týsdagur 2. september 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 164 - 2. september 2003
Nr. 164 - 2. september 2003
3
LANDBÚNAÐUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Landbúnaður ella ítriv. Tað
er sum so líkamikið. Hjá
teimum flestu á bygd, sum
eiga jørð, er jørðin einsa-
møll ikki nóg mikið sum
livibreyð.
Jack Thomsen, bróðurin,
Jógvan og Ingolf Jacobsen,
sum er giftur mammuni,
Petriciu, eiga so mikið av
jørð, at nóg mikið er av
seyðakjøti til húsbrúks í
familjuni.
Men jørðin og seyðurin
skulu røkjast, og tað krevur
tíð og orku í frítíðini.
Teir hava havt ein lítlan
traktor, sum ikki er nógv
verdur. Nú hava teir so
gjørt íløgur í ein nýggjan.
Væl egnaður
Jack Thomsen, sum á
myndini sæst saman við
hundi og tveimum smá-
børnum, sigur, at teir eru
ógvuliga væl nøgdir við
traktorin.
- Motorurin er 17 hk., og
vognurin koyrir smáar 30
km. um tíman. Hann hevur
5 »høg« kervi fram og eitt
aftur og 5 »lág« kervi fram
og eitt aftur. Sostatt hevur
hann tilsamans 10 kervi
fram og 2 aftur. Vognurin er
4-hjólstrektur og hevur
hydrauliska last.
Jack
Thomsen,
sum
sjálvur er fiskimaður, sigur,
at hetta er ein vælegnaður
traktorur á einum smá-
plássi.
Nýggi traktorurin kostar
stívliga 100.000 krónur.
Nýggjur traktorur ger tað arbeiðsligari
- Tá ið vit gevast við
gulllaksinum um eina
viku ella 14 dagar,
fara vit at framleiða
upsa til portiónir,
sigur Kári E.
Jacobsen, virkisleið-
ari á Tavuni í Leirvík
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Leirvík: Tavan í Leirvík fer
at gevast nakað fyrr við
gulllaksinum í ár enn van-
ligt. Orsøkin er, at um eina
viku ella 14 dagar hevur
virkið nøktað tær avtalur, ið
virkið hevur í ár.
Kári E. Jacobsen, virkis-
leiðari, sigur, at Tavan
leverar gulllaks alt árið til
keyparar í Noregi, Ong-
landi og Svøríki.
- Farsið liggur á goymlu í
Runavík, og haðani verður
tað sent av landinum til
útlendsku marknaðirnar.
Hann sigur, at eins og
marknaðurin fyri onnur
fiskasløg er rættiliga trekur
í løtuni, hevur Tavan ikki
sáttmálar til fleiri enn eini
4000 tons av ráfiski í ár.
- Men fiskiskapurin hjá
skipunum hevur verið góð-
ur og støðugur, síðan tey
fyrstu fóru á gulllaks fyrst í
juni.
Minni enn vanligt
Tavan tók ímóti fyrstu
gulllaksalastini, 10. juni í
ár, og síðan hevur nógv
virksemið verið á virkinum
í Leirvík.
- Eitt miðalár hava vit
arbeitt eini 6.000 tons, og
onkuntíð hava vit arbeitt
heilt út í oktober, sigur
Kári.
Størsta árið hjá Tavuni í
nøgd er 8.200 tons í ráfiski.
Hann vísir á, at ein av
fyrimununum við virksem-
inum í Leirvík er, at virkið
kann levera gulllaksafars til
síni viðskiftafólk alt árið.
- Vit senda vanliga tær
seinastu nøgdirnar avstað,
tá ið vertíðin byrjar aftur.
Alla síðstu viku arbeiddu
tey við trimum vaktum á
Tavuni, og eini 500 tons av
ráfiski
fóru
ígjøgnum
maskinurnar.
Nú virkið í Miðvági er
stongt, hevur virkið í Leir-
vík keypt gulllaks frá fýra
skipum, Vesturleika, Vest-
ursøka, Eysturbúgvanum
og Vesturbúgvanum.
Sundaberg gjørdi einar
tríggjar túrar á gulllaksi.
Teir landaðu tvær ferðir í
Miðvági og seldu ein túr
uttanlands.
Nú fiskar skipið gulllaks,
sum verður frystur umborð.
Upsi í portiónir
Uttanfyri gulllaksavertíð-
ina, arbeiða tey upsa á virk-
inum í Leirvík.
- Vit kunnu fara í gongd
við upsanum, so skjótt gull-
laksurin er av. Men helst
verður steðgað í eina viku,
áðrenn vit fara at keypa
upsa, sigur Kári E. Jacob-
sen.
Á Tavuni verður allur
upsin
framleiddur
til
portiónir.
Tavan gevst fyrr við
gulllaksinum í ár
Tey eru í holt við at koyra hoyggj inn. - Traktorurin er eitt
hent arbeiðsamboð, sigur Jack Thomsen, sum stendur ímillum
børnini á myndini
Mynd: Vilmund Jacobsen
Tavan í Leirvík virkar gulllaks til fars um summarið og upsa til portiónir um veturin. Í síðstu
viku arbeiddu tey við trimum vaktum og virkaðu heili 500 tons av gulllaksi til fars.
Hósdagin kemur
grønlendski
fiskimálaráðharrin,
Simon Olsen, til
Føroya á vitjan. Hann
fer avstað aftur
sunnudagin
VITJAN
Vilmund Jacobsen
Hósdagin, 4. september,
kemur grønlendski fiski-
málaráðharrin,
Simon
Olsen, á vitjan í Føroyum.
Tað verður okkara fiski-
málaráðharri, Jacob Vester-
gaard, sum tekur ímóti.
Stutt eftir komuna, verð-
ur politiskt prát á Skipa-
eftirlitinum í Miðvági, og
longu tíðliga seinnapartin
hósdagin verður vitjað á
Kollafjørð Pelagic.
Hósdagin verður eisini
vitjað á Rækjuvirkinum á
Oyri, har Simon sleppur at
smakka føroysku rækjurn-
ar.
Fríggjadagin verður vitj-
að á Tavuni í Leirvík, har
tey skjótt fara at gevast við
gulllaksinum í ár.
Í Leirvík verður eisini
vitjað á Bátasavninum, og
síðan verður farið í Norð-
oyggjar, har Føroya Reið-
arafelag verður vertur við
ábit á Viðareiði.
Seinnapartin fríggjadag-
in verður vitjað á Kósini í
Klaksvík, og síðan verður
farið aftur til Havnar.
Grønlendski fiskimála-
ráðharrin fær ein døgurða-
bita á Hotel Hafnia fríggja-
kvøldið, har Jacob Vester-
gaard verður vertur.
Leygardagin
kl.
10
verður checkað út á Hotel
Føroyum.
Fyrrapartin leygardagin
verður farið til Suðuroyar
við Brimli, og á ferðini
suður verður politiskt prát
millum Simon og Jacob.
Umborð á Brimli verður
sjálvsagt eisini ábit.
Seinnapartin leygardagin
vitjar Simon Hotel Øravík
og síðan verður farið runt í
oynni við honum.
Farið verður av aftur
Tvøroyri við Brimli sunnu-
dagin kl. 12 og vestur á
Miðvág.
Simon Olsen fer úr Før-
oyum aftur sunnudagin kl.
17.30 við flogfarinum hjá
Atlantsflog.
Grønlendski
fiskimálaráðharrin
kemur á vitjan
C
M
Y
K
3
2