Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-02, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. september 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 164 - 2. september 2003 Nr. 164 - 2. september 2003 5 Í september hevur Berit Norðoy málningaframsýning í Leikalund LISTAFRAMSÝNING Solby A .Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Málningarnir hjá Berit, sum eru 13 í tali, eru allir akrylmálningar. Talan er fyri tað mesta um landsløg og aktivitet millum fólk. – Onkrir eru abstraktir, men tað mesta er tó ikki abstrakt, sigur Berit, sum altíð hevur dámt væl at teknað og málað. Hon hevur gingið á kvøldskúla og málað í eini fimm ár, og tað dámar henni sera væl, tí har fær hon betur stundir til at røkja sítt ítriv. Leikalund er ein fløgu og bókahandil fyri tað mesta. Men í eina tíð nú hava tey somuleiðis virkað sum eitt slag av einum listaskála, har fleiri listafólk hava sýnt teirra verk fram. Tað er ongin listaskáli í Klaksvík, so listarfólk eru fegin um hendan møguleikan til at hava framsýningar. Og hendan mánaðin er tað so sum sagt, Berit Norðoya, sum hevur framsýning. Berit, sum er 25 ár, arbeiðir til dagligt sum bankakvinna í Føroya Banka, og hon leggur dent á, at málingin er hennara ítriv. Ein ferðsluvanlukka hevur aftur kravt eitt ungt lív. Ein bilur fór av vegnum við Áir sunnumorgunin, og ein 19 ára gamal drongur lat lív LØGREGLUTÍÐINDI Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Seks mans í aldrinum 19 til 34 ár vóru við í bilinum. Løgreglan fekk fráboðanina beint eftir klokkan seks sunnumorgunin og stað- festi, at tann eini, ein 19 ára gamal drongur, sum hevði fylt 20 ár mánadagin, var deyður á staðnum. Hinir fimm vórðu allir fluttir á Landssjúkrahúsið. Vakt- havandi sigur, at løgreglan hevur fingið at vita, teir hava tað allir eftir umstøðunum gott. Onkur hevur brotið arm ella kjálkabein, men tað stendur ikki um lív hjá nøkrum teirra. Løgreglan veit ikki, hvat orsøkin til vanlukkuna var, men tað er onki, sum týðir upp á, at rúsdrekka er orsøkin. – Tað mest sannlíka er, at bilførarin er sovnaður, sigur vakthavandi. Bilurin fór niðan av vegnum, og kanningar hjá løgregluni vísa, at hann fór umleið 135 metrar gjøgnum hagan. Øll tey avvarðandi hava fingið bjóðað kreppuhjálp. Tveir bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt í Havn og ávirkaðir av rúsdrekka LØGREGLUTÍÐINDI Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Í tveimum førum vórðu bilførarar tikinir fyri at hava ov nógva ferð og verða ávirkaðir av rús- drekka. Tann eini bilførarin varð tikin uppi á Marknagils- vegnum, har hann koyrdi 99 í bygdum øki. So hann kann verða vísur í at missa koyrikortið. Harafturat var bilførarin heldur ikki edrúur – og so langt ífrá. Vakthavandi á løgreglu- støðini sigur, at maðurin hevði 1,4 ‰ í blóðinum, tá hann blásti. – So hesin kemur at missa koyrikortið, sigur vakthavandi. Í hinum førinum var talan um ein stolnan bil í fyrstu atløgu. Løgreglan fekk fráboðan um ein stolnan bil sunnu- náttina, men tað gekk bert ein lítil løta, so var boðað frá, at bilurin var komin aftur íaftur. Men ein lítlan tíma seinni var sami bilur í einum óhappi beint við Kaldbaks- vegin. Bilurin var farin útav beint áðrenn vegin inn til Kaldbaks og lá í veitini har. Bilførarin hevði 1,48 ‰ í blóðinum. – Viðkomandi koyrir ávirkaður og við ongum koyrikorti, so