sól ei fer í kav Tað finst ein strond í hvørji sál Og forløg tíni skilir tú um skðggjað loft, tá lðsna fer, so bygg ein heim, ein heim at liva í Tað stendur um títt lív, títt egna lív! Tað finst ein verð sum sindrast ei Tað finst eitt bræv sum eingin las Tað finst ein kyld sum skilir alt Tað finst eitt frælsi uttan sár C M Y K 13 12