hósdagur 28. august 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 161 - 28. august 2003
Nr. 161 - 28. august 2003
21
Vit kunnu rokna við,
at tað vera nógvar út-
gávur av nýggja VW
Golf, sum alment
verður sýndur fram á
Frankfurt Motorshow
í september. Talan
verður um sedan,
stationcar og ein frí-
tíðarbil, sum møgu-
liga fær navnið Fun
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Tá fyrsti VW Golf kom á
marknaðin í 1974, varð
hann einans gjørdur sum
hatchback í tveimum út-
gávum við trimum og fimm
hurðum og tvær motor-
støddir, 50 og 70 hk.
Nú verða nógvar útgávur
bygdar yvir sama platt-
form. Nýggi Audi A3 og
VW Touran eru bygdur yvir
sama plattform sum nýggi
VW Golf, ið kemur á
marknaðin í heyst.
Í 2004 koma Golf sedan
og stationcar.
Eisini verður arbeitt við
einum frítíðarbili til ameri-
kanska marknaðin. Internt
verður
bilurin
nevndur
PQ35, og gitt verður at
navnið verður VW Fun,
men tað vita vit ikki fyri
vist enn. Bilurin kemur á
marknaðin síðst í 2004.
Sum tað sæst á myndini,
verður tað ein rúmligur
MPV líknandi bilur við
høgum taki.
Hyundai Getz bleiv valdur
til »Årets Bestseller 2003« í
Danmark
Mynd: Álvur Haraldsen
Saab best
Ein kvalitetsrapport frá
ameikanska kanning-
stovninum, J&D Pow-
er, vísir, at Saab eru
teir bilarnir, sum hava
besta samlaða kvalitet-
in av evropeisku bil-
unum
Kelda: Motor Magasinet
PT Cruiser
niðursettir
Frá 22. august 2003
verða Chrysler PT
Cruiser seldir í Dan-
mark fyri ein nógv
niðursettan prís. Hetta
eru bilar við 2,0 litur
16V motori við 141 hk
og aircondition.
Kelda: Motor Magasinet
Hyundai
eksport-
boom
Útflutningurin av suður-
koreansku
Hyundai
bilunum vaks við 21,8
prosentum fyrra hálvár
2003. Bruttoyvirskotið
hjá Hyundai Motor
Co. var sjey milliardir
krónur. Nettoyvirskot-
ið vaks við 10,6 pro-
sentum til 5,5 milliard-
ir krónur
Kelda: Hyundai Bil Import A/S
Hesin bilurin
kemur á marknaðin
síðst í 2004. Navnið
verður møguliga
VW Fun
VW Fun
í 2004
Danska bila vurder-
ingstænastan Bilpris-
er.dk hevur kosið
Hyundai Getz 1,3 við
fimm hurðum til
tann mest økonom-
iska bilin millum 20
av mest seldu bil-
unum í Danmark
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Bilpriser.dk hava roknað út,
hvat tað kostar at eiga ein
bil. Í hesum útrokningum
eru t.d. lániútreiðslur, virðis-
tap, trygging, bensin, serv-
ice og dekk. Tað vísti seg,
at Hyundai Getz var tann
bíligasti bilurin at eiga í
Danmark.
Hyundai Getz kom á
marknaðin fyri umleið ein-
um ári síðan. Bilurin er
gjørdur til beinleiðis kapp-
ing á evropeiska marknað-
inum. Styrkin hjá Hyundai
Getz er innrættingin og
designið, sum er smart og
praktiskt og í evropeiskum
stíli. Navnið Getz er ein
stytting av »get it«, við øðr-
um orðum at bilurin er
verdur at ogna sær. Her hjá
okkum kostar ein Hyundai
Getz frá 118.750,-.
Hyundai Getz
»Årets Bestseller 2003«
Privata felagið sp/f
Røkt fer í næstum at
seta í gongd heilar
tríggjar vindmyllur,
sum skulu framleiða
orku inn á
høvuðsnetið hjá SEV.
Men sp/f Røkt hevur
bert møguleika fyri at
selja orkuna til SEV, tí
teir kunnu ikki brúka
netið hjá SEV, soleiðis
at teir kunnu selja til
aðrar brúkarar. – Vit
hava brúk fyri einum
politiskum signali
fyri at tryggja javnari
kapping, sigur Jóhan í
Niðristovu, sum er
ein av monnunum
aftanfyri sp/f Røkt
VINDMYLLUR
Hans Kárason Mikkelsen
mikkels@fas.harvard.edu
Mett verður, at tað er ein
lítil kollvelting innanfyri
føroyska
orkuvinnu,
at
tríggjar vindmyllur eru
komnar upp at standa í
Vestmanna. Hetta tí, at
vindmylluorka er eitt lut-
falsliga nýtt fyribrigdið í
Føroyum, og tí at aðrir,
kanska lættari, hættir verða
nýttir til at útvinna orku,
sum vindmylluorkan skal
kappast ímóti.
