Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. september 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 164 - 2. september 2003 Nr. 164 - 2. september 2003 7 Fríggjadagin setti Mentamálaráðið Reidar Nónfjall sum nýggjan skúlastjóra á Føroya Handilsskúla, eftir at Ragnar Magn- ussen er vorðin fyrsti lærari í nýggja skúl- anum í Kaldbak. – Fyrst og fremst er uppgávan at ogna mær vitan og innlit í arbeiðið, sigur ný- klakti skúlastjórin, sum hevði fyrsta ar- beiðsdag sín í gjár NÝGGJUR SKÚLASTJÓRI Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Fyrrverandi strandferðslu- stjórin frá 1997-2002, 39 ára gamli Reidar Nónfjall, gleðir seg sera nógv til nýggju uppgávuna sum stjóri á Føroya Handils- skúla. Reidar Nónfjall vísir á, at stjórasessurin á Hand- ilsskúlanum er eitt nýtt kapitull og ein spennandi avbjóðing í lívi hansara. Fyrsti starvsdagur hans- ara sum stjóri á Føroya Handilsskúla var í gjár 1. september, og Sosialurin fekk orðið á hann, hóast hann sjálvsagt hevði nógv um at vera í nýggja um- hvørvinum við Marknagils- vegin. Tríggjar høvuðsavbjóðingar Spurdur, hvørjar høvuðs- avbjóðingar liggja fyri framman í nýggja starv- inum, vísir Reidar Nónfjall á tríggjar høvuðsuppgávur, sum hann saman við starvsfólkum sínum hevur. – Tað fakliga, pedagog- iska og fyrisitingarliga eru tríggjar høvuðsavbjóðandi uppgávur. Tað fakliga er fyrst og fremst knýtt at lærarunum, tað pedagog- iska næmingunum, meðan tað fyrisitingarliga er tengt at fíggjarligu viðurskift- unum og starvsfólkapoli- tikkinum, eru fyrstu við- merkingarnar hjá nýggja skúlastjóranum. Reidar Nónfjall leggur afturat, at høvuðsmunurin og broytingarnar frá fyrr- verandi starvið til nýggja stjórasessin fyrst og fremst er tengt at umhvørvinum. – Eg vænti, at økið kring skúlan og umhvørvið sum heild verður nakað friðar- ligari enn tað, eg áður havi upplivað, og møguliga verður talan eisini um eitt starv, har lættari verður at meta um framtíðina, sigur nýggi skúlastjórin. Reidar Nónfjall vísir á, at hann vónandi kann nýta tær royndir á leiðsluøkinum, hann hevur frá Strand- ferðsluni. Royndir í skúlaumhvørvi Reidar Nónfjall er sum áður nevnt ikki ókendur í stjóresessi, men nýggi skúlastjórin hevur eisini royndir innan skúlans gátt. – Seinasta árið havi eg undirvíst á Føroya Handils- skúla í leiðslumenning, strategimenning og projekt- stýring, og umframt út- búgving mína sum cand. merc. havi eg eisini verið próvdómari á Handilsskúl- anum. Á henda hátt havi eg nakrar royndir í skúlaum- hvørvinum, og vónandi kann eg nýta hetta til nakað gott til frama fyri øll, vísir fyrrverandi strandferðslu- stjórin á. Sambært Reidar Nónfjall fara komandi mánaðirnir á skúlanum at vísa honum, hvørjar ítøkiligar og nýggj- ar uppgávur liggja honum fyri framman. Ongar broytingar í bræði Spurdur, um nýggi handils- skúlastjórin ætlar at fremja nakrar broytingar, er hann avgjørdur. – Tað hevði verið óseriøst at komið inn á nýggjan stovn og byrjað at broytt ymiskt, áðrenn eg havi savnað mær vitan og fingið innlit í skipanina, sigur Reidar Nónfjall avgjørdur. Hann vísir á, at uppgáva hansara fyrst