hann kann vænta sær eina heilsan frá fútanum, sigur vakthav- andi. Tey, ið varða av bilinum, hava fingið áheitan um at fáa bilin fluttan. Leygardagin beint fyri nátturðatíð hendi eitt ferðsluóhapp úti á Homrum á Argjum. Ein níggju ára gomul genta á súkklu end- aði undir einum bili. Tíbet- ur hendi onki álvarsamt við henni. Hon fekk nakrar smávegis snuddir, men hevur tað gott. Berit í Leikalund Berit Norðoy hevur málningaframsýning í Leikalund í Klaksvík hendan mánaðin Koyrdu ávirkaðir Í tveimum førum eru bilførarar tiknir fyri at koyra ávirkaðir og ov skjótt í Havn í vikuskiftinum Mynd: Jens Kr. Vang Ferðsluvanlukka kravdi mannalív Talið av avrættingum og deyðadómum veksur ógvusligt í Vietnam. Bara í ár eru 19 fólk avrættað og 62 eru dømd til deyða. Tað er meira enn tvífalt samanborið við sama tíðarskeið í fjør Tíðindaskriv Hetta stendur klárt og týði- ligt í frásøgnini »Vietnam - The death penalty - inhu- man and ineffective«, ið varð kunngjørd fyri stutt- um. Tølini eru grundað á al- mennar upplýsingar og Amnesty metir, at veruligu tølini eru nógv hægri. Avrættingarnar vera framdar framman fyri ein- ari avrættingarpatrulju, ið telur fimm fólk, tær vera ofta framdar alment. Líkið verður grivið beinanvegin og tey avvarðandi verða ikki kunnað áðrenn. Tey verða nakrar dagar seinni biðin um at koma eftir tingunum hjá tí avrættaða. 27 lógarbrot verða revsað við deyðarevsing í Viet- nam, har ímillum rán og fíggjarsvik. Ein triðingur hava samband við rúsevna- lógarbrot. - Vit eru eisini sera bang- in fyri, at rættarmálini ofta ikki liva upp til altjóða normar fyri, hvussu eitt rættarmál skal avgreiðast. Hetta kann føra til, at ósek vera dømd, sigur Amnesty í frásøgnini. Amnesty metir, at deyða- revsing skúgvar til viks tann mest grundleggjandi rættin, rættin til lív. Tað finnast heldur ikki nøkur prógv fyri, at deyðarevsing virkar ræðandi, heldur tvørtur ímóti hevur tað víst seg, at vandin fyri vápnað- ari mótstøðu í samband við handtøkur økist. Amnesty mælir vietnam- esisku myndugleikunum til at minka um talið av lógar- brotum, ið verða revsað við deyðarevsing og seinni at avtaka deyðarevsing. Í frá- greiðingini eru eisini fleiri onnur tilmælir til myndug- leikarnar. Nigeria: Lagnan hjá Aminu útsett Um kvøldið 27. august út- setti hægri rætturin í statin- um Katsina, fyri triðju ferð sakina hjá Aminu Lawal. Hon varð útsett til 25. sep- tember. - Hetta er sera óheppið. Hetta økir um ófriðin og óvissuna hjá Aminu og soni hennara, og ger at tey ikki kunnu liva eitt vanligt lív. Amina Lawal og hennara sakførarar vóru tilstaðar í rættarsalinum. Tað er enn ikki kent, hví dómstólurin valdi at útseta sakina hjá Aminu. Amina Lawal varð dømd at verða steina til deyðis fyri hjúnabandsbrot av shariadómstólinum í Kat- sina norðarlaga í Nigeria í mars 2002. Hon kærdi dómin til tann hægsta shariadómstólin í statinum og bíðar nú eftir, at dóm- stólurin skal avgera sakina. Hundraðtals menniskju kring heimin hava arbeitt fyri lívinum hjá Aminu. Amnesty hevur fleiri ferðir funnist at, hvussu sharia- lóginar verða tulkaðar norðarlaga í Nigeria, mill- um annað fyri at gera mis- mun og loyva dómum sum steining, písking og amp- utatión. Tulkingin má vera broytt, so at ikki fleiri onn- ur koma í somu støðu sum Amina. Vietnam: Talið av avrættingum veksur Ein kann ikki siga at stjórin í SMS, Hans