fríggjadagur 29. august 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 162 - 29. august 2003
Nr. 162 - 29. august 2003
11
Tey seinastu árini hevur áhugin fyri arbeiðsum-
hvørvi og livikorum verið vaksandi. Virki geva
arbeiðsumhvørvinum størri ans, tiltøk sum Árs-
ins arbeiðspláss og orðaskifti um tørvin á al-
mennum reguleringum siga eitt sindur um hend-
an áhuga. Tað hevur tó verið ein sannroynd, at
áhugin mest er komin til sjóndar í sambandi við
arbeiði á landi. Fiskiflotin sum arbeiðspláss og
arbeiðsumhvørvi hevur líkasum ikki havt tann
stóra almenna áhugan hjá fjølmiðlum og
myndugleikum. Hinvegin hava Fiskimannafelag-
ið og FF-blaðið altíð sýnt hesum evni stóran ans.
Tað er tí at fegnast um, at vit nú hava fingið eina
kanning, sum greiðir frá arbeiðsviðurskiftunum
og umstøðunum hjá fiskimonnum til skips. Tað
er sjúkrarøktarfrøðingurin Anna Maria Simon-
sen, sum hevur gjørt kanningina. Hon hevur ar-
beitt á oljuboripallum viða hvar, og har hevur
hon sæð, hvussu ómetaliga nógv, ið verður gjørt
til tess at bøta um trygdina. Hon er tí sera áhugað
í trygd og arbeiðsumhvørvi umborð á fiskiskip-
um. Anna Maria Simonsen hevur í hesum sam-
bandi hugsað, at í minsta lagi sama trygd eigur at
verða fiskimonnum fyri umborð á fiskiførum
sum starvsfólki á boripallum er tryggjað. Fiski-
mannafelagið hevur ivaleyst somu áskoðan.
Kanningin snýr seg ikki bert um tað fysiska um-
hvørvið og trygdina umborð, men eisini um,
hvussu tað kenst at vera til skips. Eisini vísir
kanningin hvørji ynski fiskimenn hava til tilver-
una sum fiskimenn og hvørji krøv, ið teir seta til
arbeiðsplássið umborð. Hetta er forvitnisligt og
áhugavert og her er talan um sera viðkomandi
vitan. Alt talar fyri, at hildið eigur at vera fram
við slíkum kanningum.
Kanningin er vorðin stuðlað av Føroya Fiski-
mannafelag, hvørs formaður stútt og støðugt
virkar fyri at bøta um korini hjá sínum limum.
Nú fara formaðurin Óli Jacobsen og Anna
Maria Simonsen til Alaska at leggja fram úrslit-
ini av kanningini á altjóða ráðstevnu um arbeiðs-
kor á fiskiskipum. Tað er gott fyri fiskimenn um
allan heim, at teirra kor verða umrødd. Tað er
eisini sera positivt fyri Føroyar sum fiskivinnu-
tjóð, at okkara umboð kunnu leggja fram nýggj,
viðkomandi og týðandi kanningarúrslit í einum
altjóða forumi í aðrari fiskivinnutjóð, nevniliga
Alaska. Vónandi kemur nógv gott burturúr ráð-
stevnuni. Eisini er at vóna, at allir viðkomandi
partar framyvir fara at stuðla og menna gransk-
ing innan trygdar- arbeiðs- og heilsuøkið hjá
fiskimonnum.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Viðkomandi vitan
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Í sambandi við flytisøkir
til alingina í Suðuroynni
og hvørjir karmar ann-
ars, fólkaflokkurin ætlar
alivinnan í Føroyum
framhaldandi skal hava
at virka undir
Johan Dahl
løgtingsmaður
Sum flestu kunnugt, so er
Suðuroyggin enn einferð
við at verða jarðløgd sum
aliøkið orsakað av óhapp-
um, ringum marknaðarprís-
um – og sum stein omaná
byrðu ILA sjúku.
Tað skulu sera breiðir
fíggjarligar herðar, at bera
slík bakkøst og hava bæði
bankar og ánarir gjørt tað
sum er møguligt innan
verðandi fíggjar og lógar-
karmar fyir at bjarga aling-
ini her suðuri.
Tá vit tosað um skiftis-
økir orsakað av ILA, so vita
vit at Suðuroyggin eigur at
hava bestu møguleikar, við
fleiri firðum sum skiftast
kann ímillum um viljin er
til staðar.
Nú ILA er staðfest og
firðir verða braklagdir í
ávíst tíðarskeið orsakað av
smittuvandanum, eigur og
skal verða møguligt at nýta
aðrar tøkar firðir.
