Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-28, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. august 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 161 - 28. august 2003 25 Broytt spælskipan skal trýsta Lyn Spælið hjá NSÍ skal vera meira frígjørt á Ullevaal Stadion í kvøld, so liðið kann vera við til at mynda dystin. - Um vit tapa, so kann tað fyri so vítt gera tað sama, um tað er við einum, tveimum ella trimum málum, heldur Jógvan Martin Olsen, venjari hjá NSÍ. UEFA CUP-FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen (Sosialurin, Oslo) Tá NSÍ fyri tveimum vikum síðani tapti móti norska Lyn á Svangaskarði, gjørdist úr- slitið 3-1 til norðmenninar, sum komu á odda 3-0, áðrenn tað eydnaðist NSÍ at minka um munin. At tann dysturin endaði, sum hann gjørdi, heldur NSÍ-venjarin vera í tráð við gongdina í dystinum. - Vóru vit eitt sindur hepnari, kundu vit fingið okkurt mál aftrat, men tað kundu teir eisini. Saman- umtikið haldi eg, at hesi tvey málini vóru munurin á liðunum báðum tann dystin, sigur Jógvan Martin Olsen. Hann vísir á, at hetta var fyrsti altjóða dysturin hjá allarflestu spælarunum, og at menninir tí vóru ótrúliga óróligir frammanundan. - Sum dystinum leið, kom meira friður yvir menninar og spælið, og tað tykist ikki, sum at teir eru so óróligir undan hesum dystinum, sum teir vóru undan tí fyrra, heldur hann. - Hesa ferð ætla vit eisini at leggja upp til meira frígjørt spæl, so vit kunnu vera við til at mynda dystin, heldur enn at grava okkum niður og einki hava at siga. Skulu vit mennast nakað av hesum, eiga vit at royna at spæla álopsfótbólt, nú vit einki hava at missa kortini. Broytt spælskipan Fyri at undirstrika, at ætl- anin veruliga er at spæla álopsfótbólt, ætlar Jógvan Martin Olsen at stilla upp við einum øðrvísi liði, enn hann er vanur, tá dysturin verður settur í gongd á Ullevaal Stadion í kvøld klokkan 18, føroyska tíð. - Vit fara annaðhvørt at spæla 4-5-1 ella 4-3-3, so vit kunnu fáa meira breidd yvir spælið enn vit eru vanir við, tá vit spæla 4-4- 2, sigur hann. - Serliga ræður um at koma heilt út í síðurnar, um vit skulu fáa trýst bakkar- nar hjá teimum. Og tá mugu vit broyta spælskipan eitt sindur, tí vøllurin er einar fýra ella fimm metrar breiðari enn vøllirnir, vit eru vanir við heima. Tankin við fleiri monnum frammi á vøllinum er, at teir skulu leggja trýst á aftastu ketuna hjá Lyn, og tí sær Jógvan Martin fyri sær, at einir tríggir av NSÍ- arunum skulu royna at órógva heilt har frammi, meðan hinir sjey útispælararnir so longur afturi á vøllinum mugu royna at taka tað, sum kemur tann vegin. - Fyrst og fremst skulu vit royna at spæla frígjørt, tí við einum 3-1 tapi frá fyrra dystinum er avmarkað, hvat vit kunnu vænta okkum at samanløgdum úrsliti, sigur NSÍ-venjarin. - Sjálvandi spæla vit fyri at kunna taka tann møgu- leikan, ið kann standa okk- um í boði. Men samstundis ræður fyri okkara part fyrst og fremst um, at vit eru væl skipaðir, skulu vit fáa nakað sum helst burturúr. Fleiri møguleikar Viðvíkjandi sjálvari upp- stillingini annars, hevur NSÍ fleiri møguleikar, tí til fleiri pláss á liðnum eru javnt góðir spælarar, um- framt at tað eisini telur við, at dystarskráin hjá NSÍ í løtuni er heldur trong. Tí kann vera neyðugt at blanda kortini eitt sindur. - Vit spældu