Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-02, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. september 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 164 - 2. september 2003 Nr. 164 - 2. september 2003 9 NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. - Tit skriva søgu í dag, segði Poul Geert Han- sen, sjúkrahússtjóri, í røðu síni á Lands- sjúkrahúsinum fríggjadagin, tá hann handaði teimum trimum, Elsy, Eyð og Vivian, fyrstu lækna- skrivaraprógvini her heima PRÓGVHANDAN Rúna Sivertsen Tað var ein stórur dagur fyri Landssjúkrahúsið fríggjadagin, tá tær tríggjar, Elsy Petersen av Oyri, Eyð Hansen úr Vestmanna og Vivian Matras Hansen av Nesi, fingu handað lækna- skrivaraprógv. Læknastjórin, Poul Geert Hansen, undraðist á, at sjúkrahúsið, sum skjótt hevur 80 ár á baki, ikki fyrr hevur kunnað bjóðað hesa útbúgving. Hann fegnaðist um tær eldsálir, sum høvdu gjørt hetta møguligt, og vísti á, hvønn týdning tað hevur fyri sjúkrahúsið at vera eitt útbúgvingarstað. - Tað er ikki fyrrenn tú fert at læra frá tær, at tú fert at hugsa um, hvussu tingini í roynd og veru hanga saman, segði hann. Nógvir umsøkjarir vóru til læruplássini, men á hesum sinni sluppu bert tær tríggjar gjøgnum nálareyga til tveyára longu útbúgv- ingina. Aftur í farnu viku komu staðfest- ingar av, at heimsins størsti bú- skapur, tann amerikanski, hevur tað betur. Millum annað kann nevnast, at endurskoðaða upp- gerðin fyri amerikanska búskap- arvøksturin í 2. ársfjórðingi vísti ein vøkstur á 3,1%, meðan tann fyrsta uppgerðin vísti 2,4%. So- statt er metingin um búskapar- vøksturin í øðrum ársfjórðingi hækkað seinasta mánaðin. Marknaðarrák hevur áður ført fram, at á leiðini móti tí endaligu búskaparligu framgongdini, fara vit eisini at síggja minni bjartar búskaparligar uppgerðir. Hetta ger seg galdandi, men í seinast- uni hava útvið 9 av 10 uppgerð- um úr USA verið bjartar. Tí týður nógv uppá, at í fyrstu syftu fer USA veruliga at finna fótafestið og hereftir fer Evropa at standa fyri tørni. Í Evropa gongur meira striltið, men her eru fleiri upp- gerðir kunngjørdar, sum vísa fyrsta spíran til eina búskaparliga framgongd. Grundleggjandi stendur kortini verri til í Evropa búskaparliga. Av tí at lánsbrævarenturnar og partabrøvini eru hækkaði heilt fitt í seinastuni eru báðir markn- aðirnir nú á einum stigi, har finnast skal út av, hvat nú skal henda. Hetta hevur eisini víst seg seinastu vikurnar, har millum annað renturnar og partabrøvini hava flutt seg í einum sera av- markaðum talstrekki og hava líka sum leitað eftir teknum, hvønn vegin farast skal. Marknaðirnir í USA vóru aft- urlatnir mánadagin, men roknast kann kortini við einari spennandi viku, har m.a. meting um virk- semið í amerikanska ídnaðinum verða kunngjørt. Mett verður at enn einaferð, at bjartskygnið um virksemið verður staðfest. Áhugaverdasta hendingin í vikuni verður fríggjadagin, tá so- kallaða arbeiðsmarknaðarfrá- greiðingin úr USA verður kunn- gjørd, og væl hugsandi kunnu marknaðirnir fáa ábending um hvønn vegin farast skal eftir kunngerðina. Hóast arbeiðsloys- ið fall úr 6,4% í 6,2% fyri mán- aða síðani, so hækkaði talið av arbeiðsleysum tá. Í uppgerðini fyri august er marknaðarsemja um, at arbeiðsloysið verður óbroytt á 6,2%, men at um m.a. hugt verður eftir arbeiðsmarkn- aðinum, undantikið landbúnaðin, vóru 15.000 arbeiðspláss skapt í august. Um hetta verður staðfest ella talið gerst enn betur, kann roknast við, at marknaðirnir kunnu bróta út úr talstrekkinum, sum hesir hava flutt seg í seinastu vikurnar. Hendan kunngerðin er sostatt altavgerandi fyri gongd- ina í