Í hesum sambandi veit eg
at spurt hevur verið hjá
Vinnumálastýrinum,
um
loyvið at brúka Hvalbiar-
fjørð til endamálið, men
hetta verður noktað, hóast
tað við einum lítlum sindri
av vilja frá Vinnumálastýr-
inum væl skuldi borið til.
Bjarni Djurholm, – eg vil
hervið vinarligast heita á
teg, um at vísa teg frá sól-
síðuni og geva loyvið til, at
Atlantic Seafarms kann fáa
loyvið at nýta Hvalbiafjørð
sum skiftisfjørð/aliøki.
Hví verður hetta ikki
loyvt?
Er tað nøkur serstøk or-
søk til noktandi svarið, sum
tit hava givið tá heitt hevur
verið á tykkum um hetta?
Eg vil her eisini siga, at
eitt svar sum evt. sigur, at
við verðandi støðu í ali-
vinnuni í suðri, so er tað
útilokað – tað er onki svar,
tí fyri at komað víðari við
alivinnuni í Suðri, so er
neyðugt m.a., at hava
møguleika at skifta millum
firðirnar.
Minst til orðataki: »betur
er bøtandi hond...«
Eisini vil eg fegin vita
hvat tit ætla at gera við av-
markingarnar í íløgum í
alivinnuna fyri útlending-
ar?
Tað verður sera trupult at
endurreisað nakra alivinnu
uttan m.a. útlendskan risiko-
villigan kapital og fyri at
fáa hann so er neyðugt at
geva rúmari ræsur í sam-
bandi við avmarkingar fyri
eigaraskapið hjá útlending-
um.
Kanska kundi eg fingið
at vita hvat landsstýris-
maðurin í vinnumálum og
flokkur hansara ætlar at
gera í hesum samband við
nevndu viðurskifti?
Hvussu liberalir er tit í
fólkaflokkinum veruliga, tá
kemur til stykkis, tá tað
snýr seg um altjóðager-
ing,tey fýra frælsini, tað at
hava eina fría vinnu og
slogani at standa á egnum
beinum?
Fyrispurningur til Bjarna Djurholm
Gerhard Lognberg
løgtingsmaður
Eg las greinina hjá Alfred
Olsen, løgtingsmanni um
Sandoy við áhuga. Eitt er
vist: vit gleðast um at aðrir
og onnur leggja til merkis,
hvussu trupult mangan út-
jaðarin hevur tað, ikki
minst tær smáu útoyggjar-
nar. Alfred nevnir læknar-
nar, hann nevnir Teistan og
undirsjóvartunnilin.
Tað er rætt at ein tunnil
til Sandoynna er tað einsta
rætta, tí útjaðarin fær tað
verri og verri. Vit løgtings-
menn í Sandoy løgdu í
síðstu tingsetu uppskot
fram um undirsjóvartunnil
og fekk tað heilt positiva
viðgerð millum tingfólk.
Hetta sum er hent í
summar at Teistin hevur
verið á beding í 4 mánaðir
er jú stór skomm og ein
háðan av Sandoy.
Hvussu við vegakerv-
inum í Sandoy, henda oygg-
in sum er so sløtt og skuldi
verið góð at gjørt vegir á?
Vit hava bygdina Dalur,
tað er ikki tespiligt at koma
til hesa bygd, har er næstan
ikki framkomandi á vetri.
Hvussu er við vegnum
ígjøgnum Sandlíð? Har er
ikki minni vandamikið at
ferðast ígjøgnum.
Okkurt positivt er nettup
nú um dagarnar. Arbeiðið
uppá vegagerðina frá fergu-
leguni í Skopun er byrja, og
hetta arbeiðið fer at bøta
ómetaliga nógv um atkomu-
møguleikarnar til ferguna.
Hetta arbeiði verður gjørt
gjøgnum 3 fíggjarár, og
hetta eri eg ómetaliga glað-
ur um.
Men tað sum fekk meg til
at taka pennin var nettup at
Alfred Olsen, løgtingsmað-
ur harmast um hvussu
Sandoy er viðfarin. Hví
rætti tú ikki ein hond tá eg
sjálvur legði broytingar-
uppskot til aðru viðgerð av
tingmálið nr. 1-1/2002 tann
16/2 2002. Í viðmerking-
unum sigi eg at farleiðin
millum Húsavík og Dal er
sera hættislig, tí vegurin er
smalur, liggur í brattlendi
og grót ríður støðugt oman
á vegin.