Í fyrsta umfari er trupult
at koma inn á ein markna,
har til dømis vatnorka ráð-
ar. Tí kann tað fyri mong
tykjast, sum tað ikki ber til
at fáa nakra veruliga vind-
mylluorku-vinnu upp at
standa í Føroyum. Og nógv
mótstøða hevur eisini verið
móti ætlanini av fyrstan tíð,
og tískil hevur tað verið
trupult, at rokkið endaliga
málinum um at fáa fram-
leiðlsuna í gongd.
Jóhan í Niðristovu, sum
er ein av monnunum aftan-
fyri verkætlanina, váttar
fyri Sosialinum, at ávísar
kreftir hava ikki júst stuðl-
að tiltakinum. Ì hesum
sambandi sigur Johan í
Niðristovu, at teir hava
brúk fyri SEV, nú teir fara í
holt við orkuframleiðslu. –
Men teir vilja nokk ikki
hava nakran annan inn á
marknaðin, sigur Jóhan í
Niðristovu.
Teir í sp/f Røkt eru
noyddir at arbeiða saman
við SEV, tí teir skulu brúka
netið hjá teimum. Í sp/f
Røkt hava Jóhan í Niðri-
stovu og teir gjørt avtalu
við SEV um, at tann orkan,
sum vindmyllurnar fram-
leiða, skal seljast til SEV
tey næstu tíggju árini.
Men tað var truplult hjá
Johan í Niðristovu at fáa
hesa avtaluna í lag. Áðrenn
teir fóru í holt við verk-
ætlanina, høvdu teir brúk
fyri at vita, um teir kundu
selja orkuna til SEV. – Eg
havi í hesum sambandi ofta
tosað við Klæmint Weihe,
men hann segði, at hetta
hevði hann onki við at gera,
og bað meg so tosa við
stýrið, sigur Jóhan í Niðri-
stovu um royndirnar at fáa
avtalu í lag.
Johan í Niðristovu sam-
ráddist síðani við stýrið í
SEV og fekk at enda eina
samstarvsavtalu í lag. Av-
talan snýr seg í høvuðsheit-
um um, at sp/f Røkt fram-
leiðir orku inn á høvuðsnet-
ið hjá SEV. Tað vil siga, at
sp/f Røkt selir orku til SEV
til ein fastsettan prís.
Òjøvn kapping
Men trupulleikin við hes-
um er, at sp/f Røkt ikki
kann veita orku beinleiðis
út til brúkararnar, tí sp/f
Røkt kann ikki brúka netið
hjá SEV til hetta endmálið.
Tað vil við øðrum orðum
siga, at sp/f Røkt hevur bert
ein keypara av síni orku, og
tað
er
kappingarneytin
SEV. Hinvegin hevur al-
menna felagið SEV at-
gongd til allar brúkararnar í
Føroyum, og er hetta ein
greiður fyrimunur hjá teim-
um, tí teir eru einasta felag
á marknaðinum, júst tí sp/f
Røkt ikki hevur møguleika
at selja til nakran annan enn
SEV.
Tískil er støðan hon, at
privata felagið sp/f Røkt
kappast ímóti einari mono-
pol-fyritøku, og eru tað
ongar lógir á økinum, sum
beina fyri hesum ójavnan-
um.
Jóhan í Niðristovu sigur,
at endamálið hjá teimum
sjálvsagt er at koma inn á
netið, so teir sjálvir kunnu
velja, hvørjum teir selja
orkuna. Tað er nevniliga so-
leiðis, at um ein fyritøka
bert hevur ein keypara av
síni vøru, og um fyritøkan
hevur fyri neyðini at selja
vøruna til henda keypara,
so kann keyparin í veru-
leikanum sjálvur áseta prís-
in.
Hevur ein hinvegin fleiri
keyparar, so gerst kapping-
in javnari á økinum, tí sum
er, kann SEV velja at áseta
ein órímiligan prís fyri ork-
una, soleiðis at sp/f Røkt
ikki gerst kappingarført.
Klæmint Weihe úr SEV
varð ikki at hitta áðrenn
evstamark, men Poul Arni
Jacobsen, formaður í SEV-
stýrinum, sigur, at tað hevði
verið púra órealistiskt at
givið sp/f Røkt ein órími-
liga lágan prís fyri orkuna.