Mortensen, liggur á latu síðuni. Umframt eitt strævið stjóra- starv, so setur hann nógva tíð av til ven- jing um vikuna. – Eg haldi, tað er ómeta- liga týdningarmikið í einum starvi, sum er hart og fer við nógv- ari tíð, at ein er í góð- ari fysiskari venjing, sigur føðingardags- barnið, ið rundar tey 60 í dag. 60-ÁRA FØÐINGARDAGUR Páll Holm Johannesen Í dag fyllir ein av royndastu vinnulívsmonnum í Før- oyum, Hans Mortensen, seksti. Síðan 1977 hevur hann havt ta stóru uppgávu at stjórna landsins størstu sølumiðstøð. Tey góðu 26 árini við róðrið á SMS hava bæði rúmað gleðiligar og minni gleðiligar løtur. Hvussu støðan hevur verið og ikki í SMS, so hevur stjórin kortini hildið fast um ein vana. Hann hevur seinastu mongu árini vant fast tríggjar ferðir um vik- una. Venjingin er soleiðis løgd til rættis, at ein tími er settur av týsdag, hósdag og leygardag til venjing. Týs- dagar og hósdagar er mýk- ing og súkkling á skránni, meðan Hans Mortensen "Powerwalkar" leygardag. Powerwalking er ein sam- antvinning av gongd og renning. Venjingarnar týsdag og hósdag liggja fast klokkan 10 um morgunin, og stjórin plagar at vera burtur frá arbeiðsplássinum í ein góð- an tíma. Venjingin gongur fyri seg heima við hús, har hann hevur riggað eitt kamar til í kjallaranum. Fyri at stytta um venjingar- tíðina, so hevur Hans sum vana, at hann lurtar eftir út- varpinum hjá BBC, tá dýkir á við venjingini. Starvsfólkini í SMS vita fullvæl, at stjórin er burtur ein tíma hvønn týsdag og hósdag. Hesum verður eis- ini tikið fyrilit fyri, og ong- ar avtalur verða gjørdar við stjóran týsdag og hósdag millum klokkan 10 og 11. Tað er ikki av tilvild, at venjingarætlanin hjá Hans Mortensen er júst løgd týs- dag, hósdag og leygardag. Henda venjingarætlan gev- ur stjóranum í SMS møgu- leika at binda fri dagin eftir venjing, so hann klárur at herja á aftur. Hóast venjingarætlanin kann tykjast møtumikil hjá flestu okkara, so hevur Hans Mortensen, hóast hann nú rundar tey trýss árini, ongar ætlanir um at gevast. Ætlanin er at halda á, so leingi orkan er til tess, og sambært honum sjálv- um, so er einki til hindurs fyri, at hildið verður fram við venjingini nøkur ár afturat. Virkin hondbóltsspælari Hans Mortensen íðkaði nógvan ítrótt sum yngri. Hann spældi hondbólt við Neistanum í Havn, og tevið fyri at stjórna fekk hann longu sum 18 ára gamal, tá hann gjørdist formaður í felagnum. Stjórin í SMS nevnir fyri okkum, at hann millum annað var við til at byggja Neistahúsið í Gundadali, har ÍSF í dag húsast. Um- framt at taka sær av tí fyri- sitingarliga í felagnum, so var hann eisini virkin á hondbóltssvøllinum. Hann var fastur fúsur á 1.liðnum hjá Neistanum í 60 árunum og fram til fyrst í 70 árunum. Ein skaði hevði við sær, at hann varð noyddur at seta hondbólts- skógvarnar á hillina, áð- renn ætlað. Í dysti fyri Neistan ímóti einum donskum liði, fór økslin hjá Hans úr lið, og hann kom aldrin fyri seg aftur. Seinnu árini fram til miðskeiðis í áttati árunum spældi hann nakað av motiónshond- bólti, til hann endaliga legði skógvarnar á hillina. Umframt at verða neista- maður um ein háls, so royndi Hans Mortensen seg bæði sum leikara og ven- jara á føroyska hondbólts- landsliðnum. Hann stóð á odda fyri føroyska hondbóltslands- liðnum til C-HM í Portugal, tá føroyska hondbóltslands- liðið fekk nøkur frálík úrslit. Úrslitini í Portugal