Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-28, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. august 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 161 • hósdagur • 28. august 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Á fundi týskvøldið gjørdi kappingar- nevndin hjá FSF av, at Erling Fles fær leik- bann komandi fimm umførini LEIKBANN Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Sum vit skrivaðu í týsdags- útgávu okkara, so gjørdist dysturin millum KÍ og Sumba í aðru deild nakað ógvusligur til tíðir. Somikið ógvusligur, at málið uttan iva fór at fáa eftirspæl fyri Erling Fles, sum seint í dystinum – eftir at hava fingið reyða kortið - tók í annan hjálpardómaran. Kappingarnevndin hevði fund um málið týsdagin, og eftir hendan stóð fast, at leikarin fær eitt leikbann áljóðandi fimm leikdagar. Hetta merkir, at Erling Fles ikki verður tøkur hjá KÍ fyrr enn til teir báðar sein- astu dagarnar. Seks dystir eru eftir at leika í næstbestu deildini, og ein dagur av banninum er longu farin, tá Erling sjálvandi ikki fekk verið við um vikuskiftið, tá KÍ leikti á Toftum. Karl Vidtfeldt, formaður í kappingarnevndini, sigur um dómin, at teir fyrst og fremst hugdu at, hvørja revsing onnur líknandi mál høvdu fingið. Her hevur revsingin sveiggjað úr fýra og upp í níggju daga leikbann við fýra døgum sum tað seinast nýtta. Bræv til heimaliðið Sum skilst úr Klaksvík, so var tað ikki bert útvísta leikaranum, sum rok stóðst av. Leiðarar úr báðum fel- øgum trinu eisini inn á vøll- in, og hetta var eisini nak- að, sum kappingarnevndin tók upp á fundinum. Her verður tó eingin revsing staðfest í fyrsta umfari, men heimaliðið, sum er KÍ, fær í næstum eitt skriv frá kappingar- nevndini, har víst verður á, undir hvørjari ábyrgd dyst- irnir verða avgreiddir. Tað verður ikki sagt, men iva- leyst liggur eisini í brævin- um ein hóttan um, at verður talan um líknandi hending- ar, so kann hetta fáa avleið- ingar. Molde lítur á heima- sigurin Norska liðið roknar við, at KÍ verður meiri álopshugað, enn teir vóru í Molde fyri tveimum vikum síðani EUROPA CUP Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Norska Molde kom til Føroya í fyrradagin. Teir halda til í høvuðs- staðnum, og seinna- partin týsdagin vandu teir á Tórsvølli. Seint seinnapartin í gjár skuldu teir venja á Svangaskarði. Karmarnir í Føroyum eru meiri eyðmjúkir, enn teir eru á 220 milli- óna stadion í Molde. Men tað er ikki vist, at veðrið verður so vána- ligt í kvøld, sum tað var, tá ið KÍ spældi í Molde. Á tíðindafundinum eftir fyrra dystin helt Molde venjarin, at 2–0 sigurin átti at vera nóg mikið at sleppa víðari í kappingini við, men hann iðraði seg sam- stundis um, at hansara spælarar síðstu løtuna høvdu verið leysir í tí og ikki høvdu skorað triðja málið, sum heilt víst hevði avgjørt, hvør skuldi sleppa víðari í kappingini. Á heimasíðuni hjá felagnum verður sjónar- miðið hjá venjaranum endurtikið. Áhugin fyri lutakastinum til næsta umfarið bendir eisini á, at Molde ferðalagið í Føroyum heldur tað vera rættuliga sannlíkt, at teir fara úr Føroyum við samlaða sigrinum. Lutakastið verður í Monaco á middegi nú fríggjadagin. Dystirnir í næsta umfarinum verða spældir 24. september og 15. oktober. Erling fekk fimm daga leikbann Erling Fles fær nú fimm daga leikbann fyri atburð sín eftir útví singina í dystinum móti Sumba Tveir av fremstu verjuspælarunum