og fremst er at seta seg inn í nýggja ar- beiðið. – Fyrst ætli eg mær at stinga fingurin í jørðina og seta meg inn í uppgávu stovnsins, bygnaðin, ar- beiðið starvsfólksins og í fjórða lagi hvørjir tøkni- frøðiligu møguleikar skúl- ans eru, sigur skúlastjórin á Marknagilsvegnum. Sambært Reidari Nón- fjall er henda gongd neyð- ug fyri at tryggja sær eitt grundarlag, og ikki fyrrenn tá kann ein meta um, hvussu skúlin skal mennast og koma víðari. Skúlin tiltalandi Nýggi stjórasessurin er sambært Reidari Nónfjall ikki beinleiðis ein gamal dreymur, men umhvørvið skúlans hevur tiltalað nýggja stjóran. – Síðani eg fór av Strand- ferðsluni, havi eg arbeitt nakað við fyrireiking av skeiðum og undirvísing, og mær hevur dámt sera væl at arbeitt við tí fakliga, sigur Reidar Nónfjall. Reidar greiðir víðari frá, at tá hann sá lýsingina eftir nýggjum stjóra, gjørdi hann sær skjótt sínar hugsanir, og við áðurnevndu roynd- um í skúlaumhvørvinum samsvaraði leiklutur hans- ara við tað, søkt varð eftir. – So vónandi felli eg inn í landslagið á Handilsskúl- anum, sigur nýggi skúla- stjórin við einum smíli. Virkin uttanfyri skúlan 39 ára gamli Reidar Nón- fjall er eisini virkin uttan- fyri skúlan, tí í løtuni er hann næstformaður í nevndini fyri Føroya Tele og somuleiðis nevndar- limur í Televarpinum. – Hóast nýggja stjóra- starvið ætli eg mær at halda fram í hesum sessum, og eg meti tað vera ein fyrimun at hava fingurin á pulsinum uttanfyri skúlan og vita, hvat rørist í vinnulívinum, sigur Reidar Nónfjall. Við at hava antennurnar úti ynskir hann eisini at hava betri innlit í, hvør tørvur er á undirvísing og førleika- menning á sjálvum skúla- num. Umframt núverandi sess- ir starvaðist 39 ára gamli handilsskúlastjórin frá 1991-1997 sum fulltrúi á fíggjardeildini í Tinganesi, var síðani stjóri á Strand- faraskipum Landsins frá 1997-2002, og umframt at hava undirvíst á Handils- skúlanum hevur hann sein- asta árið rikið egið virki, RN-Virkisleiðsla. Hann var næstformaður í Atlantsflog og stýrislimur í ábyrgdar- grunninum frá 1994-1997, og í tíðarskeiðnum frá 1996-1997 var hann for- maður í kommununevnd- ini. Reidar Nónfjall byrjaði sum nýggjur handilsskúla- stjóri í gjár, og í samrøðuni við nýggja stjóran var tað stutta av tí langa fyrstu viðmerkingar hansara. – Eg gleði meg sera nógv til nýggju uppgávuna! – Tað hevði verið óseriøst at komið inn á nýggjan stovn og byrjað at broytt ymiskt, áðrenn eg havi savnað mær vitan og fingið innlit í skipanina, sigur Reidar Nónfjall, nýggjur handilsskúlastjóri Nýggi handilsskúlastjórin, Reidar Nónfjall: - Fyrst og fremst skal grundarlag fáast Nýggi stjórin á Føroya Handilsskúla, Reidar Nónfjall, í nýggja arbeiðsumhvørvið hansara. - Eg vænti, at økið kring skúlan og umhvørvið sum heild verður nakað friðarligari enn tað, eg áður havi upplivað, og møguliga verður talan eisini um eitt starv, har lættari verður at meta um framtíðina, sigur nýggi skúlastjórin. Generalur hartar Bush Amerikanski generalurin Wesley Clark, sum var ovasti í NATO frá 1997 til 2000, leggur stjórnina hjá George W. Bush, forseta undir at hava elvt til