næstum. Arbeiðsmarknaðurin í USA fer at vísa leiðina Fyrstu læknaskrivaraprógv í Føroyum Fyrstu føroysku læknaskrivaraprógvini vórðu handaði á Landssjúkrahúsinum fríggjadagin. Frá vinstru: Elsy Petersen av Oyri, Eyð Hansen úr Vestmanna og Vivian Matras Hansen av Nesi (Mynd: Maria Olsen) NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 2. september. Elisa, profeturin sum kongabøkurnar í Gamla testamenti vita at greiða frá. Í gomlum álmanakk- um var navnið skrivað Eliseus, sum kemur av latínska bíbliutýðingini Vulgata. Eliseus hevur verið brúkt sum mansnavn í Føroyum. Navnið merkir Guð hevur hjálpt, ella Jahve er Guð mín. Holger Hansen 25 ár hjá PH heilsølu Mánadagin 1. september hevði Holger Hansen 25 ára starvsdag hjá P/f Poul Han- sen heilsølu í Havn. Holger, ið er ættaður úr Vejle í Danmark, er 55 ára gamal. Hann er útbúgvin innan handil. Hann hevur búð í Føroyum síðan 1972, tá hann fekk starv hjá Føroya Keypsamtøku í Dr. Jacobsens- gøtu í Havn. Seinni koyrdi hann trukk hjá Skipafelagnum Føroyar, arbeiddi á heilsølunum hjá Brandur Øssursson og hjá Kartni Winther. 1. september 1978 fekk hann starv á frystideildini hjá P/F Poul Hansen, seinastu tvey árini hevur hann starvast á kølideildini. Holger er giftur við Kitty, f. Egholm, úr Streymnesi. Tey búgva í Kollafirði og eiga fýra børn, tey eru: Bogi, Gert, Arnbjørn og Anna. Magnus Brahé Jørgensen 50 ár Mánadagin 1. september fylti Magnus Brahé Jørgensen í Hoy- vík 50 ár. Magnus er havnarmaður, sonur Annu Skæling og Fol- mer Jørgensen. Umframt at hann hevur starv- ast á Postverkin- um í meira enn 20 ár, hevur hann lisið sjálvlestur á Teologiska Fakul- tetinum í Keyp- m a n n a h a v n . Hann hevur fing- ið BA-stig í guð- frøði frá 2001. Magnus er kirkjutænari í Havnar kirkju og limur í kirkjuráðnum fyri Tórshavnar eystaru kirkjusókn. Hann er giftur við Sólfríð Hansen úr Klaksvík. For- eldrini hjá Sólfríð vóru, Anna Elisabeth (Betta) og Elias Hansen, sum bæði komu úr Hattarvík. Sólfríð og Magnus búgva í Hoyvík og eiga sonin Una. Rættleiðing Í leygardagsblaðnum 30. august skrivaðu vit at Hannebeth Dam, sum hevði starvast á vøggustovuni í Konmansmýru í 35 ár, var leiðari á vøggustovuni. Tað er ikki heilt rætt, hon er varaleiðari. Vit biðja orsaka mistakið. jm Í sambandi við at Svanhild Joensen í Havn hevði starvast innan skúlafyrisit- ing í 40 ár, var móttøka á Mentamálaráðnum fríggja- dagin 29. august. Á samkomuni handaði Bjarni Wilhelm, fyrisiting- arleiðari á Mentamálaráðn- um, Svanhild, »fortjeneste- medaljuna« frá drotningini, fyri trúgva tænastu. Á móttøkuni seinasta fríggjadag vóru umleið 150 fólk. Her ynskir fyrrverandi skrivstovustjórin hjá Ríkisumboðnum, Arne Juul Arnskov, Svanhild Joensen tillukku við starvsdegnum Mynd: Maria Olsen Mánadagin 1. september hevði Tønnis Wardum í Havn starvast hjá politinum í 30 ár. Tønnis er havnarmaður og HB-ari. Hann er føddur 9. apríl 1949, sum num- mar seks av teim- um átta synunum hjá Bodil, f. Eg- holm, og Johann- is Wardum, bæði úr Havn. Sum 14 ára gamal fór hann við farmaskipin- um Bliki hjá Skipafelagnum, lagnutúrin, tá skipið sakk undan teimum 24. juli 1963. Tønnis arbeiddi í S.H. Jacobsens Radiohandli í Havn frá 1965-69. Frá 1969-71 tók realprógv í Tølløse í Danmark, og frá 1972-73 var hann í donsku lívgarduni. 1. september 1973 slapp hann inn sum politista- næmingur á danska politi- skúlanum. Síðan 1977 hev- ur hann verið politistur í Havn. Tønnis eigur trý børn: Dion 28 ár, Borghild 22 ár og Loui 19 ár, sum øll búgva í Norra. Svanhild Joensen heiðrað av drottningini Tønnis Wardum 30 ár sum politistur Mynd: Jens K.Vang C M Y K 9 8