í 1976 standa framvegis sum tey bestu, nakað føroyskt lið hevur avrikað í altjóða høpi. Sama venjingarætlan øll árini Tað kann tykjast rættiliga møtumikið hjá einum 60 ára gomlum manni, ið skuldi havt ivaleyst við at røkja eitt strævið stjóra- starv, at venja so nógv, sum Hans ger, men hesum vísir hann aftur. Hann sigur, at tá, ein hevur íðkað so nógv- an ítrótt, sum hann hevur gjørt øll ungdómsárini, er tað natúrligt, at ein heldur á við tí, eftir ein givin sum virkin ítróttamaður. – Eg haldi, tað er ómeta- liga týdningarmikið í ein- um starvi, sum er hart og fer við nógvari tíð, at ein er í góðari fysiskari venjing, sigur Hans Mortensen. Spurdur, um hann metir, at sínir samstarvsfelagir áttu at gjørt tað sama, svarar Hans, at hann er ikki greiðir yvir, hvør íðkar og ikki, men hann vil ráða øll- um til at motionera, tí tað lættir um trýstið á arbeið- inum. – Tíðina, eg brúki til at venja, fái eg flerifalda aftur, tí eg verðið nógv betri fyri av tí, greiðir hann frá. Merkisvert er, at venjing- arætlanin hjá Hans hevur verið tann sama øll árini Hvørja ferð ger hann ymiskar mýkingar í góðar 15-20 minuttir, og súkklar í ein hálvan tíma. Tað kundi verið natúrligt at vant minni, nú hann eldist, men tað vil Hans Mortensen ikki hoyra nakað um. Eftir hansara tykki, hevði tað verið eitt niðurlag í sær sjálvum, um hann nú mink- aði venjingina Stjórin í SMS heldur, at vinnulív og ítróttaheimurin minna ikki sørt um hvønn annan. – Betri tú ert fyri fysiskt, betur megnar tú at standa ímóti, tá á stendur. Í vinnulívinum er eisini talan um eitt lið, sum ein skal fáa at spæla saman, og sum í ítróttinum, so skalt tú eisini gera alt fyri at vinna, greið- ir Hans Mortensen frá. Umvælingin fáast frá hondini Hans Mortensen ásannar, at hann hevur gjørt sær nakrar hugsanir um, hvat hann skal fyritaka sær í fram- tíðini. Tað er fastlagt, at hann verður stjóri í SMS til umfatandi umvælingar- arbeiðið við sølumiðstøð- uni er fingið frá hondini. Fyrsta byggistig í norðara enda er gjørt, og eftir bíðar restina av bygninginum. Eftir ætlan skuldi restin av umvælingin gerast í 2005, men umbyggingin er nú útsett til árið eftir. Talan er um eina rættiliga umfatandi umbygging, sum fer at geva SMS fullkomiliga nýggjan ham. Umbyggingina sær Hans Mortensen sum sína høvuðsuppgávu, áðrenn hann letur stjórastarvið, sum hann hevur røkt øll árini, frá sær. Royndirnar hjálpa væl Spurdur, um tað er øðrvísi at vera stjóri, tá ein var 40 ár, og nú hann rundar tey trýss, svarar Hans Morten- sen, at serliga koma roynd- irnar einum væl við. – Eg havi gjørt onkrar stórar brølarar í 80 árunum, sum eg eri noyddur at taka á meg, men royndirnar gera nú, at eg ikki geri somu mistøk aftur, sigur Hans Mortensen. Í dag fara tey nærmastu hjá Hans at hátíðarhalda 60-ára føðingardagin, með- an stóra ballið verður leyg- arkvøldið á Hotel Føroyum. Hann fortelur, at hann hevur ikki hildið nakran føðingardag, síðan hann var fjøruti, og tískil skyldaði hann nærmast at halda føð- ingardag hesaferð. Góð 150 fólk eru bjóðað í føðingar- dag leygarkvøldið. Hans Mortensen seksti í dag, og still going strong: Venur fast tríggjar ferðir um vikuna Hóast Hans Mortensen í dag verður seksti, so hevur ongar ætlanir um gevast við venjingini. Tíðina, eg brúki til at venja, fái eg aftur flerifalda, tí eg verði nógv betri fyri av tí, greiðir Hans frá C M Y K 5 4