ruðuleika í Irak. Í samrøðu við bretska sjónvarpið BBC sigur generalurin, at tað er USA, sum hevur gjørt, at yvir- gangsmenn eru komnir upp í kríggið. Hann heldur, at amerikanska stjórnin átti at lagt størri dent á bardagan ímóti altjóða yvirgangi heldur enn at leypa á Irak, tí kríggið í Irak hevur havt júst ta øvugtu ávirkanina av tí, sum stjórnin ætlaði. – Vit hava givið Osama bin Laden tíð til at endur- skipa sín felagsskap og at útvega sær nýggja útgerð, og tað var júst tað, honum tørvaði, sigur Wesley Clark. Tað hoyrir ivaleyst við til hesi tíðindini, at generalurin umhugsar at stilla upp til forsetavalið næsta ár fyri demokratarnar. Sáðar iva um evruna Tað var ikki sørt, at nógvir sviar kendu seg ørkyml- aðar, tá Gøran Persson, forsætisráðharri, segði um vikuskiftið, at siga sviar ja til evruna, er tað ikki vist, at hon kemur í gildi ístaðin fyri krónuna tann 1. januar í 2006, sum ætlanin annars hevur verið. Hann legði afturat, at hann hevur ongantíð verið talsmaður fyri at halda fólkaatkvøðu um evruna, men at fólkaatkvøðan er eitt politiskt úrslit. Tey, sum eru ímóti at seta evruna í gildi í Svøríki, tulkaðu alt fyri eitt orð forsætisráðharrans sum eina greiða ábending um, at tað er als ikki neyðugt at atkvøða fyri evruni, sjálvt um forsætisráðharrin og stjórnin mæla fólkinum til at gera tað. Teir borgar- ligu flokkarnir, sum taka undir við evruni, halda harafturímóti, at orðini hjá Gøran Persson vórðu ætlað at vísa á, at evran verður ikki sett í gildi, fyrr enn sviar eru fyrireikaðir til tess. Annars hevur forsætisráðharrin eisini sagt, at atkvøða sviar nei nú, verður eingin fólkaatkvøða aftur um spurningin fyrr enn í 2010, og so kann evran í fyrsta lagi verða sett í gildi í 2013. Stuðlar tubbaks-dyrking Í Grikkalandi, Spania og Italia dyrka bøndur tubb- ak, men fingu teir ikki stuðul frá ES, hevði tað als ikki loyst seg. Tey seinastu árini hava bøndurnir fingið góðar sjey milliardir krónur í stuðuli, og sambært ES-nevndini svarar stuðulin til heili 80 prosent av inntøkuni av tubbaksdyrkingini. Umleið seks prosent av øllum tubbakkinum í heiminum verður dyrkað í teimum trimum lond- unum, men ES-londini framleiða umleið ein fjórð- ing av tí tubbaki, sum verður nýtt í samveldinum. Í fleiri ár hava felagsskapir og heilsumyndug- leikar mælt ES frá at stuðla teimum bøndrunum, sum dyrka tubbak, men Franz Fischler, landbún- aðarkommiserur, sigur, at fólk í ES-londunum fara ikki at roykja minni, sjálvt um stuðulin verður tikin av, og teir suðurevropeisku bøndurnir gevast at dyrka tubbak. Umleið 11.000 ES-bøndur dyrka tubbak, og tá heystað verður, arbeiða umleið 40.000 fólk í vinnuni, sigur ES-nevndin. Hoyra illa Meiri enn 22 milliónir fólk í Evropa hava trupul- leikar við hoyrnini. Talið veksur, og sambært ES kostar tað næstan 600 milliardir krónur árliga. Granskingarkommiserurin hjá ES, Philippe Busquin, sigur við blaðið, at mong fáa hjálp frá hoyritólum, men at læknavísindin framvegis ikki er før fyri at lekja tey, sum fáa veika hoyrn. Hann sigur, at trupulleikar við hoyrnini kosta teimum einstøku londunum meiri og meiri, sum árini ganga, tí