– Vit skulu minnast til, at
vit hava gjørt eina sam-
starvsavtalu, har báðir part-
ar fáa ágóðan av samstarv-
inum, sigur Poul Arni
Jacobsen, formaður í SEV-
stýrinum. Poul Arni leggur
aftrat, at verkætlanin hevði
jú ikki blivið til nakað, um
teir ikki vístu ein ávísan
samstarvsvilja.
- Vit spyrja okkum sjálv-
ar, hvat fáa vit burturúr hes-
um her, og niðurstøðan er
hon, at tað loysir seg at
keypa orku frá sp/f Røkt
fyri 40 oyru fyri hvønn
kilowatttíma, sigur Poul
Arni Jacobsen. Hann sigur
eisini, at umframt orkuna,
so fáa teir eisini ymisk
hagtøl frá vindmyllunum,
sum kunnu brúkast í fram-
tíðini í sambandi við vind-
mylluarbeiði.
Men Poul Arni Jacobsen
leggur dent á, at vit kunnu
ikki hava ov nógvar vind-
myllur í Føroyum. – Okk-
ara net hevur ikki so stóran
kapasitet, og tískil kunnu
vit ikki knýta ov nógvar
vindmyllur í netið, sigur
Poul Arni, og leggur aftrat,
at vindmylluorka er ein
óstøðug orkukelda. – Vit
hava brúk fyri álítandi
orku, og tað kunnu vind-
myllurnar ikki tryggja, og
tískil mugu vit gagnnýta
hinar orkukeldurnar, sigur
Poul Arni Jacobsen, for-
maður í SEV-stýrinum.
- Tú mást altíð hava ein
motor í reserva í eini vind-
myllu, tí um myllan steðg-
ar, so má hon fáast í gongd
aftur við motori, staðfestir
Poul Arni Jacobsen. Niður-
støðan hjá Poul Arna
Jacobsen er tískil, at vit
kunnu ikki bert dúva upp á
vindmyllur.
–
Tað
er
ómøguligt, sigur ein greið-
ur formaður í SEV-stýrin-
um.
Brúk fyri politiskum
signali
Men hetta hevur ikki forð-
að Jóhan í Niðristovu og
sp/f Røkt at gjørt stórar
íløgur í vindmyllurnar. Jóh-
an í Niðristovu sigur, at teir
trúgva upp á hesa verk-
ætlanina, men at tað er brúk
fyri einum greiðum polit-
iskum signali.
Bjarni Djurholm, sum
umsat orkumál, tá sp/f Røkt
byrjaði at arbeiða við verk-
ætlanini, sigur, at vinnu-
mála-ráðið stuðlar alterna-
tivari orku, og at hann vildi
arbeiða fyri at ávirka polit-
isku skipanina til tess at
tryggja betri umstøður.
Bjarni Djurholm sigur eis-
ini, at tá orkumál fóru yvir
til Eyðun Elttør, so vóru
greið signal um, at hetta er
vert at arbeiða við.
- Eg ætlaði, áðrenn málið
varð givið Eyðuni Elttør, at
arbeiða fyri einari líknandi
skipan, sum man hevur á
teleøkinum, har fjarskiftis-
skipanin virkar. Tað vil
siga, at man á orkuøkinum
fekk eina sokallaða el-skift-
islóg, sum tryggjar, at aðrir
operatørar kunnu koma inn
á netið og veita orkutænast-
ur, sigur Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður í vinnu-
málum, sum altso ikki um-
situr orkumál longur.
Jóhan í Niðristovu sigur í
hesum sambandi, at tað er
vónin, at politiska skipanin
fer at taka hetta til eftirtekt-
ar og slóðað fyri, at javnari
kapping verður á økinum.
Og eftir øllum at døma
liggur væl fyri hjá sp/f
Røkt, tí eftir altjóða máti-
stokki, so liggja teir heilt
væl fyri. – Væntandi fara
vit at veita 3 % av samlaðu
orkunýtsluni, og er hetta á
hædd við til dømis Týsk-
land, sigur eina vónríkur
Jóhan í Niðristovu.
Sp/f Røkt: - SEV monopol
oyðileggur kappingarførið
Jóhan í Niðristovu, ein av monnunnum aftanfyri sp/f Røkt, væntar, at vindmyllu-verkætlanin
fer at bera seg
Mánadagin
verður
avdúkað,
hvussu vind-
myllurnar í
Vestmanna
skulu eita
C
M
Y
K
21
20