fríggjadagur 29. august 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
VARPIÐ
2
VARPIÐ
Blackburn og Emerton
Manchester United leg›i hart út í teirra ársins fyrsta
Premier League dysti. Ein 4-0 sigur á Bolton Wanderers
leg›i teir á næsta plássi› aftaná Blackburn Rovers.
Kappingin ver›ur allarhelst eitt sindur javnari enn hini árini.
Manchester United og Arsenal, eru tey bæ›i li›ini sum tey
seinastu níggju árini hava ligi› í toppinum og strí›st um
ovasta plássi›.
Men Blackburn er li›i›, sum leg›i har›ast fyri í fyrsta
umfarinum og fekk fimm mál í kassan hjá Wolverhampton,
sum bara fekk ta› eina máli›. Avstralski mi›vallaleikarin
Brett Emerton fekk eina gó›a byrjan í sínum n‡ggja li›i›.
Stórar eru vónirnar og fleiri leikarar samanbera hendan
unga avstraliumannin vi› David Beckham. Málma›urin hjá
Blackburn, Brad Friedel, er avgjørdur í at hesin er verdur
tær 2.2 milliónir £ hann kosta›i. “Hann kann skjóta eitt
fríspark ella ein dey›bólt, eins og Beckham ger ta›, tí hann
skrúvar bóltin so nógv. Fyri ein og hvønn málmann er eitt
tílíkt skot sera torfør at taka.” Og sera væl hóskandi skora›i
hann eitt mál og leg›i upp til eitt anna› mál, sum hin n‡ggi
leikarin á Blackburn Lorenzo Amoruso fekk.
Nummar sjey hjá Manchester United: Christiano
Ronaldo
Men hvør er so ma›urin, sum spælir í nummar sjey blusuni
hjá Manchester United?
Hann er úr Portugal og eitur Cristiano Ronaldo, eftirnavni›
er longu kent, so afturat í blusuni nummar sjey hevur hann
nógv at liva upp til. George Best, Bryan Robson, Eric
Cantona og so tann seinasti David Beckham eru
stórspælararnir, sum hava spælt í nummar sjey.
Premier League er
byrja›!
Canal+ vísir flestu dystirnar úr heimsins mest væl dámdu
fótbóltsdeild. Ungir og evnaríkir leikarar gera um seg og
serliga er ta› Ronaldo Cristiano, sum nógv eygu fylgja vi›.
Á heimasí›uni hjá teimum rey›u, stendur at sølan av David
Beckham og Juan Sebastian Veron ver›ur skjótt fyrigivin og
gloymd um hetta ver›ur framtí›in. Tey sí›stu átta árini
hevur Manchester United fingi› 25 n‡ggj andlit inn. Hetta
ári› sær sera skilagott út vi› n‡ggju leikararunum David
Bellion, Eric Djemba-Djemba, Tim Howard, Kleberson og so
Cristiano Ronaldo. Alex er sera nøgdur vi› sí›stnevnda
leikaran, sum teir leingi hava veri› áhuga›ir í. Eftir dystin
móti Sporting Lisabon, sum United tapti 3-1, var› ta›
avgjørt at hesin skuldi spæla vi› Manchester United.
Fergeson vi›merkti í sambandi› vi› keypi›: “Eftir tann
dystin í umklæ›ingarrúminum tosa›u dreingirnir allatí›ina
um hendan leikaran og í flogfarinum eggja›u teir meg til at
keypa hann - so nógv halda teir um hann.”
Ásko›ararnir vór›u sera gla›ir, tá Ronaldo kom inn í 71.
minutti at leika sín fyrsta Premier League dyst fyri sítt
n‡ggja li›. Ta› runga›i av ásko›araplássinum, “Ta› er bara
ein Ronaldo!”, tá hann kom inn fyri Nicky Butt. Og ta› var
næstan sjón fyri søgn, tá hesin einans 18 ára gamli vísti sítt
kvika stórspæl á Bolton hálvuni. Og eftir lítlari løtu hev›i
Ronaldo fingi› eitt straffi fyri United, sum Van Nistelrooy,
tó, ikki megna›i at seta í meskarnar. 18 ára gamli Ronaldo
er avgjørt ein av leikararunum í Premier League, sum vert
er at hava eyguni eftir.
7
Cristiano Ronaldo
Aldur:
18 ár
Hædd:
1,84 m
Vekt:
75 kg
Nummar: 7
Felag:
Manchester United
Feløg:
Sporting Lisabon, hevur veri› kn‡ttur at Liverpool og Chelsea
Tjó›:
Portugal
Vanligt pláss á vøllinum: Framherji
Keyptur fyri: 12.24 milliónir £
Brett Emerton
Aldur:
ár
Hædd:
1,85 m
Vekt:
75 kg
Nummar: 23
Tjó›:
Avstralia
Felag:
Blackburn Rovers
Ø›rum feløgum: AIS, Sydney Olympic og Feyenoord
Vanligt pláss á vøllinum: Verja/mi›ja
Keyptur fyri: 2.2 milliónir £
FAKTA