sunnudagin í Vági og skulu nú spæla móti Lyn, umframt at vit longu mánakvøldið fáa EB/Streym á vitjan í Runa- vík. Tí mugu vit ansa eftir, at vit ikki slíta teir somu spælararnar upp, men royna at halda so nógvar frískar sum gjørligt, sigur Jógvan Martin Olsen. - Tí ætli eg at geva Rúna Rasmussen kjansin á mið- vøllinum frá byrjan móti Lyn, meðan Kári Hansen byrjar uttanfyri. Viðvíkj- andi framrættaða spælinum úti í síðunum, kunnu tað líka so gott vera Andy Ol- sen og Jústinus R. Hansen, sum byrja inni, sum at Jónstein Petersen og Gert Langgaard gera tað. Annars vænti eg, at liðið fer at vera tað vanliga, sum vit hava havt síðstu dystirnar. Ófriðarligt í Lyn Tað hevur gingið serstak- liga illa í hond hjá Lyn teir síðstu mongu dystirnar, og sunnudagin tapti liðið sætta dystin á rað. Og líka síðani lutakastið var til hesa UEFA Cup-kappingina, hevur liðið bara fingið eitt stig. - Hetta er tó ikki nakað, vit hugsa um. Støðan var lítið mætari undan fyrra dystinum, og tá sá tað ikki út til at nerva teir nakað serligt, sigur Jógvan Martin Olsen. - Tí vænti eg heldur ikki verður hesa ferð, og í øllum førum hugsi eg ikki, at vit kunnu brúka tað til nakað í okkara fyrireikingum. Vit skulu bara royna at hugsa um okkara part og at royna at gera okkara besta. NSÍ-ararnir vandu í fyrradagin á norska tjóðar- leikvøllinum, Ullevaal Stadion, tí ikki bar til at venja har í gjárkvøldið. Tá skuldi onkur dystur vera á vøllinum, sum í kvøld er karmur um seinna UEFA Cup-dystin hjá NSÍ móti Lyn. Fyrrapartin í gjár var ein venjing, og seinnapartin skuldu spælararnir fáa frí, so teir kundu fara ein túr eftir »Karl Johan« ella onkra aðrastaðni í norska høvuðsstaðnum. Í dag er so bara hvíld á skránni, til dysturin verður í kvøld klokkan 18, føroyska tíð. Umframt spælararnar og tey, ið eru knýtt at hópinum hjá NSÍ, eru eini 40 fólk við sum stuðlar, teirra millum nógvir úr fjeppara- felagnum, Guliganz. Tey ætla øll at geva liðnum sín besta stuðul, tá dysturin fer í gongd klokkan 18 í kvøld, føroyska tíð. Havandi strævnu dystarskránna í huga, vil Jógvan Martin helst ikki slíta ov nógv upp á teir somu, og tað gevur ein møguleika til Rúna Rasmussen Jústinus R. Hansen, sum skoraði einsa- malla málið fyri NSÍ í fyrra dystinum móti Lyn, ætlar sær at vera líka kaldur, um hann aftur fær ein møguleika í kvøld. UEFA CUP- FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen (Sosialurin, Oslo) At tað kundi spyrjast eitt mál burturúr í dystinum á Svangaskarði fyri tveim- um vikum síðani, var kanska ikki so óvænta, tí NSÍ hevði sínar møguleik- ar í dystinum. Men at tað skuldi gerast yngsti maður á liðnum, ið skoraði fyrsta altjóða málið hjá NSÍ, var kanska eitt sindur minni vænt- andi. Í øllum førum kom tað óvart á høvuðsper- sónin sjálvan: - Eg fataði tað slettis ikki beinanvegin. Tað sást kanska eisini á, at eg gjørdi ikki tað stóra burt- urúr, beint eftir at bólturin var farin í málið. Ikki fyrr enn norðmenninir góvu bóltin upp á miðjuni, byrjaði eg at skilja, at eg altso hevði skotið eitt altjóða mál, sigur bara 18 ára gamli Jústinus R. Hansen. Hann er feskur á besta NSÍ-liðnum, hóast hann í fjør kom inn í tveimum dystum og í ár hevur verið við í nógvum dystum. Og í fyrra dystinum móti Lyn var hann nóg illa komin á vøllin, tá hann fekk málið, ið setti NSÍ á