hjá Brøndby eru ikki førir fyri at spæla í Minsk í kvøld BRØNDBY Í EUROPA CUP Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Eins deyð er annars breyð, plagar at verða tikið til. Ikki minst í fótbólti er hetta galdandi. Nú Brøndby er í Hvítarusslandi, har teir í kvøld skulu verja 3–0 sig- urin frá fyri fjúrtan døgum síðani ímóti Dynamo Minsk, eru tveir av verju- spælarunum so mikið skaddir, at tað ikki ber teimum til at spæla. Annar teirra er vinstri vongverjin Auri Skarbalius, og hin er Allan Olsen, sum plagar at vera vongverji í høgru. Í donsku miðlunum verður roknað við, at Dan Anton Johansen verður vongverji í høgru, og at Kim Daugaard verður vongverji í vinstru í kvøld. Dan Anton misti mið- verjuplássið, tá ið Brøndby fyrr í summar keypti svenska miðverjan Andreas Jakobsson. Síðani tá hevur Dan Anton verið vongverji, og hann hevur spælt sera sannførandi. Kim Dau- gaard er meiri framrættaður spælari, sum verður mett sum neyðloysn á vongverj- anum. Jón Rói Jacobsen hevur onkra ferðina loyst av á vinstra vongverja. Nú tveir av føstu verjuspælarunum ikki eru tøkir kann ikki roknast við øðrum, enn at føroyski landsliðsmaðurin er nærri liðnum, enn hann hevur verið síðstu vikurnar. Tað verður roknað við, at Auri Skarbalius verður burtur frá fótbólti í tríggjar mánaðir. Jón Rói nærri liðnum 23 22 Nr. 161 - 28. august 2003 Einamest merkis- verda bókin hjá Bóka- forlagi Føroya Lær- arafelags kemur út í næstum. Mega- stjørnan Madonna gevur bókina Ensku rósurnar út á før- oyskum, samstundis sum hon kemur út um allan heimin. Bókin vekir stóran ans, og nógv verður gjørt við marknaðar- føringina BØKUR Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Provokatørur, popp-teys, dansari, sangari, sangskriv- ari, multikunstnari, films- sjónleikari og rithøvundur. Nógv heiti kunnu setast á Madonnu. Tað ljóðar heilt ótrúligt, men satt er tað. Nú kann hon eisini skrivast í før- oyska bókalistan, tí 15. sep- tember kemur ein fyrsta- dags útgáva av einari bók hjá megastjørnuni Mad- onnu út á føroyskum. Bókin hevur heitið The English Roses og verður givin út samstundis um allan heim á heili 30 málum. Bókadeild Føroya Lærarafelags stendur fyri føroysku útgávuni, ið nevnist Ensku rósurnar, og Niels Jákup Thomsen frá BFL viðgongur, at hetta er einamest merkisverda út- gávan, sum hann nakrantíð hevur givið út í Føroyum. – Hetta er eitt sonevnt samprent, sum vit eftir- hondini hava nógvar royndir við, men hetta er sermerkt, tí so stórur áhugi er um bókina, og tí hon verður útgivin hjá okkum í somu løtu sum um allan heim er eindømi, sigur Niels Jákup Thomsen. Talan er um eina røð av fimm barnabókum til børn í øllum aldri. Fyrsta bókin kemur út 15. september og næsta bókin kemur 10. november. The English Roses snýr seg um fýra smáar gentur, sum eru ellivu ára gamlar og bestu vinkonur. Tær verða tiknar á eina gandakenda ferð, og tá læra tær um lívið. Fínar bøkur Madonna byggir sína søgu á egnar royndir, tá hon skrivar bókina, sum snýr seg um øvundsjúku og kappingina millum gentur, og óivað kenna fólk og serliga gentur seg aftur. Men hvussu kom tað í lag, at Madonna gevur bók á føroyskum? – Alt byrjaði, tá umboð fyri Bókadeild Føroya Lærarafelags vóru á árligu barnabókamessuni í Bologne. Ein umboðsmað- ur gekk runt og marknaðar- førdi bókina hjá Madonnu, og bókaforløg fóru at kapp- bjóða um at sleppa at geva bókina út. Vit kundu