altsamt meiri pengar verða nýttir til ser- undirvísing, taliskeið og ymisk hjálpartól. ES hevur mælt til, at størri dentur verður lagdur á at kanna, hví summi fólk fáa veika hoyrn ella gerast deyv. Granskarar eru komnir eftir, at ein hjá summum hevur tað nakað við arvaeginleikar at gera. UTTAN ÚR HEIMI Í apríl skipaði yvir- gangsleiðarin Osama bin Laden fyri einum fundi, har ætlanir vórðu lagdar um eitt lívfrøðiligt álop, skrivar tíðarritið Newsweek. YVIRGANGUR Árni Joensen: fartekst@mail.dk – Tað næsta álopið hjá Osama bin Laden verður ógvusligari, enn tað ber til at ímynda sær, sigur ein kelda í afghansku rørsluni Taliban við Newsweek. Keldan leggur afturat, at hesaferð ætlar yvirgangs- leiðarin at nýta lívfrøðilig vápn, og hon sigur seg vita við vissu, at al-Qaeda hev- ur slík vápn. Sambært Newsweek kannar al-Qaeda í løtuni, hvussu tey lívfrøðiligu vápnini skulu flytast á álopsstaðið, og hvussu tey skulu nýtast. Taliban-keld- an sigur, at hesir spurning- arnir vórðu umrøddir á einum fundi einastaðni í teimum afghansku fjøll- unum í apríl mánað, beint eftir at stýrið hjá Saddam Hussein var fallið. Á fundinum vóru fleiri limir í al-Qaeda og umboð fyri víðgongdar islamskar felagsskapir í Usbekistan og Kekenia. Amerikanararnir vilja vera við, at al-Qaeda hevur sent fólk til Irak, og Tali- ban-keldan sigur við News- week, at á fundinum í apríl varð avgjørt at senda ein av næstu monnum bin Ladens, Said al-Adil, til Irak at standa fyri atsóknum har. Fyrireikar ógvusligt lívfrøðiligt álop 24 menn og ein kvinna manna ta nýggju tillagingar- stjórnina í Irak. Shiamuslimarnir hava meiriluta í stjórnini. IRAK Árni Joensen: fartekst@mail.dk Stjórnarráðið í Irak al- mannakunngjørdi í gjár ráðharralistan í nýggju til- lagingarstjórnini, sum skal stýra landinum, til umstøð- urnar loyva einum demo- kratiskum vali. Sambært amerikonsku herleiðsluni verður tað einaferð næsta ár. Stjórnin hevur ongan for- sætisráðharra, sum annars er vanligt, men ein for- mann, og teir ymsu partar- nir skulu skiftast um at hava formannin. 25 ráðharrar eru í stjórn- ini, og av teimum er ein kvinna. Shiamuslimarnir, sum eru tann størsti átrún- aðarbólkurin í Irak, hava trettan ráðharrar og sostatt meirilutan. Teirra millum eru Ibrahim Mohammad Bahr al-Ulum, sum er olju- málaráðharri, og Nuri Badran, sum er innanríkis- ráðharri. Sunnimuslimarnir, sum tann frákoyrdi einaræðis- harrin Saddam Hussein var úr, hava fimm ráðharrar, og ein teirra, Kamal al- Kailani, er fíggjarmálaráð- harri. Kurdarnir fáa eisini fimm ráðharrar, og kurdin Hoshiar al-Zibari, er uttan- ríkisráðharri. Teir báðir seinastu ráðharrarnir eru ein turkmeni og ein kristin. Í Bagdad verður sagt, at tað fer at taka næstan eitt ár, áðrenn tær ymsu ráð- harrastovurnar kunnu virka, tí at kalla hvør ein- asta ráðharrastova varð rænd undir og aftan á kríggið. Irak fingið nýggja stjórn Samstundis sum irakar hava fingið stjórn, hava amerikanararnir sett í verk eitt átak fyri at finna stuðlar hjá Saddam Hussein. Her hava tríggir amerikanskir hermenn tikið ein iraka í bygdini Telog Sabee norðan fyri Bagdad. C M Y K 7 6