máltavluna. - Samanlagt var eg bara inni í einar tíggju minuttir, og eg haldi at eg hevði bara verið inni í tríggjar, tá málið kom, greiðir Jústi- nus frá. - Bólturin var nokk so knappliga har, og so gjørdist eg púra fríur. Mál- maðurin stóð heldur uttar- laga, so eg skjeyt bara bóltin upp um hann og í málið. Spurdur, um hann verður líka kaldur, um hann fær ein líknandi kjans í kvøld, sigur Júst- inus, at tað ætlar hann sær í øllum førum at vera. - Bara at vera við er ein nóg stór uppliving í sjálv- um sær, men tá so onkrir kjansir koma, er at fáa sum mest burtur úr teim- um. Eg vænti ikki at byrja inni, men fái eg møguleik- an, vil eg gera mítt besta, sigur altso yngsti maður á liðnum hjá NSÍ. Tað ræður um at vera kaldur 25 24 Nr. 161 - 28. august 2003 Tolið hevur nógv at siga í dag KÍ venjarin roknar við stórum stuðli frá heimaáskoðarunum, men hann biður teir hava tol, tí hóast klaksvíkingar droyma um at spæla seg víðari í kappingini, so ræður tað fyrst um at halda tætt KÍ Í EUROPA CUP Jóannes Hansen Í dýrdarveðrinum í fyrrakvøldið vóru klaksvíkingarnir fyri aðru ferð í stívliga tvey samdøgur á Svangaskarði. Ørindini hesa ferð vóru at leggja síðstu hondina á fyrireikingarnar til UEFA Cup avbjóðingina ímóti norska Molde, sum er á skránni í kvøld. Útgangsstøðan er ikki heilt ómøgulig. Í grimdarregninum á Molde stadion fyri tveimum vikum síðani vann heimaliðið 2–0. Hjá KÍ skulu tvær treytir lúkast. Teir skulu skjóta í hvussu so er tvey mál, og teir skulu syrgja fyri at halda tætt, soleiðis at Molde ikki fær málið, ið fer at taka allan spenningin burtur. Seinni parturin er ivaleysa torførur. Eingin ivi er í, at Molde fer at vera meiri afturhaldandi í útgangsstøðuni, enn teir vóru á heimavølli. Men KÍ skal fram á vøllin, og tá kann tað so skjótt vera, at tað fer at gloppa so mikið í verjuni, at møguleikin hjá Molde at fáa mál økist. Fyrri parturin av søkini – at skjóta mál – tykist í løtuni rættuliga torførur hjá KÍ. Sunnudagin skoraðu teir upp á brotsspark ímóti B68, men annars høvdu teir bara ein stóran møguleika – tá ið Atli Danielsen stútaði, og B68 málverjin bjargaði. Ímóti EB/Streymi fekk Hjalgrím Elttør fýra mál. Hetta var einasta ferðin í trettan landskappingardyst- um, at KÍ hevur skorað fleiri enn tvey mál. Í Vági í fyrsta landskappingardyst- inum eftir summarsteðgin vóru klaksvíkingarnir eiða- sørir. Í summarsteðginum kom Jacob Bymar úr Es- bjerg fyri at vera skarp- skjútti. Hann hevur spælt tríggjar ferðir hálvan annan tíma, men enn hevur hann ikki skorað í landskapping- ini, og hann hevur heldur ikki havt serliga nógvar møguleikar. Tit hava ilt við at hótta mótstøðumálið? Jan Joensen, venjari hjá KÍ: – Tað hevur ikki verið nóg gott. Positiónsspælið í Molde var gott. Vit megn- aðu at spæla okkum burtur- úr næstan øllum trongstøð- unum, tá ið teir royndu at leggja trýst á. Ta ferðina vóru treytirnar hjá fram- rættaðu monnunum ikki nóg góðar. Men tær eiga at verða betri á heimavølli soleiðis at skilja, at vit mugu hava størri tyngd í álopspartinum. Men tað er satt, at vit hava ikki verið nóg góðir frammanfyri mótstøðumálinum í lands- kappingini. Hetta eru tað fleiri dømi um, men vit mugu vóna, at tað verður betri ímóti Molde. Hetta er einasti møguleikin, sum vit hava í hesi kappingini. Tolið nógv at siga KÍ liðið fer ikki