Tað sum eg vil siga í hes-
um skrivi er, at eg góðtaki
avgjørt ikki at ein maður
kemur við føgrum orðum,
og ger beint ímóti tá hann
hevur møguleikan at hjálpa
Sandoy.
Sagt bart út: Alfred Olsen
løgtingsmaður atkvøddi ímóti
at peningurin var játtaður
til berghol ímillum Húsavík
og Dal.
Men Alfred, eg gleðist til
vit báðir koma í samgongu
og vit kunnu sláða eitt slag
fyri Sandoy.
Alfred! Hvussu við bergholinum til Dals?
VIÐMERKINGAR
IRF
Ofta verður tikið til, sum
seinasta fríggjadag í Norð-
lýsinum, at IRF heldur ikki
ella ruddar ikki síni rusk-
pláss ella bingjupláss. Men
IRF eigur eingi bingju-
pláss. Bingjuplássini eru
kommunal ogn og komm-
unan hevur ábyrdina av at
reka plássini og at halda tey
og øki kring tey ruddilig.
Uppgávan hjá IRF er at lata
bingjur til plássini og at
tøma bingjurnar.
Skipanin frá byrjan
Í eini grein í Dagblaðnum í
mai 1989 skrivaði táverandi
nevndarformaðurin í IRF,
Jógvan Isaksen, soleiðis um
kommunalu bingjuplássini.
Á hesum bingjuplássum
verða í minsta lagi ein
bingja til tað, sum skal
brennast, og ein til tað, sum
ikki skal brennast. Á teim-
um størru plássunum kunnu
verða fleiri bingjur av
hvørjum slag.
Nøgdin av bingjum er
sett soleiðis, at fyri hvørji
umleið 500 fólk verður ein
10 m3 bingja til tað, sum
skal brennast, umframt ein
bingja til tað, sum ikki skal
brennast. Bingjurúmdin svar-
ar sostatt til, at hvørt húsar-
hald hvørja viku kann
sleppa av við umleið líka
nógv burturkast (á bingju-
plássinum, undr.), sum ein
vanligur ruskposi tekur.
Bingjuplássini eru bert
ætlað vanliga húsarhald-
inum og eru sostatt ikki til
handlar og virki. Tey skulu
sjálv hava bingjur ella aðra
avtalu við IRF.
Soleiðis var ætlanin at
bingjuplássini skuldu virka,
tá IRF byrjaði sítt virksemi,
og soleiði er framvegis
ætlanin at bingjuplássini
skulu virka. Men siðir
broytast.
Verandi skipan
Síðani IRF byrjaði sítt virk-
semi er staðfest í kunngerð
frá 1995, at kommunan
skal hava móttøkustøð (t.d.
bingjupláss) til burturkast
frá borgarunum.
Heilsufrøðiliga starvstov-
an hevur síðani 1998 sett
størri krøv til skiljing og
viðgerð av burturkasti í
fylgiskjali til umhvørvis-
góðkenningar hjá IRF.
Aðalfundurin, sum er
hægsti mynduleiki hjá IRF,
samtykti í 1999, at IRF
skuldi fara undir endur-
nýtsluskipanir til metal,
plast og pappír.
Størri krøv verða sett til
burturkast, sum skal endur-
nýtast, enn til burturkast,
sum skal brennast ella tyrv-
ast. Av tí at ein stórur partur
av gomlum jarni, gomlum
bildekkum og pappi til IRF
kemur
av
kommunalu
bingjuplássunum, er neyð-
ugt at hava góðar skilji-
møguleikar á teimum. IRF
hevur tí tey seinastu fýra ár-
ini heitt á kommunurnar
um at skipa bingjuplássini
betri. Millum annað hevur
IRF mælt til, at:
• plássini bert eru opin
ávísar tíðir
• plássini eru mannað, tá
opið er
• plássini bert taka ímóti
burturkasti frá húskjum
• tað skal í minsta lagi
vera møguligt at skilja
burturkast soleiðis:
• tað, sum skal brennast
• pappír & papp
• jarn & metal
Fleiri av størru kommun-
unum hava seinastu tvey ár-
in gjørt eitt munagott ar-
beiði á hesum øki, meðan
flestu meðalstóru og smærru
kommununum halta eftir,
men undantøk eru. Nógvar
av smæstu kommununum
hava enn einki bingjupláss.
Bingjuplássini eru fram-
vegis bert ætlaði til burtur-
kast frá vanligum húsar-
haldi svarandi til ein rusk-
posa um vikuna íroknað
hvítvørur, elektronisk tól
v.m.