sjálv- andi ikki bjóða afturímóti, men eg vísti henni áhuga, og tað vísti seg, at vit sluppu upp í part, sigur Niels Jákup Thomsen. Tað var avgerandi fyri Niels Jákup Thomsen, at fólk, ið lósu bøkurnar, søgdu tær vera góðar og vælskrivaðar. – Vit vildu gjarna vera við, tí talan var um góðar bøkur, og tað er stuttligt, tá vit føroyingar kunnu vera á jøvnum føti millum onnur um allan heim. Harafturat er talan um eitt veldugt upplag, og tí verður tað ikki so dýrt at framleiða. Vit vóna at tjena eitt sindur upp á hetta eisini, sigur Niels Jákup Thomsen. Skrivar sjálv Spurningurin er longu settur úti í heimi, um tað veruliga er Madonna, sum hevur skrivað bøkurnar, og tað sigur útgevarin vera púra vist. – Alt bendir á, at hon veruliga hevur skrivað bókina. Hon hevur havt ein ógvuliga virknan leiklut og hevur eitt nú kravt broyt- ingar líka til tað síðsta, áðrenn bókin varð prentað, sigur Niels Jákup Thomsen. Madonna hevur kortini ikki skrivað føroysku bókina sjálv. Anna Maria Reinert Jensen, sum er lærari á Venjingarskúlanum í Havn, hevur staðið fyri tí arbeiðnum. Valið fall á hana, tí hon er ein góður týðari og er stinn í føroyskum, sigur leiðarin á BFL. Bókin er eitt sonevnt samprent, sum BFL eftir- hondini hevur nógvar royndir við. Hon verður prentað í Italia, og leikluturin hjá føroyska forlagnum er at stýra útgávuni í Føroyum, týða, gera filmir og annað. Hon verður prentað í 1000 eintøkum, men hon verður neyvan endurprentað í bræði. Fimm bøkur koma út, og tær eru ógvuliga ólíkar sigst. Nógv verður gjørt burturúr marknaðarfør- ingini, og sjálvan útgávu- dagin verður nógv gjørt burturúr í París, har Madonna verður til staðar. Sosialurin verður helst eisini á staðnum. Madonna skrivar føroyskt Heimskenda Madonna kemur 15. september út við bók á føroyskum og øllum heiminum samstundis Søgan um Madonnu Madonna Louise Ver- onica Ciccone Ritchie var fødd í Bay City í Michigan og er eitt av átta børnum í einari stórari italskari familju. Hon fall tíðliga fyri tónleiki og dansi og vann sær pláss á Uni- versity of Michigan. Stutt eftir kom hon til New York í eini roynd at fáa sær karrieru sum dansari. Hennara kær- leiki til tónleik førdi hana í fleiri bólkar, teirra millum Breakfast Club. Hon fekk sáttmála við Sire Records í 1982 og fóru undir at skriva, syngja og útgeva tón- leik. Tað hevur hon ar- beitt við í tjúgu ár og er ein tann mest viður- kenda og dámda í nýggjari tíð. Seinastu 20 árini hevur Madonna selt útvið 200 milliónir fløgur og plátur um allan heim og hevur havt yvir 25 løg millum tíggju tær bestu singlurnar á hittlistun- um. Teirra millum eru Material Girl, Like A Prayer, Express Your- self, Vogue, Ray of Light og Music millum tær kendastu, og hon hevur móttikið tríggjar Grammy Awards. Seinasta fløgan Ameri- can Life kom út í apríl 2003 og hevur fingið góða móttøku. Hon hevur eisini gjørt vart við seg í filmi. Millum teirra eru Desperatly Seeking Susan, Dick Tracy, A league of Their Own og Truth or Dare. Hennara leiklutur í filminum Evita eftir kenda sang- leikinum hjá Andrew Lloyd Webber og Time Rice er hæddarpunktið, og vann hon Golden Globe Awards fyri hann. Nú hevur hon so skrivað fimm barnabøkur. Tann fyrsta The English Rose kemur út á 30 málum í meira enn 100 londum samstunds tann 15. september. Madonna er gift films- stjóranum Guy Ritcie og hevur tvey børn, Lola og Rocco. Tey búgva bæði USA og Onglandi. C M Y K 22