úr Klaksvík fyrrenn seinna- partin í dag klokkan 16.15. Royndirnar hjá teimum eru, at tað roynist best, at spæl- ararnir so leingi, sum tað ber til, eru í heimliga um- hvørvinum. Dysturin er ásettur at vera klokkan 19.00, men KÍ hevur heitt á UEFA um at fáa loyvi at framskunda fyrsta bríkslið til kl. 18.45. Tað hevur UEFA neyvan nakað ímóti. Í KÍ vóna teir, at nógvu og trúgvu áskoðararnir, sum plaga at møta upp til Europa Cup á heimavølli, fara at stuðla teimum í kvøld. Møguleiki er at fara úr Klaksvík kl. 13.15, 14.45, 16.15 og 17.45. – Europa Cup dystirnir hava altíð kenst sum nakað serligt fyri okkum. Vit hava fleiri ferðir staðið okkum væl á Svangaskarði. At spælararnir trívast væl á grasinum, sást best týs- kvøldið, tá ið vit vandu. Lagið var so gott, at eingin hevði hug at gevast. Og hava tit nakran møgu- leika í kvøld? – Vit mugu fyri alt í verðini ikki leypa framav. Um teir ikki fáa mál fyrsta hálva tíman, og um vit fáa fyrsta málið, so hava vit avgjørt ein møguleika. At Molde ikki trívist undir trýsti, sóu vit síðstu løtuna, tá ið vit vóru á útivølli. Áskoðararnir mugu hava tol, og sjálvandi er tað ein møguleiki, at teir fáa fyrsta málið, og so verður spenn- ingurin burtur um, hvør verður samantaldur vinnari. Men vit fara at gera alt fyri at liva upp til góðu úrslitini, sum vit av og á hava fingið á Toftum, sigur Jan Joen- sen. At spælararnir trívast væl á grasinum, sást best týskvøldið, tá ið vit vandu. Lagið var so gott, at eingin hevði hug at gevast, sigur KÍ- venjarin Jónstein Petersen, sum er ein av roynd- astu spælarunum á liðnum hjá NSÍ, helt tað vera eitt sindur skuffandi, at úrslitið í fyrra dystinum ikki var betri. - Í kvøld fáa vit vónandi víst, at vit duga meiri enn so, heldur hann. UEFA CUP-FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen (Sosialurin, Oslo) Ein av teimum frægastu spælar- unum í fyrra dystinum móti Lyn var 26 ára gamli Jónstein Petersen, sum síðstu tíggju árini hevur »átt« plássið í vinstru síðu á miðvøllinum. Hóast hansara partur ikki lá eftir fyri tveimum vikum síðani á Svangaskarði, var hann ikki heilt nøgdur - hvørki við úrslitið ella sín egna innsats. - Eg haldi, at vit taptu ov nógv, og okkurt av málun- um hjá teimum var í so bíligt. Og sjálvur átti eg í øllum førum at havt skotið eitt mál, men tók tíverri ta skeivu avgerðina, tá eg skuldi velja, hvat eg skuldi gera, sigur Jónstein. - Men nú er so aftur ein nýggjur dystur og vónandi aftur nýggir møguleikar. Eg trúgvi ikki, at vit koma víðari, men tað hevði nú verið stuttligt, kundu vit komið heimaftur við einum javnleiki. Eftir tíggju ár á besta liðnum hjá NSÍ, er Jónstein ein av teimum spælarunum, ið hevur bíðað leingi eftir møguleikanum at sleppa at royna seg í altjóða dysti fyri barndómsfelagið. - Hetta er ein uppliving fyri seg, og vónandi er hetta heldur ikki síðstu ferð hjá okkum. Realistiskt kunnu vit ikki vænta okkum at koma víðari hesa ferð, men hinvegin ræðast vit teir heldur ikki meira enn so, at vit eiga at stríðast fyri møguleikanum, so leingi vit hava hann, heldur Jónstein. - Spælararnir hjá Lyn eru kropsliga væl fyri og sterkir eisini, men tó kunnu vit kanska gera ein vørr, um tað eydnast okkum at leggja trýst á verjuna hjá teimum, ið ikki tóktist vera so øgiliga stinn. Vit kunnu vera uppaftur betri C M Y K 24