Sjálvstøðug
vinnurek-
andi, handlar, stovnar og
virki í limakommununum
skulu seta seg í samband
við IRF viðvíkjandi burtur-
kasti. Hetta skula vanligir
borgarar eisini gera, um teir
hava serliga stóra nøgdir av
burturkast, t.d í sambandi
við umvalingar av sethús-
um og tílíkt.
Kommunalu bingjuplássini enn einaferð
TÍÐINDASKRIV
Áhugin fyri dansinum við
norska bólkinum Ole Ivars
er so stórur, at nú verður
skipað fyri einum tiltaki
afturat. Ole Ivars fara at
spæla í Havn og í Fugla-
firði
Ole Ivars er kanska best
umtókti bólkurin av sínum
slagi í Føroyum. Teir spæla
lættan dansitónleik, og við
sangum sum »Nei, så tjukk
du har blitt« og »Jag trodde
Änglarna fanns« hava teir
vunnið hjørtunum á mong-
um føroyingi.
Fyrst í september mánaði
kemur bólkuri fyri fyrstu
ferð til Føroya at spæla, og
dansur verður í ítróttarhøll-
ini á Hálsi í Havn leygar-
kvøldið 6. september. Áhug-
in fyri hesum tiltaki er so
stórur, at nú verður eisini
skipað fyri einum dansi í
Mentanarhúsinum í Fugla-
firði. Hesin dansur verður
fríggjakvøldið 5. september.
Ole Ivars hava spælt síð-
ani mitt í 1960'unum, men
teir hava ongantíð áður ver-
ið so væl umtóktir, sum teir
eru í hesum døgum. Sein-
astu fimm árini hava verið
tey bestu hjá bólkinum,
sum selir eina ørgrynnu av
fløgum og altíð er á ferð.
Limirnir í bólkinum siga,
at teir gleða seg serliga
nógv til at koma til Føroya
at spæla, tí tað er nakað
nýtt fyri teir, og teir vita, at
teir hava nógvar lurtarar í
Føroyum.
Ole Ivars hevur tvær framførslur
TÍÐINDASKRIV
Mentanarhúsfelagið
í Runavíkar Kommunu
Hvørt mansbarn kennir
Sámal Mathias, sum tær
seinastu vikurnar hevur
stríðst við tunnuna í søg-
uni um rekamannin, sum
aftur hevur verið á skrán-
ni í Útvarpinum; meistar-
liga lisin av Oskari
Hermansyni, sála. Søg-
urnar úr Krabburð hjá
Jens
Paula
Heinesen
hava leingi verið fólka-
ogn, og ein partur av
teimum er settur upp sum
sjónleikur av bólkinum
Grímu.
Mentanarhúsfelagið í
Runavíkar
kommunu
hevur heitt á Grímu at
koma framføra leikin fyri
eysturoyingum. Súsanna
Tórgarð hevur leikstjórn-
að, og Bárður Persson og
Hans Tórgarð hava einar
tíggju leiklutir í part, tá
teir einsamallir føra fram
tríggjar av søgunum í
Krabburð í skúlanum á
Glyvrum sunnudagin 7.
september. Søgurnar um
sambandsmannin Tarnov-
ius,
sjálvstýrismannin
Bartal á Heimabeitið,
javnaðarmannin Kaj Erik
hjá Marini og øll hini
vóru skrivaðar í trýss-
unum, men politiski hugs-
unarhátturin í Føroyum
er lítið og einki broyttur.
Og ikki er tað stórur
munur á føroyskum »orgi-
nalum« tá og nú. Gamli
Balteus,
kongsbóndin
Peter Ludvig Højhauge,
Ábraham, Albana
og
Hanna Malena fara á
valfund, keypa skip, og
taka
ímóti
Kongi
í
Krabburð, og tað er ikki
bara gamansleikur, ið
spyrst burturúr. Sýningin
er ætlað bæði gomlum og
ungum,
børnum
og
vaksnum. Hóast inni-
haldið kanska mest er
fyri vaksin, so eru fólkið
í Krabburð so løgið og
stuttligt, at børnini kan-
ska fáa mest burturúr.
Søgurnar úr Krabburð
verða sýndar í skúlanum
á Glyvrum sunnudagin 7.
september kl. 17.00. At-
gongumerki fáast á Kunn-
ingarstovuni í Saltangará
og við dyrnar.
Søgur úr Krabburð
á Glyvrum
C
M
Y
K
11
10