fríggjadagur 29. august 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 162 - 29. august 2003
Nr. 162 - 29. august 2003
3
OLJA
Jan Müller
Í døgunum 2. til 4. septem-
ber verður altjóða olju-
framsýning og –ráðstevna
»Offshore Europe 2003«
hildin í Aberdeen. Hetta
stóra tiltak verður hildið
annaðhvørt ár í Stavanger
og Aberdeen. Og eins og
undanfarnu árini verða
eisini fleiri føroysk virki
við á messuni, tó at talið er
nógv avmarkað í mun til
fyrr. Hetta kemst helst av,
at tað enn ikki er gjørt
nakað lønandi oljufund á
landgrunninum, og av tí
sannroynd, at ein møgulig
føroysk oljuvinna liggur
nakað frammi í tíðini.
Feløgini, ið luttaka á Off-
shore Europe 2003, eru:
Atlantic
Airways,
Tor
Shipping, Beras, Normek,
Virkisráðgeving,
Thor,
Skipafelag Føroya, Vágar
Airport, Menningarstovan,
Oljumálaráðið og Olju-
vinnufelagið.
Vit síggja, at tað eru ser-
liga teir heilt stóru veitar-
arnir og áhugafelag og so
myndugleikarnir, sum eru
umboðaðir.
At
mongu
smærri virkini, sum fyrr
vóru við á oljumessum,
ikki eru við er helst væl
skiljandi, nú tað vísir seg,
at tað neyvan verður borað
aftur á landgrunninum fyrr
enn um tvey ár. Áhugavert
er í hesum sambandi at
merkja sær, at føroyski off-
shorebasin í Runavík er
ikki við hesaferð.
Oljumessan er so fyrst og
fremst karmur um eina
risastóra framsýning, har
hundraðtals virki kring all-
an heim vísa fram sínar
vørur og tænastur til olju-
vinnuna. Haraftrat verður
ráðstevna hildin, har kol-
vetnisspurningar sum heild
verða viðgjørdir.
Á ráðstevnuni verður tað
so høvi hjá føroysku um-
boðunum at vísa fram olju-
tilgongdina í Føroyum og
hvar vit standa, umframt at
umboðini hava møguleika
at kunna seg við oljutil-
gongdina í heiminum uttan
um okkum.
FISKIVINNA
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Nú um dagarnar vitjaðu
tveir høgtstandandi embæt-
ismenn úr Downing Street í
London í Føroyum. Teir
hittu umboð fyri føroyska
fiskivinnu og var endamál-
ið við ferðini at kunna seg
um føroysku fiskivinnuna.
Eftir fundirnar hittu vit
annan av bretsku embætis-
monnunum, Mark Holden.
Hann sigur, at teir fingu
nógv burtur úr vitjanini.
-Vit royna at skapa eina
framtíðar fiskivinnu, sum
er burðardygg. Og tí hava
vit gjørt av at vitja tær stóru
fiskivinnutjóðirnar í heim-
inum fyri at vita, hvat vit
kunnu læra. Fyrsti túrurin
er til Føroyar og Ísland, og
fara vit seinni at vitja lond
sum Noreg, USA, Kanada
oo.
Mark Holden sigur, at
dagarnir í Føroyum hava
verið sera gevandi.
-Vit hava tosað við nógv
týðandi og vitandi fólk og
hesa vitan fara vit at taka
við okkum til Bretlands, tá
vit skulu til at gera eina
endaliga frágreiðing.
Føroyingar á oljumessu
í Aberdeen
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu,
tá ið góða mamma, systir, vermamma,
omma og langomma okkara
Hilda Abrahamsen
lá sjúk, andaðist og varð jarðað.
Ein serlig tøkk til tykkum heimahjálpir
og heimasjúkrasystrar, sum vóru so góðar við hana.
Eisini ein tøkk til tykkum, sum trúliga vitjaðu hana,
meðan hon lá sjúk.
Tøkk til Hera Joensen prest, fyri vøkur orð,
sangarar, berarar og tykkum,
sum hjálptu til við ervinum.
Tøkk fyri kransar og blómur og til tykkum øll,
sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Kirsten og Steingrím
Bretar góðan fong
í Føroyum
Mark Holden hitti m.a. umboð fyri bæði Reiðarafelagið og Fiskimannafelagið, tá hann og ein
starvsfelagi vóru í Føroyum og kunnaðu seg um føroyska fiskivinnu
Mynd Jan Müller
Mikudagin sást
Merkið veitra á
nýggju húsunum,
sum Frelsunar-
herurin letur byggja
við høvuðsvegin í
Vági
BYGGING
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Stóru og stásiligu húsini,
sum Frelsunarherurin letur
byggja í Vági, eru nú kom-
in væl ávegis. Mikudagin
vórðu húsini reist og Merk-
ið sást veitra.
Tað var um hálvan apríl í
ár, at farið varð til verka.
Tann 85 ára gamli Fredrik
Joensen setti spakan í.
Húsini eru mett at kosta
omanfyri hálvafjórðu milli-
ón krónur. Fígging kemur
fyri stóran part frá Frelsun-
arherinum í Noreg, men
eisini fólk og fyritøkur í
Føroyum eiga sín part.
Stór hús
Salur er til eini 250 fólk í
húsunum og hædd er eisini
tikin fyri, at rørslutarnað
skulu hava møguleika at
koma innar.
Ymisk rúm eru til ymisk
arbeiði og køkur er eisini.
Íbúð er ovast til leiðararnar
at húsast í. Kjalarin kann
nýtast til ymisk endamál.
Húsini eru í tveimum
hæddum á 308 fermetrar
hvør og so er íbúðin ovast
afturat.
Tá arbeiðið fór í gongd
var mett, at húsini standa
klár í februar komandi ár.
Frelsunarherurin hevur
deildir í Havn og í Vági. Í
Havn er samkoman sjónlig-
ur partur av býarmyndini.
Somuleiðis í Vági, har
Frelsunarherurin
hevur
havt hús í mong ár, men við
nýggju
húsunum
gerst
Frelsunarherurin sjónligari
partur av býarmyndini og
starvsmøguleikarnir
eru
munandi bøttir.
Húsini hjá Frelsunarherinum reist
Mikudagin vórðu nýggju húsini hjá Frelsunarherinum í Vági reist. Myndiner tikin av bryggjuni
í Vági og niðan ímóti húsunum, sum standa við høvuðsvegin
(Mynd: D. Olsen)
Tøkk
Hjartaliga takki eg tykkum øllum, sum
á ymiskan hátt gleddu meg á 80 ára degnum.
Blíðar heilsanir
Betta Niclasen
Ellisheimið, Tvøroyri
C
M
Y
K
3
2